fríggjadagur 28. desember 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
27
tíðindi
gjørt í býnum Clincu. Vit høvdu
lagt rennandi vatn til fólkið, og so
høvdu nøkur hús fingið streym inn
lagdan.
Lat meg nevna og geva tær
eina mynd av, hvussu korini eru
hjá hesum fólkum. Leiðslan á
sjúkrahúsinum gav okkum eina
frágreiðing, hvussu tað virkaði
viðvíkjandi sjúkrahúsi og sjúk
lingum.
– Vit høvdu 2500 innleggingar
fram til oktober 2007
– Vit hava verið noydd at
avvísa 4300 fólkum, tí hesi
høvdu ongar pengar at gjalda
við, tí tey hava einki arbeiði. So
tú sært, at vit hava nógv at vera
takksom fyri, at vit hava
møguleika at verða hjálpt, eins
og vit hava møguleika at hjálpa.
Fyri okkum, sum liva í yvir
flóðar samfelagnum, er torført at
rúma, at nakar hevur tað soleiðis.
Eg havi sjálvur sæð hetta og
sjálvur upplivað tað.
Leiðarin greiddi okkum frá, at
seingjarklæðini blivu klipt í fýra
pettir og løgd undir sjúklingar,
um eitthvørt bleiv gjørt í
songina. So her er greitt, at
teimum tørvar seingjarklæði.
Hann vísti okkum inn í
goymslurúmið, har seingjar
klæðini lógu. Eg hugsi, at eitt
vanligt húsarhald her á landi var
betur fyri enn hetta sjúkrahúsið.
Vit tosa her um eitt sjúkrahús
við útivið 100 seingjarplássum.
Støðan í køkinum var alt annað
enn nýmótans. Tað var ein
vanligur gasskomfýrur, so sum
vit kenna teir til eitt vanligt
húsarhald her heim. Tað var tað,
sum høvdu at kóka við og gera
mat til øll hesi 100 fólkini.
Á komfýrinum stóð ein stór
grýta, sum fevndi um øll fýra
blussini. Hølið annars hevði tørv
á stórum ábøtum av ymiskum
slagi.
Tað vildi glett, um onkur kundi
sponsorerað pening til at kunna
keypa nýggjan komfýr til
sjúkrahúsið, somuleiðis um
onkur vil vera við at sponsorera
seingjarklæði, dýnur, koddar,
dýnubetrekk, seingjarløk – ja, tað
sum skal eina song. Tað nýtist
ikki at vera hvítt á liti. Tað skal
bara vera reint og ikki slitið.
Á myndunum frá køkinum eru
fleiri smærri grýtur at síggja.
Hetta eru grýtur og onnur
køksútgerð sum er úr Føroyum.
Havnarmaður við róðrið
Tað var so heppið, at eg fekk at
vita um ein havnarmann, ið búði
í Danmark og sum møguliga
kundi gera henda túrin fyri okk
um. Eg fekk navnið á manninum,
– eftirnavnið segði mær meiri
enn fornavnið. Navnið Ljósheim
segði mær, at hesin maðurin
kundi óivað taka undir við
sanginum: So langt eg kann
minnast, so havi eg hoyrt.
Eg setti meg í samband við
Eyðun Ljósheim, ein fryntligur
maður at tosa við. Hann greiddi
mær frá, at hann hevði fast
arbeiði og at hann vildi kanna
møguleikan at gera henda túrin.
Tað gingu nakrir dagar, so játtaði
hann at gera túrin niður fyri
okkum. Og fríggjadagin 30. mars
løgdu vit leiðina móti Rumenien.
Eyðun er ein vandur bilførari.
Hann hevur koyrt rættiliga víða
við vøru, serliga til londini
eystanfyri, bæði úr Føroyum og
úr Danmark, so hann veit alt um
pappír og annað sum er vert at
vita í hesum ymisku londunum.
Henda fríggjadagin hevur
Eyðun verið í Hirtshals og fingið
bingjuna í bilin. Hann tók meg
upp á vegnum til Videbæk. Vit
koyrdu síðani til Vejle, har Eyðun
býr saman við konuni og
tveimum dreingjum.
Kona Eyðun er úr Ukraina, ein
still og fryntlig kvinna. Hon gav
okkum ein drekkamunn. Hetta
var klokkan 4 um náttina. Vit
byrjaðu síðani at koyra móti
Padborg, har vit komu um 6
tíðina um morgunin.
Vit gera av, at vit skulu sova í
bilinum. Hetta er nakað nýtt fyri
meg. At sova í bili havi eg ikki
roynt áður, men tað vísti seg at
bera væl til.
At skriva í smálutir um túrin er
ov drúgt og helst keðiligt fyri
lesarin. Men tó kann eg ikki lata
vera við at steðga við eina
hending. Fyri mær var hon ikki
sørt skemtilig.
Tá vit vóru komnir nakað um
markið til Slovakia, verður gjørt
eitt chekk av ferðsluni, bæði inn
og út úr landinum.
Hetta var seint á kvøldi. Tað
ver sera myrkt, og út úr
myrkrinum møtir okkum ein
lýsandi politistavur og ein
vælmerktur politimaður. Hesin
veittrar okkum út til síðuna.
Hann er ikki stórur á vøkstri,
men røddin er skingrandi. Hann
dugdi so at siga einki at siga á
enskum.
