fríggjadagur 28. desember 2007síða 53
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 250 - 28. desember 2007
53
tíðindi
Ársins nýggi bólkur
Heiðrik
Heiðrik hevur í vetur víst, at hann
er ein óvanliga gávuríkur sangari
og sangskrivari.
Hansara egna slag av
elektroniskum tónleiki er
smittandi, fangandi og lokkandi.
Heiðrik við øðrum orðum er eitt
frískligt og nýskapandi lot innan
føroyska tónleikaheimin.
Stakfløgan hjá Heiðriki Jealous,
kom út herfyri og vísir, at her er
talan um eitt heilt serligt talent.
Røddin er framúrskarandi, og tað
er eingin ivi um, at hetta er eitt
sera spennandi íkast til føroyskan
tónleik, ið vit fara at hoyra nógv
frá komandi árini.
Lizzie
24 ára gamla Ann Elisabeth Berg hevur
lagt danska poppheimin fyri sínar føtur
við stóra hittinum Ramt i Natten
Eitt tað mest spennandi nýggja navnið í
danska tónleikaheiminum í 2007 er
Lizzie. Navnið kom burtur úr ongum,
men eftir stuttari tíð hevði eitt stórt
radiohitt slóðað fyri Lizzie. Tað er 24 ára
gamla Ann Elisabeth Berg, sum hevur
vunnið upp á tónatindarnar í Danmark
undir navninum Lizzie, og her heima
hevur sangurin Ramt i Natten eisini
verið nógv spældur. Lizzie hevur verið
virkin í tónleiki, síðani hon var smágenta.
Hon hevur sungið í kóri, spælt í ymsum
bólkum, og í Danmark hevur hon eisini
roynt seg sum sangara – millum annað í
eini duett við Alex í fjør.
Fyrsta stakfløgan hjá Lizzie gjørdist eitt
stórt hitt í Danmark, og nú verður bíðað
eftir, at Lizzie fer at koma við sínari fyrstu
fløguútgávu næsta ár.
Petur Háberg
Petur Háberg flutti seg í ár, frá at
vera trubadurur til at vera
rokksangari í sínum egna
rokkbólki .
Á Asfalt, G!, Summarfestivalinum
og Fjarðafestivalinum spældi
bólkurin eitt slag av
progressivum nútíðarpoppi, sum
leiddi tankarnar til bólkar sum
Carpark North, men eisini til
íslendska popp gandakallin
Mugison. Søta røddin hjá Peturi
stendur øgiliga væl til hart
rokkandi tónleikin. Men tað er
heldur ikki at forkasta, at Petur er
ein sangari, sum er ómetaliga
sjarmerandi, hann dugur væl at
vinna hjørtu, vælklæddur, penur
og gjøgnumført fittur
The Carlsens
Hóast tær ikki hava verið at sæð
á føroyskum palli, so hava The
Carlsens verið millum virknastu
nýggju tónleikanøvnini.
Carlsen systrarnar, Vanja, Laila og
Barbara hava alt árið ferðast
kring USA við
prædikumanninum Rodney
Howard-Browne og kirkjuni The
Revival Ministry. Men samstundis
hava tær tikið sær tíð til, at spæla
inn eina fløgu. Sum er útkomin í
USA og Føroyum. Hóast tær allar
hava verið vikrnar á
tónleikapallinum í nógv ár, so er
hetta fyrsta útgávan hjá teimum
saman. Tær hava javnan verið at
sjónvarpsrásum sum GOD TV og
CTN har fleiri milliónir hyggjarar
hava hoyrt tær sungið
The Ghost
The Ghost er eitt av teimum
mest spennandi nøvnunum á
føroyska tónleikapallinum.
Bólkurin gjørdi fyrstu ferð vart
við seg á eini konsert í Losjuni
við Gøtugjógv, og hevur síðan
spælt nógv. M.a. sluppu teir við á
Iceland Airwaves festivalin.
