Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 250 - 28. desember 2007 tíðindi - Tá vit lótu bingjuna úr Føroyum upp, var ikki torført at fáa eyga á ta gleði og takksemi sum kom til sjóndar. Nógv av tí sum tey her fingu eyga á, var nakað sum tey bert høvdu lisið um, men ongatíð sæð, sigur Thomas Juul Askham í hesi frásøgnini úr Rumenia FerðaFrásøgn Stigtakari Thomas Juul Askham Orðatakið sigur, at betri er seint enn aldrin. Soleiðis kom tað eisini at verða hjá undirritaða. Í mars mánaði í ár var farið til býin Budesti í Rumenien við eini bingju, sum var 40 fót til støddar. Í hesi bingjuni var einans útgerð til sjúkrahús, sum vit høvdu savnað inn her í Føroyum. Vit vilja veita eina hjartans tøkk til hesi sjúkrahús og aðrar stovnar sum góvu okkum hesa útgerðina: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Lágargarð­ ur, Ellisheimið í Havn, Tjaldurs Apotek, Hjálpartólamiðstøðin. Vegna leiðsluna á sjúkrahúsinum í Budesti vil eg takka hjartaliga fyri hesa stórfingnu gávuna. Upplýsast kann, at vit eru byrjaði at savna inn til komandi árið, 2008. Vit taka fegin ímóti øllum sum hevur við sjúkrahús at gera. Tað er ikki at yvirdríva, tá ein sigur at hetta sjúkrahúsið er í vánaligum standi og at tað er illa statt við útgerð. Tað hevur tørv á útgerð til laboratoriumið, sengur, lyftir, heilivági, seingjarklæðum, dýnum, koddum og seingjarløkum. Har er tørvur á nógvum. Tá vit lótu bingjuna úr Føroy­ um upp, var ikki torført at fáa eyga á ta gleði og takksemi sum kom til sjóndar. Nógv av tí sum tey her fingu eyga á, var nakað sum tey bert høvdu lisið um, men ongatíð sæð. Sjálvboðin arbeiðsmegi Vit fingu ein lista við tí sum teimum tørvaði. Hesin listin kann óivað geva eina mynd av, hvussu stórur tørvurin er. Tað er ein stór avbjóðing sum liggur í hesum, at veita hesum sjúkrahúsinum eina hjálpandi hond. Eg vil tí venda mær til tykkum, sum kundu hugsað tykkum at verið við til at givið eina hjálpandi hond; um tit kundu hugsað tykkum at komið til Rumenien fyri styttri ella ta tíð, tú kundi sett av til at arbeiða har á sjúkrahúsinum. Tey bóðu okkum heilsa til læknar og sjúkrasystrar at tey vóru vælkomin at arbeiða har. Tað er ein medisinsk deild, og so er ein barnadeild, ein nýstovnað føðideild. Her er tørvur bæði á læknum og sjúkrasystrum. Tað er eisini stórur tørvur á fólki við handverkaraútbúgving, so sum el­montørum, rørleggjarum, málarum, timburmonnum. Annars er brúk fyri fólki, har handalagið er uppá pláss, til døm­ is reingeringsfólki. Tú kanst gera mun á einum slíkum staði. Tað kemur ein onnur dimensjón inn í lív títt. Vælkomin at taka fatt. Lat meg gera púra greitt, at vit øll mugu sjálvi gjalda ferðaseðilin úr Føroyum til Bucarest og aftur. Um vit blíva ein hópur uppá 5­10 ella fleiri, kunnu vit fáa ferðaseðlarnar fyri ein skilagóðan prís. Nógv er at gera og fara undir, sambært listanum sum er prentaður aðrastaðni á síðuni. Øll kunnu vera við Tá ein sær ein slíkan lista, kann ein skjótt blíva mótfallin og gevast á hondum. Tað er eingin sum sigur, at alt hetta skal blíva framt her og nú. Vit seta okkum nøkur mál fyri ta tíðina, vit eru har niðri. Vit kunnu øll verða við. Tað eru ymiskir mátar at gera tað uppá. Nøkur kunnu koma við til Rumenien, meðan onnur kunnu ikki, men vilja kortini stuðla hesa føroysku hjálparverk­ ætlanina. Vit koma at hava brúk fyri fíggjarligari hjálp til at keypa tilfar í Rumenien til tey ymisku tingini, sum skulu gerast. Tað blívur lættari at kunna keypa tilfarið í Rumenien, enn at flyta tað allan vegin úr Føroyum. Vit vilja heita á stovnar, virkir, feløg, einstaklingar, handlar, samkomur um at veita eina fíggjarliga hjálpandi hond, so vit kunnu verða við til at gera umstøðurnar betri fyri sjúklingar og starvsfólki. Tað eru ongar ítøkiligar ábøtur gjørdar á sjúkrahúsinum tey seinastu 20 árini vegna manglandi pening. Tað eru úti við 100 seingjarpláss á sjúkrahúsinum. Leiðslan fyri sjúkrahúsið vendi sær til Calarasi­missiónina og spurdi, um vit kundu hjálpa teimum. Tey høvdu frætt um tað arbeiðið, sum vit gjørdu og høvdu Føroysk hjálp kem Bingjan við útgerðini úr Føroyum er komin upp á pláss. Gleði er at hóma hjá móttakarunum. Uttast høgrumegin sæst stigtakarin, Thomas Juul Askham Sjúkrahúsið í Budesti hevur tørv á allari útgerð sum hugsandi er til at veita ta viðgerð og røkt, sum krevst til eitt slíkt