Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 28. desember 2007 47 tíðindi Mohrid í Assens Jólaheilsan Vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól, og eitt av Harranum vælsignað nýttár. Í ár hildu vit jólaaftan hjá Ingu og Jørgen í Assens. Tað var sera hugnaligt, og vit fingu bæði dunnu og fleskasteik við øllum, sum til hoyrir. André og Gunleif hildu jól saman við mær og Lars í ár. 
Vit gleða okkum til t. 26.12, tí tá koma beiggi mín Eyðstein, Alma, Silas, Sámuel og Nóa at vitja okkum, so tá fara vit at verða nógv í húsi, og tað dámar mær væl. 
Eg fái eisini høvi til at síggja pápa t. 28.12, tí tá kemur hann til Assens við tí norska bátinum, hann siglir við. 
Ein serlig heilsan til: Mammu og Sigmund í Sandavági, systi mín Eyðfríð, Per, Kenneth, Janni og Gerdu. Mostrar og fastrar við familju, pápabeiggjar og mammubeiggja við familju. Síðst men ikki minst Sunu og Leif við familju, og Thominu og Remi við familju. 
Vit vóna, at vit síggjast í august mánað. 

 Bestu jólaheilsanir frá 

 Mohrid, Lars, André og Gunleif ---------------------------------------------- Nataarnaq Jólaheilsan Nataarnaq Inuttaasa Tamassi Jullimi ukiortaassamilu qamannga pisumik pilluaqquaasi qujanarlu ukiumut qanngiuttumut 

Vit á Nataarnaq ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og góða eyðnu í komandi ári. Takk fyri gott samstarv í árinum ið brátt er farið afturum 

Vi på Nataarnaq ønsker jer alle en glædelig jul og et godt og lykkebringende nytår. Tak for godt samarbejde i året, som snart er gået. Elinborg Kærsgaard ---------------------------------------------- Gleðilig jól úr Løgstør Eisini í ár halda vit jól í DK, men hesi eru eitt sindur øðrvísi enn seinasta ár, tí nú hava vit bæði mostur v/ fam og ommu, abba og Rógva her hjá okkum. 

2. dag fara vit at hava jólafrokost saman við Abbadidd og Signheðin Sigurd, Vanju og gentunum í Nørresundby. 

Vit her úr Løgstør fara hervið at ynskja øllum vinum, kenningum og familju kring Føroya land eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýttár. 

Ein serlig heilsan til Høgna, Kristin Bjørk og okkara elskaða Jónas. Vit sakna tykkum, tað hevði verið skeg, um tit eisini vóru her, gleðilig jól til tykkum. 

Vónandi síggja vit nógvar føroyingar á Løgstør leiðini komandi summar. Kaffi er klárt 

 Elinborg, Michael, Silje, Andras og Tór Hjalte 

Løgstør ---------------------------------------------- Heri Elttør Jólaheilsan úr Aulum Góðu føroyingar 
Fyrst vil eg ynskja familju, vinum og serliga øllum útisetum eini gleðilig jól og eitt gott og signað nýttár í Jesu navni. 
Okkara jól verða hildin í Aulum, við kirkjugongd og so hvar børnini og eg hava hugnað saman jólaaftan við dunnu, jólatræ, sangið og bíbliulesna. Vit skuldu bíða til konan kom úr arbeiði kl.23.30, so vit tóku okkurt spæl, áðrenn rísalamande og so gávurnar um midnáttarleitið - hugnaligt. 
Annars er familjuvitjan, hugni, gott í kíkin og onkran ”gongutúr” jólaskrá fyri 2007!! 
Tankarnir leita heim.... - men læt tað nú liggja! 
Ynski mítt er til tín 

Guðs jólafrið 

heilsan 

 Trúboðari/Missionær 
 Heri Elttør 
Sønderagervej 60 
7490 Aulum 
tlf. 97473786 
mobil 27513786 
herielttor@tele2adsl. dk 
www.utisetin.dk ---------------------------------------------- Niels Fagralon Jólaheilsan úr Ålesnund Vit hiðani ùr Ålesund vilja við hesum ynskja allari okkara familju vinum og kenningum heima ì Føroyum, eini gòð og hugnalig jòl og eitt av Harranum signað nýggjàr, og takk fyri tað skjòtt farna. Takk fyri ì summar, og vònandi síggjast vit skjòtt aftur. Vit eru samlað her hjà Rùna, og hugna okkum upp à vanligan norskan màta, við pinnakjøti, ribbe + tilhoyr, oman à er tad kaffi við jòlagreyti. Eftir at vit høvdu etið, var tað jòlagàvurnar, sum skuldu pakkast upp, og tær vòru nògvar. Hetta eru okkara 10. jòl her yviri, men tankanir leita heim til tykkum øll, og tann gòða føroyska jòlamatin. 

