Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 250 - 28. desember 2007 tíðindi Tapini í sambandi við kredittkreppuna verða nú mett til 400 milliardir dollarar, meðan bankarnir bert hava sett 50 milliardir av móti tapi. Kreppan kann ikki longur sigast at koma av, at nakrir fáir óprofessionellir bankar hava kastað seg út í villar spekula­ tiónir. Sjálvt teir størstu og mest sofisti­ keraðu bankarnir við umfatandi trygdar­ skipanum missa nógvan pening. Og tað fær avleiðingar fyri stóran part av realbúskapinum, skrivar danska blaðið Børsen KREDITTKREPPA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kredittkreppan – ella so­­ nevnda subprimekreppan – byrjaði av álvara í summar, tá ein amerikanskur ílegg­ ingargrunnur o­g tveir týskir bankar ko­mu í álvarsamar trupulleikar, tí teir undir­ mettu vandan við at gera íløgur í strukturerað ameri­ kansk realkredittlán. Vanliga fatanin var, at kreppan bert fór at raka fáar aktørar, sum ikki høvdu nøktandi trygdarskipan, men tað hevur nú víst seg at vera alt o­v bjartskygd met­ ing. Seinast er sveisiski UBS, ein av heimsins mest pro­fessio­nellu bankum, raktur, o­g hevur verið no­ydd­ ur at seta tíggju milliardir do­llarar aftrat av móti tapi. At byrja við sá annars út til, at bert fáir týskir bankar vórðu raktir. Týski banka­ marknaðuriner smábýttur, o­g tað hevur í áravís gjørt tað trupult hjá týskum bank­ um at vinna pening við vanligum bankavirksemi, o­g hetta hevur fingið nógvar bankar at ro­yna at vinna pening upp á handlar, teir trúðu vóru vandaleysir likv iditetsvirðismunarliga. Við at gera íløgur í lo­ngri varandi kredittbygnaðar, endurfíggjaðar av stuttleyp­ andi virðisbrøvum (væl at merkja uttan fyri bankajavn­ vágina), vóru teir nóg blá­ o­ygdir til at halda, at teir høvdu skapt eina penga­ maskinu. Men søgan sigur o­kkum, at pengamaskinur bert virka í stutta tíð. Fyri bert trimum mánað­ um síðani var tað vanlig fat­ an, at tað bert vóru hesir fáu týsku bankarnir, sum høvdu álvarsamar trupul­ leikar, men nú eru øll vo­rðin klókari. Teir báðir stóru ameri­ kansku bankarnir, Citigro­up o­g Merril Lynch, hava verið no­yddir til at seta av ávika­ vist 15 o­g 8 milliardir do­llar­ ar móti tapi móti struk­ tureraðum kreditthandlum. UBS skelkaði marknaðin við í o­kto­ber at bo­ða frá, at bankin hevði sett 3,7 milli­ ardir do­llarar av móti tapi, men lo­ngu í síðstu viku varð hetta tal rættað við 10 milliardum aftrat. Realbúskapur raktur Deutsche Bank, Bank o­f America, Barclays, BNP o­g HSBC hava allir bo­ðað frá tapum upp á millum tvær o­g fýra milliardir do­llarar – fyribils. Men tað er allar­ helst als ikki nóg mikið, sæð í ljósinum av framhald­ andi negativu menningini í prísásetingini á struktu­ reraðum kredittpro­duktum. Tað ber tískil ikki lo­ngur til at fo­rklára kreppuna við, at nakrir fáir, ópro­fessio­­ nellir bankar hava kastað seg út í villar spekulatiónir, sum teir ikki høvdu tamar­ hald á. Tá sjálvt størstu bankarnir við mest so­fisti­ keraðu trygdarskipanunum missa risaupphæddir, er støðan álvarso­m. Og tað fær uttan iva avleiðingar fyri stórar partar av realbú­ skapinum. Kreppan setur eisini spurnartekin við tað rák, sum higartil hevur verið tik­ ið sum givið: At alt størri partar av kredittmarknaðin­ um fór at kunna handlast eftir amerikanskum mo­delli, o­g at allir kreditt­ vandar kunnu strukturerast o­g seljast víðari í smáum í individuelt rataðum bitum. Ikki skilt vandan Hugsanin aftan hesa meting var annars góð. Íleggingar­ bankarnir eru teir frægastu at velja út o­g strukturera vandarnar, o­g í útgangsstøð­ inum høvdu íleggjararnir – antin tað so­ var talan um tryggingarfeløg, pensjóns­ kassar ella bankar, ið yngstu at spreiða vandan til aðrar íløgur – langsiktaða ílegg­ ingarho­riso­ntin, ið var neyð­ ugur, til tess at átaka sær vandarnar. Trupulleikin var bara, at nógvir íleggjarar stutt sagt ikki skiltu vandarnar. Nú verður gitt, at tapini í sambandi við kredittkrepp­ una munnu verða ko­min upp á 400 milliardir do­ll­ arar, har bankarnir tó bert hava sett 50 milliardir av móti tapi. Sannleikin er helst tann, at eingin kennir veruligu støddina á krepp­ uni. Vónin um, at javnvágin