fríggjadagur 28. desember 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 250 - 28. desember 2007
Á Strandferðsluni
eru tey farin at pakka,
tí nú skal stovnurin
flytast til Suðuroyar.
Tann 14. januar letur
Strandferðslan upp á
Tvøroyri
Almennur stovnur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á Strandferðsluni í Havn er
rokan í fjørðuni í hesum
døgum, tí har er støðan av
álvara farin at mekjast av, at
tann stóri flytidagurin er
farin at nærkast.
Har eru tey nevniliga far
in at pakka, tí nú skal Strand
ferðslan flytast til Suðoyar.
Fyrr í ár gjørdi Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður av at flyta Strand
ferðsluna til Suðuroyar á
nýggjárinum.
Hetta verður eisini so –
næstan.
Jákup Danielsen, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
avgerð er tikin um, at mána
dagin 7. januar verður skriv
stovan í Havn endaliga aft
urlatin.
Og eina viku seinni,
mánadagin tann 14. januar,
letur Strandferðslan sostatt
upp á Tvøroyri.
Hetta verður ein søguligur
dagur, tí hetta er fyrstu ferð,
at ein heilur almennur stovn
ur verður fluttur úr Havnini,
út á bygd.
Áður er Skipaeftirlitið
flutt úr Havn vestur í Vágar,
men tá var á ein hátt talan
um ein nýggjan stovn, tí tað
hendi í sambandi við, at tað
varð yvirtikið frá dønum.
Men at Strandferðslan nú
flytir til Suðuroyar er fyrstu
ferð, at ein almennur stovn
ur verður fluttur úr Havnini
og at ein almennur myndug
leiki sostatt verður miðfirr
aður.
Eina viku at flyta í
Jákup Danielsen sigur, at
flytikassar eru komnir og
hesar næstu dagarnar skulu
teir pakkast.
Ætlanin er at flyta alla
útgerðina suður við Smyrli
mánamorgunin 7. januar og
so verður beinanvegin farið
undir at rigga skrivstovuna
á Tvøroyri til.
Sostatt lata vit upp aftur
á Tvøroyri mánamorgunin
tann 14. januar.
Hann sigur, at tað slepst
sostatt ikki undan, at virk
semið hjá stovninum fer at
vera órógvað til flytingin er
fingin í rættlag, serliga í
vikuni frá 7. til 14. januar.
Men telefonin verður tik
in sum vant og rutuupplýs
ingin fer somuleiðis at virka
sum vant.
Hann sigur, at annars
skuldi alt verið klárt at flyta
suður. Í Havn eru tey til reið
ar og hølini á Tvøroyri eru
við at vera klár, so tað verður
onki spøri í tí, sigur hann.
Samstundis er greitt, at
hvat starvsfólki viðvíkur,
verður tað ein spildurnýggjur
stovnur, sum flytir til Suð
uroyar, tí síðani avgerð varð
tikin um at flyta stovnin til
Suðuroyar, er øll tey gomlu
starvsfólkini eru farin úr
starvi.
Men hinvegin ivast stjórin
onga løtu í, at tað fer at
gangast
Strandferðsluni
væl í Suðuroy, tí talan er
ikki um ein so fløktan
stovn, at tað ikki ber til at
reka hann á bygd og hølini
á Tvøroyri eru góð at flyta
inn í og tey liggja væl fyri.
Gera klárt at flyta til Suðuroyar
Á Strandferðsluni eru tey nú farin at pakka tí stovnurin skal flyta til Suðuroyar og stjórin Jákup
Danielsen, hevur longu fingið sumt av útgerðini í pappeskjur
Sum støðan er nú,
dugir formaðurin í
Reiðarafelagnm ikki
at síggja eina loysn
á verkfallinum hjá
Fiskimannafelagnum.
Hann ivast í um part
arnir nakrantíð hava
staðið so langt frá
hvørjum øðrum fyrr
verkfAll
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað hevur neyvan nakr
antíð áður sæð so svart út.
Viberg Sørensen, formað
ur í Reiðarafelagnum, dugir
ikki í løtuni at síggja nakra
sum helst loysn á trætuni
við Fiskimannafelagið, sum
hevur ført til, at allir fiski
menn eru farnir í verkfall.
