fríggjadagur 28. desember 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
39
Betongarbeiði
Sethúsagrundir
Garðar
Lendisgólv
og annað
Sp/f. FORM
Skákið 13
FO 480 Skáli
Tlf. 442600
212602
form@form.fo
Víðka tær sjónarringin
– royn annað starv styttri tíðarskeið!
Í næstum fara tvey starvsfólk á
Miðøkinum
í barnsburðarfarloyvi
Vit eru ein livandi stovnur við støðugum broytingum, sum
skal tillaga seg lógarbroytingum og umstøðum annars. Tí er
avgerandi, at tú, ið settur verður, tolir broytingar í
starvsinnihaldinum, um tað gerst neyðugt.
Vit ímynda okkum at tú hevur útbúgving sum Cand merc.,
HD ella aðra líknandi útbúgving. Harumframt vænta vit, at
tú ert framskygdur, ábyrgdarfullur, hevur góð samstarvsevnir,
skapar úrslit og gert títt til at skapa arbeiðsgleði.
Skuldi tú havt HH, skrivstovuútbúgving ella aðra líknandi
og hevur møguligar ætlanir um at útbúgva teg víðari innan
roknskap og grannskoðan, so ert tú eisini vælkomin at
søkja.
Arbeiðsuppgávur eru á eftirlits-
og innheintingardeildini
• samskifti við virkir og stovnar
• vitja fyritøkur
• eftirlit við skatta- og avgjaldsuppgerðum
• ummæla kæru- og dómsmál
• málsviðgerð
Vit bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði, har hvør
dagur er opin fyri fakligum avbjóðingum og har tú hevur
møguleika at ávirka arbeidsgongdina. Eisini kunnu vit
bjóða fleksarbeiðstíðir.
Setanarøkið er Miðøkið, men starvið fevnir annars um
allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum.
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag og er treytað av starvsroyndum,
starvsinnihaldi og útbúgving.
Áhuga, ið vilja vita meira um starvið kunna venda tær til
Eyðun Joensen, deildarleiðara á tlf. 352600
Send umsókn saman við avritum av prógvum og um-
mælum til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 7. januar
2008, kl. 15.00.
Viðmerk: umsókn Miðøkið
Toll- og Skattstova Føroya
Postsboks 2151
FO-165 Argir
Okkara fakliga vitan er grundarlagið
undir dygdargóðari tænastu!
Toll- og Skattstova Føroya
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum, hvørs
uppgáva er at fyrisita toll-
og avgjalds-skattalógina
og skuldarinnkrevja innan
málsøkini hjá stovninum.
Stovnurin hevur 135
starvsfólk og er skipaður
við einum stýri og trimum
økisskrivstovum.
Stýrið heldur til á Argjum
og høvuðsskrivstovurnar
í Norðurøki, Miðøki og
Suðurøki halda til í ávikavíst
Saltangará, Tórshavn og á
Tvøroyri.
Á Miðøkinum, har viðkom-
andi kemur at starvast, eru
60 starvsfólk.
www.tollskatt.fo
E-mail:
tollskatt@tollskatt.fo
Meginskrivstovan · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn · Tel 36 00 00 · Faks 36 00 01 · meginskrivstovan@naerverk.fo
www.naerverk.fo
Starvslýsing
Heimatænastan
Roknskaparfólk til Røktarheimið á Mørkini
Vegna farloyvi søkja vit eftir avloysara fyri
roknskaparfólkið á Røktarheiminum á
Mørkini at arbeiða fulla tíð í tíðarskeiði
num: 01.02.08 til 01.04.09.
Arbeiðsuppgávur:
• At føra roknskaparhaldið fyri stovnin
• Saman við økisleiðaranum at leggja
fíggjarætlanir
• Regluliga kunna um fíggjarstøðuna hjá
stovninum
• Skipa fyri innanhýsis fíggjarstýring og
dagføra hesar í mun til inntøkur og
útreiðslur
Umframt roknskaparuppgávur fevnir
arbeiðið eisini um aðrar fyrisitingarliga
uppgávur, so sum:
• Journal
• Skrivari hjá leiðaranum
• Lønaravgreiðsla
• Telefonavgreiðsla, heinta post o.a.
Fyrimunur er, at tú hevur:
• Viðkomandi útbúgving
• Góðan telduførleika
• Kunnleika til FSL bókhaldsskipan
landsins
• Ert fleksibul og hevur evni at læra nýtt
• Royndir innan almenna fyrisiting
• Dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• Dugir væl at samstarva og samskifta
við onnur
Røktarheimið á Mørkini er partur av
Heimatænastuni Vágar/Norðstreym, og tí
umfatar starvið eisini fyrisitingarligar
uppgávurnar hjá Heimatænastuna úti í
økinum
Setanarviðurskifti
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið er Nærverkið og
tænastustaðurin er Heimatænastan .
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Jórun Wolles, roknskaparfólk
tlf. 282050 ella Sonju Klein, økisleiðara tlf.
282249.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi og
møguligum viðmælum verður at senda
til:
Heimatænastan Vágar/Norðstreymoy
Att: Økisleiðarin
Heilsumiðstøðin
370 Miðvágur
Umsóknarfreist: 11. januar 2008
kl. 15.00
Les meira á www.naerverk.fo/leys størv
Nærverkið kemur út til borgaran at veita tænastur, ið fevna um eitt nú stuðul, tilboð til borgarar við serligum tørvi og tænastur til
barnafamiljur og eldri. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almanna og heilsumálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið
hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Barnatænastan. Nærverkið
leggur áherðslu á nærleika, umsorgan og professionalismu í øllum lutum. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
Skattalistin
Skattalistin fyri Leirvíkar Kommunu fyri árið 2006
liggur frammi til alment eftirlit á Kommunuskriv
stovuni frá 03. januar til 17. januar 2008 báðir
dagar íroknaðir.
Skrivstovan er opin:
Mánadag – Hósdag kl. 10.00 – 14.00
Fríggjadag er stongt.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvik
lýsingar