fríggjadagur 28. desember 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
21
Øðrumegin útsýnið
Skamt oman fyri Argja bygd, stutt
norðan fyri Hamaran, verður gjørdur ein
spildurnýggjur býlingur. Her uppi − úti
í náttúruni og tó so nær býnum − fara
fólk at búgva og liva. Kringumstøðurnar
verða framúr góðar. Fyri eystan hitt
makaleysa útsýnið yvir Havnina og
Nólsoyarfjørð, fyri vestan eitt lítið
fótafet út í náttúruna og hagan. Og fert
tú eftir gøtuni, ið gongur niðan millum
húsini og til Kirkjubøar, er bert lítil løta
niðan á teir varðar, sum hava givið
nýggja býlinginum navn, Kongavarðar.
Hinumegin náttúran
Býlingurin verður ein nýggjur og
heilskaptur býarpartur við skipaðum
arkitekturi, ið gevur fólki frið og
tryggleika, samstundis sum hann
verður góður karmur um felagslív í
grannalagnum. Alt verður gjørt liðugt
millum húsini við vegi, gongubreyt,
spæliplássi, fótbóltsvølli og hugnaligum
umhvørvi. Suðureftir og vestureftir
hava øll terassu ella altan, og stóru
vindeyguni geva ljósinum frítt spæl og
leggja Nólsoyarfjørð og Havnina opna
fyri eygað.
Bústaðirnir
Íbúðirnar í íbúðarhúsunum verða úr 46
m² í 131 m². Suðureftir og vestureftir
er altan ella terassa, og íbúðirnar eru
sera ljósar og rúmligar við stórum
vindeygum. Í køki og stovu eigur útsýnið
ikki sín líka − á degi hin livandi vágin
við skipum og bátum, á kvøldi luftin og
hin bleiktrandi høvuðsstaðurin. Enn eru
nakrar íbúðir á 102 m² og 131 m² eftir.
Raðhúsini liggja móti hamrinum við
stórum vindeygum móti Havnini og
fjørðinum og við terassu og altan móti
Glyvursnesi og sólini. Raðhúsini verða í
tveimum støddum, 149 m² og 133 m² +
74 m² kjallara. Enn eru nøkur raðhús á í
alt 209 m² eftir.
Persónligur stílur
Bústaðirnir verða sera fjølbroyttir, har
familjan kann innrætta seg eftir áhuga
og ynski − alt eftir stødd og tali á
rúmum. Møguleiki verður at velja millum
ávís sløg av gólvum og ymiskum sniðum
og litum til køkin. Her ber til at skapa
sær tað heilt rætta heimið á einum
frálíkum staði.
Uttanfyri
Millum húsini verður felagsøki, har
grannalagið hevur høvi at skipa fyri
felags tiltøkum. Her eru gróðursettir
runnar, ið geva lívd og nærleika til
hugna og spæl, og her eru hyljareygu,
spælipláss, fótbóltsvøllur og annað,
girt við snøggum laðingum og gøtum
ímillum. Sunnanfyri er gøtan niðan á
Reyn.
Meira fæst at vita hjá Inni – tel. 354200
og á heimasíðuni www.inni.fo
UNDIR KONGAVARÐA – lívsstílur fyri lívið
– raðhús, íbúðir og vinnuhølir við besta útsýni í býnum