Hann hevur verið limur í
nevndini í Reiðarafelagnumi
næstan 20 ár og hevur so
statt eisini verið við til
nógvar samráðingar.
Men hann sigur, at partar
nir hava ongantíð verið so
langt frá hvørjum øðrum,
sum teir standa nú.
Tí heldur hann eisini, at
tað er heilt ómøguligt at siga
nakað um, nær verkfallið
kann hugsast at fáa ein enda.
Olja og eftirløn
Tað sum serliga skilir part
arnar, er spurningurin um
eftirløn til fiskimenn og
útreiðslurnar til oljuna.
Partarnir hava undir
skrivað eina váttan um, at
fer oljan upp um 2,90 krón
ur fyri liturin, skulu partar
nir tosa um, at fiskimenn
betala ein part av oljuni.
Nú kostar oljan umleið
fýra krónur fyri liturin og nú
eru vit komin hartil, at tað
loysir seg betri hjá summum
bátum at liggja, heldur enn at
fiska, tí teir fiska ikki fyri
olju.
Hetta er serliga galdandi
fyri teir stóru lemmatrolar
arnar.
Teir hava tað nú so svárt,
tí oljan er so dýr, at fiska
prísurin vigar ikki upp ímóti
tí.
Oljan er ein veruleiki og
tað nyttar ikki hjá øðrum part
inum at skúgva tann veru
leikan til viks og tvíhalda
um, at hetta er ein útreiðsla,
tey ikki vilja vita av.
Vit hava ikki meiri enn
100% at býta sundur ímillum
manning og skip og tí er tað
eyðsæð, at skal annar parturin
hava størri part av einum 100
prosentunum,
slepst
ikki
undan, at minni verður eftir
til hin partin, tí kakan veksur
ikki.
Sostatt nyttar heldur
ikki hjá Fiskimannafelagn
um at krevja alsamt størri
part av kakuni, tí skipa
raksturin er nú so tungur, at
vit eru longu komin hartil,
at tað loysir seg ikki hjá
summum skipum at fiska.
Mugu fáa fyri at geva
Sum støðan er nú, fer oljan
av óbýttum hjá flakatrolar
unum og línuskipunum.
Har er støðan sostatt tann,
at gongdin í oljuprísinum
ávirkar báðar partar.
Men hjá feskfiskatrolar
unum og øðrum skipabólk
um, fer manningin fyrst sín
part og so fer oljan av part
inum, sum skipið hevur
eftir og tann útreiðslan er
nú so tyngjandi, at tað loysir
seg ikki hjá summum skipa
bólkum at loysa.
Samstundis hava fiski
menn trákkast eftir at fáa
eina betri eftirløn og Viberg
Sørensen staðfestir, at tað
taka reiðararnir fult undir
við.
Men tað gongur ikki at
skipini bæði skulu betala
alla oljuna og eftirløn til
fiskimenn. So hongur rokni
stykkið slett ikki saman.
Skulu vit betala meiri í
eftirløn, mugu vit fáa okk
urt inn í hinum endanum,
staðfestir hann.
Viberg sigur, at tískil hev
ur eitt uppskot til Fiski
mannafelagið verið, at oljan
fer av óbýttum og at fiski
menn afturfyri fáa eina
betri eftirlønarskipan.
Ongantíð sæð so
svart út
- Vit hava altso ikki
meiri enn 100% at
býta ímillum skip og
manning og krevur
annar parturin meiri av
kakuni, verður sjálvsagt
minni til hin partin og
vit eru longu komin
hartil, at hjá summum
skipum loysir tað seg
líka frægt at liggja við
bryggju sum at fiska
USA annan leiðsluhátt
Senatorurin John Edwards, sum roynir at gerast forsetavalevni hjá
demokratunum í USA næsta ár, sigur nú, at eitt av hansara málum sum
forseti verður at avmarka ávirkanina hjá teimum stóru fyritøkunum.
Herumframt ætlar hann søær at fremja fleiri broytingar í sjálvum
leiðsluháttinum í Washington, sum hann tekur til. John Edwards var í
statinum New Hampshire í gjár, og haðani skal hann til Iowa at halda
veljarafundir, og eygleiðarar siga, at her fer hann at fáa hvassorðaðar
atfinningar frá Hillary Clinton og Barrack Obama, ið eisini royna at gerast
forsetavalevni hjá demokratunum.