Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 250 - 28. desember 2007 tíðindi Til­nevning­arnar Á opnuni sæst, hvørjir ból­kar, einstakl­ing­ar og­ fl­øg­ur eru í uppskoti til­ at vinna Pl­anet- awards í kvøl­d. Seinastu dag­- arnar hevur SMS- atkvøðug­reiðsl­a verið um ymsu heiðrarnar, og­ á miðdeg­i í dag­ var hendan av. Á stórsl­ig­na pl­anet-g­al­l­anum í kvøl­d verður so avdúkað, hvørji tey verða, sum fara avsatð við teimum seks pl­anetunum, sum verða l­ætnar. Og­ á Rás2 verður eisini g­al­l­a-kvøl­d. Her verður nevnl­ig­a sent beinl­eiðis frá kl­. 20 í kvøl­d til­ á midnátt. Ársins føroyska fl­øg­a Káta Hornið – Teitur Á Káta Horninum er tað tann eygleiðandi og samfelagsrevsandi Teitur, ið hugleiðir um okkara samfelag, sína støðu sum útiseti og um dreymin um at venda heimaftur. Tekstirnir eru sera týdningarmiklir á fløguni, og nógv áhugaverd evnir vera tikin upp. Á onkran hátt tykjast allir sangirnir at vera lítlar viðmerkingar ella hugleiðingar við fylgispæl. Tónleikaliga fungerar fløgan væl, hon er væl sungin og væl spæld. Eisini ljóðar hon framúrskarandi væl. Ljoðið er livandi og autentiskt, og klæðir hesi fløgu, ið ikki bert ein onnur vanlig poppfløgan. Let Your Scars Dance – Lena Anderssen Tað hoyrist á Let Your Scars Dance, at Lena og Niclas eru ment á nærum øllum økjum Nógvu konsertirnar og miðvísa arbeiða hjá fremstu føroysku tónleikahjúnunum hoyrist aftur á hesari frálíku útgávu, ið er nógv tað besta, ið nakar av teimum hevur latið úr hondum. Hetta er ein gjøgnumførd tónleikaframleiðsla: væl skrivaði løg, fínir tekstir, væl sungið, væl spælt og oman á alt, so er tað eisini væl framleitt og ljóðblandað. Fløgan ljóðar organisk og livandi, og endiliga sleppur man at uppliva dýpdina, ið løgini og røddin hjá Lenu hava á konsertum, endurskapta á fløgu Love Is Dead - Guðrið Hansdóttir Á Love Is Dead sleppa vit endiliga at uppliva góðu lagskrivingina og eyðkendu røddina hjá Guðrið Hansdóttir á fløgu. Guðrið hevur á fløguni savnað ein bólk, ið gevur løgunum hjá henni júst tað skap, ið hon imyndaði sær, at tey skuldu hava. Fløgan er í stóran mun borðin av góðu melodiiunum frálíku songrøddini og sorgblídni. Hetta er beinrakin poppur, ið hevur vunnið hjørtuni á føroyingum. Á 15 teimum bestu hevur Guðrið gingið sína sigursgongd við fleiri løgum, og fløgan umboðar størsta gjøgnumbrot á føroysak tónleikapallinum í ár. Pandemonium hjá Sic er ein av bestu føroysku rokkfl­øg­unum, ið eru g­jørdar hig­artil­. Við fløguni hevur Sic vunnið hjørtuni á áhoyrarum og ummælarum kring heimin. Fløgan er stutt sagt í heimsflokki. Stílurin er sum heild treskimálmur ella thrash metal, men óvanliga melidiøsur treskimálmur. Tó hoyrist íblástur frá bæði øðrum málmi, sosum ferðmálmi, dómsmálmi, av 90’ára rokki, og nógvum øðrum. Sum heild er bygnaðurin av fløguni, framleiðslan og ljóðblandingin góð. Tónleikaframleiðarin og ljóðblandarin Tommy Hansen hevur fingið tað allar besta burtur úr Sic, har er stutt sagt einki at finnast at. Stories of Devil­s, Ang­el­s, Lovers and Murderers - Budam Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers er eitt nýbrot innan fyri føroyskan tónleik. Søgusigarin Búi Dam tekur á fløguni lurtaran við á eina ferð, har tú kennir, at tú ert noyddur