Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 9 Sumbiarvatn til Italia Italsku heimsmeistararnir í fótbólti fingu vatn úr Sumba, tá ið teir vitjaðu í Føroyum. Tað er sp/f Lisberg, sum stendur fyri at fylla vatnið á fløskur, og italsku stjørnurnar stoyttu tað í seg. Tað var neyvan bara vatnið, sum gjørdi, at italumenn vunnu landsdystin ímóti Føroyum . Úrslitið var 2-1 til Italia, og rómurin á Tórsvølli var óførur, tá ið Rógvi Jacobsen skoraði føroyska málið í seinna hálvleiki. Dansaðu í Pusher Street Føroyski dansurin rungaði í danska frístaðnum Christiania, tá ið føroyskur og íslendskur tónleikur vóru á skránni. Tað bar millum annað til at hoyra føroyska rockbólkin Týr spæla, og mitt á Pusher Street tóku eini hálvthundrað føroyingar saman og kvøddu Ormin Langa. - Der må ikke fotografes, segði ein ungur maður við myndamannin hjá Sosialinum, sum hevði fingið klikt onkra myndina. Nýføroyingur fekk 11 Ein av mongu nýklaktu studentunum, sum í hesum døgum fær húgvu og studentsprógv, er 19 ára gamli Aljosa Sarcevic, sum er føddur í Bosnia, men vaks upp í Serbia. Ungi maðurin úr Runavík hevur millum annað verið uppi í føroyskum, og hóast hann var 13 ára gamal, áðrenn hann kom til Føroya fyrstu ferð, fekk hann 11 í munnligum føroyskum. Juni ’’ – Eg skuldi hava eina vissa tyngd fyri at kunna kappast við hinar sterku menninar, so eg mátti eta fyri at viga nógv. Vónandi verður tað ikki neyðugt í hesum nýggja starvinum hjá mær. Regin Vágadal, nýggjur stjóri á Strandferðsluni - Eg var venjari í Føroyum í 2002, og tá fingu seks venjarar sekkin í bestu deildini. Og higar til í ár hava fýra venjarar longu fingið sparkið. Tá er í øllum førum nakað, sum bendir á, at sambandið við veruleikan er ikki altíð líka gott. Kurt Mørkøre, venjari hjá B36 ’’ Sólstrálusøgur eru ikki altíð góðar. Ozonlagið yvir Føroyum er serliga tunt í hesum døgum, og tær vandamikli sólstrálurnar eru tískil sterkari enn vanligt, og tí eru allar orsøkir til at ávara føroyingar ímóti at lata seg steikja í sólini Hvør skuldi trúð tí, at tað kann vera neyðugt hjá føroyingum at rýma undan sólini. Men tað er ikki eingang lygn! Serliga beint nú eru allar orsøkir til at vísa stórt varsemi, tí mátingar vísa, at ozonlagið yvir Føroyum og restini av Norðanlondum er tynri enn vanligt, hesa árstíðina. Og tá ið veðrið er so gott, sum tað er beint nú, eru tær vandamiklu UV-geislingarnar frá sólini munandi sterkari, enn vanligt. - UV talið fyri Føroyar er áleið 6,2 á miðdegi í dag og tað er óvanliga høgt, staðfestir Paul Eriksen, serfrøðingur í UV geislingum á Danmarks Meteorologiske Institutt. Hann sigur, at í slíkum veðrið, verða fólk sólskáldað upp á minni enn ein tíma. Og tað er akkurát her, at vandin lúrur. Tað er serliga um miðdagsleitið, at tað er neyðugt at ansa eftir, tí tá er sólin heitast. Tí eru bestu ráðini at verða innandura í nakrar tímar á miðdegi. Skalt tú endiliga verða úti á miðdegi, er tað avgjørt ráðiligt at vera í klæðum. Men hann mælir eisini til at brúka sólkrem við høgum faktori og ikki at vera pírin, tá ið tað verður smurt upp á. Ræðast og ikki ræðast Tað er staðfest, at fólk, sum verða skáldað í sólini, eru í nógv størri vanda fyri at fáa húðkrabba seinni í lívinum. Og tað er eisini staðfest, at talið á fólki við húðkrabba og móðurmerkjakrabba, er fleirfaldað seinastu árini. Tí er tann heilt greiði boðskapurin er, at vit skulu ikki ræðast sólina, men vit skulu ræðast at verða skáldað. Serstakliga týdningarmikið er tað, at verja børnini fyri sólini, so at tey ikki verða skáldað. Paul Eriksen sigur, at tað eru ongar beinleiðis mátingar í Føroyum fyri UV geislingar. - Men vit gera metingar fyri UV geislingar um allan heimin og eftir teimum modellunum ber til at fáa eina álítandi mynd av UV geislingunum, eisini í Føroyum. Kortini heldur hann, at DMI átti at havt ítøkiligar mátingar fyri Føroyar eisini og tað ætlaði hann sær at arbeiða fyri. Fáa húðkrabba av sól Hagtøl yvir tilburðir av húðkrabbameini í Føroyum hesi seinastu tíggju árini geva eina greiða ábending um gongdina. Tilburðirnir eru næstan trýfaldaðir frá 1995 til 2005, frá 16 tilburðum í 1995 til 52 í 2005. Føroyafelag ímóti Krabbameini upplýsir, at serliga hesi seinastu fimm árini eru tilburðirnir øktir í tali. Í 2001 vóru teir 20 í tali, árið eftir 32, í 2003 vóru 28 tilburðir, í 2004 vóru 41 og í 2005 vóru 52 tilburðir av húðkrabba í Føroyum. Serliga tilburðirnir av móðurmerkjakrabbameini eru øktir í tali, úr 1 ella 2 um árið øll nítiárini til 10 í 2004 og 15 í 2005. Móðurmerkjakrabbamein kann vera ógvuliga vandamikið. Høvuðsorsøkin til hendan vøksturin er sólin og tað, at vit meiri og meiri tí í solarium. Sólin skapar vanda UV-strálurnar eru vandamiklar, og tí mugu føroyingar eisini hugsa um at verja seg ímóti sólini