fríggjadagur 28. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
7
Ætlaði sær ikki
at vera stjóri
Mikkjal Helmsdal verður settur
sum stjóri í Studentaskúlanum
og HF-skeiðnum í Hoydølum,
og tað kom eitt sindur óvart á
hann.
- Hetta er eitt arbeiðspláss,
eg altíð havi droymt um at
sleppa at arbeiða á. Men um
eg akkurát havi droymt um at
verða skúlastjóri, skal eg ikki
siga, sigur Mikkjal Helmsdal
Men tað er ein avbjóðing,
hann er til reiðar at átaka sær,
annars hevði hann neyvan
søkt starvið, tá ið tað varð lýst
leyst, eftir at Mads Andrias
Winther segði seg frá.
Reproz vinnari
Lýsingafyritøkan ReproZ var
stóri vinnarin, tá ið tiltakið
Ársins Lýsingar Kolan 2007
var hildið. Funnið var fram
til tær bestu lýsingarnar og
lýsingarherferðinar farna árið,
og av ReproZ fór avstað við
meira enn helminginum av
virðislønunum. ReproZ vann
fimm av nýggju prísum. Sangir
vann tvær kolur, meðan Petur
& Petur og Krea fingu hvør
sína.
Fólkaræði fram
um átrúnað
Danski politikarin Naser
Khader, sum sjálvur er av
arabiskum uppruna, vitjar
í Føroyum. Hann heldur
fyrilestur í Miðlahúsinum
og vitjar ymsastaðni. Hann
verður millum annað spurdur
um, hvat hann heldur um
samanblanding av politikki og
átrúnaði:
– Tá religión og demokrati
stoyta saman, so er ongin
ivi um, at vit eiga at taka
demokartiið fram um, svarar
Naser Khader.
Apríl
’’
- Eg vil fegin uppliva landið og fólkið, sum
har býr. Eg kundi t.d. hugsað mær at sloppið
til døgurða heima hjá onkrum eldri føroyskum
pari, gjarna einum pari, sum í veruleikanum
ræðast sex eitt sindur. Eg ætli mær eisini at
fara í býin og uppliva býarlívið, drekka meg
fulla.
Joan Ørting, danskur sexologur
- Við hvørt droymi eg meg eitt sindur aftur í tíðina,
tá ið alt var opið, og møguleikarnir óteljandi. So
hvørt sum árini ganga, latast hurðar aftur, og
tú velir eina leið at ganga. Samstundis sum tú
missir møguleikar í tínum lívi, er tað eisini ein
lætti at sleppa frá at velja, sleppa undan nøkrun
møguleikum og liva lívið.
Eyðun Nolsøe, tónleikari
’’
Ov nógv suss í tinginum
Tingfólk eru misnøgd
við hoyrilíkindini í
tingsalinum, men
løgtingsformaðurin
heldur, at tingfólk
sussa ov nógv, og tí
hoyrist illa
Løgtingshúsið er nú umbygt
fyri næstan 80 milliónir. Men
løgtingsmenn eru alt annað enn
nøgdir við alt, sum er komið
burturúr. Serstakliga eru teir illa
nøgdir við hoyrilíkindini inni í
sjálvum tingsalinum.
Vit hava tosað við fleiri
tinglimir og teir eru allir samdir
um, at hoyrilíkindini liggja til at
vera onkustaðni ímillum sera
vánalig og út av lagið syndarlig.
-Hetta er rætt og slætt ein
neyðarróp, siga teir.
Tinglimir, sum sita aftarliga
í tingsalinum fáa ikki alt við,
sum verður sagt av tingsins
røðarapalli og enn verri eru
umstøðurnar hjá áhoyrarunum.
Hátalarar eru í hvørjum borði,
men teir eru so spakuliga frá, at
tann, sum ikki situr við oyranum
klistraðum upp at hátalaranum,
hoyrir onki.
Tinglimir, vit hava tosað við,
halda, at tað er einki minni enn
ein vanlukka at bjóða okkara
lógarsmiðjunum slíkar umstøður.
- Kanska eru tinglimir ikki nóg
friðarligir, men har er hvørt eftir
øðrum. Tá ið tinglimir onki hoyra,
verða teir ófriðarligir
- Tað knípur alvorliga hjá
tinglimum í bestu árum og góðum
oyrum at hoyra, tað, sum fyriferst
á røðarapallinum. So neyðars tey,
sum ikki hoyra so væl.
Tað er ov nógv suss
Edmund Joensen, løgtingsmaður
gevur partvís tinglimum sjálvum
skyldina fyri, at tað hoyrist so illa
í Løgtinginum.
Men tá ið tað er sagt, ásannar
hann eisini, at ljóðviðurskiftini í
tingsalinum eru nógv øðrvísi enn
tey hava verið.
- Bæði gólv og veggir eru av
viði og tí er ljóðið nógv harðari
enn tað var í gamla tingsalinum,
sum bæði var minni og hevði
teppi á gólvinum.
Tí eru hoyrilíkindini nógv øðrvísi
enn tey hava verið og tingsalurin
tolir ikki, at tinglimir – og
áhoyrarar- sita ófriðarligir.
Hann sigur, at tí er tað eitt krav
til tinglimir, at teir sita stillir, tá ið
teir eru í tingsalinum, tí skal tað
hoyrast nóg væl, er tað eitt krav,
at tað er púra friður í salinum.
- Tá ið tingið er fullmannað,
eru vit 32 tinglimir, sjey
landsstýrismenn, umframt
embætisfólk og áhoyrarar.
Sostatt er skjótt, at vit eru eini
50 fólk innanveggja og tað krevur
eitt sindur av sjálvaga frá øllum
pørtum, annars hoyrist ikki,
soleiðis sum tingsalurin nú er.
Hinvegin eru hátalarar í
salinum og hátalarar í hvørjum
borði hjá tinglimum og men teir
eru ikki nóg væl stillaðir og tað
verður arbeitt við at fáa ljóðið
betri í hátalarunum.
- Men treytin er framvegis, at
tinglimir sita friðarligir og lurta
fyri at kunna hoyra tað, sum
verður sagt av røðarapallinum.
Hann sigur, at tá ið tað er
friðarligt í salinum og ljóðið er í
lagi, riggar alt av besta slagi.
- Tað knípur alvorliga hjá tinglimum í bestu árum og góðum oyrum at hoyra, tað, sum fyriferst á røðarapallinum. So neyðars tey, sum ikki hoyra so
væl, siga tingfólk