at lurta. Hetta eru søgur um djevlar, einglar, ást og morð. Høvuðspersónurin Búi Dam letur sín sín innara søguforteljara sleppa út - Hesin er inniligur og ógvisligur og tykist at hava bíða í alt ov nógv ár eftir at sleppa út. Men eisini í spæli og tilrættalegging er fløgan ein framúr væl frágingin. Nakrir av Føroya allar bestu tónleikarum tykjast betur enn nakrantíð áður. Ársins føroyska tónl­eikanavn Boys In a Band Ársins nýggja tónleikanavn í fjør Boys In A Band framdu eitt tað størsta bragdi í føroyskum tónleiki, tá teir vunnu altjóða GBOB kappingina. Men hetta var bert endin á einum fantastiskum tónleikaári fyri Boys In A Band. Teir tóku alt og øll á bóli á AME í Føroyum og hava síðan spælt hópin av konsertum í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á háttvirda Roskilde Festivalinum og á Spot Festivalinum. Teir hava skriva booking sáttmála uttanlands, og hava plátu- sáttmála í boði. Stutt sagt hava teir gjørt alt rætt. Við GBOB sigrinum fingu teir eisini fíggjarligt rásarúm. Budam Budam var í fjør í uppskoti til heiðurin besta nýggja navn, í ár hevur bólkurin staðfest, at hetta var uppiborið. Á konsertum úti og heima hevur inniliga framførslan hjá Budam rørt áskoðarar. Ummælarar detta um hvør annan at rósa bólkinum, og fløgan Stories Of Devils, Angels, Lovers and Murderers er framúrskarandi. Áhugin uttanlands er alsamt vaksandi og hevur tú uppliva eina Budam konsert, so skilur tú væl hví so er. Bólkurin bjóðar eina mentanarliga heildarupplving av teimum frægu. Guðrið Hansdóttir Guðrið Hansdóttir er ikki longur ein lovandi songkvinna, hon er eitt av okkara størstu tónleikanøvnum. Við fløguni Love Is Dead er Guðrið Hansdóttir vorðin fastur gestur á 15 teimum bestu, har løg sum Love Is Dead og Sleeping With Ghosts hava gjørt um seg. Løg hjá Guðrið eru at hoyra í útvarpi, eins og hon javnan er at síggja í sjónvarpi. Hon er stutt sagt vorðin ein landskend poppstjørna. Seinasta árið hevur hon spælt nógv bæði heima og úti, og hon leverar altíð vøruna á konsertum, hetta hevur við sær at fjepparaskarðin alsamt veksur. Sic Limirnir í SIC vóru djarvir, tá teir kunngjørdu, at teirra fyrsta fløga fór at verða ein varði í føroyskum tónleiki. Men eftir at hava hoyrt Pandemonium, so er ikki trupult at síggja, hvar sjálvsálitið kemur frá, teir eru farnir frá at vera eitt lovandi navn, til at vera ein bólkur í heimsflokki. Innan sína tónleikagrein eru Sic einaráðandi í Føroyum og hava verið tað í fleiri ár, men í farna árinum er bólkurin vorðin ein av teimum allar bestu føroysku bólkunum. Eisini umheimurin hevur latið eyguni upp fyri Sic, og bólkurin fær góð ummæli kring allan heim. Teitur Teitur hevur í størri mun enn nakað annað føroyskt tónleikanavn ferðast kring heimin við sínum tónleiki seinnu árini, men í ár gekk leiðin heim til Føroyar. Teitur gav fyrr í ár fløguna Káta Hornið út har hann lat lurtaran sleppa at uppliva nøkur av teimum løgum, ið hann hevur skrivað á føroyskum. Við fløguni fylgdu eisini fleiri konsertir á heimavølli. Men eisini uttanfyri Føroyar løgdu ummælarar tilmerkis, at Teitur gjørdi eina føroyska fløgu, og fløgan fekk góð ummæli uttanlands. Eisini var 2007 árið, tá Ísland varnaðist Teit, eins og danir valdu hann til sína bestu