Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 48

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 250 - 28. desember 2007 tíðindi havt undirvísing á skúlanum, verið úti og etið og verið á strondini. 1. jóladag er so tann stóri dagurin her. Eta eina fantastiska máltíð á døgurða, pakka gávur upp og bara hugna okkum. 2. jóladag fara vit á strondina. Bæði 1. og 2. jóladag eru vit øll saman sum skúli, so tað eru uml. 300 fólk. 

Eg eri einasti føroyingur. 

Blíðar heilsanir 

Heidi Maria Akselsen ---------------------------------------------- Boripallurin Songa Dee Familju, vinum og kenningum vil eg ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól. 

Tað hendir ikki tað stóra her hjá okkum um jólini. Vit liggja og bíða eftir betri veðri, so vit kunnu flyta á ein annan brunn. 

Vit fáa norskan og skotskan jóladøgurða. 

Kærastu heilsanir

Vagn Leivsgard ---------------------------------------------- Martin Andreasen Úr Ný Foundlandi Jólaheilsan úr Newfoundlandi Canada fra Martin Andreasen vid familju. 

Vit ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Ein serlig heilsan til MAMMU, sum er á Tjarnargarði. 

Kærar heilsanir

Martin, Jackie, Jessica og Leif. 

Leif er komin her at ferðast,so tað er hugnaligt. 
Her yviri opna vit jólagávurnar tann 25. des. tíðliga um morgunin - so skjótt sum tann fyrsti vaknar. ---------------------------------------------- Ann-Christin Johannesen Úr Thyregod Góðu vinfólk og familja.. 
Vit vilja ynskja tykkum eini gleðilig jól, og eitt Harranum signað nýggjár. Vit halda jól heima í Thyregod í ár, og hava vitjan av Jonu Nordendal og Ricky Bláhamar (Vestmanna) og Jákup Petur Joensen (Skopun). 
Vit fara at eta dunnur kl 18.00, og tá vit eru liðug, fara vit at opna allar jólagávurnar, sum liggja undir trænum, síðani eta rísalamande. Og aftur at opna eina gávu; mandlugávuna. 
Vit vilja eisini takka fyri tað farna árið. Vónandi síggjast vit eina ferð í tí nýggja árinum. 
Vit halda nýggjár í Kvong, heima hjá Jonu og Ricky, saman við Jákup Petur. 
Tey vilja eisini lata eina heilsan, og ynskja øllum gleðilig jól og gott nýggjár. 

Vinarliga 

Ann- Christin Johannesen og Ingálvur Nordendal. ---------------------------------------------- Helga Stenberg Kvamsøy í Noregi Vit ynskja børnum okkara, svigarsynum, ommu og abbabørnum okkara eini góð og hunalig jól og eit eydnuberandi nýggjár, við tøkk fyri árið, ið skjótt er at enda komið. 
Mamma! tú fær okkara bestu jóla og nýggjárs heilsu, ellars systkjum okkara við familju, ætt vinir og kenningar ynskja vit gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 
Mamma tilukku við føðingardegnum jólaaftan og Nils Juul 2. jóladag. 

Heilsan 

Helga og Henning Stenberg Kvamsøy Norge ---------------------------------------------- Símun á Høvdanum Gleðilig jól og gott nýggjár. Takk fyri tað brátt farna árið. heilsan Sp/f Klips Símun á Høvdanum ---------------------------------------------- Vi sender jer alle sammen vores beste Jule & nytårshilser 

Julen handler ikke om gaver og papir 
Men om den kærlighed vi gir´. 
Og denne højtid fejres bedst, 
Hvis vi husker det er hjerternes fest. 
Så til Jer som jeg har kær. 
De kærligste julehilsner jeg sender her. 
Jeg takker jer alle for året som gik 
Og de minder vi fik. 
Jeg ønsker en glædelig jul I får, 
samt et godt og lykkebringende Nytår. 

Venlig Hilsen 

Símun á Høvdanum 
Sp/f K L I P S ---------------------------------------------- Sigrid Thomassen Úr Egyptalandi Góða omma, abbi, Andras, Sjúrður, Kristina, langomma og langabbi i Klaksvik og Sanna langomma - og øll vit eru góð við - bæði familja og vinir! :) 

Ein jólaheilsan ur Egyptalandi frá okkum 4, Sigrid, Mikkjal, David og Kjartan. 

