fríggjadagur 28. desember 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
Føroyskir sjúklingar
skulu ígjøgnum
tungt og drúgt
rættarmál, um teir
vilja hava endurgjald
fyri viðgerðarfeilir.
Hetta hóast ein
sjúkratryggingarlóg
var sett í gildi í 1999
júst til at hjálpa
slíkum sjúklingum
Heilsa
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Í Danmark eru tríggjar lóg
ir, sum tryggja, at sjúkling
ar fáa endugjald um nakar
feilur hendir undir viðgerð.
Hetta eru ríkislógir, men
Løgtingið hevur bara sam
tykt at seta eina av hesum í
gildi í Føroyum.
Løgtingið setti í 1999 Sjú
klingatryggingarlógina
í
gildi. Hetta var, tá Helena
Dam á Neystabø var lands
stýriskvinna í Almanna og
heilsumálaráðnum.
Men
hendan lógin hevði onga
meining, um ikki endur
gjaldsábyrgdarlógin
ikki
eisini varð samtykt.
Endugjaldsábyrgdarlógin
er ikki heilsumál, men lóg
armál, og var tað tí Høgni
Hoydal, sum landsstýris
maður í løgmálum, sum
hevði ábyrgd at fáa hesa lóg
í Løgtingi.
Helena Dam á Neystabø
sigur við Sosialin, at hon
ivaðist ikki í, at lógin um
endurgjald beinanvegin fór
at koma fyri tingið eisini,
og hon harmast, at lógin
um sjúklingatrygd framveg
is er óvirkin.
Ikki høga raðfesting
Endurgjaldsábyrgdarlógin
hevur verið løgd fram í
Løgtinginum tríggjar ferðir,
í 1998, 2002 og 2003.
Fyrstu ferð valdi Landsstýr
ismaðurin sjálvur at taka
uppskotið aftur, tí vanlukku
tryggingarlógin skuldi leggj
ast fram saman við endur
gjaldslógini. Í 2002 kom
eitt val í vegin, og í 2003
náddi Løgtingið ikki at
viðgera málið, áðrenn ting
setan endaði. Síðani hevur
málið ikki verið á ting
borði.
Úrslitið er, at Løgtingið
fyri 9 árum síðani samtykti
eina lóg, sum enn ikki er
sett í gildi, tí gildiskoman
er treytað av, at Endurgjalds
ábyrgdarlógin
somuleiðis
verður sett í gildi.
Ikki við í
samgonguáliti
Í sitandi landstýrið hava
tríggir landstýrismenn havt
ábyrgd av økinum, Jógvan
við Keldu, Jacob Vester
gaard og nú til seinast
Heðin Zachariassen. Eftir
at Tjóðveldisflokkurin fór í
andstøðu hava fleiri fyri
spurningar verið frá flokk
inum um manglandi endurg
jaldstryggingarlógina.
Í apríl 2005 hevði Finnur
Helmsdal skrivligan fyri
spurning til táverandi lands
stýrismann í innlendismál
um um endugjaldsábyrgdar
lógina. Landstýrismaðurin
varð spurdur, hví lógin ikki
var sett í gildi í Føroyum,
og um ætlanir vóru um at
fáa Løgtingið at samtykkja,
at lógin kundi setast í gildi í
Føroyum.
Finnur Helmsdal sigur í
viðmerking til fyrispurning
in:
Avleiðingarnar av drál
anini ella forsømilsinum
eru rættiliga álvarsligar fyri
tey, sum bíða eftir, at Endur
gjaldsábyrgdarlógin verður
sett í gildi í Føroyum.
Víðari sigur løgtingslim
urin, at tað vit hava hópin
av dømun um føroyskar
sjúklingar og avvarðandi
teirra, sum kenna sviðan av,
at Heilsuverkið ikki skal
standa til svars fyri sínar
gerðir í sama mun, sum
heilsuverkini í londunum
kring okkum.
Jógvan við Keldu sigur í
sínum svari, at Landsstýrið
ikki hevur viðgjørt málið,
og endurgjaldslógin ikki er
eitt av teimum málum, ið er
nevnt í samgonguskjalinum.
Men hann leggur tó afturat,
at hetta ikki merkir, at
landsstýrið ikki ætlar sær at
viðgera málið.
Men av tí at landsstýrið
ikki hevði viðgjørt hetta
mál, fekk eg tí ikki svarað
spurninginum um, hvørt eg
havi ætlanir um at biðja
Løgtingið um at samtykkja,
at lógin kann setast í gildi
fyri Føroyar, svaraði Jógvan
við Keldu í 2005.