songrødd. Heiðrikur á Heyg­um Heiðrikur á Heygum er ein tann mest markanta songrøddin á føroyska tónleikapallinum í løtuni. Røddin tykist sum eitt slag av føroyskum blandi av Chris Isaac, Dave Gahan og Antony Hegarty. Á konsertum og á stakfløguni Jealous hevur Heiðrik víst, at hann er heilt serligur. Hann er sangari allan vegin ígjøgnum, hann skrivar tónleik við rødd síni, og syngur ljóðførini fyri tónleikarum sínum. Bæði sjálv røddin, men eisini hátturin, ið hann brúkar hana, vísir her er talan um eina komandi stjørnu á føroyska tónleikahimninum. Jóg­van Tá ið Jógvan Hansen flutti til Íslands at búgva, mundu fleiri halda, at so var liðugt hjá honum at syngja. Sangarin í popp- bólkinum Aria hevði gjørt vart við seg í føroyskum tónleiki, men tá ið leiðin var løgd til Íslands, snúði tað seg í fyrstu syftu um yrki sum frisør. Men hetta broyttist av álvara í ár, og Jógvan fekk rættiligt gjøgnumbrot í Íslandi. Hann royndi seg í stórslignu X Factor sangkappingini, sum varð send í beinleiðis sjónvarpi í Íslandi, og har gjørdi Jógvan ikki mætari enn at fara allan vegin. Fyrst var hildið, at tá ið Jógvan varð sloppin víðari frá einum umfari, mundi tað var væl klárað, tí íslendingar fóru neyvan at lata ein útlending fara at vinna kappingina. Men sang stillar og villar sangir, og tá ið alt kom til, var tað Jógvan, sum stóð eftir sum tann greiði vinnarin í kappingini. Fløguútgávan í kjalarvørrinum av sigrinum var eisini ein sukses, og Jógvan endaði ovast á tónatindunum í Íslandi. Mikkjal­ G. Hansen Longu sum oddamaður í Krit, var Mikkjal Gaard Hansen eitt serligt talent, sum flest øll við eitt sindur av skili fyri tónleiki og framførslu løgdu merki til. Orð sum lovandi, gávuríkur, karismatiskur eru ofta brúkt um Mikkjal. Á fløguni Pandemonium hevur Mikkjal staðfest sína støðu sum ein av okkara allar sterkastu røddum . Hansara rødd var millum annað av einum suðuramerikanskum ummælara samanborin við legendariska Max Cavalera. Mikkjal grovlar, rópar og skrálar sum fáur, men vísir í meliøsu pettunum eisini at røddin megnar meira traditionellan sang. Pætur Zachariassen Sjarma fjas og ein rúgva av sjálvsáliti kann brúkast til nógv, men í førinum Pæturi Zachariassen goymir tað í ein ávísan mun, at hetta er ein sera góður sangari. Boys In A Band oddamaðurin er egin og stuttligur, og kanska mest týdningarmikili brikkurin í putlispælinum, ið ger Boys In A Band til ein av Føroya bestu bólkum nakrantið, og sambært GBOB besta nýggja bólk í heiminum. Pætursa orkufulli sangur gevur ljóðmyndini hjá Boys In A Band nakað heilt serligt. Hann hevur eitt sera sterkt útrykk, og vinnur nógv hjørtu, tá hann letur munnin upp. Teitur Fyrr í ár varð Teitur valdur til besta sangara í Danmark, nú roynir hann seg á heimavølli. Røddin hjá Teiti hevur verið ein tann mest markanta á føroyska tónleikapallinum í fleiri ár, og hevur av somu orsøk verið í upprskoti sum besti sangari árður. Seinnu árini hevur tað mest verið á enskum, at vit hava uppliva hesa eyðkendu røddina. Men 2007 gjørdist árið, tá Teitur vendi heim aftur tónlistarliga, og gav eina føroyska fløgu út. Farna árið hevur Teitur sett ferðina niður á sínum útlandsfeðum og í staðin hava føroyingar fleiri ferð kunna uppliva hesa røddina í Føroyum. Ársins sangari