Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 28. desember 2007 35 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Bíða eftir landinum Jens Martin Knudsen, sum er ein av drív­ megunum handan Skálafjarðahøllina, hevur framvegis vónir um, at høllin verður veruleiki Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Eg veit væl, at freistin er sett til nýggjársaftan. Og til ta tíð kunnu vit ikki hava nakað enda- ligt. Men eg vil siga, at tað nú er so nær við, sum tað ber til. Vit hava átta kommunur við í ætlanini, og FSF hevur eisini givið sína tilsøgn. Tað einasta, sum okk- um nú tørvar, er ein til- søgn frá landinum um, at eisini tað almenna er við í ætlanini. Soleiðis sigur Jens Martin Knudsen, tá hann verður spurdur, um teir enn hava eina vón um, at høllin í Skálabotni verður veruleiki. - Tað vóni eg so sanni- liga. Vit vóru í summar á fundi við Mentamála- ráðið, menn enn hava vit so ikki fingið nakað svar frá teimum. Trupulleikin hjá okkum í hesum var eisini, at vit kundu ikki fara til tað almenna, fyrr enn allir aðrir lutir vóru upp á pláss. Tað hava vit fingið, og tí haldi eg, at tað átti at borið til at longt freistina. Í øllum førum til vit vita, um tað almenna vil vera við ella ikki, sigur Jens Martin Knudsen. Venjarin hjá AaB skiftir í summar til Rosenborg at starvast. Norska stórfelagið hevur givið vældámda AaB­ venjaranum eitt so gott tilboð, at hann kundi ikki siga nei Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Erik Hamrén hevur klárað seg væl sum venjari í danska felagnum AaB. Hetta hevur eisini økt munandi um áhugan fyri honum, og hóast útlit vóru fyri, at hann skuldi halda fram í AaB næstu árini, so verður hetta av ongum. Hamrén hevur eitt ár eftir av sínum sáttmála við AaB, men nú hevur Rosenborg úr Noregi tryggjað sær svenska venjaran. Rosenborg vildi hava Hamrén at skifta nú, men tað vildu hvørki Hamrén ella AaB hoyra talan um. AaB liggur í toppinum í superliguni, og partarnir eru blivnir samdir um, at Hamrén gevst í summar, tá ið danska kappingin endar. Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen eru tveir av spælarunum, sum Erik Hamrén hevur undir sær í AaB. Jón Rói og Súni missa venjaran Nýggjársaftan er seinasti møguleikin hjá liðnum handan Skálafjarðahøllina at geva FSF eina fullfíggjaða byggi­, íløgu­ og rakstrar­ ætlan. Enn røkist einki fyri hesum, og tí er vandi fyri, at ætlanin fer í søguna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Spenningurin var stórur, tá tað í fjør stóð greitt, at valið hjá FSF um nýggja fót- bóltshøll fall á høllina í Skálafirði. Eitt val, har høllin varð tikin fram um verkætlanina á Svanga- skarði og hana, sum Havnar Timburhandil stóð á odda fyri. Síðani hevur tó gingið striltið at fáa endaligu stað- festingina upp á pláss. Ætlandi skuldu allar ætlanir viðvíkjandi høllini verða góðkendar á heystið í fjør. Tann freistin er síðani útsett fleiri ferðir, og tað hevur ikki verið væl sæð hjá UEFA, sum úr sonevnda hattrick-grunninum stuðlar ætlanini við 12 mió kr. Og somikið stór hevur ónøgdin um hetta verið, at FSF- forsetin á seinasta aðalfundi segði, at harrarnir í UEFA vóru »bekymraðir«, sum hann málbar seg. Verður ikki longt Kortini er freistin aftur útsett síðani hetta, men sum skilst, so er evstamarkið, sum nú er sett, absolutt. - Eg fái bara váttað, at freistin gongur til tann 31. desember. Og tað verður trupult at leingja. Snøgt sagt, tí UEFA ikki gongur við til at leingja freistina meira. Og teir eru ikki serliga fegnir um, at vit longu hava longt hesa fleiri ferðir, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF. 12 milliónir tøkar Hvussu verður við teimum 12 milliónunum, sum UEFA hevur sett av til føroyskan fótbólt, er ikki greitt í løtuni. - Vit hava ikki tosað við UEFA um tann partin, men eg vænti ikki, at peningurin fellur burtur, hóast høllin í Skálafirði ikki skuldi blivið til nakað. Svangaskarð var við í kapprenningini um høllini á sinni. Er tað hugsandi, at peningurin ístaðin fer til hesa, um toftamenn aftur meldað seg á banan? - Tað er so ein spurningur, sum FSF skal taka støðu til. Vit hava jú eisini arbeitt við ætlanum um at gera egið stadion, so tað er eisini ein møguleiki. Treytirnar frá UEFA eru, at peningurin skal nýtast til íløgur, sum kunnu betra um karmarnar hjá føroyskum fótbólti. Og so er tað upp til FSF at gera av, hvussu tað verður gjørt best, sigur Ísak Mikladal. Høllin í leysum lofti FSF hevur sett nýggjársaftan sum evstamark fyri at fáa fullfíggjaðu ætlanina til fótbóltshøllina í Skálabotni. Samtakið handan høllina sigur seg bíða eftir svarið frá almennu myndugleikunum