Heilsan 
Niels, Linda, Rùni, Charlotte og Linea. Katrin og Gimmi Ellingsgaard ---------------------------------------------- Jólaheilsan úr Singapore Til familju, vinir og kenningar verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýtt ár. 
Jólaaftan vóru vit til jólaguðstænastu í Donsku Sjómannskirkjuni, har nógv fólk vóru komin saman. Jólatræið kundu vit keypa í IKEA og Den Danske Købmand hevur eitt stórt úrval av donskum vørum, sum ikki eru at fáa hjá vanliga keypmanninum. 
Í dag og gjár hevur tað verið millum 26-29 hitastig og 88% luftfugtigheit. 

 Tær blíðastu heilsanir 

 Katrin og Gimmi ---------------------------------------------- Jan og Jógvan Heini Olympic Poseidon Hey øll har heima 

Vit vilja við hesum ynskja øllum okkara kæru, ætt, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 

Vit liggja inni í Hammerfest, ið liggur í Finnmørkini í Noregi. Vit eru 10 norðmenn og 2 føroyingar við, so tað er norskur jólamatur á skránni. Fara væntandi út at flyta ein oljuboripall ímillum jól og nýggjár, um veðrið verður til vildar. 

Tær allarbestu heilsanir 

 Jan og Jógvan Heini 
Umborð á Olympic Poseidon ---------------------------------------------- Osberg Hansen/Danielsen Úr Svøríki Ja, nú eru aftur jóltíðir og tað er longu eitt ár síðan, at vit seinast sendu jólaheilsan á portalinum.... tíðin flýgur avstað. 
Vit hava hugnað okkum við dunnu í ár og síðan kom jólamadurin við fullum sekki av jólagávum, vit børn vóru øgiliga spent og høvdu faktisk vónað, at hann fór at sita her eina løtu hjá okkum, men sum hann skrivaði: ´Tað finnast jú so ótrúliga nógv røsk børn runt um allan knøttin....´so hann sendi ein jakka og eina jólahúgvu við gávunum, soleiðis at babba kundi læna tað ímeðan hann deildi pakkarna út, tá bleiv babba stoltur...! 

Vit vilja fegin senda øllum vit kenna, bæði heima í Føroyum og tey sum eru búsitandi uttanlanda, eina heilsan um eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 

Vónandi síggjast vit komandi summar, tað hevði verið stuttligt at sæð tykkum øll aftur. 

Blíðar heilsanir, 

 David,Sára,Martin 

 Nina, Daniel,Emma 

Heidi og Kenneth ---------------------------------------------- Marner Kjærbæk Jólaheilsan frá Mærsk Blazer Øllum okkara kæru, ætt vinum og kenningum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Halda jól í Brasilien tætt vid Macae. 

Lítla jólaaftan grillaðu vit á dekkinum, og jólaaftan hildu vit upp á føroyskt maner vid nógvum góðum mati. 

 Kærastu heilsanir frá Mærsk Blazer: 

Marner Kjærbæk og Andreas Samuelsen ---------------------------------------------- Joan Poulsen Úr Danmark Halló tit øll har heima 

Vit vilja á henda hátt nýta høvi til at ynskja øllum okkara kenningum, familju og vinum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 
Ein serlig heilsan fer til lítlu Christinu Helenu í Fuglafirði. 
Vit hildu Jólaaftan her hjá okkum í Løgstrup, vit fingu dunnu við øllum tilhoyri. Og aftan á var ein ørgrinna av pakkum at pakka upp. 
Pollurin helt jólaatan saman við okkum og læt hann eisini heilsan øllum. Kærar heilsanir
Joan, Sólfríð, Hjørdis, Ragnar og Rúni ---------------------------------------------- Fra M/V Vardholm Skiparin a M/V Vardholm Stigur H. Rasmussen Eg vil ynskja familju, vinun og kenningum eini gleðilig jol og eitt av harranun signað nýggjár. 
Vit halda jol i Meksikanska Golfinum. Manningin telur 28, ur 8 ymiskum londun. 
Maturin a jolun verður kalkun og dunna. 

Skiparin a M/V Vardholm 
Stigur H. Rasmussen ---------------------------------------------- Jólaheilsan úr Fort McMurray! Henda heilsanin er úr Fort McMurray í Kanada! Vit vilja ynskja øllum har heima eini Gleðilig Jól! Vit arbeiða um jólini, so vit høvdu jóladøgverða í síðstu viku. 


Heilsan Erling og Gloria ---------------------------------------------- Hallur Petersen Frá norska trolaranum Doggi Frá frystitrolaranum Doggi. 
Øllum okkara kæru, vinum og kenningum heima, verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 
Vit liggja uppankraðir við Bjarnoynna. Her á leiðini er illveður. Her á leið liggja einir átta norskir bátar. 

Kokkurin er norskur, so tað er pinnakjøt á skránni. Ikki akkurát tað, sum vit eru vanir við. Ein dunna ella gás hevði komið væl við nú. 
Havi tað so gott øll har heima. Ein serlig heilsan yvir á Hamarsgøtu 16 í Havn 

Gleðilig jól og gott nýggjár 

ynskja 

 Hallur, Harbogi, Jon Klæmint ---------------------------------------------- Rannvá Jørmundsson Jólaheilsan úr Jægerspris Hey øll somul har heima á klettunum! 

Hetta er bert ein lítil jólaheilsan frá familjuni Jørmundsson í Jægerspris. 
Vit hava havt eitt hugnaligt kvøld við dunnu, fleskasteik og eini ørgrynnu av gávum. 
Undarligt er tó at halda jól her niðri og ikki at vera saman við okkara kæru har heima. Tí vilja vit gjarna ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og fortelja tykkum, at vit hugsa um og leingjast eftir tykkum. 

Vinarlig a 

Anna, Samuel, Rannvá, Helena og Katja Jørmundsson 
Lindi í Gerðum 
Connie, Ulrich, Magnus, Maia og Marius Mohr Thorsen ---------------------------------------------- Ragna Úr USA Jólaheilsan úr USA! 

Vit ynskja øllum okkara kæru har heima eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár, við tøkk fyri tað farna 
árið. 
Vónandi siggjast vit komandi summar:) Kærar heilsanir

 Ragna,Shawn 
 Nina,Connor & Ian:) ---------------------------------------------- Jógvan, Edna og Birna Jólaheilsan úr Canada Hey tit øll har heima :) 

Vit 3 hugna okkum her í Canada. Í dag hava vit bakað smákøkur, koyrt gávur út og tikið ímóti gávum frá ymiskum, sum vit eru komin at kenna her. Í kvøld fara vit at eta dunnu, men vit pakka ikki gávurnar upp fyrr enn í morginárini, tí at í ár halda vit jól uppá Canadiskan máta. Um 2 tíðina í morgin fara vit at eta kalkun við øllum góðum til... Tað verður stuttligt at prøva at pakka gávur upp í pyjamas :D 

Vit hava tað gott her og trívast væl, men vit sakna tykkum har heima serliga hesa tíðina. 

Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýtt ár. 

 Jógvan, Edna & Birna ---------------------------------------------- Jóhan Símun Joensen Úr Ný Foundlandi Halló Føroyar! 

Eg vil nýta hendan møguleikan at ynskja øllum, sum eg kenni, og eisini teimum eg ikki kenni, eini gleðilig jól. 

Serligar heilsanirfara til Fuglafjarðar, Toftir og Klaksvíkar! 

Hvør veit kanska vit síggjast komandi ár! 

Heilsan handan hav 

 Jóhan Símun Joensen ---------------------------------------------- Thor Pioneer Út fyri Abidjan Øllum okkara kæru, Reidari, ætt vinum og kenningum ynskja vit eini gleðilig jól. 
Halda jól út fyri Abidjan í 32 stiga hita 

Jóanis og Magne 
M/v Thor Pioneer ---------------------------------------------- Jona og Ricky Úr Thyregod Gledilig jól og gott nyggjár til tykkum heima. 
Vigdis, Hansina, Anton, Emli, Harald og Sara. 
Vit halda jól i Thyregod hjá Ingálvi og Ann Christin. Á nýggjárnum vera tey hjá okkum i Kvong, og tað gleða vit okkum til. 

