Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 8 Jón Brian ársins journalistur Jón Brian Hvidtfeldt er ársins journalistur 2007. Tað hava fjølmiðlafólk, sum vóru á skeiði hjá Synergi um vikuskiftið, gjørt av. Synergi skipaði fyri skeiði um kritiskan journalistikk á Hotel Hafnia. Í hesum sambandi høvdu fjøl­ miðlafólkini møguleika fyrst at innstilla og síðani at kjósa ársins journalist. Sambært Synergi verður prísurin Ársins Jour­ nalistur verður latin einum fjølmiðlafólki, sum í serligan mun hevur víst initiativ og talent senasta árið. Jón Brian Hvidtfeldt varð útbúgving journalistur á Danmaks Journalisthøjskole í 2004. Vildi ikki hava steyp Petur Heðin á Fløtti vildi ikki hava steypið, sum hann fekk, tá ið hann varð kosin at verða ársins venjari í føroyskari svimjing. ­ Eg tosaði við onkur feløg, eftir at eg leygarkvøldið hevði fingið heiðurin sum ársins venjari. Í øllum førum tvey av hesum siga seg als ikki hava greitt atkvøðu um, hvør skuldi fáa ymsu heiðurslønirnar, og tá ruggar ikki heilt rætt. Og er nakað galið við mannagongdini í hesum, so vil eg ikki hava heiðurin, segði Petur Heðin avgjørdur. Bárður rýmdi Bárður Nielsen boðaði mitt í tí heila frá, at hann fór úr starvinum sum landsstýris­ maður við fíggjarmálum, tí hann skudli verða stjóri fyri Stórutjørn verkætlanina. Bárður Nielsen segði, at hann hevði havt tað gott í politiska umhvørvinum, men nýggja avbjóðingin var ov spennandi til at siga nei til. ­ Eg kann so eisini siga, at politiska arbeiðið onkuntíð er í so tungt og passar ikki so væl til mítt lyndi. Tað er ofta langt frá einum hugskoti til at føra tað út í lívið, og eg vil hava ting at henda skjótt, segði hann, tá ið hann takkaði fyri seg. Mai - Eg óttist, at sokallaða vælferðin so væl og virðiliga hevur gjørt okkum til trælir aftur – nú tímans10-, 12- ella kanska 14 tíma arbeiðsdagatrælir. Jenis av Rana, løgtingsmaður - Flogvøllurin í Vágum er størsta forðingin fyri, at hetta samfelagið kann mennast og fyri at gera íløgur í vinnulívið, tað veri seg fiskivinnu, ferðavinna og aðra vinnu. Einasta loysn fyri at vinna á hesi forðing er og ein nýggjur alternativur flogvøllur. Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum ’’ ’’ - Hetta, sum gongur fyri seg í dag, kann slettis ikki góðtak- ast. Sjálvt í venjingar- dystum eru spæl- arar, sum leggja eftir mótstøðumonnum, bara tí hesir hava øðrvísi húðarlit. Til tíðir beinleiðis skammast vit við at vera av sama uppruna sum nakrir av spælarunum á vøllinum, siga Jákup Eli Olsen og Jan C. Dam Jákup Eli Olsen telist millum teir royndu í føroyskum fótbólti. Longu í 1989 spældi hann fyri fyrstu ferð á besta B68­liðnum, og umframt dystir í B68 og HB, hevur onkur einstakur landsdystur eisini verið á skránni. Í dag virkar hann sum hjálparvenjari hjá FS Vágum. Har er ein onnur føroysk fótbóltskempa, Jan C. Dam, eisini venjari, báðir øtast teir um viðferðina, sum summir av útlendsku spælarunum hjá liðnum fáa. ­ Tað er at kalla í hvørjum dysti, at spælarar heilt tilvitað niðurgera onkran av útlendsku spælarunum. Um