Her er ikki sami jólastemningur sum heima í Foroyum. Í dag hava vit snorklað í Reyðahavinum millum túsundtals av ymiskum fiskum i alskyns litum. Sólin skínir hvønn dag, og ringt er at skilja, at tað í dag er jólaaftan. 

Vit vona, at tit faa eini góð og hugnalig jól, og gleða okkum at siggja tykkum aftur i 2008. :) 

Úr Makadi 
Gleðilig jól og gott nýggjar! 
Sigrid, Mikkjal, David og Kjartan ---------------------------------------------- Jólaheilsan úr Skive Olevina Jacobsen Vit fara at halda jólaaftan Hjá Henry í Højslev K. Hans David, mamma og babba eru komin til DK, so vit vera eini 14 um træið. Lítla Eydna er jú blivin so stór, at hon dugir onkrar sangir eisini. Vit fara at eta kalkun av Langasandi og dunnur(úr DK). Omaná fáa vit Risalamande og heimagjørda sós við berum úr Vestmanna. 
So tað verður ein blandingur úr ymsum herðashornum. Seinni ganga vit um træið og syngja nakrar sálmar, og ikki at forgloyma: ”Nú er Jólaaftan....” 

Eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi Nýggjár ynskja vit allari familjuni og vinum og kenningum í Føroyum og runt um í heiminum. 

Heilsan 
Olevina, Thomas og Bjørgheðin í Skive ---------------------------------------------- Hans Hansen Jól í Punta Arenas/Antartica. Vit vilja ynskja familju, vinum, kenningum og starvsfelagum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 
Í dag, jólaaftan, hava vit frí. Halda jól við einum plastik jólatrað, sum er pynta við øllum sum hugsast kann. 
Jóladøgurin verður eitt samanskotsgildið. Vit eru saman við einum bolivianskun flogskipara og einum chilianskun flogmekanikara, hesir gera jóladøguranum, sum er ein fleskasteik, omaná hava vit rísingreyt. Klokkan 2300 fara vit til katólska miðnáttarmessu. Annan jóladag, sum er vanligur arbeiðisdagur her, verður flogið til Antartica við turistum. Annars er veðri naka tað sama sum í Føroyum um summarið, her er nú hásummar, men tó er meira vindhart her niðri. 
Við jólakvøðu 

Hans, Oluffa og Bergtóra í pingvinumhvørvinum. 
Tlf. til Pingosambýlið +5661223279 (tíðarmunur -3 tímar) ---------------------------------------------- Eyvindur Jacobsen Umborð á Stril Pioner Eyvindur Jacobsen, ”Stril Pioner” 



Familju míni,ætt vinum og kenningum ynski eg eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár við tøkk fyri tað brátt skjótt farna. 
Umborð á Stril Pioner eru vit 17 mans, eri einasti føroyingur, so tað eru ikki eini føroysk jól, man heldur, men alt er vakurt pyntað umborð við jólatræi og øðrum. 
Fara at halda jól á Ågotnes, so tað er ikki so galið tá tað nú er illveður í Norðsjónum. 
Vil eisini nýta høvið at ynskja tykkum umborð á Prosper eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Kærar heilsanir

Eyvindur ---------------------------------------------- Jóannes Mohr Endeavour Til familju, vinir og kenningar 

Tykkum verður ynskt eini gleðilig jól. 
Liggja í Esbjerg og eru júst við at vera lidnir við umbyggingina. 
Træið er pyntað, og nógv gott er at eta. Í kvøld hava vit so tað stóra borðhaldið, har ið vit fáa dunnu og fleskasteik, við mongum 
afturvið, so búkarnir verða rundir og spentir í kvøld. 

Gleði meg at koma heim eftir jól at hald nýggjár. 

Bestu heilsanir
Johannes P. V. Mohr ---------------------------------------------- Tróndur Bærentsen Úr Svøríki Gleðilig jól 

to all I know in The Faroe Islands 

Tróndur Bærentsen, Svøríki ---------------------------------------------- Frá tangabátinum Magn Innanskers í Noregi Vit senda øllum okkara nærmastu, vinum og kenningum eina heilsan um eini góð og hugnalig jól. 
Vit sigla suðureftir innanskerðs í Norra, í skrivandi løtu. Her hevur verið vánaligt veður,men nú makaði hann vindin. Vit fara so út Marstein, og seta kós í Holi. ” Suðurendan á Hetlandi” Síðani verður 
siglt ímóti Føroyum. 
Verða væntandi á Havnini 2. jólamorgun. 
Kokkurin hevur koyrt dunnurnar í ovnin, og vit vænta hampuligt veður, tá ætlanin er at skaffa um seks tíðina í kvøld. 

