Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 [ Nr. 250 - 28. desember 2007 ] Niðurstøðan eftir Challenge Trophy Cup kappingina í Luxemburg herfyri er, at tað ikki er rætta kappingin. – Vit hava brúk fyri størri avbjóðingum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari HONDBÓLTUR Niels Petersen niels@sosialurin.fo Føroyska landsliðið hjá monnum, luttók herfyri í kapping fyri smátjóðir í hondbóltshøpi. Føroyar luttóku við A- landsliðnum í Luxemburg, og fingu teir víst at teir hava eitt rættuliga sterkt landslið. Okkara menn spældu fimm dystir, og og vóru teir móti ávíkavist Malta, Írlandi, Skotlandi, Onglandi og vertunum úr Luxemburg. Kappingin var millum dagarnar 24.-28. oktober. Dia Midjord, landsliðs- venjari metir at hetta ikki er ein kapping, vit eiga at satsa uppá framyvir. –Vit tilmeldaðu liðið, so vit kundu síggja hvar vit flótaðu á altjóða styrkis- listanum, sigur Dia Midjord, landsliðsvenjari. Himmalvíður munur Okkara menn løgdu út móti Malta, og talan varð í tí førinum um rættuliga stóran mun á liðunum, úrslitið gjørdist heili 47-18. Næstir stóðu so írar fyri okkara, og munurin tóktist bert at økjast. Tá avtornaði, vunnu Føroyar heili 21-46. Føroyski Heini Hanusarson úttalaði seg fyri útvarpinum, at hann ikki hevði sæð nakað líknandi. –Teir duga ikki at hugsa hondbólt, tað er ongin yvirornað skipan og ongi systemir, sigur Heini, ið rættuliga fekk fold- að seg út í hesari kapping. Móti Skotlandi var talan um sorl, og munurin bara øktist. Hálvleiksstøðan var heili 28-8, og sigur tað ikki heilt so lítið um gongdina í dystinum. Tá avtornaði, vunnu Føroyar heili 58-19. Spenningurin byrjaði so smátt at økjast, fram móti dystinum móti vertunum, og tí kundi landsliðsvenjarin lættliga spara uppá kreft- irnar hjá lyklaleikarum sín- um og seta eitt heldur ungt lið á vøllin, móti Onglandi. Hóast ungu føroyingarnar eru veikari enn rutineraðu kreftirnar hjá okkum, vunnu teir lættliga móti Onglandi. Og ein hálvleiksstøða uppá 19-2, ja hon krevur ikki meiri umtalu. Føroyar snøgt sagt sorlaðu Ongland. Dia roteraði alt liðið, so at enda- liga støðan gjørdist 35-17. Enduliga upprann so dagurin, ið føroyska ferða- lagið longdist alt meira og meira eftir. Teir saknaðu eitt sindur av mótstøðu, og tað fingu teir so eisini. Okkara menn megnaðu at halda dystinum tætt og javnt, inntil tað írestaðu um átta minuttir av dystinum. Tá gjørdist munurin meira eyðsýndur, og endaliga vunnu vertirnar við seks málum, 31-25, eftir at hálvleikstøðan var 12-11. Røtt kapping? Spurningin, um hetta er rætta kapingin fyri Føroyska landsliðið, man ivaleyst hava rungað, teir fyrstu fýra dagarnar av kappingini, tá Føroyingar, snøgt sagt vundu burtur úr alt og øll- um. Bert Luxemburg megn- aðu at geva okkara monnum mótstøðu, og tað er ikki heilt nøktandi. Dia Midjord, landsliðs- venjari, sigur, at hann ikki dugur seg siga, hvat ein røtt kapping er, men hann metir at tað kanska hevði verið betur, um bæði føroyingar og Luxemburg sendu U-21 lið síni til hesa kapping í staðin. Hetta hevði ment ungu leikararnar, og verið ein fín kapping. Hini liðini í bólkinum kundu væl sent sítt sterkasta lið, tí vit og Luxemburg eru so mikið nógv sterkari enn hini. Rætta menningin Longu í januarmánaði skulu Føroyar spæla móti Serbia og Ísrael, hetta eru dystir í HM-Undankapping- ini. Ætlanin er at Føroyar fyrst skulu spæla móti Serbia á útivølli og so á heimavølli, síðani móti Ísrael, heima og úti. Dia Midjord metir at hetta er meira áhugavert fyri føroyingar í longdini, tí hetta fer at geva føroysku leikarunum møguleikan at møta rættuligari mótstøðu og samstundis mennast. Promovering Dia Midjord