fríggjadagur 28. desember 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
- Verða fiskimenn
koyrdir í land, tí teir
vísa til sáttmálan, fer
hetta at fáa álvarsligar
fylgjur. Vit noyðast at
standa sum ein maður
móti áganginum
– ella verða vit
misnýttir. Fiskimenn
eiga ikki at verða
bangnir fyri at leggja
flotan. Hetta skal ikki
verða nýtt sum nøkur
hóttan, men skal
takast í fullum álvara,
segði Jan Højgaard,
formaður í Føroya
Fiskimannafelag á
landsfundi í morgun
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í dag halda trý feløg, sum
umboða fiskimenn og sigl
andi, sínar árligu fundir í
Norðurlandahúsinum.
Føroya Fiskimannafelag
heldur landsfund, og Føroya
Skipara og Navigatørfelag
heldur aðalfund. Aftrat hes
um
báðum
feløgunum,
halda Føroyskir Fiskimenn
Uttanlands eisini sín aðal
fund í dag.
Lág eftirløn
Eitt av málunum, sum for
maðurin í Føroya Fiski
mannafelag, Jan Højgaard,
nam við í síni ársfrágreiðing
í morgun, var eftirlønin.
Fiskimenn hava lága
eftirløn, og tí leggja vit dent
á at fáa hana upp á eitt
støði, sum gevur fiskimonn
um góðar fíggjarligar karm
ar, tá ið teir gevast at sigla
eftir eitt langt og strævið
arbeiðslív.
Jan segði, at tær 52 krón
urnar, sum ein fiskimaður
fær sum kapitalpensjón fyri
hvønn virknan dag, er ein
ans ein fjórðingur av tí, sum
ein nøktandi eftirløn eigur
at verða.
Vanligt er nógvastaðni,
at arbeiðsgevarar gjalda 2/3
av eftirlønini, meðan starvs
fólk gjalda 1/3. Sum støðan
er nú, gjalda reiðarar 30
krónur og fiskimenn 22
krónur av 52 fyri hvønn
virknan dag.
Formaðurin vísti á, at
Sjómannadeildin hjá Før
oya Fiskimannafelag hevur
ta skipan, at limirnir fáa 5%
av lønini í eftirløn.
Um vit skulu fylgja til
mælinum hjá Fíggjarmála
ráðnum, skulu skulu lim
irnir í deildini upp á 12
15% av lønini. So, her er
nakað eftir á mál, segði
hann.
ALS og trygd
Jan segði, at ALSmálið,
sum hann rópti tað, er
komið til eitt vegamót.
Vit hava nú í nógv ár á
friðarligan hátt roynt at
fingið útgjald, tá ið fiski
menn gerast arbeiðsleysir,
men fordómar og óndskapur
hava gjørt, at arbeiðsleysir
fiskimenn sum oftast einki
fáa.
Formaðurin helt, at fiski
menn eiga at gera bart, tá ið
slíkar
beistagerðir,
sum
hann rópti tað, verða framd
ar.
Vit eiga at leggja flotan
beinanvegin, um ikki úrslit
spyrst burtur úr. Endur
gjaldið fyri mista inntøku
eiga vit at fáa úr landskass
anum, tí tað eru fiskimenn,
sum fylla í landskassan,
segði hann
Jan Højgaard helt fyri, at
fiskimenn eru sera illa fyri,
tá ið ræður um trygd.
Hetta kann lýsast í fleiri
stigum – heilt frá trygdini
umborð til fíggjarligt endur
gjald. Einki er at taka seg
aftur í, at tryggingarlóg
gávan er sera vánalig. Fyri
tað mesta er tað bara trygg
ingin, sum hevur nakað at
skula siga. Brúkarin er als
ikki vardur. Tað er heldur
soleiðis, at brúkarin kennur
seg útnyttaðan.
Formaðurin
segði,
at
soleiðis sum støðan er nú,
er tað beinleiðis óforsvarligt
at senda fólk út á havið at
arbeiða.
Hetta kemst av, at havið
er eitt vandamikið arbeiðs
pláss og at kalla einki eftirlit
er við arbeiðnum umborð,
hóast so sigst vera.
Jan legði aftrat, at tá ið
menn sigla undir so vanda
miklum umstøðum, mugu
almennu Føroyar syrgja
fyri, at lóggávan á økinum
er so mikið góð, at menn
klára at lívbjarga sær og
sínum, um illa vil til.
