fríggjadagur 28. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
17
kundi halda jól við bestu gávu,
hon kundi fáa – nevniliga sjálvt
lívið. Læknarnir meta tað at vera
mestsum eitt undur, at Eva er
komin seg so væl.
Nýruni og livurin skulu nú fáast
at virka aftur, men góðar vónir eru
fyri hesum.
Eva hevur tað fínt
Vit kunnu nú gleða okkara
lesarar við góðum tíðindum um
Evu. Hon hevur tað fínt. Hon
hevur nevniliga hitt nøkur av
teimum, sum skipaðu fyri nevnda
tónleikatiltaki. Eva er nú ein vøkur
genta uppá 17 ár, sum gongur á
miðnámsskúla.
Høvið til, at tey hittust var, at
í heyst vóriu 15 ár liðin síðan
Skandinavisk Børnemission
byrjaði sítt virksemi í Ukraina.
Í hesum sambandi varð skipað
fyri eini ferð hagar. Við í ferða
lagnum vóru 143 fólk, og av
teimum vóru seks úr Føroyum.
Millum hesi vóru eisini Beinta
og Eiler Jacobsen, sum skipaðu
fyri tiltøkunum í Føroyum fyri
Evu. Umframt tey vóru hjúnini
Mariann og M C Restorff og
Kristina og Jógvan Johannesen
úr Vestmanna.
Við sær hevði ferðalagið ein
hóp av hjálparútgerð til sjúkra
hús, barnaheim og fongsul.
Millum annað høvdu tey við sær
34.000 pør av ullintum sokkum
frá svenska herinum, sum munnu
koma væl við í kalda vetrinum.
Tað var skipað fyri einum fest
kvøldi í einum sjónleikarhúsi, har
tað vóru 3.000 fólk til staðar. Her
var undirhald av øllum møguligum
slag sum dansur og sangur. Talur
vóru eisini hildnar eins og fólk,
sum vóru hjálpt av tiltøkum hjá
Skandinavisk Børnemission, komu
upp á pallin at takka fyri hjálpina.
Tann mest kensluborna og
hugtakandi løtan fyri føroyingar
var, tá ið Eva kom upp á pallin
saman við ommuni. Eva strálaði
sum ein sól, og hon tyktist at
hava tað fínt. Tey fingu høvi at
hittast aftaná framførsluna. Tað
var kanska ikki so nógv tosað,
men tað var var hinvegin muss
og klemm! Eva gongur sum sagt
í skúla. Tað gongur eisini væl
hjá henni, og hon hevði tað heilt
gott. Hon og omman lótu heilsa
í Føroyum, og tær takka fyri
hjálpina, sum bjargaði hennara
lívi.
Ein ungur maður prikkaði
Beintu á akslarnar í sama við
fangi. Hetta var hin hugtakandi
harmonikuspælarin á konsertu
num, sum vóru í Føroyum. Hann
takkaði eisini fyri seinast.
Tey hittu eisini Tjernobylbørn,
sum høvdu verið í Føroyum.
Tey eru nú blivin vaksin. Hesi
hugsaðu við takksemi um Sólvu
í Skopun, sum hevði tikið so
væl ímóti teimum, og sum hevði
givið teimum upplivingar tey ikki
gloyma. Tey lótu eisini heilsa í
Føroyum.
Síðsta kvøldið var ein sam
koma, har umboð fyri luttakandi
londini á ferðini vórðu rópt upp
at fáa eina viðurkenning fyri
stuðulin til arbeiðið. Hetta var
ein dropi á eini granitplátu. Fyri
Føroyar vóru tað Beinta og Eiler
Jacobsen, sum fingu hesa viður
kenning handaða.
Vitjan í fongsli
Tað vóru annars fleiri vitjanir
á ferðini. Ein av teimum var í
einum fongsli. Beinta sigur, at
tað var hart at síggja allar hesar
ungu dreingir stuttkliptar og
innisperraðar. Teimum er neyvan
nakað at misunna. Fongsul har á
leiðini er í hvussu er ikki nakað
hvíldarheim, og so at koma út
aftur. Tað verður ikki bert sum at
siga tað.
Tað varð sungið fyri fangunum,
so tey fingu hesa ljósglæmu í
einum ikki ov bjartum dagligdegi.
Tað er eingin ivi um, at her er
talan um eitt positivt millumtjóða
samstarv, sum Føroyar eisini eru
við í. Hvat betri kann vera enn at
vera við til at bjarga lív!
Her eru framvegis nógvar
uppgávur at loysa, so vónandi
fara fólk at stuðla hesum verki
eins dyggiliga og tey hava gjørt.
sínum føroyska hjarta
Vitjað var eisini á dagstovni fyri børn. Her hava tey latið seg í at taka ímóti gestunum
Jógvan Johannesen sæst her saman við heimleysum dreingjum
Ludmilla var í Føroyum saman við Evu í 2002