Vinarliga heilsan 

Jona Nordendal og Ricky Bláhamar ---------------------------------------------- Anja Nielsen Klaksvíkslið jólaheilsan úr Manila Bert ein stutt heilsan her úr Manila at siga takk fyri pakkar, stuðul og jólaheilsanir. Vóni at tit eisini fáa eini gleðilig jól og eitt gleðiligt nýttár. Takk fyri tað skjótt farna. 
Í kvøld var um. 26°C, so tað vóru eini heit jól, men tað vermdi eisini hjartað at kunna vera við til at vitja fleiri enn 50 gøtubørn í einum lítlum umráði...at siga hey og geva teimum kylling, rís og eina lítla bamsu frá McDonalds. Hetta er ein festlig máltíð, sum børnunum dáma so væl, og so var tað eisini festligt at taka nógvar myndir, sum tey so elska at síggja. Vit fóru síðani heim til Werner frá Týsklandi, og Allan frá Manila var har, og so eg og Anna frá Italien. Vit ótu italienska heimagjørda lasagna, og hetta smakkaði sjálvandi væl. Gott at kunna geva og fáa.... men tað besta er, at Gud gav tað besta, og hetta var givið okkum... uttan at vit máttu geva Honum nakað afturfyri...ja sig Honum takk!! 

Bestu heilsanir sendi eg heim til tykkum 

Anja Nielsen:o) ---------------------------------------------- Harley Joensen Jólaheilsan úr Danmark Vit vilja senda eina heilsan heim til jóla. Tað er okkara fyrstu jól uttanlands, so tað kennist eitt sindur undarligt ikki at vera heima. 

Vit vilja senda ommun, abbum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Somuleiðis vilja vit senda mostrum, fastur við húski, langommu, gummun, gubbun og vinum og kenningum ynski um eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Jólamánaðurin bleiv ikki heilt, sum vit høvdu væntað, men nú hava vit øll tað gott og vóna, at soleiðis fer tað at verða í tí nýggja árinum. Tað er nú pyntað runt í leiligheitini, so tað var gott at abbi kom á vitjan og hevði jólapyntið við. 

Við verða einsamøll í kvøld. Í morgin kemur fastur við húski til okkum at eta døgura. 

Á nýggjárinum verða vit føroyingarnir samlaðir her í mosanum. 

Bert ein lítil heilsan frá Vár, Djóna og Tóka. ---------------------------------------------- Niels Johannes Holm Umborð á ”Rem Server” Hey øll har. Helt at eg líka skuldi nýta høvið at ynskja ætt vinum og kenningum eini gleðilig jól. Eisini ein serlig heilsan til konu og barn/ børn. Vit eru akkurát komnir út aftur í Norðsjógvin. Fóru inn í gjárkvøldið vegna vánaligt veður. Vit eru 13 menn/kvinnur umborð her. 
Annars er prýtt til jóla og maturin er sum verða man av norskum uppruna. 
Eri einasti føroyingur umborð. Havi tað so gott øll somul. 

Vinarliga. 

Niels Johannes Holm ---------------------------------------------- Stígur H. Rasmussen Frá M/V Vardholm Eg vil ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt av harranun signað nýggjár. 
Vit halda jól í tí meksikanska golfinum. Manningin telur 28, úr 8 ymiskum londum. 
Maturin a jólum verður kalkun og dunna. 

Skiparin a M/V Vardholm 
Stigur H. Rasmussen ---------------------------------------------- Úr Ådalshaven Jólaheilsan úr Danmark Vit vilja á henda hátt senda okkara bestu jólaheilsanirtil familju, vinir og kenningar í Føroyum. 

Vit eru nøkur samlað her og halda jólaaftan, og vit hava etið dunnu til døgurða og rís a la mandel omaná. Síðani hava vit pakkað jólagávur upp. 

Takk fyri allar jólagávurnar, sum tit í Føroyum hava sent til okkum. 

Heilsan 

Martin, Rannvá, Magni, Óluva, Andrass og lítli Ole ---------------------------------------------- Jon Leivsgarð Jólaheilsan frá Geo Celtic Hendan heilsan er til Eydnu, Hallur, Moniku, Paulu, vermóður, Jóhan og Sonju. 

Eg vil ynskja tykkum eini gleðilig jól, og eg leingist eitt sindur, nú tit øll eru saman á jólum. 

Brøður og systrar við familju vil eg somuleiðis ynskja ein gleðilig jól. 