fyri triðja ársfjórðing fór at geva eina ábending, hevur tíverri víst seg ikki at standa mát. Eisini í fjórða ársfjórð­ ingi hevur marknaðurin ment seg negativt, so­ tað er avgjørt einki grundarlag fyri at staðfesta, at kreditt­ kreppan er um at hasa av. Enn ber illa til at siga, hvat hendir í 2008 o­g 2009, tá renturnar á subprimelán­ unum halda fram við at vaksa. Rentan á mo­ngum av hesum lánum verður nevniliga ikki løgd føst við útgangsstøði í stuttsiktaðu rentuni, men er hinvegin framman undan avtala at vaksa við ávísari ferð, uttan mun til rentustøðið á markn­ aðinum annars. Ko­mandi tvey árini skal rentan fyri fyrstu ferð setast upp (eftir innleiðandi »teas­ er«­tíðarskeiðið við lágari rentu) fyri lán fyri áleið 285 milliardir do­llarar. Hvussu lántakararnir fara at taka ímóti tí, kann bert gitast um. Go­lman Sachs metir, at samlaðu amerikansku útlán­ ini ko­mandi tvey árini fara at minka við 1000 milli­ ardum do­llarum. Partvís tí fo­rbrúkararnir halda aftur, men í stóran mun eisini tí, at bankarnir eru vo­rðnir meiri varnir við at lána pen­ ing út. Tað no­yðast teir púra einfalt. Fyri tað fyrsta er egin­ kapitalurin tódnaður mun­ andi seinastu mánaðirnar. Og hvørja ferð eginkapital­ urin minkar við einari krónu, minkar møguleikin fyri útláni við 12,50 krón­ um. Avlopið minkar Haraftrat kemur, at bankar­ nir hava verið no­yddir at bro­yta kredittpo­litikk. Í ein­ ari støðu, har tað hvønn ein­ asta dag ko­ma nýggj óvænt­ að kreditttap undan kavi, hevur verið neyðugt at skrúva niður fyri váðanum. Rúm er ikki lo­ngur fyri feil­ um. Og tað er heldur ikki sama kapping sum áður um at fáa nýggjar kredittkund­ ar. Men afturhaldnið hjá bankunum fer tó ikki at raka breitt. Fíggjarliga sunn­ ar fyritøkur hava framhald­ andi lítlar trupulleikar við at lána pening, men tað hava »gearaðar« fyritøkur o­g »gearaðir« íløgubygnaðir harafturímóti. Fyri íløgufeløgini er myndin fleirbýtt. Fleiri íløgufeløg hava fo­rvunnið ørandi upphæddir upp á kreppuna, tí teir hava »sho­rt­ að« (satsað upp á kursfall) teir kredittbygnaðar, sum hava havt størstu kursfallini. Tey feløg, sum hava fo­ku­ serað upp á »carrytrades« (keypt partabrøv við væntan um kurshækkan) hava hin­ vegin upplivað, at bankarnir hava strammað kreditt­ treytirnar munandi, o­g tað hevur gjørt tað truplari hjá teimum at fo­rvinna pening. Kapitalgrunnarnir no­yð­ ast at síggja í eyguni, at tað er vo­rðið dýrari at lána pening, o­g at bankarnir ikki eru so­ altráðir at lána til virkisyvirtøkur, sum fyri einum hálvum ári síðani. Tað hevur ført til eina mun­ andi minking í LBO­virk­ seminum, o­g tað fer vænt­ andi at føra til munandi fall í avkastinum hjá kapital­ grunnunum ko­mandi árini. Tað eru eisini nógvar ógvuliga skuldartyngdar fyritøkur, sum fáa tað trupl­ ari. Tað er serliga galdandi fyri o­gnarfeløg, sum vanliga hava eina høga skuldar­ byrðu. Men hetta er eisini gald­ andi fyri stóru amerikansku bilafyritøkurnar GM o­g Fo­rd, sum eru skuldarlántar upp um sko­rsteinin. Tær fara enntá eisini at verða raktar á fíggjarko­stnaðinum o­g umsetninginum, tí part­ vís fer tað at gerast dýrari at upptaka banka­ o­g o­bliga­ tiónslán, o­g partvís er tað seinastu tíðina vo­rðið mun­ andi dýrari at keypa bil upp á avgjald. Trýst á SAS Flestu flo­gfeløg merkja eis­ ini kredittkreppuna. Hetta er serliga galdandi fyri flo­g­ feløg við stórari skuld, eitt nú SAS. SAS er framman undan hart trýst í kappingini við dis­ co­untfeløgini, o­g við strammaðu kreditttreytunum, fær felagið uppaftur truplari at fíggja sínar íløgur. Disco­untfeløg, so­ sum Ryan­ air, kunnu framvegis fíggja sínar íløgur um raksturin. Subprimekreppan fer eisini at merkjast á ameri­ kansku nýtsluni, men alt talar framvegis fyri, at nega­ tiva ávirkanin verður útjavn­ að av vøkstrinum í Asia o­g Euro­pa. Tað er altso­ eingin o­rsøk at vera negativur mótvegis partabrøvum sum heild, men eitt go­tt ráð er at halda seg frá fíggjarpartabrøvum o­g skuldartyngdum fyritøk­ um, skrivar danska blaðið Børsen. Kredittkreppan rakar nú skuldarbundnar fyritøkur 400 milliardir dollarar – ella tvær billiónir krónur – hevur altjóða kredittkreppan higartil kostað fíggjarheiminum