Gleðilig jól øll somul. 

Vegna manningina 

Eyðun Myllá ---------------------------------------------- Frá norska flakabátinum Langvin Heilsan undan Bjarnoynni Frá Norska flakabátinum Langvin. 
Vit føroyingarnir umborð á Langvin, vilja ynskja familju og vinum okkara heima eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. 
Her er vánalit vegur, so vit liggja uppankraðir undir Bjarnoynni og halda jól. Kokkurin er polskur, so allir eru spentir uppá, hvat verður til døgurða, sikkurt eitt sindur av hvørjun. 

Heilsan Páll Clementsen og Tummas Jacobsen. ---------------------------------------------- Karl Jákup Ósá Heilsan av Amager Góðu tit øll har heima! 
Vit her á Amager vilja eisini nýta høvi at senda eina jólaheilsu til tykkum øll har heima. Foreldur, systkin, ommu, abbar og annars alla familju, ætt, vinir og kenningar. 
Eisini ynskja vit tykkum eitt gott og eyðnuberandi nýggjár, við tøkk fyri tað skjótt farna! Eisini skulu tit hava tøkk fyri allar jólapakkarnir tit hava sent okkum. 

Sum tit kanska síggja á myndini, er Christoffur við at gera gásina klara til at fara í ovnin! Vit hava síðani í morgun lurtað eftir útvarpinum heimanífrá, sera hugnaligt! Fyrst við at hoyra børnini tosa við jólamenninar og síðan nú fyri kortum, jólaheilsanirfrá skipinum. 

Jólaveðrið er av tí fagrasta, turt, kalt, men ongin kavi. 

Kærar heilsanir

Rigmor, Karl Jakob og Christoffer ---------------------------------------------- Úr Båtsfjørðinum Jólaheilsan úr Noregi Vit ynskja ætt, vinum og kenningum heima í Føroyum, Norra og í Danmark eini góð og hugnalig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. 
Jólini eru sum altid hvít. Til døgura er ribba vid øllun sum hoyrur til. og rís a lamande omaná. 

Stór jólaklemm frá 

Linda, Asle og Sarah Slapø ---------------------------------------------- Eli Lassen Jólaheilsan Dear all 

Merry christmas to all off you. 

Yours sincerely 

Eli Lassen ---------------------------------------------- Frá Karinu Jólaheilsan úr Keypmannahavn Eg fari at halda jól fyri fyrstu ferð - og tey verða hildin í Danmark - tíanverri langt burturi frá ommum og abbum. Men vit fáa tað heilt sikkurt eisini hugnaligt her í Keypmannahavn. Eg vil ynskja øllum eg kenni í Føroyum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár. 

Kærar heilsanir

Karina ---------------------------------------------- Ólavur Thomasen Úr Kjøpenhavn Eg vil hervið senda eina jolaheilsu heim til allar føroyingar í Føroyum. 
Vit eru farin til Kjøpenhavn at halda jól i ár. 
Gleðilig jól og eitt gott komandi ár og takk fyri tað brátt farna. 

heils an 

Ólavur Thomasen við familju ---------------------------------------------- Hans David Nielsen Esvagt Delta Øllum mínum kæru heima, vinum og kenningum ynski eg eini gleðilig jól og eitt gott og eydnuríkt nýggjár. 
Vit halda jól í Norðsjónum við nógvum vindi og hartilhoyrandi rulli, men vit fáa nokk kortini dunnu við øllum tilhoyri at eta. 

Heilsan 

Hans David Nielsen 
1. stýrimaður 
ESVAGT DELTA ---------------------------------------------- Joen David Norðoy Úr Egense Jólaheilsan úr Egense frá Joen David, Annu, Jóannes, Sáru og Elsu 

Vit vilja ynskja øllum heima eini góð og hugnalig jól, vit fara at halda jól í Egense hjá Jóhannes abba, nú eru vit byrjað so smátt at pynta okkum, vit fara í kirkju kl 15.00, so fara vit at eta dunnu, áðrenn vit fara at dansa um træid og so pakka vit pakkar upp. Vitta, Nanna og lítla diddan hjá Nannu vera eisini her, lítla diddan er ordiliga fitt og lítil, hon er bara 7 dagar gomul. 

