fríggjadagur 28. desember 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
17
Andlát og jarðarferðir
Óli Hansen Nes, vanliga nevndur Óli á Forð, fer til
gravar úr Fríðrikskirkjuni, fríggjadagin 28. desem
ber kl. 13.00. Tey sum vilja minnast Óla Hansen,
kunnu lata eina peningagávu til Ellis og Røktar
heimið, konta í peningastovnum.
Sanna í Soylu av Sandi andaðist á Áargarði 2. jóla
dag, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Sands
kirkju sunnudagin 30. desember kl. 13. Tey, sum
vilja minnast Sannu, kunnu geva eina gávu til
Sands kirkju. Sungið verður úr sálmabókini.
Sámal Júst Bjartalíð fer til gravar úr Kristians
kirkjuni fríggjadagin 28. desembur kl. 13. Sungið
verður úr Sálmabókini.
Torbjørn Djurhuus, Tvøroyri fer til gravar úr
Tvøroyar kirkju leygardagin klokkan 13.
Andlát og jarðarferðir
Hesi jólini vóru tey fyrstu uttan
tykkum.
Innaní kennist tað so tungt og
sorgarbundið, og eg sakni tykkum
so nógv.
Tit fóru bæði ísenn. Nú er tøgn,
og fjálga stovan hjá tykkum stendur
tóm.
Men eg havi góð minnir at verma
meg við.
Minnir frá jólahøgtíðini, táið vit
vóru børn. Mamma, eg hoyri teg
stákast, og meðan tú titar gjøgnum
trappurnar, murrar tú onkran av
teimum gomlu sangunum, sum tú
elskaði so nógv.
Seinni, tá ið eg hevði fingið mítt
egna, komu tit mangan suður til
okkum at halda jól. Tú gavst mær
góð ráð um, hvussu man brúnkar
eplir
og
gjørdi
eina
góða
karamellsós.
Pápi sat í einum horni og spældi
kort við okkurt av abbabørnunum –
hann elskaði tað, og tey ikki minni.
Bara tykkara nærvera gav kensluna
av, at nú er jól.
Nú eru hetta kær minnir.
Mamma! áh, sum eg sakni at
kunna ringja til tín.
Tú vart altíð í mínum parti, tá ið
tað tyktiskt sum um at øll vóru ímót.
Tú uggaði altíð troystaði tá ið
dalurin kendist djúpur. Nú er røddin
tagnað.
Tú vart so hugnalig altíð okkurt
nýbakað, altíð umfevnandi, tú vart
góð við øll og dugdi við øllum.Tú
gjørdi ongan mun á fólki.
Tú tænti øllum, og sat ikki og
bíðaði eftir at verða uppvartað.
Pápi góði, eg veit at tú hevði ynskt
at kunna forða hesi vanlukku, men
her náddi tú tað ikki. Hesaferð kundi
tú ikki bara ”orna tað”. Tú sum altíð
kláraði alt. Í viðgongd og mótgongd
altíð tann sami.
Eg sá so nógv í tær. Tú visti alt,
men ongantíð rættaði tú uppá meg
ella segði hvat eg skuldi gera. Tú lat
meg sjálva taka avgerðir og skapa
mítt lív. Takk fyri tað frælsi og álit tú
vísti mær.
Tykkara lívsleið varð so væl lýst
við jarðarferðina. Tit møttust sum
heilt ung, óvitandi um hvussu lívið
fór at forma seg. Lyfti sum tit góvu
hvørt øðrum tá tit giftust, ”til deyðin
tykkum skilir”, fekk ein øðrvísi
týdning. Tit fylgdust út úr hesum
heimi, inn til eitt ævigt lív.
Ein yrking hjá verfaðir, Petur
Háberg, sigur:
Hin tunga sorgin snýkti,
seg inní mangt eitt heim,
men Harrans ríka náði ,
sum áður vísti teim.
Teir allar tyngstu dagarnar
Harrin sjálvur bar,
og øllum sínum verja
í trongdar døgum var.
Jólini vórðu hildin uttan tykkum í
ár, men í huganum vóru tit nærri
enn nakrantíð fyrr.
Og tit verða goymd í tí hjarta
rúminum, har ongin kann ræna
tykkum frá mær.
Anna
Jól uttan tykkum
Dagurin
29. desember. Nóa. Dagur til minnis um mannin, sum gjørdi ørkina (1. Mós. 69).
nøvn
Tøkk
Vit takka tykkum hjartans tøkk fyri farnu
tíð, sum tit hava víst okkum,
tá vit vóru í Føroyum.
Takk fyri allan stuðul og bøn tykkara
fyri okkum.
Vit ynskja tykkum eitt av Harranum
eydnuberandi nýggjár við ynski um
Harrans ríku signing.
Virðingarmest við 1. Pæt. 1:3-5.
Anne & Jan Tausen Zachariassen,
trúboðari ímillum tey deyvu í Danmark
Tøkk
Hjartaliga takki eg øllum, sum gleddu meg
á 80 ára degnum 17. august 2007.
Takk fyri gávur, blómur, telegramm og tit,
sum ringdu.
Ein serlig tøkk til tykkum, sum vitjaðu
meg úr Føroyum.
Eitt Harrans vælsignað nýggjár ynski eg
tykkum øllum.
Blíðastu heilsanir
Elma Bech, Bisserup
Náttina fyri nýggjársaftan í
1972 var satt ódnarvegur í
Føroyum. Ein útsynnings
ódn herjaði og gjørdi um
seg fleiri staðir kring landið.
Stórir skaðar hendu t.d. í
Klaksvík, Funningsfirði og
í Havn.
Í Klaksvík fór t.d. takið
av nýggju telefonstøðini, í
Havn fór ein partur av
Ítróttarhøllini á Hálsi og í
Funningsfirði
fóru
eini
sethús heilt illa, ein bussur
bóltaði 30 metrar oman av
vegnum, lendingin fór illa
og fleiri telefon og elsteyrar
brotnaðu.
Kelda: Myndaárbókin árið ið fór 1973
Fyri 35 árum síðan:
Stórur skaði av ódnarveðri
Húsini hjá Meinhardi Hansen í Funningsfirði fóru heilt illa í ódnarveðrinum fyri 35 árum síðan