fríggjadagur 28. desember 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
umfari, men tá ið vit hava
fingið viðurskiftini í rætt
lag, verða vit væl fyri.
Eingin hóttan...
Jan helt, at um fiskimenn
ikki eru til reiðar at berjast
fyri sínum rættindum, verða
teir hildnir niðri í nógv ár,
og hetta kann ikki verða
rætt.
Verða menn koyrdir í
land, tí teir vísa til sáttmálan,
fer tað at fáa álvarsligar
avleiðingar. Vit noyðast at
standa sum ein maður móti
áganginum – ella verða vit
misnýttir. Vit eiga ikki at
verða bangnir fyri at leggja
flotan – og tó. Hetta skal
ikki verða nýtt sum nøkur
hóttan, men takast í fullum
álvara, segði Jan Højgaard,
formaður í Føroya Fiski
mannafelag.
Bryggjuquizz í Vestmanna
Í Vestmanna verður javnan skipað fyri sokallaðu
bryggjuquizzi á caféini. Í kvøld verður aftur skipað fyri
slíkum tiltaki. Tað eru teir báðir Marnar Joensen og Páll
Hellu, ið skipa fyri bryggjuquizzinum, sum er ætlaður øllum
áhugaðum omanfyri 18 ár. Tiltakið, sum verður á Café
Bryggjan, byrjar klokkan 21. Aftan á verður skipað fyri
dansi, har teir tríggir Annfinn Jacobsen, Gunnleif Bech og
Johan Danielsen fara at spæla.
Góður toskaprísur
Nógvir danir halda fast um gamla siðin at eta tosk á
nýggjárinum, men veðrið ger, at tað er ikki altíð líka lætt at
fáa fatur á honum. Veðurmenninir hava boðað frá vindi í
Norðsjónum, og tí verður tað helst bara toskur av teimum
innaru leiðunum, sum verður í handlunum. Tað skerda útboðið
ávirkar prísin. Í dag kom hann upp í 40 krónur á
marknaðinum í Hvide Sande, men í handlunum kann hann
koma upp í 130 krónur um vikuskiftið.
Eyðun
Johannesen,
næstformaður
og Jan
Højgaard,
formaður í
Føroya Fiski
mannafelag í
Norðurlanda
húsinum í
morgun
Mynd:
Vilmund Jacobsen
Sámal Poulsen, sýsluformaður Føroya Fiskimannafelags í
Suðuroy, er á veg á landsfund
Mynd: Vilmund Jacobsen
Formaðurin í
Føroya Skipara-
og Navigatørfelag,
Eyðstein Djurhuus,
ásannar, at áhugin
fyri sigling og fiski-
skapi er alsamt mink-
andi, serliga millum
tað yngra fólkið
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eins og Føroya Fiskimanna
felag heldur landsfund, hel
dur eisini Føroya Skipara
og Navigatørfelag aðalfund
í Norðurlandahúsinum í
dag.
Í brævi, sum felagið hev
ur sent limum sínum undan
aðalfundinum, leggur for
maðurin, Eyðstein Djur
huus,
dent
á,
hvussu
umráðandi tað er, at so
nógvir limir sum gjørligt
møta á aðalfundi.
Skal felagið veita limum
sínum eina nóg góða tæn
astu, er neyðugt, at vit, sum
mynda felagið, hoyra tykk
ara sjónarmið. Vit mugu
hoyra tykkara sjónarmið
um, hvørji mál felagið eigur
at taka upp – ella gera meira
við.
Minkandi áhugi
Formaðurin segði í skrivin
um, at hann í ársfrágreiðing
felagsins á aðalfundinum í
dag fer at viðgera øll við
komandi viðurskifti fyri fel
agið.
Áhugin fyri sigling og
fiskiskapi er alsamt mink
andi, serliga millum yngra
fólkið. Miðalaldurin á sjó
fólki hækkar skjótt, og tor
ført er at fáa manning til
skipini. Nú hava fleiri skip
ein part av manningini úr
útlondum.
Eyðstein helt, at neyðugt
er hjá felagnum at tosa
innanhýsis um hetta álv
arsmál.
Hann vísti á, at umstøð
urnar til fundarvirksemi og
prát eru sera góðar í Norð
urlandahúsinum.
Vit leggja fundin so
leiðis til rættis, at høvi
eisini verður hjá luttakarun
um at práta saman um leyst
og fast. Møguleiki er at
hitta starvsfelagar og kenn
ingar, sum tú annars bert
hittir á whf’inum ella um
fartelefonina, segði hann.
Eingin uppíblanding
Tá ið Sosialurin var framvið
í Norðurlandahúsinum í
morgun, tosaðu vit tvey orð
við Eyðstein Djurhuus, ið
tók við sum formaður í
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag eftir Ellint Abra
hamsen.
Vit spurdu formannin,
um hansara felag hevur nak
rar viðmerkingar til verk
fallið, sum er í fiskiskipa
flotanum, tí Føroya Fiski
mannafelag og Føroya Reið
arafelag ikki kunnu semjast
um nýggjan sáttmála.
Nei, vit hava onga við
merking til sáttmálastríðið
og vilja als ikki blanda
okkum upp samráðingarnar
millum
feløgini,
sigur
hann.
Í samrøðu við Sosialin
hava bæði Føroya Reiðara
felag og Føroya Fiskimanna
felag onkuntíð víst á, at
yvirmannapartarnir kanska
eru ov stórir. Kortini vil
Føroya
Fiskimannafelag
ikki siga hetta alment, tí fel
agið sjálvsagt einki hevur
ímóti, at aðrir starvsbólkar
hava góðar treytir.
Um yvirmannapartarnir
eru ov stórir ella ov smáir,
veldst um, hvussu tú sært
upp á hetta, men tað er ein
sannroynd, at hesir heldur
eru minkaðir enn vaksnir,
sum árini eru liðin, sigur
Eyðstein Djurhuus í stuttari
viðmerking.
Sosialurin og Portalurin
fara at venda aftur til ymiskt
av tí, sum formaðurin í
Føroya Skiparaog Naviga
tørfelag segði á aðalfundin
um í dag.
Áhugin fyri sigling
er alsamt minkandi
Vit hava onga viðmerking
til sáttmálastríðið og vilja
als ikki blanda okkum upp
samráðingarnar millum
Føroya Fiskimannafelag
og Føroya Reiðarafelag,
sigur Eyðstein Djurhuus,
formaður í Føroya
Skiparaog Navigatørfelag,
sum vit avmyndaðu í
Norðurlandahúsinum í
morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen