fríggjadagur 28. desember 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
23
Serstaka heitið sipar til eina
bygd í Grønlandi, har listakvinnan
og familja hennara búðu í
1998. Sum í mongum av hinum
myndunum verður støði tikið í eini
uppliving, sum listarliga verður
hevjað upp um tað persónliga,
tíð- og staðarbundna, við einum
foreinklaðum, dekorativum
myndamálið, ið sker burtur
óneyðugar staklutir.
Bókin
Bókin um Sigrun Gunnarsdóttir
inniheldur umframt tekstin hjá
Evu Furseth uml. 80 myndir
og minnir í sniði og skipan
um snotiligu bøkurnar, sum
Listasavnið hevur givið út fyrr
í ár um ávikavíst Beintu av
Reyni og Inga Joensen. Í øllum
hesum bókum er teksturin
lutfalsliga stuttur, tó at hann
fyllir eitt sindur á trimum málum.
Upprunateksturin er á norskum,
haðani høvundurin, Eva Furseth
er ættað, og hann er síðan týddur
til føroyskt og enskt, sum eitt
sindur ørkymlandi fylgjast á
blaðsíðunum.
Niels Kruse
Sum heild er teksturin skilagóður
og lættur at lesa. Furseth er
sera loyal og vælmeinandi
mótvegis sínum evni, sum hon
allarhelst er komin at kenna
væl gjøgnum meylasamband og
sum hon eitt nú forsvarar í mun
til tað átrúnaðarliga innihaldið
í myndunum. Hesin trúskapur
er vælskiljandi, men økir ikki
um spenningin í tekstinum.
Eva Furseth tekur annars støði
í uppvøkstri málarans á Eiði
og leggur í hesum sambandi
serliga stóran dent á týdningin,
sum abbi Sigrun Gunnarsdóttir;
Niels Kruse, hevur havt fyri
hennara val av yrkisleið. Sigrun
hevur alla orsøk til at vera errin
av abba sínum, sum hevur lagt
framúrskarandi verk eftir seg, ið
óivað hava havt sína ávirkan á
ta ungu listakvinnuna. Men ikki
er lætt at síggja Niels Kruse í
teimum myndunum, sum Sigrun
ger í dag. Tá kemur tú heldur
í tankar um tær symbolistisku
myndirnar hjá Mikines frá
30´unum. Hóast stórur munur
eyðvitað er á huglagi og stíli,
eru nýggju myndirnar á sama
hátt sum hesar, monumentalar,
einfaldaðar og mytiskar, eins og
summar av teimum fyrihalda seg
til deyða, sakn og tilveruligar
treytir sum heild.
Meira naiv enn
naivistisk
Hóast talan ikki er um beinleiðis
naivismu, skerst ikki burtur, at
bæði myndamál og symbolbrúk
hjá Sigrun Gunnarsdóttir eru
rættiliga naiv. Hetta snýr seg
kanska ikki so nógv um útbúgving
sum um sinnalagið hjá avvarðandi
listafólki. Eva Furseth metir ikki,
at myndir Sigrun Gunnarsdóttirs
kunnu kallast naivistiskar, hon
skrivar: “...Einfaldar tekningar
eru gjørdar við myrkari útlinju
móti stórum einlittum flatum.
Hetta verður av mongum roknað
sum naivistiskt, ein lýsing ið
kann gerast trupul at brúka, tá ið
hugsað verður um hennara hollu
útbúgving og væl vandu evni at
tekna. Myndaframburðurin lýsir
meiri royndina at finna eitt einfalt
og rámandi myndamál, ið stuðlar
boðskapin í myndini...” (s.50).
Samanberingin, sum Furseth
ger millum nakrar av myndunum
hjá Sigrun og ikonmálningar er
áhugaverd. Í forvitnisligu myndini
“Tann frumborni”, sum jú snýr
seg um jólahøgtíðina, eru fleiri
parallellir til miðaldarmálarí í
modernaðum líki, t.d. er lítla
reivabarnið við suttuni koppað
upp frá myndapunktinum á sama
hátt sum tað varð gjørt í ikonum.
Á henda hátt verður tað narrativa
tikið framum realismuna til tess
at leggja dent á tað frásøguliga
innihaldið í myndini.
Bókin kostar 250 krónur og
fæst til keyps í Listasavni Føroya
og í bókabúðum kring landið.
Framsýningin í Listasavni Føroya
letur aftur 1.januar í 2008.