fríggjadagur 28. desember 2007síða 40
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 250 - 28. desember 2007
Vit leita eftir løgfrøðingi
til Almanna- og
heilsumálaráðið
Starvið sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum
er áhugavert og mennandi við skiftandi og fjølbroyttum
uppgávum, sum nærum altíð skulu loysast í tøttum samstarvi
við aðrar starvsfelagar í ráðnum. Starvið er sjálvstøðugt, og
tú fært góðar møguleikar fyri skeiðum og framhaldandi
eftirútbúgving.
Sum løgfrøðingur í Almanna- og heilsumálaráðnum verða
tínar uppgávur eitt nú at tilevna lógaruppskot og uppskot til
kunngerðir, viðgera kærur frá borgarum, at svara
fyrispurningum frá løgtinginum og at tulka lógir og reglur fyri
stovnar undir Almanna- og heilsumálaráðnum.
Ert tú cand. jur. ella er um at verða liðug, so vilja vit fegin
frætta frá tær.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Búskapar- og løgfrøðingafelagið. Setanin fevnir um
Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt
Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð.
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu
sendast til:
Almanna- og heilsumálaráðið
Eirargarður 2
FO-100 Tórshavn
og vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 14. januar
2008 kl. 12.00.
Tú ert vælkomin at venda tær til Poul Geert Hansen,
aðalstjóra, á telefon 304050 ella senda eitt teldubræv til
ahr@ahr.fo. Eisini ber til at vitja heimasíðu okkara www.ahr.
fo, har eitt nú bygnaðurin og uppgávurnar hjá Almanna- og
heilsumálaráðnum eru lýstar. Almanna- og heilsumálaráðið
umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál.
Almanna- og Heilsumálaráðið
Almanna- og heilsumálaráðið umsitur almannamál, heilsumál, og bú-
staðarmál. Tað starvast í løtuni 32 fólk í ráðnum. Uppgávan hjá
Almanna- og heilsumálaráðnum er í høvuðsheitinum at ráðgeva lands-
stýrismanninum, at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur og
at veita stovnum undir ráðnum ráð og vegleiðing.
Vit draga eina línu
Vit seta skynsemi í hásæti
Vit vilja vita
Vit bróta slóð
Klagar makin um vektina?
So havi eg jólagávuna...
Ring til mín, eg havi eitt sunt og
effektivt "hjálpimiddel".
Jana 51 71 00 / 31 88 19
lr@kallnet.fo · www.lr.fo
Reingerðarfólk
Skipaeftirlitið søkir eftir álítandi og nærlagdum
fólki, til at gera reint í skrivstovuhølum okkara, at
byrja tann 1. februar 2008.
Vaskiarbeiðið er ásett til 3,5 tímar um dagin og
verður lønt sambært avtalu við avvarðandi yrkis
felag og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknir skulu verða Skipaeftirlitinum í hendi
seinast 15. januar 2008.
Skipaeftirlitið
Att: Jákup Poulsen
Postboks 26
FO375 Miðvágur.
Skipaeftirlitið
FAROESE MARITIME AUTHORITY
MINISTRY OF FISHERY AND MARITIME AFFAIRS
lýsingar
Brúðarkoyring
Skalt tú hava eina serliga uppliving, so er at leiga ein
bil hjá Havnar Bilasavni frá Sp/F Bilrøkt í Havn. Vel t.
d. ein svartan Ford A frá 1930, ein hvítan Chevrolet
frá 1931, ein bláan Chevrolet Skyline frá 1952 ella ein
brúnan Jaguar frá 1978
Ring til Bilrøkt á 588880
www.bilrokt.fo bilrokt@bilrokt.fo
Brúðarkoyring