heldur at tað er sera umráðandi at vit arbeiða miðvíst og hart fyri at fáa fleiri altjóða dystir til Føroya. Hetta kemur at hava eina ómetaliga stóra ávirkan á alt í og kring føroyskan hondbólt. - Vit eiga at leggja dent at fáa føroyskan ungdóm út um klettarnar at fáa royndir, royndarvenjingar o.a. Hetta hevur týdning, tí hetta fer uttan iva at økja um áhugan hjá fólki, fyritøkum og øðrum, umframt at tað fer at føra við sær eina kolos- sala menning av okkara ungu og evnaríku. Hetta fer at eisini sjálvsagt at hava stóran týdning fyri øktan stuðul og so mangt annað, ið hesum viðvíkur, sigur landsliðsvenjarin. Stóðu okkum væl Okkara menn gjørdu ein góðan figur í Luxemburg, tí tað obligatoriska All Star liðið skuldi kjósast, vóru før- oyingar eisini komnir í part í tí eksklusiva skaranum. Heini Hanusarson, Sámal Joensen og Ingi Olsen fingu heiður eftir kappingina. Hvør heiðurin er, sæst í eini av faktaboksunum niðast á síðuni. Tøk skulu takast Talan verður um munandi harðari mótstøðu enn hana, sum føroyska landsliðið fekk í heyst, nú talan verður um HM- undankappingardystir Bruttolandsliðshópurin hjá A-mansliðnum: Heini Hanusarsson, Elite 3000 Helsingør Rókur Akralíð, Elite 3000 Helsingør Janus Sørensen, H71 Dánjal Tórgarð, H71 Levi Nybo, H71 Hjalti M. Jacobsen, Kyndil Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil Janus Einar Sørensen, Kyndil Josef Abrahamsen, Kyndil Lars Black, Kyndil Magnus Matras, Kyndil Karl Herup Olsen, Neistin Tróndur Kragesteen, Neistin Ingi Olsen, Neistin Dann Thorleifsson, Neistin Sveinur Justinussen, StÍF Áki Olsen, VÍF Væntandi koma 2 - 3 spælarar afturat bruttohópinum. Til hvønn dystin verða 14 spælarar úttiknir út frá brutto- hópinum. Føroyar spæla í bólki saman við Serbia og Ísrael. Serbiska liðið er helst higartil besta liðið, ið kemur hendanvegin at spæla. Serbia er uttan iva í heimsflokki og stórfavorit- tur í okkara bólki. Ísrael kenna vit ikki so nógv til, men er neyvan í sama flokki sum Serbia. Skráin hjá føroyska manslandsliðnum sær soleiðis út: 2. januar 2008 Serbia-Føroyar 5. januar 2008 Føroyar-Serbia (Kl. 13:00 í høllini á Hálsi) 9. januar 2008 Føroyar-Ísrael (Kl. 19:00 í høllini á Hálsi) 12. januar 2008 Ísrael-Føroyar FAKTA ALL STAR liðið í Challenge Trophy: Pláss Navn Lið Troyggjunr. Málverji: Mike Majerus (Luxemburg) 12 Útileikari: Merlin Braithwaite (Ongland) 11 Útileikari: Heini Hanusarson (Føroyar) 8 Útileikari: Hichem Sefroun (Írland) 15 Útileikari: Alain Poeckes (Luxemburg) 18 Útileikari: Andrew Said (Malta) 3 Útileikari: Johnnie Mc’Aleer (Skotland) 3 Bestir: Málskjútti: Ingi Olsen (Føroyar) 2 Verjuleikari: Sámal Joensen (Føroyar) 5 FAKTA Byrial bestur Fjepparar hjá AC Horsens hava greitt atkvøðu um, hvør besti spælarin í søguni hjá AC Horsens hevur verið. Og her fall valið á Johan Byrial Hansen, sum í fleiri ár var partur av føroyska A- landsliðshópinum. Johan spældi eitt skifti við OB, og eisini varð hann útleigaður til Fredericia, men fyri tað mest hevur tað verið Horsens, sum hevur verið felag hansara. Seinasta dystin fyri felagið slapp Johan eisini at vera liðskipari, og millum fjeppararnar í felagnum hevur hann altíð verið vælumtóktur. Til samans spældi Johan Byrial Hansen 206 dystir fyri besta liðið hjá felagnum. Seinasta royndin eftir metinum Leygardagin kappast Elspa Mørkøre fyri seinastu ferð sum juniorur. Málið hjá Elspu, nú kapping verður í Esbjerg, er at seta nýtt danskt junior-met í 200 metra blandaðari svimjing. Í kapping herfyri í Århus var Elspa heilt nær metinum, og nú verður so ein seinasta roynd gjørd eftir hesum. Eftir ársskiftið verður Elspa ikki longur roknað sum junior- svimjari.