Lógin sum
ongantíð kom
Í 2006 og 2007 setur Finnur
Helmsdal aftur munnligar
fyrispurningar um sama
mál til táverandi landsstýris
mann í innlendismálum,
Jacob Vestergaard. Í 2006
lovar landsstýrismaðurin at
taka málið upp, men eitt ár
seinni er einki hent, og sami
løgtingslimur setur nýggjan
munnligan fyrispurning.
Í September 2007 sigur
Jacob Vestergaard, sigur
seg vera samdan við spyrj
aran, at lógin langt síðani
átti at vera sett í gildi.
Av tí at danska lógin er
broytt hesi seinastu mongu
árini, var neyðugt at biðja
um eitt nýtt ríkislógartil
mæli, og landsstýrismaðurin
upplýsir, at ríkismyndug
leikar hava upplýst at lógin
verður send innlendis mála
ráðnum í næstum.
Miðað verður eftir, at
málið verður lagt fyri ting
ið, soleiðis at lógin kann
koma í gildi 1. januar 2008,
sigur
landsstýrismaðurin,
Jacob Vestergaard.
Men
ríkislógartilmæli
kom ongantíð í tingið.
Sjúklingatryggingarlóg virkar ikki
Sverri Nilssen misti annan armin, tí ein lækni ikki gjørdi sítt arbeiði nóg væl. Hetta var fyri
tveimum árum síðani niðurstøðan hjá einari samdari sjúklingakærunevnd. Men av tí at
endurgjaldstryggingarlógin ikki er komin í gildi í Føroyum, verður hann uttan iva noyddur
ígjøgnum eina tunga og drúgva rættarsak, um hann skal gera sær nakrar vónir um endurgjald
Landsstýrismenn við ábyrgd fyri,
at endurgjaldslógin ikki er løgd fyri tingið
Høgni Hoydal 1998-2003
Jógvan við Keldu 2004-2005
Jacob Vestergaard 2005-2007
Heðin Zachariasen 2007
FAKTA
Fimm ára fyrningarfreist fyri kærur
John Eysturoy segði í viðmerking til málið hjá Sverra
Nilssen í Sosialinum í gjár, at fyrningarfreistin í
slíkum málum er tvey ár. Men sambært heimasíðuni
hjá Syghusvæsenets Patientklagenævn, er fyrningar
freistin í spurningum um viðgerðarfeilir fimm ár. Tá
talan er um medisin feilir er fyrningarfreistin trý ár.
Hetta vil siga, at Sverri Nilssen, sum misti ein arm
orsakað av læknafeili, kann saksøkja Suðuroyðar
Sjúkrahús og yvirlæknan upp til fimm ár eftir
sjúklingakærunevndin kom við sínari niðurstøðu. Tó
kann ikki kærast, um tíggju ár eru farin síðani feilurin
sjálvur fór framm.
Viðmerking hjá Finni Helmsdal í
samband við fyrispurning um endur
gjaldsábyrgdarlógina í 2005
At lógin um endurgjaldsábyrgd ikki er sett í gildi ger,
at føroyingurin als ikki hevur somu trygd ella sama
rætt sum aðrir norðbúgvar, hetta tá tað snýr seg um
sjúklingatrygd. Vit ætla okkum at vera fremstir og
bestir, men vit hugsa ikki um at veita okkara fólki
mest grunnleggjandi rættartrygdirnar.
Drálanin av lógini hevur kosta mongun nógv. Nógv
hava mist fitt av peningi, men nógv hava eisini staðið
í óhepnum og mannminkandi støðum, sum hava
kostað stríð, tíð og vónloysiskenslur.
Tað er helst ikki so løgið, at føroyingurin kærir
nógv sjáldnari enn aðrir norðbúgvar.
Avhildin forseti
Næsta summar hevur íslendski forsetin, Ólafur
Ragnar Grímsson, verið forseti í tólv ár, men hóast
bara eitt hálvt ár er eftir av hesari setuni, hevur hann
ikki boðað frá, um hann stillar uppaftur. Men tað
halda flestu íslendingar, at hann eigur at gera. Í einari
spurnarkanning hjá Støð 2 í gjár svaraðu tey flestu, at
forsetin eigur at stilla uppaftur, og tey flestu vóru á
einum máli um, at Ólafur Ragnar Grímsson hevur
staðið seg væl í embætinum.
Vantandi tilbúgving
Hvat hevði hent, um eitt stórt ferðamannaskip við fleiri
túsund ferðafólkum umborð fór á land ella rendi á eitt
ísfjall í Grønlandi? Tann spurningin hevur tinglimurin
Marie Fleischer sett landsstýrinum. Hon vísir millum
annað á ferðamannaskipið Grand Princess, sum var í
Grønlandi í summar við 3.600 ferðafólkum. Marie
Fleicher sigur, at tyrlan hjá sjóverjuni tekur bara seks
fólk, og at Vædderen hevur bara pláss fyri 200 ella 300
fólkum.