Hesin kannar pappírini, og
lesur upp á bilrútin. Tað vísir seg,
at vit hava ikki varnast skeltið
har tað stóð, at vit skuldu gjalda
veggjald. Í rútinum átti ein
pappírslepi at hingið, og sum
segði at vit høvdu goldið
veggjald.
Tað sum politimaðurin ikki
visti var, at Eyðun hevði fingið
ein porsjón av treiskni í
vøggugávu. Teir báðir tosaði
nógv og leingi saman. Báðir
førdu hvør sítt mál. Út úr
myrkrinum hoyri eg politimannin
brúka orðið “Straffstraff ”.
Hetta fær ikki Eyðun at rista í
brókunum. Undir samrøðuni
hevur Eyðun bjóðað
politimanninum kleynur fyri at
koyra víðari. Nei, tað bar ikki til.
Endin á hesum bleiv, at Eyðun og
politimaðurin hoyrdu so fittir til
markið, og so bleiv koyrt víðari.
Jú, vit høvdu tað hugnaligt á
ferðini. Eyðun er ein sera
dugnaligur bilførari. Veit tað
mesta sum vert er at vita um
pappír – rutur og annað. Ein
maður sum føroyingar áttu at
brúka til víðari farm á
meginlandinum.
Jú, vit høvdu tað skemtiligt til
tíðir á túrinum. Vit takka Eyðuni
mangar gangir fyri hjálpsemi og
beinasemi at gera henda túrin
fyri okkum.
Undirritaði, saman við Asbjørn
Niclasen og Sverra Kjærbæk
sum mynda leiðsluna í Calarasi
missiónini, vilja ynskja øllum
sum hava stuðlað arbeiði okkara
á ymiskan hátt eini gleðilig jól
og eitt av Harranum vælsignað
nýggjár.
ur væl við
Ein føroysk verkætlan
Lat meg gera púra greitt og sláa fast, at hetta er ein fult út føroysk
hjálpar og menningarverkætlan.
Vit eru tríggir sum standa fyri hesi verkætlanini. Tað eru
Asbjørn Niclasen, Sverri Kjærbæk og undirritaði. Vit hava eitt
tætt samstarv við tað lokala fólkið. Vit arbeiða saman við pastor
Daniel Banu, og vit hava samstarv við teir kommunalu
myndugleikarnar á staðnum.
Vit fylgja sjálvir arbeiðinum sum vit gera í Rumenien upp. Vit
eru fult út vitandi um tað sum verður sent úr Føroyum, og vit
tryggja at tað kemur á rætta staðið.
Lat meg nýta høvið her at takka tykkum, sum gjørdu tað
møguligt at fáa hesa bingjuna við sjúkrahúsútgerðini til Budesti:
Hallmar Winther, Skopun
Handilshøllin v. Sámal H. og Kristu Lognberg, Skopun
Búrhandilin v. Kristoffur Poulsen, Skopun
Rólant Vidtfelt, Sandur
Bakaríið á Sandi, Sandur
Shell, Havn
Skipafelag Føroyar, Havn
Missiónshúsið í Skopun
Missiónshúsið Libanon, Sørvágur
Soli Deo Gloria, Klaksvík
J. & K. Petersen, Havn
Hjartans tøkk øll somul. Tit hava verið við til at glett tey, ið ikki
hava teir stóru midlarnar og møguleikarnar.
Calarasi-missiónin
Fleiri upplýsingar um hesa
missiónina fáast frá Thomas
Juul Askham, tlf. 312913 ella
282913.
Í leiðsluni siga umframt
Thomas Juul eisini Asbjørn
Niclasen og Sverri Kjærbæk.
Peningur at stuðla
verkætlanini í Budesti kann
flytast á konto í Eik 9181-
4252669, Føroya Banki
6460-1618549 og Suðuroyar
Sparikassi 9870-1024028
FAKTA
Umstøðurnar inni á sjúkrahúsinum eru alt annað enn góðar. Hesar báðar kvinnurnar klaga kortini ikki, men eru
fegnar um alla ta hjálpina sum sjúkrahúsið fær úr Føroyum
Listi yvir útgerð, tiltøk og umvæl
ingar á Budesti sjúkrahúsinum
Í oktober mánaði fekk Thomas Juul handaðan henda listan, tá
hann var á vitjan á sjúkrahúsinum:
Umvæla núverandi hegn rundan um ognina ella seta nýtt upp
Umvæla kloakk og frárensl
Umvæla elkervið og seta nýtt upp
Hitaverk og heittvatnsleiðing
Leggja gassrør til eina barakk og seta radiatorar upp
Umvælingar á lungnadeildini
Umvæla tak, takrennur, frárensl
Nýggjar møblar til skrivstovuna
Nýggjar sengur og náttborð
Nýggjar sofur
Nýggjar stólar til bíðirúmini
Læknabriksir
Framkomna tøkniliga útgerð til viðgerð og kanningar
Laboratoriumútgerð
Turkiskáp
Køliskáp til køkin
Stór eimhetta til løkin
Køli og luftanlegg
Teldur
Ein bygning, sum er atskildur frá restini av sjúkrahúsinum.
Hesin bygningurin skal nýtast til ambulatorium. Grundin er
gjørd, eins og kloakk og vatnrør.
Leiðslan sigur í sínum skrivi, at um hesi punktini verða
gjøgnumførd, kundu tey fingið væl útbúgvin starvsfólk, og kundu
tey tískil bjóðað høga góðsku og tænastu.