Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 28. desember 2007 41 Toll- og Skattstova Føroya Ein forðan er bara ein avbjóðing! Heldur TÚ eisini tað, so er tað TÆR vit leita eftir til økisstjóra á Miðøkinum Vit sóknast eftir einum framsóknum fólki, sum støðugt kann vera við at brynja stovnin út, so flogið kann haldast og verða við til at leggja nýggja kós, tá tað er neyðugt. Vit vænta, at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum cand. merc., cand. polit, aðra búskaparliga ella samfelagsvísindaliga útbúgving. Eisini vænta vit, at tú dugir væl at leiða og samstarva. Leiðsluroyndir er ein fyrimunur. Tú kemur at ávirka og leggja til rættis bæði stuttíðar- og langtíðarætlanir, í trá við misjónina hjá stovninum: Vit trygga landskassanum skatta og avgjaldsinntøkur. Eyðkenni okkara skal vera góð tænasta. Starvið verður lønt sum deildarleiðari II í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya ella sambært avvarðandi sáttmála Góðir møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Setanarøkið umfatar Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Áhugað, ið vilja vita meira um starvið, kunna venda sær til Arnold H. Nielsen, stjóra, á tlf. 352600 Send umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og CV til Toll- og Skattstovuna, í seinasta lagi 7. januar 2008 kl. 15.00. Viðmerk: økisstjóri. Toll- og Skattstova Føroya Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella til tollskatt@tollskatt.fo Stílað: Arnold H. Nilesen, stjóra Vit vísa vælvild, áhuga og virðing og gera okkara besta fyri at menna eitt opið og nærverandi samskifti! Vit leita eftir KT-LEIÐARA Hetta er eitt sera áhugavert starv, har tú sleppur at royna tíni kreativu evnir í einum mennandi KT-umhvørvi. Vit vænta at tú, sum søkir, hevur viðkomandi útbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú kanst vísa á royndir sum leiðari og verkætlanarleiðari. Eisini vænta vit, at tú dugir væl at arbeiða í toymi og at skipa arbeiði, eins og tú hevur góð samstarvsevnir. Tú kemur at vera leiðari fyri netfyrisitingini hjá Toll- og Skattstovu Føroya og samstarva við felags netfyrisitingina í húsinum. Tú hevur m.a. ábyrgdina av at umsita og skjalafesta infrakervið, umframt KT-trygdina. Tú hevur fokus á loysnir og megnar at taka avgerðir Eisini kemur tú at hava ábyrgd av dagføringum, viðlíkahaldi av KT-skipanunum og ikki minst menning av okkara KT-netumhvørvi. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum landstýrið og viðkomandi yrkisfelag. Góðir møguleikar eru fyri eftirútbúgving. Setanarøkið umfatar Fíggjarmála- stýrið og stovnar undir tí. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Arnold H. Nielsen, stjóra á telefon nr.352600, sum er fúsur at svara spurningum. Send umsókn saman við avritum av prógvum, ummælum og CV til Toll- og Skattstovu Føroya, í seinasta lagi 2. januar 2008, kl 15.00. Viðmerk: umsókn KT-leiðari. Toll- og Skattstova Føroya Postsmoga 2151 FO-165 Argir ella til tollskatt@tollskatt.fo Stílað: Arnold H. Nielsen, stjóra Vit eru opin fyri nýggjari vitan! Toll- og Skattstova Føroya, stýrið húsast undir sama takið sum Fíggjarmálaráðið, Føroya Gjaldstova og Hagstova, sum allir eru stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Uppgávan hjá Toll- og Skattstovu Føroya er at fyrisita toll- og avgjaldsskattalógina og skuldarinnkrevja málsøkini hjá stovninum. Stovnurin hevur 130 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. www.tollskatt.fo Hevur tú hug at verja borg! Vit vænta at tú hevur eina meðallanga útbúgving (so sum útbúgving á batche- lor støði), og/ella at tú hevur viðkomandi starvsroyndir. Góður málsligur førleiki, serliga á enskum eins og góður kunnleiki til KT er ein fyrimunur. Eisini vænta vit at tú dugur væl at samskifta, og at tú vísur tænastusinni í samstarvinum við okkara viðskiftafólk. Tú mást bæði duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi. Títt starvsøki kemur at fevna víða um í landinum, tí er neyðugt, at tú hevur koyrikort til bil. Tú kemur at hava tolleftirlit, har høvuðsuppgávan er eftirlit við inn- og útflutningi, flutningsførum og ferðandi. Vit bjóða eitt livandi og fjølbroytt arbeiðspláss, har eingin dagur er eins og har títt avrik kann gera allan munin. Góðir møguleikar eru eisini fyri eftir- útbúgvingum. Starvið verður lønt í 23.-25. lønarflokki hjá tænastumonnum landsins og í eftirløn verða goldin 15%. Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett eftir serligari avtalu. Er tann, sum verður settur, tænastumaður frammanunda kann starvið verða sett sum tænastumannastarv. Setanarøkið er Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí. Áhugað, ið vilja vita meira um starvið, kunna venda sær til Kjartan D. Joensen, leiðara fyri Tolleftirlitinum á tlf. 352600. Send umsókn saman við avritum av prógvum og ummælum til Toll- og Skattstovu Føroya í seinasta lagi 2. januar 2008, kl. 15.00. Viðmerk: umsókn tollari Toll- Skattstova Føroya Postsmoga 2151 165 Argir ella til tollskatt@tollskatt.fo Støðið undir eini góðari tænastu er gott samskifti! so er eitt starv leyst at søkja sum tollari Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll- og avgjalds- skattalógina og skuldarinnkrevja innan málsøkini hjá stovinum. Stovnurin hevur 130 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. www.tollskatt.fo lýsingar