Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 250 - 28. desember 2007 Útland Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Fyrsti kvinnuligi forsætisráð­ harrin í einum muslimskum landi varð dripin í pakistanska býnum Rawalpindi gjár. Í júst sama býi, sum faðir hennara, Zulfikar Ali Bhutto, sum eisini var forsætis­ ráðharri, varð tikin av døgum í 1979. Hesin faðirin, sum eisini eigur æruna fyri logandi politiska dirvið hjá fremstu kvinnuligu fyrimyndini í muslimska heiminum, Benazir Bhutto. ­ Tá pápi var forsætisráðharri, runnu smádreingir aftan á bili hansara. Men tá eg kom til valdið og gjørdist forsætisráðharri runnu smágenturnar aftan á bili mínum, ella pápar við smáu døtrunum á herðunum, greiddi Benazir Bhutto frá í samrøðuni við Kretz. Og ongin ivi er um, at her er talan um eina óvanliga kvinnu, ið sum ongin, hevur megnað at vísa á aðrar leiðir fyri kvinnur í muslimska heiminum. Undir liðini á pápanum Spurd, hvussu tað bar til, at hon á hendan hátt kundi loyva sær at gera beint øvut av vanliga hugburðinum í einum hinum mest mannfólkastýrda landinum í heiminum, vísti Benazir Bhutto á, at orsøkin var at finna í serliga umhvørvinum, har hon vaks upp. Hetta var í einum heimi við nógvum yvirskoti, bæði peninga­ liga og andliga, við tænastu­ fólkum, uttanlandsferðum og einum høgum útbúgvingarstøði. Púra ólíkt umhvørvinum hjá vanliga pakistananum, ið tá sum nú livdi í stórari armóð og kúgan. ­ Eg hevði ein tryggan, vardan og priviligeraðan barndóm, sum elsta dóttirin í húsinum. Foreldur okkara forkelaðu okkum út um øll mørk, bæði við upplivingum og gávum, og eg kendi ikki til annað enn, at eg var eins nógv verd, sum brøður mínir. Pápi var reformistur og ynskti at kvinnur skulu hava líka rætt sum menn, og tí var onki løgið í, at eg slapp at tosa við døgurðaborðið, sigur hon. Og har sat so elsta dóttirin undir liðini á pápanum, sum var formaður fyri politiska flokkin, ið um nakað, hevur verið ímyndin av Bhutto familjuni, PPP, Pakistan Peoples Party. ­ Í mínum hugaheimi var onki løgið í hesum, og tí fekk eg eisini ein skelk av aðrari verð, tá tað gjørdist mær greitt, at soleiðis var als ikki heima hjá vinfólk­ unum, har kvinnurnar ikki sluppu við til borðs, men sótu í køkinum og ótu leivdirnar frá monnunum, sigur hon. Lærdi í vesturheiminum Tað var eisini pápin, sum gjørdi av, at dóttirin skuldi hava eina góða útbúgving í Onglandi og USA. So hóast bæði mamman og mostrar ráddi henni frá at fara at lesa, so fór hon longu sum 16 ára gomul til USA at nema sær útbúgving á víðagitna lærda háskúlanum Harward. ­ Har fekk eg aftur ein skelk. Men hesaferð var tað av frílynta liviháttinum og demokratiska hugsunarháttinum, har kvinnur og menn vóru púra frí og har tey harðliga funnust at avgerðunum hjá eitt nú lærarum og stjórnini, sigur Benazir Bhutto og vísir til mótmælisgongurnar móti krígnum í Vjetnam og móti Nixon, forsætisráðharra, ið um hetta mundi var vavdur inn í Watergategøluna. ­ Har fekk eg veruliga eyguni upp fyri styrkini hjá fólkinum, og var tað sostatt í vesturheiminum, at eg fekk eyguni upp fyri demokratiinum, sigur Benazir Bhutto í samrøðuni við DR. Lyftið til pápan Men hóast unga pakistanska kvinnan læs stjórnmálafrøði og fyrisiting, var tað ongantíð við tí í huga, at gerast politikari. Í roynd og veru hataði hon politikk, tí í einum landi sum Pakistan, við hernaðarstýri, umfatandi mutri, religiøsari fundamentalismu og sjálv­ morðsatsóknum, er prísurin fyri at vera uppi í politikki, og at stríðast fyri demokratii, ómetaliga høgur. So høgur, at mangur leiðari har hevur goldið við lívinum. ­ Hetta minnist eg so serliga væl frá barnið av. Kensluna av ótta, tá ið eg stóð og veittraði til pápa, tá hann fór út. Tí hataði eg eisini politikk, sigur hon. Men kortini endaði Benazir Bhutto við at lyfta upp arvin eftir pápanum. Hetta var í sambandi við, at hann, sum forsætisráð­ harri miðskeiðis í sjeytiárunum, varð handtikin og skuldsettur fyri at standa aftan fyri eitt morð. Meðan hann sat í fongsli gjørdist dóttirin talskvinna fyri flokk hansara úteftir. Tá ið hann varð dømdur at verða hongdur í fongslinum ein dag í 1979 vórðu boð send eftir henni og mammuni at siga pápanum farvæl. ­ Og júst hendan dagin hann skuldi takast av døgum, tók hann í hon mína og bað meg fara úr Pakistan og búseta meg í Onglandi, tí her fór ikki av vera liviligt hjá okkum framyvir. Tá tók eg avgerðina, og segði nei við pápa mín. Og eg lovaði mær sjálvari, at eg skuldi taka upp stríð hansara fyri einum demokratiskum Pakistan, greiðir Bhutto frá. ­ Eg havi lært, at tú skalt ongantíð ræðast ræðsluna, men gera tað, sum tú hevur lært er rætt, staðfestir hon. Komandi sjey árini var hon í húsavarðhaldi, í fongsli ella livdi í útlegd í Onglandi. Og tá ið fyrsta demokratiska valið í 11 ár varð útskrivað í 1986 gjørdi hon av, at fara heim aftur til Pakistan at stilla upp. Og móttøkan var øtilig. ­ Øll líðing mín var líðingin hjá einari heilari tjóð, sum hevði livað í ótta, fátækt og kúgan, og Ein vónarglotti køvdist – nú valda bara brandar - Eg vil minnast sum eina, ið gjørdi mun. Serliga fyri kvinnur. Og sum eina, ið trúliga virkaði fyri frælsi og virðing millum manna. Hesi vóru síðstu orðini hjá Benazir Bhutto í drúgvari samrøðu við danska journalistin, Steffen Kretz, í sjónvarpssending á DR fyri tveimum árum síðani Tann seinasta heilsanin. Fáar minuttir eftir hesa heilsanina doyði Benazir Bhutto. Tá pápin var forsætisráðharri, runnu smádreingir aftan á bili hansara. – Men tá ið eg kom til valdið og gjørdist forsætisráðharri runnu smágenturnar aftan á bili mínum, ella pápar við smáu døtrunum á herðunum, greiddi Benazir Bhutto frá í samrøðuni við Kretz í 2005