Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 11 Rockur í løgmansbili Stóra navnið á Summar Festivalinum, Scorpions, koyra í Audi-bilum, meðan teir vitja í Føroyum. Fimm Audi A6 bilar flyta tónleikararnar runt í Føroyum, og ein av hesum bilum er sjálvur løgmansbilurin. - Festivalarnir gera eitt sera áhugavert arbeiði, og kann eg koma við mínum lítla íkasti, so er tað frálíkt. Samstundis havi eg fingið annan bil í staðin, so tað er ikki verri enn so. Tað einasta kravið, ið eg havi sett, er at ikki verður roykt inni í bilinum, sigur Jóannes Eidesgaard. Olshana sakk Russiski trolarin Olshana rendi á Flesjarnar, tá ið hann var á veg til fiskskap, og har varð skipið standandi. Í meira enn eitt hálvt samdøgur varð roynt at fáa trolaran av aftur, men endin var, at Olshana sakk á 70 metra dýpi. Trolarin hevði júst bunkrað olju, og við skipinum fóru 270 tons av olju til botns. Roynd at seta eld í kirkju Tá kirkjutænararnir komu í kirkjuna við Gjógv í sambandi við eina brúðarvígslu, varnaðist ein teirra, at ein brunamerki var á øðrum stólpanum við kórsgáttina, og at ein pappírslepi við brunamerki lá á lesipultinum. Morgunin eftir varnaðist klokkarin, at eldur hevði verið í altardúkinum, og at nakrar síður í einari sálmabók, sum lá frammi í kóri, høvdu brunamerki. Málið er meldað til løgregluna. Kristian Martin Joensen, sýslumaður í Runavík, sigur, at málið verður kannað sum ein roynd at seta eld á. Gjáar kirkja hevur altíð staðið opin, og hon hevur fingið góðan frið, sigur Sofus Johannesen. Men eftir tað, sum er hent um vikuskiftið, hevur kirkjuráðið gjørt at av læsa kirkjuna fyribils í hvussu er. August ’’ - Eg gloymi ongantíð, tá ein lærari einaferð segði við meg: Tróndur, minst til, at tað tekur í minsta lagi 20 ár at finna sín egna listarliga stíl. Fyrsta kravið er, at tú tekur tína list í álvara og finnur hana innan í tær sjálvum. Tróndur Patursson, listamaður - Í sættu bókini er Harry Potter hart kroystur av einum húsálvi hjá Sirius Blake. Á enskum skríggjar hann »shut up«, og eg umsetti hetta til »halt kjaft«. Men ritstjórarnir vildu ikki góðtaka hetta, Harry Potter sleppur ikki at bannast á føroyskum, og tí sigur hann bara »halt gák«. Bergur Rasmussen, týðari ’’ Arbeiðsloysið í Føroyum er metlág, og vinnan skríggjar eftir arbeiðsmegi. Men politiski myndugleikin kann ikki semjast um at loysa trupulleikan, og stjórin í Vinnu­ húsinum heldur hetta verða tekin um býttleika frá politiskari síðu Metlága arbeiðsloysið í Føroyum heldur fram, og landið hungrar eftir arbeiðsmegi. Hjálp sigst vera ávegis frá Innlendismálaráðnum. Men ætlanin um at liberalisera útlendingalógina, hvørjum útlendskari arbeiðsmegi viðvíkir, er ikki uttan trupulleikar, tí trupult er at finna politiska semju um málið. Seinastu tølini frá Hagstovuni vísa eitt arbeiðsloysi á 1,5 prosentum. Sostatt heldur metlága arbeiðsloysið fram, og sostatt er støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum heilt óvanlig í altjóða høpi. Tí sambært Hagstovuni kemur bert hendingaferð fyri, at lond kunngera arbeiðsloysistøl lægri enn tvey prosent. - Tølini eru bert ein staðfesting av tí, vit hava ávarað um í fleiri ár, nevniliga at arbeiðsmarknaðurin hungrar eftir arbeiðsmegi. Tað sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, um nýggjastu Hagstovutølini, ið vísa eitt metlágt arbeiðsloysi. Hann vísir á, at óvanliga støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum ikki er eitt met, ið føroyingar kunnu vera ernir av. - Hetta er heimsmet í búskaparligum býttleika. Hóast politikararnir hava vitað av trupulleikanum við vantandi arbeiðsmegi í fleiri ár, er einki gjørt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann vísir á, at byggi- og flakavinnan hava rópt eftir arbeiðsmegi í nøkur ár, men seinasta árið hava arbeiðsgevarar í so at siga øllum vinnum rópt eftir arbeiðsmegi. Men framvegis er so at siga einki gjørt frá politiskari síðu. Barnaarbeiði Tølini frá Hagstovuni vísa, at vøksturin á arbeiðstakarum er størstur millum tey 16-19 ára gomlu. Økta unga arbeiðsmegin er sambært stjóranum í Vinnuhúsinum als ikki nøktandi. - At fleiri ungfólk arbeiða er í lagi. Men hetta er als eingin varandi loysn. Og spurningurin er, um vit skjótt seta eitt annað met sum tað einasta ídnaðarlandið, ið hevur trupulleikar við barnaarbeiði, sigur Jan Mortensen bersøgin. Hann vónar, at ætlanin um at liberalisera útlendingalógina, so útlendsk arbeiðsmegi lættari sleppur til landið at arbeiða, gerst veruleiki skjótast gjørligt. Kortini ivast hann, um nýggja uppskotið er nóg mikið. - Ein liberalur ES-marknaður ger tað munandi lættari, men vit síggja, at í til dømis baltisku londunum er arbeiðsmegin longu við at verða troytt. Ein skal jú eisini minnast til, at Føroyar ikki eru einsamallar í neyðarrópinum um útlendska arbeiðsmegi. Kappingin um arbeiðsmegina verður ivaleyst stór, og tískil ræður um at hava so góðar livi- og arbeiðsumstøður sum gjørligt at bjóða útlendingunum, vísir Jan Mortensen á. Samtak, ið er yvirskipaði felagsskapurin hjá Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, heldur, at útlendsk arbeiðsmegi kann ikki innflytast uttan treytir og nærri kanningar. - Hetta kann vísa seg at verða óheppið. Tað er ikki óhugsandi, at føroyingar, tá ið minni arbeiði verður, verða sendir til hús til fyrimunar fyri útlendskari arbeiðsmegi, sigur Samtak. Føroyar hava eitt óvanliga lágt arbeiðsloysi, og tað leggur stórt trýst á vinnuna. Arbeiðarafeløgini ávara tó ímóti at innflyta útlendska arbeiðsmegi uttan treytir og nærri kanningar Seta met í býttleika