Tad følist eitt sindur løgið ikki at vera heima á jólum, men tá børn eisini eru til staðar, eru jólini nokk eins allastaðni. Tey eru so spent eftir at pakka jólapakkar upp, Elsa blívur við at spyrja, um hon ikki bara kann koyra ein lítlan pakka upp. 

Vit sita og lurta eftir Útvarp Føroya á telduni, tað er sera deiligt at hoyra føroyskan jólasang, ein dag sum í dag. 

Í morgin fara vit til Jacobinu ein túr. Osla, Niclas og Hannah eru har, so har verður hugnaligt. 

Ein serlig heilsan til mammu, babba, verforeldur, ommu og abba, eisini ein heilsan til systkin við familju og øll har heima. ---------------------------------------------- Frá Atlantic Star Uttan fyri Tromsø Til øll okkara kæru heima! 
Eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Vit halda jól beint uttanfyri Tromsø. Liggja bakk so vit eru farnir undur land fyri at fáa eini rólig jól. 
Vit skulu eta dunnu og so norskan jólamat so sum julle ribbe og pinnekjøt, so tað verður bara heilt gott. 
Og messu gentan hevur pyntað messuna og gjørt jólakonfekt, so tað er bara heilt hygguligt umborð 
Hava annars brúkuligt fiskarí. Hava 100 tons inni og akkurat ein vika, síðani vit byrjaðu at fiska, og hava ligið eitt sindur bakk so fiskaríið er brúkiligt, tá man hevur trolini úti. 
Vit eru 6 føroyingar umborð hendan túrin. 
Havi tað gott heima og gleðilig jól 
Heilsan 
Ivan, Magni, Ólavur, Gunnbjørn, Hilmar, Árni. ---------------------------------------------- Jólaheilsan frá Myre Vit vilja ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nyggjár. Hjalma við fam, Sunnfrið við fam, babba og Niels Juul. 
Ætlanin var at koma heim at halda jol, men vit fingu vitjan av mammu og Brynjolvi. 
Í dag skulu vit hava dunnu og ris la mande at eta. 
Heilsan er frá 

Sunhild, Remi, Johannu og Kasper. ---------------------------------------------- Robert Gardar Heilsan úr Singapore Til Joniku, Jógvan, Dávid og Martin. 
Eg ynski tykkum eini gleðilig jól og 
takk fyri jólapakkar og brøv. Gleði meg at koma heimaftur til tykkum fyrst í komandi árið. 
Annars ein heilsan til foreldur, systkin við familiu, vinir og kenningar, við 
ynski um eini gleðilig jól. 

Haldi jól í Singapore, har eg saman við góðum fólki havi tilsýn bygging av 
einum nýggjum boripalli hjá Mærsk Contractors. 

 Heilsan Robert Gardar ---------------------------------------------- Jólaheilsan úr Øsby Elsa og Bjarne Ein jólaheilsan úr Øsby, Haderslev. 
Eini góð og hugnalig jól verður ynkst tykkum øllum, bæði tykkum, sum eru stødd í Føroyum, og tykkum sum eru uttanlands. 
Ein heilsan til beiggja mín, sum heldur jól í Texas. 
Til babba og Gunnvu, sum eru úti í Hesti á jólum, og til Konny, Brynju og Borgar.. 
Her í Haderslev er deiligt veður nú jólaaftan, frost og klárt, og sólin skínur. So allar veðurprognosur um vind og regn, síggja ikki út til at halda. 
Allarbestu jólaheilsanir frá 

Elsu M., Bjarne og Lív. ---------------------------------------------- Sólrun, Hendrik og Aron Heilsan úr Danmark Vit ynskja øll okkara kæru, familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt Harrans vælsigna nýggjár við takk fyri brátt farna. 

Ein serlig heilsan til Óla, ið heldur jól eftir í Føroyum. 

Vit verða jólaaftan hjá Majbritt og Bjarna og børnunum í Esbjerg. 