Arbeiðsfelagar úti og heima, familju, vinum og kenningum ynski eg eini gleðilig jol. 

Vit eru 58 fólk umborð frá 14 ymiskum tjóðum og hesa ferð bert ein føroyingur. 

Av teimum er 16 skandinavar, so jólini verða hildin á sama hátt sum heima. 

Dunna, kalkun, ”pinnekjøt” og ymiskt salat er á skránni jólaaftan. Skipið er prýtt við nógvum jólapynti og trimum jólatrøum við stjørnu og ljósum. 

Jólaevangeliið og takkarbøn verða hildin í biografsalinum, og øll umborð fáa eina jólagávu, ið er latin av Fru Forland. 

Halda jól 50 fjórðingar eystur úr Veracruz í Mexico Golfinum. 

Blíðar heilsanir 

Jon ---- ------------------------------------------ Leivsgarð Erling og Gloria Úr Kanada Henda heilsan er úr Fort McMurray í Kanada! 

Vit vilja ynskja øllum har heima eini Gleðilig Jól! Vit arbeiða um jólini, so vit høvdu jóladøgverða í síðstu viku. 

Heilsan 

 Erling og Gloria ---------------------------------------------- Anker Jacobsen M/T Navion Scandia Til ætt, vinir og kenningar. 
Tykkum verður ynskt eini gleðilig jòl og eitt gott nýggjár. 
Fóru úr Rotterdam í gjár og eru á veg upp til eitt oljufelt í Norðsjónum, sum eitur Åsgard. Tað liggur út fyri Kristiansund i Norra. 
Vit vera frammi 29.12.07. og skulu taka olju umborð frá hesum Boriplattforminum. 
Her umborð er øll manningin úr Skandinavia, tó flest eru úr Norra. 
Vit fáa norskan jólamat, og tað verður pinnakjøt og Ribbe. 
Ein serlig heilsan fer til konu og børn : Elsebeth, Aron, Jónas og Eva. 

Bestu heilsanir, 
Anker Jacobsen 
Yvirstýrimadur á M/T Navion Scandia ---------------------------------------------- Niels Johannesen Úr Íslandi Hey öll tit har heima 

Vit ynskja tykkum eini gôð og hugnalig jôl. Vit hava tað ordiliga gott her, tað er kalt, eitt sindur av kava, men ikki frost î dag. 

Tâ vit hava etið, fara vit at pakka jôlapakkarnar upp, og kl. 23,30 fara vit î kirkju î Kôpavâgs Kirkju. Katrin við familju verður her î kvöld saman við okkum. Randi við fam. kemur î morgin og Elvar við fam. 2.jôladag. 

Heilsan 

Elvira, Sigfred, Frithiof, Herborg, Marna og Niels ---------------------------------------------- Klæmint Eliasen Heilsan úr Miðeystri Her kemur ein lítil heilsan til alla okkara familju, vinir og kenningar heima í Føroyum. Vit ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. Tað var deiligt at síggja so nógv fólk, tá vit vóru heima í summar. 

Vit halda jól saman við Mammu, Max og Bergi, sum eru komin at vitja okkum. Tað er sera hugnaligt at hava føroyskar gestir. Beint nú stendur jólaaftansdøgverðin og simrar og matangin fyllir alt húsið. Vit eta oksasteik og seinni rís ala mande. Veðrið her er sera gott, hitin er nokk í ovaru helvt av tjúgunum. Vit vóru ein túr inni í landinum fyrr í vikuni og gistu eina nátt har, í fyrradagin snorklaðu vit og væntandi fara vit onkra útferð aftur annan jóladag. 



Blíðastu heilsanirfrá okkum fimm 

Klæmint og Sólvá, Eik, Tinna og Dánjal ---------------------------------------------- Heidi Maria Akselsen Jólaheilsan úr Australia Eg vil ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. 

Eg haldi jól í Perth í ár. Hetta eru tey fyrstu jólini uttan familjuna. Tað er løgið at hugsa sær, at tað er jól, tí her er summar og sól hvønn dag, so tað er ikki serliga jólaligt, soleiðis sum vanligt er heima í Føroyum. Tað er tó pynta nakað runt um, jólatræ og jólaperur. 

Í dag, jólaaftan, hava vit ikki gjørt nakað serligt, vit hava Jólaheilsanir av Portalinum Niðanfyri prenta vit nakrar av jólaheilsanu8num, sum føroyingar uttanlands sendu portalinum á jólum