Tónleikurin er eitt slag av
elektroniskum poppi. Hann er
minimalistiskur, rútmiskur og
egin; ein samanseting av
elektroniskum rútmum og
hondspældum gittara og
synthesizara. Konsertirnar eru
sera lívligar, serliga er sangarin
Filip Mortensen sum ein sekkur
av loppum. Hin helvtin av The
Ghost er Urbanus Olsen.
Ársins útlendska navn
Tilnevning besti útlendski: Bjørk
»Declare Indenpendence!« útkom
sum eitt brak og sum eingin annar,
enn hon kann tað, so hevur hon
hugtikið lurtarar kring allan heimin.
Útgávan »Volta« hevur hugtikið
fleiri ummælarar og hevur hon
fingið góð ummælir. Fyrrnevnda
staklag er, sum hon hevur sagt á
konsertum og greitt frá fyri altjóða
fjølmiðlum, ognað Føroyum og
Grønlandi. Og lagið snýr seg um at
gerast sjálvstøðugur á ein og annan
hátt.
Tilnevning besti
útlendski: Bruce
Springsteen
Hetta er ein gamal
kenningur innan
Rock/Pop-heimin.
Miðskeiðis í
70unum fekk hann
sítt gjøgnumbrot
og í 80unum vann
hann sær tað væl fortjenta eyknevnið
»The Boss«. Springsteen er tó á ongan
hátt pensjóneraður, nú vit skjótt skriva
2008. Í 2006 kom »We shall Overcome
– The Seeger Sessions«. Av seinastu
útgávu hansara frá 2007, »Magic«, er
tað lagið »Radio Nowhere«, sum hevur
ligið ovalaga á hittlistum kring heimin.
Á fimtan teimum bestu hevur »Radio
Nowhere« ligið ovast í meiri enn tveir
mánaðir.
Tilnevning besti útlendski: Timbaland
Alt, ið hesin rørir ,ið tykist gerast til
gull. Produsarin Timbaland hevur m.a.
givið Nephew eina hjálpandi hond og
eisini Bjørk, sum bæði eru tilnevnd
undir besta útlendska bólki ella
einstaklingi á Planet Awards. Hitt sum
»Promiscuous« hjá Nelly Furtado og
»Sexyback« hjá Justin Timberlake eru
millum hansara kendastu. Í løtuni
arbeiðir hann saman við Madonnu, ið
gevur fløgu út fyrst í 2008.
Tilnevning besti útlendski: Nephew
Danski bólkurin Nephew hevur eitt
serligt tilknýtið til føroysku lurtararnar.
Bólkurin hevur jú vitjað tvær ferðir á
G-Festivalinum. Og báðu undanfarnu
árini varð Nephew valdur til ársins
útlendska tónleikanavn á Planet
Awards. Seinastu tíðina hevur ein live-
útgáva av lagnum »Hospital« klintra
uppeftir donskum hitlistum. Hetta
lagið er av konsertfilminum
»07.07.07«, sum bólkurin nýliga hevur
útgivið.
Tilnevning besti útlendski: Kent
Svenski bólkurin Kent er millum
tilnevningarnar til ársins besta bólk/
einstakling á Planet Awards. Bólkurin
hevur síðan fyrstu fløguna í 1995 gjørt
fleiri góð løg, ið lurtarar í hópatali hava
tikið til sín. Hetta er eisini galdandi
heima í Føroyum, har bólkurin ofta
hevur haft løg inni á 15 Teimum Bestu.
Bólkurin hevur nýliga útgivið fløguna
»Tillbaka til Samtiden«.
Eivør Pálsdóttir
Eivør Pálsdóttir hevur
møguleikan at vinna planetina
fyri bestu songkvinnu triðja árið
á rað.
