Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 6 Fann ur í rekanum Tá ið nøkur fámjinsbørn hós­ dagin fóru ein túr ígjøgnum mølina við abbanum, vardi tað tey ikki, at hetta skuldi gerast ein dagur av teimum heilt merkiligu. Tí henda dagin funnu teyeina eskju í mølini, sum skuldi vísa seg at vera løgnasti reki, sum tey nakrantíð hava funnið í Fámjin og helst í øllum Føroyum. Í eskjuni var nevniliga eitt ur, sum varð rikið allan vegin av Norðpólinum og til Fámjins. Talan er um eitt ur, sum norðmaðurin, Jørg­ en Amundsen hevur gjørt. Hann er eftirkomari hjá kenda pólfararanum, Roald Amundsen og í 2002 fór hann undir eitt urvirki í Oslo. Til minnis um kenda forfaðirin, fór Jørgen Amundsen, gravaði hann eitt ur niður á Norðpóli­ num, og hetta urið endaði í Fámjin. Teitur var ársins Føroyski tónleikarin Teitur Lassen gjørdi rættiliga um seg til Danish Music Awards. Gallatiltakið, sum varð sent beinleiðis á DR, var stórsligið, og fyri Teitur var tað ordans herðaklapp, at hann varð valdur til Ársins sangara í Danmark. Hann vann frammanfyri kendar sangarar sum Simon Kvamm, Thomas Helmig og Mikael Simpson. Teitur kundi ikki sjálvur taka ímóti virðislønini, tí hann var staddur í USA, har hann var á konsertferð. Barnaporno í Vágum Undir eini húsarannsókn vesturií Vágunum avdúkaði løgreglan, at ein 39­ára gamal familjumaður hevði tikið niður barnaporno av alnótini. Kriminalløgreglan í Føroyum hevði fingið boð frá IT­deildini hjá donsku ríkisløgregluni um hetta førið av barnaporno í Føroyum og reageraði hareftir. Bergleif Brimvík, leiðari av kriminaldeildini hjá føroysku løgregluni, váttar, at húsarannsókn er gjørd heima hjá einum 39­ára gomlum familjumanni og á einum arbeiðsplássi, har hald er lagt á harðdiskar til tess at staðfesta, um hesir innihalda barnaporno. Mars Tað eru ofta meira dirvi og viljin, ið vantar hjá kvinnum, tí tað eru ikki menninir, ið nokta teimum at stilla upp, ella forða teimum at søkja tað høga starvið. Ingeborg Winther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag – Sjálvt um tú ert væl viðfólk, so finnast ikki vinir í politikki. Politiska lívið er merkt av maktkampum so at siga alla tíðina. Lyfti frá politikarum eru sjáldan nakað sum helst verd, tí fáa teir lovað nakað betri, so leypa teir frá lyftinum. Lisbeth L. Petersen, løgtingskvinna ’’ ’’ Todi Jónsson er á odda fyri føroyskum íleggjarum og sponsorum, sum hava keypt seg inn í Fremad Amager. Eitt av málunum hjá Toda er at skapa eitt sterkari føroyskt landslið Nýggjur høvuðspartaeigari. Ein miðvís ætlan at menna føroyskan fótbólt. Og ein nýggj samanlegging, sum skal lyfta fótbóltin á Amager upp til superliguna. Hetta vóru høvuðsyvirskriftirnar, tá Fremad Amager beyð til tíðindafund í hølum felagsins við Englandsvej á Amager. Føroysku íleggjararnir við Toda Jónsso á odda ætla sær veruliga nakað við danska felagnum. Ætlanin við Fremad Amager er nógv meira enn at skapa eina føroyska lopfjøl. Fleiri av feløgum á høvuðsstaðaroynni hava ein stolta fótbóltssøgu, men seinastu nógvu árini hevur tað tó verið so sum so við stoltleikanum. Stutt sagt, so megnaðu hesi ikki at fylgja við, tá yrkisfótbólturin av álvara kom til Danmarkar. Tí var tað við stoltleika og gleði, at ítøgiligar ætlanir um eitt oyggjalið vórðu lagdar fram. Samráðingar kring hetta hava verið í eini tvey ár, og nú verður tað fyrrverandi formaðurin fyri áhugadeildina hjá Fremad Amager, Karsten Østergaard, sum skal standa á odda fyri nýggju samanleggingini. Navnið á hesari verður FC Amager, og fyrsta kappingarárið hjá nýggja yvirbygninginum byrjar á sumri 2008. Hóast tað í seinasta enda helst er málið, at FCA skal taka dystin upp við FCK og Brøndby um valdið í høvuðsstaðnum, so verður tað ikki alt fyri eitt, at meddað verður somikið høgt. Fyrsta ítøkiliga málið er, at felagið skal vera í superliguni, tá teir í 2010 fylla 100 ár, men undan hesum skal grundarlagið veruliga skapast. Sterkari landslið Ein av hornasteinunum í ætlanunum hjá Toda Jónsson í Fremad Amager er at menna føroyskan fótbólt. Tað er eisini hetta, sum hevur fingið føroyskar sponsorar og íleggjarar við í felagið, og sjálvur tykist Todi sannførdur um, at hetta kann vera ein stór hjálpandi hond til føroyska fótbóltslandsliðið. ­ Vit hava tikið útgangsstøði í landsliðnum, og hvat skal til, fyri at menna hetta. Og lat meg siga, at hetta er ikki nakað nýtt hugskot hjá mær. Megna vit at skapa eitt felag, har vit støðugt kunnu menna føroyingar til at spæla í superliguni ella fyri tað Belgia ella Týsklandi, so gagnar hetta eisini landsliðnum. ­ Persónliga haldi eg, at tað er stór skomm, at Føroyar framhaldandi tapa 6­0. Líkamikið hvørjar umberingar eru. Tú sært eisini viðmerkingarnar, sum koma alt fyri eitt, nú úrslitini ikki hava verið heilt so góð. Tað eru lond, sum vilja hava okkum úr fína selskapinum á altjóða pallinum, tí tey halda ikki, at vit hava nakað at gera her. ­ Tí havi eg saman við íleggjarunum ein áhuga í at skapa betri umstøður fyri landsliðið. Fótbólturin hevur eitt stórt tak á vanliga føroyinginum, og vit síggja hetta sum frymilin fyri at betra um landsliðið. Tú kanst senda spælarar at renna niðan á Háfjall og aftur, men fáa teir ikki fótbóltsligar avbjóðingar á einum høgum støði hvønn dag, so verða teir ikki betri enn eitt vist, sigur Todi Jónsson. Todi keypir danskt felag Todi og hinir føroysku íleggjararnir í Fremad Amager hava sett sær høg mál við felagnum