Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 10 - Mín uppgáva hevur verið at nátt teimum úrslitum, sum samgongan setti sær fyri. Um onkur so tekur sær meiri heiður av tí enn ein annar, fái eg ikki gjørt so nógv við. Jóannes Eidesgaard, løgmaður - Lad det færøske folk selv bestemme, om de vil købe vin og alkoholiske drikke i supermarkederne, lad dem gøre deres egne erfaringer og lære heraf. Mogens Tilsted Christensen, sóknarprestur ’’ ’’ Alsamt fleiri føroyingar royna at fáa sær hendur á ólóligum heilivági umvegis internetið. Landsapotekarin ávarar ímóti, at hesin heilivágur í ringasta føri kann verða beinleiðis vandamikil Viagra, steroidir, klænkievni, pínutablettir. Hetta eru bara nøkur av teimum evnum í pakkum, sum tey á Postdeildini hjá Toll og Skatt í Havn javnan fáa hendur á. Slíkar bíleggingar eru ikki bara ólóligar. Tá ongin trygd er fyri, at heilivágurin lýkur neyðugu krøvini, kann hann vera beinleiðis skaðiligur at brúka, ávarar landsapotekarin. Alt millum himmal og jørð Í gjárkvøldið visti DR at siga, at ólógligur heilivágur mest sum floymir inn yvir landið í Danmark. Í sendingini varð víst á, at stórur partur av hesum heilivági varð bílagdur umvegis internetið. Nú bendir alt á, at eisini føroyingar gera sær dælt av hesum ólógliga handli. - Tað er rættiliga týðiligt, at hesin trupulleikin er íkomin og vaksin við økta internethandlinum, sigur Herman í Stórustovu, deildarleiðari á Postdeildini hjá Toll og Skatt. Meðan tað fyrr mest var brennivín, tey á Postdeildini hildu eyga við, er nú oftast smærri pakkar, sum vekja illgruna. - Vit eru jú ikki serfrøðingar, so tá vit fáa pakkar við illgrunasomum heilivági, seta vit okkum í samband við landsapotekarin, sigur Herman í Stórustovu. Og landsapotekarin, Heri Mørkøre, váttar, at tað koma alsamt fleiri fyrispurningar frá Postdeildini um tey ymsu sløgini av heilivági, føroyingar royna at innflyta. - Vit síggja alt millum himmal og jørð, líka frá løgnum potensfremjandi evnum til eitt nú Letigen og Helsingørklænkibollar, ið langt síðani er bannað at selja, sigur Heri Mørkøre. Fólk blíva ill So leingi talan ikki er um rúsevni, verður politiið ikki blandað inn í hesi mál. Tá er mannagongdin í staðin, at móttakarin fær boð um, at pakkin ikki verður útflýggjaður, tí sendanin er ólólig. - Fólk blíva ofta ill og skilja ikki, hvør trupulleikin er, tá tey fáa eina slíka fráboðan, sigur Heri Mørkøre, og leggur afturat, at hetta bara vísir, hvussu óvitandi nógv eru á hesum øki. Alsamt fleiri fólk duga sera væl at leita á internetinum og skaffa sær upplýsingar um, hvørji sløg av heilivági finnast. Men nógv eru als ikki greið yvir, hvørjar reglur eru galdandi á hesum økinum, staðfestir Heri Mørkøre. Hann vísir á, at Apoteksverk Føroya er einasti mynduleiki, sum hevur loyvi til at innflyta heilivág. Harumframt eru tað heilt greiðar reglur fyri, hvat er at meta sum heilivágur, og hvørjar treytir hann skal lúka. Neyðugt eftirlit Landsapotekarin fegnast tó um, at eftirlitið í Føroyum við hesum handli er munandi betri enn i EU londum, har vørur hava frítt at fara um landamørk. Og hann mælir ikki til, at eftirlitið í Føroyum verður gjørt linari, sum talan annars hevur verið um. - Sum sagt, so fáa vit ótrúliga nógar fyrispurningar frá Postdeildini hjá Toll og Skatt um pakkar við illgrunasomum heilivági. Tað vísir í verki, at hetta eftirlitið virkar og hevur eina stóra uppgávu, staðfestir, Heri Mørkøre, landapotekari. Bjørk við Merkinum Heimskenda íslendska songkvinnan Bjørk var ein av teimum, sum høvdu framførslu á Roskilde Festivalinum í Danmark. Eftir eina framúrskarandi konsert endaði íslendska trøllagentan við Merkinum og grønlendska flagginum á palli, meðan hon sang Declare Independence. Sjálvt um regnið oysti niður og áhoyrararnir stóðu við vatni upp undir knø, megnaði Björk at bergtaka teir túsundtals áhoyrararnar. Sangurin Declare Independence er ein loysingarsangur, tilognaður Føroyum og Grønlandi. Ólavsøkan stríðist Áhugin fyri ólavsøkuni er ikki so stórur, sum hann var fyri bara fáum árum síðani. Tað staðfesta tey hjá Tórshavnar Ítróttarráði, sum samskipar ólavsøkuhaldið. – Tað virkar sum um, at tað eru færri fólk í býnum nú. Ólavsøkuaftan helt eg nakað av fólki vera í býnum, men ólavsøkudag var ikki nógv, sigur KristiannaHøgnesen, forkvinna í Tórshavnar Ítróttarráði. Hon heldur, at at nógv fólk velja mongu festivalarnar framum ólavsøkuna. – Og nú er heldur eingin fótbóltur á ólavsøku, og tað hevur heilt víst ávirkan, samstundis sum kappróðurin heldur ikki er so væl vitjaður, sum hann einaferð var, sigur hon. Tey tjena mest Giftir menn tjena í miðal meira enn ógiftir. Og kvinnur við børnum tjena í miðal minni enn kvinnur uttan børn.Hetta vísir ein stór norsk sosiologisk kanning, har granskarar hava samankoyrt upplýsingar frá norsku hagstovuni um lønarlagið hjá kvinnum og monnum. - Hóast munurin er minkaður seinastu tríati árini, so loysir tað seg ikki lønarliga at gerast mamma, siga granskararnir. Fylla seg við ólógligum heilivági Føroyingar royna at innflyta ólógligan heilivág, sum í ringasta føri kann verða skaðiligur fyri fólk Juli