Eivør Pálsdóttir gav í ár fløgu út,
innspælda í Írlandi við írskum
topptónleikarum, men hesir eru
bara karmur um stjørnuna, ið er
røddin hjá Eivør. Eingin føroysk
songrødd hevur fingið so nógv
góð orð frá ummælarum um
allan heim. Farna árið hevur hon
ferðast kring heimin og sungið í
nógvum ymiskum
samanhangum. Men eisini her
heima hava vit kunna uppliva
røddina. Eitt nú á konsertini á
Atlantic Music Event í
Norðurlandahúsinum, ein
framførsla, ið telist millum tær
bestu á føroyskari jørð nakrantíð.
Guðrið Hansdóttir
Guðrið Hansdóttir hevur eina av
teimum bestu røddunum í
Føroyum, og er í ár veruliga
traðka fram í rampuljósið.
Guðrið er einasta kvinna,
umframt Lenu og Eivør, ið hevur
verið í uppskoti til hesa
heiðursløn á hvørjum ári.
Eftir fleiri ár sum einstaklingur
við gittara, og í bólkum sum PH
5,5 og Isadora & The Rebels, er
Guðrið nú oddakvinna í einum
bólki, ið spælir undir hennara
navni. Úrslitið hava flest øll hoyrt:
eian fløgu, ið fólk hava tikið til
sín, og sum letur eyðkendu
røddina hjá Guðrið koma til sín
rætt.
Laila Carlsen
Laila Carlsen hevur í nógv ár
sungið, í ár hevur hon valt sangin
sum yrkisveg, og syngur kring alt
USA.
Laila Carlsen hevur verið virkin á
føroyska tónleikapallinum í nógv
ár, men tað er ikki fyrr enn
seinasta árið, at hon hevur
arbeitt fulla tíð sum songkvinna.
Laila er saman við systrunum
Vanju og Barbaru flutt til USA,
har tær syngja fyri The Revival
Ministry. Á teirra fyrstu fløgu, ið
var givin út undir heitinum The
Carlsens og á God Channel, har
tær javnan syngja, kunnu
føroyingar tó frøðast um vøkru
røddina hjá Lailu.
Lena Anderssen
Lena Anderssen er aftur í ár
millum nøvnini, ið eru í uppskoti
til heiðurin besta songkvinna, og
við eini fløgu, har songrøddin
veruliga sleppur til sín rætt, er
hetta rættiliga sjálvsagt.
Røddin hjá Lenu er
framúrskarandi, hon hevur ferð
eftir ferð prógva, at hon telist
millum tær bestu
songkvinnurnar, ið vit hava. Hon
hevur í størri mun enn nøkur
onnur føroysk songkvinna lært
seg at brúka sítt ljóðføri á mest
áhugaverdan hátt. Tað ger heldur
einki, at Lena við tíðini er vorðin
somikið dugnaligur yrkjari, at
røddin hevur inniligan boðskap
at bera, tí tað er sum søgusigari,
at Lena er allar sterkast..
Sigrid Rasmussen
Songkvinnan, sum stórtívist í
gospeltónleiki, hugtekur ferð eftir
ferð við síni framúr góðu rødd
Sigrid Rasmussen hevur nakað yvir
sær, sum fáar aðrar songkvinnur her
á landi hava. Vakra songkvinnan
hevur eina framúr góða rødd, og tá
ið hon fer á pallin er ein altjóða
dámur yvir henni.
Hon kann syngja gospel, so tað
stendur eftir, og tá ið hon fer í holt
við aðrar sjangrur kann staðfestast,
at hon eisini kann syngja popp ella
jazz, skuldi tað verið.
Sigrid Rasmussen hevur áður verið
poppstjøran í Noregi, og hon hevur
eisini gingið á tónlistaskúla í
London. Nú er hon heima í Føroyum,
og tað hevur við sær, at hon er oftari
at hoyra til tiltøk, enn hon onkuntíð
hevur verið. Og tað kunnu føroysku
oyruni njóta gott av.
Ársins songkvinna