Tveir kostir
Hann helt, at bert tveir
kostir eiga at vera í at
velja.
Vinnumálaráðið eigur
at fáa valið ímillum at
syrgja fyri nøktandi trygd
– ella, at arbeiðið verður
niðurlagt. Tað kann tykjast,
sum hetta eru hørð krøv,
men vit hava í ártíggjur
gjørt vart við trupulleikan.
Formaðurin helt fyri, at
fiskimenn fara ikki at bíða
longur.
Vit hava longu bíðað ov
leingi, og hetta hevur kostað
okkum nógvar syndarligar
lagnur. Soleiðis skal tað
ikki verða í framtíðini.
Hann helt tað annars vera
heilt burturvið, at fiski
menn gjalda inntøkutaps
trygging, tá ið hendan bert
er galdandi í einstøkum
førum.
Vit síggja alt ov ofta, at
menn einki fáa, tá ið skipið,
teir eru við, er til umvæl
ingar. Dømir eru eisini um,
at menn ganga í mánaðir og
bíða eftir skipinum – uttan
at fáa eina krónu. Onkur
kann freistast at siga, at
fiskimenn, ið koma soleiðis
fyri, kunnu finna sær annað
arbeiði, meðan skipið ligg
ur, men hetta er tó ikki so
einfalt. Menn eru bundnir
at skipinum og hava skyldu
til at vera klárir, tá ið skipið
loysir aftur til fiskiskap.
Jan skar tí málið út í papp
og segði:
Kravið er einfalt: Løn,
meðan skipið er til umvæl
ingar.
Sáttmálarnir
Formaðurin í Føroya Fiski
mannafelag nam eisini við
spurningin um sáttmálarnar
og segði, at felagið fer at
leggja doyðin á, at hesir
verða hildnir.
Tað eru einstakir reiðar
ar, sum bróta sáttmálan. Eg
havi verið umborð á skipi,
sum breyt sáttmálan – ikki
bara í einum føri, men í
tveimum førum. Í fyrsta
lagi fekk manningin ikki
frið millum túrar – og fyri
tað næsta fekk hon ikki løn
fyri arbeiði, hevði gjørdi.
Jan segði, at felagið
ringdi til reiðaran beinan
vegin.
Svarið, eg fekk, gjørdi
meg ikki sørt bilsnan. Hann
segði bart út, at tað ikki
altíð er neyðugt at halda
sáttmálan, tí manningin
fekk aðrar sømdir. Tað, sum
menn ynskja, er at hava frí,
tá ið teir eru heima, og tað
hava teir sambært sátt
málanum eisini krav upp á.
Hann legði dent á, at
manningin ikki skal lata
seg trýsta undir nøkrum
umstøðum.
Vit eru noyddir at berjast
fyri
okkara
rættindum.
Hetta kann kosta í fyrsta
Fiskimenn eiga ikki
at vera bangnir fyri
at leggja fiskiflotan
Leita eftir Snorra
Norðmenn eru nú farnir at spyrja, hvat varð av
standmyndini, sum bleiv reist í Oslo til minnis um
navnfræga søguskrivaran Snorra Sturluson.
Standmyndin bleiv avdúkað tann 23. september í
1941, men sambært norsku tíðindastovuni bleiv hon
tikin niður í 1945 eins og fleiri av teimum
standmyndum, sum Quislingstýrið reisti, meðan
tað sat við valdið. Sambært NTB er ætlanin nú at
kanna, hvat varð av standmyndini av Snorra.
Flúgva innanlands
Ísland er sum kunnugt eitt stórt land eftir okkara
viðurskiftum, og tað ger, at nógvir íslendingar ferðast við
flogfari, tá teir ferðast innanlands. Tað gera altsamt fleiri,
og í ár fer ferðafólkatalið á innanlandsrutunum fyri fyrstu
ferð upp um eina hálva millión. Í fjør var talið 427.000,
so vøksturin í ár er heili 17 prosent, skrivar Vísir. Tað eru
serliga ruturnar millum Reykjavík, Ísafjørðin, Akureyri
og Egilsstaðir, sum eru væl umtóktar.
Menn skifta orð um ymiskt,
áðrenn farið verður á fund
í Norðurlandahúsinum í
morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen