fríggjadagur 28. desember 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
Tað sigur leiðarin í
asiatisku deildini hjá
al-Qaeda, Mustafa
Abu al-Yazid, sum
eisini er talsmaður hjá
yvirgangsfelagsskapinum
Útland
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
- Vit gjørdu enda á tí týdningar-
mesta amerikanska leigu-
sveininum, sum hevði svorið at
fara í hernað ímóti tí heilaga
stríðnum. Hetta var ein stórur
sigur fyri okkum, sigur Mustafa
Abu al-Yazid í telefonsamrøðu
við blaðið Asia Times.
Talsmaðurin, sum eisini er
ovasti fyri asiatisku deildini hjá
al-Qaeda, sigur við Asia Times,
at tað vóru limir í einum
felagsskapi í Punjab, og sum
virkar sum deild hjá al-Qaeda,
sum myrdu Benazir Bhutto í gjár.
- Hetta er okkara størsti sigur á
teimum, sum eru í parti við
Vesturheiminum, sigur Yazid við
Asia Times. Blaðið sigur seg
hava fingið ábendingar um, at
morðið í gjár var tann fyrsti
liðurin í einari ætlan, sum hevur
til endamáls at beina fyri teimum
í Pakistan, sum fjeppast uppi í
amerikanarunum. Ein á listanum
sigst vera Pervez Musharaf,
forseti, skrivar Asia Times.
Altjóða fordøming
Úr øllum ættum bleiv morðið á
Benazir Bhutto hvassliga
fordømt, og leiðarar um allan
heim heittu á pakistanska fólkið
um ikki at leypa framav.
- USA fordømir hvassliga hesa
níðingsgerð, sum vísir, at tað eru
víðgongdar kreftir í Pakistan,
sum royna at forkoma landsins
demokratii, segði George W.
Bush, forseti, millum annað í
sínari viðmerking.
- Vit fordøma hesa
yvirgangsgerð við okkara
hvassastu orðum, og vit hava
samkenslu við teimum, ið mist
hava, segði talsmaðurin hjá
russiska uttanríkisráðnum,
Mikhail Kamjnin.
Franski uttanríkisráðharrin,
Bernard Kouchner, segði seg
eisini hava samkenslu við
teimum avvarðandi.
- Vit fordøma hesa
yvirgangsatsókn, og vit minnast
frú Bhutto sum ein stóran
einstakling í pakistonskum
politikki, segði franski
uttanríkisráðharrin. Danski
starvsbróðir hansara, Per Stig
Møller, fordømdi eisini morðið
og segði tað vera eina hóttan
ímóti friðinum.
Val sum ætlað
Eygleiðarar høvdu væntað, at
morðið á Benazir Bhutto fór at
fáa Pervez Musharaf, forseta at
útseta ella avlýsa tjóðartingsvalið
tann 8. januar, men í morgun
varð kunngjørt, at valið verður
sum ætlað.
- Valið verður tann 8. januar
sum fyrr fráboðað, segði
virkandi forsætisráðharrin,
Mohammadmian Soomro, við
fjølmiðlarnar í morgun.
Andstøðupolitikarin Nawaz
Sharif segði í gjár, at hansara
flokkur fer at boykotta valið,
men eygleiðarar ivast í, um
flokkurin kortini fer at gera tað.
Teir vísa á, at Sharif hevur svorið
at halda fram við stríðnum hjá
Benazir Bhutto fyri demokratii
og semju, og at hann tí illa kann
boykotta valið.
tí var tað rætt av mær at halda
fram við stríðnum, sigur
Benazir Bhutto, sum tá gjørdist
fyrsti kvinnuligi leiðarin í
einum muslimskum landi, bert
35 ára gomul - Í mínum
hugaheimi var ongin ivi um, at
eg kundi gerast
forsætisráðharri, hóast eg var
kvinna. Eg hevði sæð tað
aðrastaðni, á Sri Lanka, Í India,
Í Ísrael og í Bretlandi.
Og hon greiðir frá, at tá ið
hon fyrstu ferð varð vald,
kendist tað, sum at verkið var
fullgjørt, og at tey sum vóru
deyð í stríðnum, nú kundu hvíla
í friði. So nógv fólk vóru deyð
pínd, hongd og revsað alment
undir hernaðarstýrinum, ið
eisini hevði lívið hjá pápanum á
samvitskuni.
- Sigur mín var teirra sigur, tí
tey gingu á odda fyri demokrati-
num, sigur Beanzir Bhutto.
Tungi arvurin
Benazir Bhutto var alla tíðina
varug við týdningin av leikluti-
num sum fyrimynd fyri aðrar
kvinnur.
- At eg gekk á odda merkti, at
aðrar kvinnur kundu stríðast
fyri líkarætti og virðing. Tí
kenni eg stóra ábyrgd fyri
øðrum kvinnum og vil, at
kvinnur skulu hjálpa hvørja
aðrari, sigur Bhutto. Tí var
eisini upplagt hjá henni, at hava
sum fremsta mál at modernisera
Pakistan.
Í samrøðuni við DR frá 2005
er hon stødd í Dubai, har hon
búi í útlegd, og gjørdi seg til
reiðar at koma heim aftur til
landið í 2007, til valið, sum
eftir øllum at døma verður í
januar.
- Eg vil stríðast móti
terrorismu, reinsa landið fyri
hernaðarstýrið, muturgølur og
religiøsari fundamentalismu. Eg
vil steðga hesari maskinuni,
sum framleiðir hatur. Fólk í
landi mínum drepa landið
búskaparliga, og hetta ger, at
tey hava ikki ráð til at liva. So
siga teir: farið og gerið
sjálvmorðsatsóknir, so skulu vit
rinda tykkum pening afturfyri.
Tí óttist eg fyri, at Pakistan
dettur sundur, bæði fíggjarliga
og sosialt, segði Benazir Bhutto
í samrøðuni við donsku
sjónvarpsstøðina DR í 2005.
Pakistanski andstøðuleiðarin,
dóttirin úr eysturi, gjørdist enn
eitt offur fyri religiøsari
fundamentalismu – í sama býi,
har hon gav pápanum lyftið um
at lyfta arv hansara. Kanska
fara pakistansku kvinnurnar at
lyfta arv hennara?
Al-Qaeda gav boðini um
morðið á Benazir Bhutto
• Benazir Bhutto varð borin í heim í Karachi í 1953. Útbúgvin í
Bretlandi og USA.
• Tók í 1982 við sum formaður í Pakistan People’s Party.
• Sat javnan í húsavarðhaldi frá 1979 til 1984, men slapp so at
flyta til Evropa.
• Vendi heim aftur í 1986.
• Varð í 1988 vald til forsætisráðharra sum tann fyrsta kvinnan
í einum muslimskum landi.
• Varð koyrd frá í 1990 orsakað av skuldsetingum um
korrupsjón og valdsmisnýtslu.
• Í 1993 fekk Pakistan People’s Party aftur meiriluta, og Benazir
Bhutto gjørdist aftur forsætisráðharri.
• Koyrd frá í 1996 eftir skuldsetingar um korrupsjón og
vánaliga embætisførslu.
• Í 1999 dømdi ein dómstólur í Sveis Benazir Bhutto og mann
hennara, Ali Zardani, í fongsul í seks mánaðir, og at tey
skuldu endurrinda pakistanska ríkiskassanum11 mió.
dollarar
• Fór í útlegd í 1999 og vendi ikki heim aftur fyrr enn í
oktobur í ár.
Benazir Bhutto
Viðhaldsfólk bera kistuna hjá Benazir Bhutto frá sjúkrahúsinum í Rawalpindi