Kærar heislur 

Sólrun, Hendrik og Aron ---------------------------------------------- Egholm í Hornsyld Heilsan úr Jyllandi Vit Egholmarar í Hornsyld (millum Horsens og Vejle) vilja við hesum senda eina heilsan til ætt, vinir og kenningar bæði í Føroyum og aðra staðni í tí stóru verð. Í ár halda vit jól samman við svigarfamiljuni í Horsens: Vibeke og Lars og børnini Alex og Andreas. Dania ommusystir og svigarforeldur míni Fríðbjørg og Eiler B Andersen eru eisini við til at gera jólaaftan so hugnaligan aftur í ár. Vit fáa fleskasteik og dunnu. Seinni fáa vit ”rísalamandu” við eini mandlu í. (Kanska gera vit øvugt: at øll uttan ein, fær mandluna, og hann er vinnarin). So dansa og syngja vit um jólatræið og pakka gávur upp. 
Ein serlig heilsan er til familjuna. Í Tórshavn: Anna omma, Jóan Magnus, Katrin, Eyðun, Karla og Sverri Egholm. Á Tvøroyri: Guðrun, Don, Niels, Svanna og Katrin Petersen. Í Keypmannahavn: Malan, Bo, Høgni, Annika, Maud, Olivur, Rasmus og lítli Jónathan. 
Vónandi síggjast vit í Føroyum í summar 2008. Vit gleða okkum til tað. 

Gleðilig jól og eitt eyðnuberandi nýggjár ynskja vit tykkum øllum somlum. 
Kærar heilsur: Rasmus, Kristian,Henny og Øssur Egholm. ---------------------------------------------- Høgni Marsten Umborð á Esvagt Supporter Til ætt vinir og kenningar, tykkum verður ynskt eini gleðilig jól og eit av Harranum signað nýggjár. 

Haldi jól í Norðsjónum, veðrið er ikki nakað at reypa av í morgum, men vónandi fer tað ikki at ganga útyvir dunnusteikina í kvøld. 

Vit vera avloystir fríggjadagin, so vit skuldu klára at komið heim til Føroyar at halda nýggjársaftan. 

Heilsan. Høgni Marsten umborð á Esvagt Supporter. ---------------------------------------------- Per Mortensen Far Santana í Brasil Eg vil ynskja ætt, vinum og kenningum heima í Føroyum gleðilig jól og eitt gott nýggjár. 

Jólini í ár verða hildin umborð á Far Santana, sum liggur á Campos oljufeltinum uttanfyri Brasiliansku strondina, eitt sindur norðanfyri Rio de Janeiro. Vit eru 5 norðmenn, 1 føroyingur og uml. 14 brasilianarar sum fara at royna at halda jól saman. Jólamaturin verður nokk ein blandingur millum norskan og brasilianskan mat. 

Sum nú er, eru vit í fullari operatión, so eg rokni ikki við at tað verður tað stóra jólaborðið. Veðrið er gott, so vit klaga ikki. Uml 30ºC í skugganum og 27ºC í sjónum. Kannska onkur hávur í jólahýri ferð at svimja forbíð.? 

Bestu heilsanir 
Per ---------------------------------------------- Thor Supplier Úr eystur India Ætt, vinum, kenningum og reiðari verða ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýggjar við takk fyri tað brátt farna. 

Vit halda jól við kei í Visakhapatnam í eystur India 

Tað verður boðreit við dunnu og haru, kokkurin hevur baka kaku eisini. 

Vit eru 4 føroyingar, 3 bulgarar og ein filipini 

Vit vilja eisini takka sjómanskvinnuringinum fyri jólapakkarnar 

Heilsan 
 Sólbjørn H. Johansen 
Símin Hannus Johannesen 
Poul Jacob Magnussen 
Niklas Restorff Jacobsen 

Thor Supplier 
Online mail thorsupplier@thor.fo 
SevSat +44 2078585674 
Local Mobil India +91 9849617963 ---------------------------------------------- Frystitrolaranum Båtsfjord Frá Una Eg vil ynskja familju og vinum heima eini gleðilig jól og eitt eydnuríkt nýggjár. Vit eru á veg Jólaheilsanir av Portalinum Niðanfyri prenta vit nakrar av jólaheilsanu8num, sum føroyingar uttanlands sendu portalinum á jólum