fríggjadagur 28. desember 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
22
Ummæli:
Kinna Poulsen
Eftir øllum at døma hevur mjørkin
elt meg allan vegin gjøgnum býin
og viðarlundina inn í Listasavnið
í Gundadali. Her er forhøllin
nevniliga full av myndum, sum
at síggja til eru eins gráar og
tungar og veðrið uttanfyri, ið er
alt annað enn jólaligt. Áhugaverd
bók er nýliga givin út um
avvarðandi listakvinnuna, Sigrun
Gunnarsdóttir og um hennara
myndir, sum siga søgur, ið vinna,
tá tær eru medmenniskjansligar
og missa – í øllum førum meg
– tá etiski peikifingurin er ov høgt
á lofti.
Forhøllin sum
framsýningarhøli
Ikki kann sigast annað enn, at tað
gongur fyri seg í Listaskálanum.
Umframt ta føstu framsýningina
og framsýningina hjá Sigrun
Gunnarsdóttir, bjóðar savnið
eisini fram eina framsýning við
fotomyndum hjá Inga Joensen.
Framsýningar- og ikki minst
bókaútgávufrekvensurin er
kanska hægri enn nakrantíð í
Listasavninum, sum hevur givið
fýra bøkur út í ár. Tíanverri vinglar
góðskustøðið, eisini í teirri føstu
framsýningin, sum í løtuni vísir
eitt lystiligt bland av amatørlist
og yrkislist, har vánalig verk hava
sníkt sær inn millum tey góðu.
Men hugskotið at brúka forhøllina
til framsýningina hjá Sigrun
Gunnarsdóttir er ikki so galið,
sum tað kundi ljóðað. Í okkara
lutfalsliga lítla Tjóðarlistasavni
mugu øll høli eyðvitað vera til
taks hjá listini og forhøllin riggar
hampiliga væl í løtuni, møguliga
av tí, at myndirnar hjá Sigrun
eru rættiliga uniformar og at tær
harvið hanga væl saman sum ein
eind.
Fjart frá
hálvabstraktum
landslagstulkingum
Hetta er sum so ikki nøkur stór
framsýning, men hon gevur
tó innlit í samlaða verkið
hjá eini listakvinnu, sum í
føroyskum høpi hevur sín
heilt egna, sermerkta stíl, ið
liggur fjart frá teimum vanligu
hálvabstraktu, ekspressionistisku
landslagstulkingunum. Hetta
eru figurativar myndir við
frásøguligum innihaldi, sum
ofta savna seg um eina ella fáar
figurlýsingar. Hesir eru settir á
eina bakgrund, ið ofta er grá,
uttan nakra serliga perspektiviska
dýpd. Málihátturin er einfaldur
og slættur, eins og lutfalsliga
lítið verður gjørt burtur úr
smálutum og ljós- og skuggaárini.
Svarta umhvarvsstrikan kring
figurarnar leggur somuleiðis
dent á tað óveruliga, flata
árinið í myndunum. Summar
av myndunum havi eg
sæð áður á eitt nú Vár- og
Ólavsøkuframsýningum, ella í
Ribarhúsi og onkrar eru góðar
at síggja aftur, meðan aðrar ikki
vinna í øðrum umfari. Hetta er
t.d. galdandi fyri tær mongu
myndirnar við fostrum og
krossum, hvørs naivi, klossuti
og dømandi symbolikkur býður
hesum ummælaranum beinleiðis
í móti.
Kristilig humanisma
Gleðiligt er tó at staðfesta, at
listakvinnan í teimum nýggjaru
myndirnar frá í fjør og í ár er
farin frá hesum alt ov eintýðuga
myndamálinum til nakað meira
fleirtýtt og harvið áhugavert,
sum restin av ummælinum fer
at snúgva seg um. Eitt dømi er
myndin “Stórasystir”, sum gevur
hugasamband til glansbíløtuni,
vit fingu í sunnudagsskúlanum,
har ein vakur eingil ansar
eftir, at børnini sleppa yvirum
eina skirvisliga brúgv í øllum
góðum. Á modernaðan hátt
brúkar listakvinnan hetta
hugasambandið til tess at
gera áskoðaran varugan við,
at veruleikin kanska er eitt
sindur meira innviklaður enn í
glansbíløtunum. Myndin lýsir
ein smádrong og eina eitt
sindur størri gentu, sum standa
á eini brúgv. Hetta er eitt slag
av óvanligum hetjumálaríi við
sosialum ansi, har hetjuleikluturin
verður tillutaður børnum, kvinnum
og gomlum. Í hesum førinum er
tað stórasystir, ið kann vera ein
sjálvsmynd av listakvinnuni, sum
sýnist bera álitið. Børnini eru
monumentalt plaserað mitt í og
frammaliga í myndarúminum.
Aftan fyri tey hómast eitt net, ið
hongur millum tvær einfaldaðar
fjallasíður báðumegin. Børnini
tykjast vera á veg til vinstru í
myndini, har vit eisini ovast á
fjallasíðuni hóma eini hvít hús,
ið kundi verið heimið ella ætlaða
málið hjá børnunum. Bygnaðurin í
myndini er einfaldur og statiskur
við teimum báðum børnunum,
sum tilsamans mynda eitt
óvikandi tryggt pyramiduskap,
ið tó púra órógvast av eini
manglandi fjøl í brúnni, ið sæst
sum ein kolasvartur diagonalur.
Á himmalhválvinum sæst eitt
merkiligt millumting millum eina
sól, ein eingil og eina blómu,
sum er prýtt við trettan eygum.
Hetta surrealistiska elementið er
eyðsæð eitt myndaligt úttrykk fyri
einum guddómligum mátti, sum
tó tykist fjarur og eygleiðandi,
eftir øllum at døma uttan
nakra ætlan um uppílegging.
Boðskapurin um eginábyrgd her í
lívinum er um ikki kollveltandi, so
er hann so mikið Kierkegaardskur
og humanistiskur, at myndin gerst
rørandi.
Søgan um eina móðir
Sum kunnugt livdi H.C.Andersen
um somu tíð sum Kierkegaard
og fleiri myndir Sigrun
Gunnarsdóttirs taka støði
í hansara ævintýrum. Eitt
væleydnað dømi er myndin
“Kuummiut”, sum lýsir eitt
smádrong, sum liggur við
afturlatnum eygum, eyðsýniliga
lívleysur á eini kajakk. Uppi yvir
honum hongur netið, sum vit
eisini sóu í áðurnevndu mynd
og longur uppi hongur ein sera
passivur eingil í ringum í hýri.
Undir dronginum síggjast fiskar
í sjónum, tvey starandi eygu og
eitt ur, ið bæði sipa til søguna
hjá H.C. Andersen um eina móðir,
ið vildi geva alt, eisini eyguni,
fyri at barn hennara ikki skuldi
doyggja. Kjarnin í søguni byggir
á eina kristna tilverufatan, ið
snýr seg um at góðtaka deyðan
við trúgv og áliti á, at eisini
hann gevur meining. Henda
sama fatanin er grundarsteinur
í at kalla øllum myndunum.
Kristilig
humanisma