fríggjadagur 28. desember 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
Ikki pláss í rúmdini
Tey seinastu árini hava nakrir ríkmenn brúkt ovurhonds nógvar pengar til at
sleppa eina ferð út á altjóða rúmdarstøðina ISS, men nú fer hesin parturin
av ferðavinnuni at nærkast endanum. Orsøkin er, at í 2009 skal ein rúgva av
nútímans tøkni setast upp umborð á rúmdarstøðini. Tað fer at krevja, at seks
fólk skulu búgva á støðini at kalla alla tíðina, og so er ikki pláss fyri nøkrum
ferðafólki har, sigur Anatolij Perminov á russisku rúmdarumsitingini. Hann
sigur, at áhugin fyri at sleppa eina ferð út í rúmdina er framvegis stórur.
Poul Michelsen er
firtin, tí hann saman
við øðrum politik
arum kendi seg
koma undir illgruna
í tíðindasending
í útvarpinum fyri
svik í sambandi við
rindan av valstríði.
Heðin D. Poulsen
skuldsetir ikki
Poul Michelsen
persónliga, men
fastheldur, at
privatar fyritøkur
rinda partar av val
stríði hjá summum
politikarum
Valstríð
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
»Tað er vælkent, at politik
arar senda rokningina fyri
valstríðið til fyritøku sína,
og tað er vælkent, at
politikarar fáa fíggjarligan
stuðul frá fyritøkum«. Hesi
orðini átti Heðin D. Poulsen
í eini tíðindasending 21.
desember, har Annita á Fríð
riksmørk eisini luttók og
kom við líknandi útsøgn.
Tey bæði eru uppstillaði
fyri ávikavist Sjálvstýris
flokkin og Tjóðveldi.
Hetta hevur fingið ilt í
Poul Michelsen úr Fólka
flokkinum, sum í politiskari
viðmerking í blaðnum í dag
skrivar, at hann heldur hetta
vera álvarsligar ákærur.
»Heðin D. Poulsen sigur,
at hann umvegis sítt polit
iska arbeiði veit, at fyritøkur
stuðla politikarum, men at
tað av góðum grundum ikki
kann dokumenterast. Annita
er heldur varðin og sigur, at
hon hevur varhugan av, at
politikarar, sum hava egið
virki, ikki gjalda valstríðið
sjálvir, men lata fyritøkuna
gjalda«, skrivar Poul Michel
sen.
Víðari stendur í viðmerk
ingini hjá løgtingsmann
inum hjá Fólkaflokkinum:
»Av tí at eg eigi egið virki
og tí má vera millum teir
politikarar, sum eru undir
illgruna um svik, vil eg
krevja av Dánjali Højgaard
(sum gjørdi samrøðuna við
tey bæði, blm.), Annitu á
Fríðriksmørk og Heðini D.
Poulsen, at tey gera henda
pástandin haldfastan. Tað
kann ikki vera rætt, at hesar
skuldsetingar móti virkis
eigarum, sum eru politik
arar, skulu sleppa at hanga í
leysari luft. Tað kann heldur
ikki vera rætt, at eg sum
virkiseigari skal út at reinsa
meg mótivegis skuldseting
um, sum nakrir politikarar
seta fram bert fyri at skaða
aðrar og fyri at vinna sær
sjálvum fyrimunir í valstríð
num, og hetta ókeypis hjálpt
av almenna útvarpinum.«
Sosialurin hevur vent sær
til Heðin D. Poulsen, sum
er løgfrøðingur, og spurt
hann, hvat hann leggur í sín
ar útsagnir í útvarpinum:
Hetta er ikki nakað álop
á nakran einstakan politik
ara. Eg vísi bert á, at vit í
Føroyum mangla reglur á
hesum øki. Tað er absolutt
eingin trupulleiki, at fyri
tøkur stuðla valevnum, men
trupulleikin er, at ongin
upplýsingarskylda er fyri
slíkum, sigur Heðin D. Poul
sen.
Hann heldur tað vera gott
at fáa varpað ljós á hendan
spurningin um at fáa gjøg
numskygni í fíggingina av
valstríðnum.
Heðin D. Poulsen sigur
seg vita fyri vist, at í sam
bandi við lýsingaherferðir
hjá onkrum fyritøkum verð
ur oftani ein minni upphædd
brúkt til at hjálpa einum
flokki ella avísum valevni.
Eg haldi ikki, at tað er
nakað skeivt í hesum, men
trupulleikin er, at hetta ikki
er alment kent. Eg ákæri
heldur ikki Poul Michelsen
fyri at gera sær dælt av hes
um, men sum løgtingsmaður
við nógvum árum á baki
kundi hann havt gjørt sítt til
at mana hendan trupulleikan
í jørðina við at lagt lógar
uppskot fram, sum álegði
flokkum og valevnum at
uppgeva, um teir stuðla val
evnum. Til dømis ígjøgnum
Toll og Skatt, sigur Heðin
D. Poulsen.
Stríð um hvør rindar valstríð
– Í Danmark og Bretlandi hava valevnini skyldu at upplýsa,
hvør fíggjar valstríðið hjá teimum. Hetta áttu vit eisini at
havt í Føroyum, sigur Heðin D. Poulsen, valevni hjá Sjálv
stýrisflokkinum
Savnsmynd
– Fólk í almennum starvi, sum her er talan um, skylda
fólki, sum ikki livur av almennum pengum eitt sindur størri
virðing, sigur Poul Michelsen, løgtingsmaður og valevni hjá
Fólkaflokkinum
Savnsmynd