Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 28. desember 2007 21 tíðindi sigldi fyri fullum seglum, tá ið Fólkaflokkurin reyk uppígjøg­ num, og Javnaðarflokkurin smokkaði niðurímillum. Millum javnaðarveljarar lá Tjóðveldis­ flokkurin næstur hjartanum tað mesta av tíðini 1988­1999, men síðani er ynskið um at hava henda flokk sum samgongufelaga dovnað nakað og Sambands­ flokkurin og Fólkaflokkurin eru komnir at liggja fremri. So tað ber ikki til at staðfesta, at tað í veljaraskarunum hjá hesum báðum flokkunum er eitt síná­ millum ynski um ein vinstraás til at fremja vinstrahallan politikk. Tá ið fullveldisskútan sigldi fyri fullum seglum, vóru ynskini heit um samstarv millum Fólka­ flokkin og Tjóðveldisflokkin. 61 prosent av tjóðveldisveljarunum vístu á Fólkaflokkin í veljara­ kanning í 2000, meðan 49 pro­ sent av fólkafloksveljarunum vístu á Tjóðveldisflokkin. Tilsvarandi tølini eru í dag 23 og 14. So ein nýggj sjálvstýrissam­ gonga ella fullveldissamgonga liggur ikki frammalaga hjá veljarunum hjá hesum báðum flokkunum. Í somu kanning í 2000 vóru 63 prosent av sambandsveljarunum, ið ynsktu samstarv við Javnaðar­ flokkin og 40 prosent av javnaðarveljarunum, ið høvdu Sambandsflokkin fremst sum møguligan samgongufelaga. Tilsvarandi tølini eru í dag 30 og 23 prosent, so heimastýris­ aspektið ella tað, at hava eina samgongu til at verja ríkis­ felagsskapin tykist ikki at viga eins tungt og tá. Tvørgangandi samgongan – ella trunkaspæl á miðjuni Veljararnir eru eftir hesum at døma ikki longur so upptiknir av teimum klassisku spurningunum í føroyskum politikki, men tykjast at vera væl nøgdir við samgonguna, ið onkunsvegna gleivar tvørturum tað, sum fyrr skilti veljararnar og politikarar. Tað ber til at gera sær eina mynd, hvat slag av samgongu fær dyggastu undirtøkuna út frá seinastu veljarakanningini. Velj­ ararnir vóru ikki bert spurdir, hvønn flokk tey helst sóu flokkin hjá sær fara í samgongu við, men eisini hvør var næstur í huganum. Leggja vit hesi tøl saman, so síggja vit fyri veljararnar hjá teimum trimum samgongu­ flokkunum, at har er ein dygg undirtøka fyri hetta slagið av samgongu. Sí talvu Millum veljararnar hjá sam­ gonguflokkunum hevur ABC­ samgongan millum 35 og 47 posent undirtøku. Kend alternativ sum til dømis sonevnda yvir­ tøkusamgongan ACE við Fólka­ flokki, Javnaðarflokki og Tjóð­ veldi fær ikki meira enn 5 og 7 prosent millum ávikavist Fólka­ floksveljarar og Javnaðarveljarar. Ein tradisjonell sjálvstýrissam­ gonga, ADE fær ikki meira enn 6 prosent millum fólkafloks­ veljarar, meðan ein tradisjonell heimastýrissamgonga, BCD fær ikki meira enn 4 prosent millum sambandsveljarar – og hon kemur als ikki við í myndina fyri javnaðarveljarar. Millum javn­ aðarveljarar fær ein tradisjonell vinstrasamgonga, CDE einans 7 prosent. Meðan ein tradisjonell høgrasamgonga ABD kemur ikki við í myndina, hvørki millum fólkafloks­ ella sambandsvelj­ arar. Stendur tað til meirilutan av samgongu- veljarunum verður sama samgonga og sami løgmaður at finna í Tinganesi í komandi valskeiði Savnsmynd Veljarakanningin, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin fyri trimum vikum síðani, vísir, at meirilutin av teimum, sum hava valt ein av samgonguflokkunum, ynskja at veranda samgonga heldur fram Savnsmynd samgongu