hetta er vorðið verri seinnu árini, skal ikki siga. Fyrstu árini, sum eg spældi, vóru fáir og eingir útlendingar í føroyskum fótbólti. Hartil fært tú kanska meira og meira við av tí, sum fyriferst á vøllinum, so hvørt sum tú eldist. Og sum venjari eri eg kanska eisini meira tilvitaður um hetta. Og til dømis var talan um púrasta óskiljandi atburð, sum onkur av spælarunum hjá B36 sýndi, tá vit spældu móti teimum leygardagin, sigur Jákup Eli. ­ Men fyribrigdi við at niðurgera onnur, er avgjørt ikki nýtt. Tað hava altíð verið spælarar, sum hava nýtt allar midlar, fyri at traðka á mótstøðuna. Og í alt ov stóran mun verður hetta bara góðtikið. Ikki minst eru tað spælarar, sum eisini eru berandi kreftir og kanska enntá landsliðsspælarar, sum ganga á odda í hesum, og tá rakar tað eyka hart. ­ Tí Føroyar eru ikki størri enn so, at tú helst skalt kunna hyggja í eyguni á tínum mótspælara, tá dysturin er av, siga teir báðir. Skammast sum føroyingar Sum venjari er ábyrgdin fyri atburðinum hjá spælarunum sjálvandi størri, enn tá tú ert spælari. Og hvørki Jan og Jákup Eli krógva, at hetta er nakað, sum nervar. Bæði á og uttan fyri vøllin. ­ Meðan dysturin er, mugu vit og liðið annars nýta kreftir til annað enn spælið. Tí vit mugu eisini ansa eftir, at okkara spælarar ikki missa høvdið. ­ Men tað ringast er kortini aftaná. Tað eru veruliga støður, har vit bara púrasta erligt mugu siga, at vit skammast av at vera landsmenn við onkrar av mótstpælarunum. Tú kanst ikki bera í bøtuflaka fyri ein spælara, sum støðugt rópar ókvææmisorð eftir einum mótspælara við tí einasta endamálið, at hesin skal fara púrasta niður sálarliga. Skal loysast á vøllinum Trupulleikin við rasismu á vøllinum hevur verið frammi nakrar ferðir seinnu árini. Seinasta tá venjarin hjá LÍF fekk ein dag leikbann fyri sína orð móti einum ÍF­spælara. Enn tykist tó vera avmarkað, hvussu stórum álvara trupulleikin er tikin í, men Jákup Eli hevur sína meining um, hvat eigur at gerast. Og hetta skal fyrst og fremst gerast á vøllinum. ­ Tað hjálpir einki, at lasta áskoðarum fyri teirra atburð. Eg eri avgjørdur um, at tað fyrst og fremst eru spælararnir, sum ávirka áskoðararnar – ikki øvugt. Eg havi so ongan tíð upplivað, at ein dystur, sum verður spældir í góðum ítróttaranda, fær áskoðararnar at rópa ókvæmisorð. Í so máta kanst tú siga, at rópini uttan fyri vøllin endurspegla tað, sum gongur fyri seg inni á vøllinum. ­ Tí eiga vit frá øllum síðum at senda greið signal um, at hetta verður ikki góðtikið. Og tá tosið eg um venjarar, spælarar, feløg, dómarar og FSF. ­ Í fótbóltinum er tó eitt stórt fokus frá fjølmiðlulnum, og tí verða trupulleikarnir kanska betri eksponeraðir her. Og tí er ábyrgdin eisini eyka stór hjá fótbóltinum. Tað, sum hendir á vøllinum, hevur stóra ávirkan á nógv fólk, og tí er tað okkara skylda, at vit bera okkum sømiliga at, siga Jan Dam og Jákup Eli Olsen. Skammast sum føroyingar - Føroyar eru ikki størri enn so, at tú helst skalt kunna hyggja í eyguni á tínum mótspælara, tá dysturin er av, siga Jan Dam og Jákup Eli Olsen