Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 16 Frásøgn Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Um hesa tíðina í 2002 vistu allir føroyingar um Eva Kononovo frá Ukraina. Hon var hjartasjúk og tørvaði eina stóra skurviðgerð, um henni skuldi vera lív lagað. Hennara umstøður vóru ikki tær bestu. Mamma hennara var bert 17 ár, tá ið hon fekk hana. Pápin var alkoholikari, so har var ikki nógv at heinta. Eftir einum hálvum ári slepti mamman eisini gentuni, sum kom at búgva hjá ommuni, mammu pápan, sum hevði eitt høgt starv innan løgregluna. Eva hevði hjartafeil og fekk eina skurviðgerð sum fýra ára gomul. Men tá ið Eva var 12 ára gomul fór aftur at bila við hjartanum. Tá tørvaði henni aftur eina stóra skurviðgerð. Hesa máttu tey sjálvi gjalda, og hon kom at kosta einar 700.000 svenskar krónur. Ein slík viðgerð mátti gerast í Svøríki. Tað vóru bert tríggir læknar í heiminum, herav ein í Svøríki, sum kundu geva hesa viðgerðina. Nevnda upphædd eru sjálvt hjá okkum nógvir pengar, men í Ukraina var tað óhugsandi at kunna reisa hana. Hóast omman var í uppá seg góðum starvi, var hennara inntøka minni enn kr. 1.000 um mánaðin. Tá er tað, at Skandinavisk Børnemission kemur inn í myndina við leiðaranum Bo Wallenberg. Missiónin hevur virksemi í fleiri londum og eisini í Ukraina, og hon kom í samband við Evu. Tey seta sær fyri at reisa hendan peningin í Svøriki fyri at bjarga Evu. Tey fingu eisini væl av peningi har, men tað var kortini ikki nóg mikið. Konsertir í Føroyum fyri lívi Tískil varð stig tikið til at fáa ta írestandi upphæddina í Føroyum. Í november 2002 varð skipað fyri konsertum við tí endamáli at útvega írestandi peningin. Hetta vóru heldur ikki smávegis konsertir. Luttakarar vóru av fremstu sangarum, eisini opera­ sangarum, og tónleikarum úr Ukraina. Hildnar vóru fýra konsertir. Tær vóru í Christianskirkjuni í Klaksvík, á Toftum, í Norður­ landahúsinum og í Vesturkirkjuni, har tað í øllum plássum kom væl av fólki. Hetta vóru slíkar konsertir, at tey, sum vóru við, minnast tær enn. Tað kom væl av peningi inn á konsertunum, og tað vóru eisini feløg og fyritøkur, sum góvu eitt gott ískoyti. Endin gjørdist eisini, at nóg mikið av peningi kom inn at gjalda skurviðgerðina hjá Evu. Tað seinasta, sum frættist alment frá Evu, var í FF­blaðnum fyrst í 2003, har millum annað varð sagt: Eva varð løgd undir skurð beint undan jólum (2002) á sjúkrahúsinum hjá lærda háskúlanum í Lund. Skurviðgerðin tók heilar 11 tímar. Í fyrsta umfari gekk eftir ætlan, men seinni stóð ikki so væl til. Tað stóð tá so illa til, at tað veruliga stóð um lív hjá henni. Men so við og við er støðan batnað, og nú eru veruligar vónir um, at Eva fer at koma seg. 6. januar vóru ukrainsk jól, og Eva Ukrainska Eva livir væl við F.v. Omma Evu, Eiler Jacobsen, Mariann Restorf, Beinta Jacobsen, Eva og M.C. Restorff Eva og omman, tá ið tær vóru í Føroyum í 2002 Tey flestu minnast deyðasjúku Evu úr Ukraina, sum var her í Føroyum í 2002. Føroyingar hjálptu henni aftur til lívið, og nú hava teir hitt hana aftur