fríggjadagur 28. desember 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
12
200 vrakaði
danskar
pengar
Føroyski punkbólkurin, sum
er á konsertferð í Danmark,
sleppur fram at í sendingini
De Sorte Spejdere á P3 hjá
DR. Eini 600.000 fólk lurta
eftir sendingini, og umframt
at spæla nakrar sangir live í
sendingini, heittu teir í 200
eisini á danir um at gevast at
senda pengar til Føroya.
- PS, hold op med at sende
penge til Færøerne!
200 var í luftini í 20 minuttir,
og teir kláraðu at spæla
17 stuttar punksangir hesa
løtuna.
Øll rýmd av SL
Síðani Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður við
samferðslumálum, gjørdi av at
flyta Strandfaraskip Landsins
til Suðuroyar, hava øll
starvsfólkini sagt seg úr starvi.
Nýggj fólk eru og verða sett
í størvini. Bara stjórin, Regin
Vágadal, er eftir at teimum,
sum vóru á SL, tá ið flytingin
varð kunngjørd. Stjórin heldur,
at stóra útskiftingin av fólki
hóast alt hevur gingið heilt
væl.
Páll Arge
comeback
Í nógv ár var Páll Arge einn
tann mest virkni og fremsti
fyriskiparin av konsertum og
dansitiltøkum í Føryum, men
seinastu árini hevur hann búð
í Danmark. Í sambandi við
konsert hjá countrybólkinum
Bellamy Brothers var Páll
Arge aftur at síggja til tiltak
í Føroyum. Páll Arge var
frásøgumaður í sambandi við
konsertirnar, og tað riggaði
væl.
September
- Eg dugi helst betri at selja kirkjuna enn at
selja meg sjálvan. Men eg lovi tykkum, at
eg verið opin, erligur og sannur í starvinum.
Eg fari at stríðast fyri andsfrælsi, tolsemi og
virðing millum manna
Jógvan Fríðriksson, biskupsvalevni
Tað er gott, at tit skriva um fiskivinnu og fiski
og útróðrarmannin. Alt kann ikki snúgva seg um
partabrøv, bankar, flogvallir, tunlar ella politiskt
møsn. Vit eru nøkur, sum mugu hava annað at taka
okkum fyri, um vit skulu liva og trívast.
Mortan Johannesen, útróðrarmaður, við Sosialin
’’
’’
Løgreglan í Føroyum
hevur lagt hald á
tvey kilo av hørðum
rúsevnum og tað er
nógv størsta mongd
av hørðum rús
evnum, sum løg
reglan nakrantíð
hevur funnið í einum
Eitt vikuskiftið í september gjørdi
løgreglan í Føroyum eitt satt
narkotika-kvett.
Tað hendi, tá ið løgreglan gjørdi
húsarannsóknir í fleiri húsum og
tí sambandi vórðu hald lagt á
heili tvey kilo av rúsevnum.
Talan var um 0,9 kilo av
amfetamini og 1,1 kilo av pulvuri,
sum løgreglan metir er pulvur
at gera ecstasy burturúr. Men
nú skulu tekniskar kanningar
endaliga staðfesta, hvat evni
talan er um, sigur Bergleif
Brimvík, leiðari á kriminaldeildini
hjá løgregluni í Føroyum.
Sostatt bendir alt á, at talan
var um tvey kilo av hørðum
rúsevnum og tað er nógv størsta
mongd av hørðum rúsevnum, sum
løgreglan í Føroyum nakrantíð
hevur lagt hald á í einum.
Tá ið tað ræður um hørð
rúsevni, hevur tað ongantíð verið
talan um meiri enn nøkur hundrað
gramm ísenn, men hesuferð var
talan um heili tvey kilo.
Tilsamans er sannlíkt, at hesi
evnini lættliga kunnu hava eitt
søluvirði í Føroyum upp á yvir
eina millión, alt eftir, hvørji evni
tær teknisku kanningar vísa, at
talan er um í hesum føri.
- Í hesum sambandi
handtóku vit tveir mans og
fríggjadagin vóru teir settur í
grundlógaravhoyring í Føroya
Rætti. Har varð annar av teimum
fongslaður í fýra vikur, sigur
Bergleif Brimvík
Eftir avhoyringarnar í rættinum
slepti ákæruvaldið kravinum um
at varðhaldsfongsla hin mannin
eisini. Hann er sostatt leyslatin
aftur, men hann er framvegis
skuldsettur.
Teir noktaðu seg sekar.
Tilsamans eru teir báðir
skuldsettir fyri at hava hjálpt til
at goyma og skipað fyri flutningi
av heili 24 kilo av amfetamini, 14
kilo av ecstasypulvuri og 1000
ecstasytablettum.
Tvey kilo av hesum vórðu løgd
upp og goymd í Føroyum ímeðan
restin fór víðari til Íslands í einum
stuttleikabáti.
Men eisini tann ferðin
endaði brádliga, tí í Íslandi
stóð løgreglan fyri teimum og
har vórðu eisini nakrir mans
handtiknir.
Annars eru fólk handtikin bæði
í Danmark og í Noregi í hesum
sama máli
Altjóða samstarv
Í sambandi við hetta rúsevnamáli,
hevur løgreglan í Føroyum verið í
einum tøttum, altjóða samstarvi,
sum umfatar bæði føroyskar,
íslendskar, danskar myndugleikar,
umframt løgregluna í øðrum
londum, bæði løgeglu og tollvald.
Bergleif Brimvík sigur, at tað
var Europol, sum fyri nøkrum
døgum síðani heitt á løgregluna í
Føroyum um at kanna eftir um ein
ávísur stuttleikabátur var at finna
í føroyskari havn.
- Vit funnu bátin og síðani hava
vit hildið eyga við honum.
Báturin skuldi til Íslands, men
tað er sumt, sum bendir á, at teir
fingu trupulleikar og løgdu upp í
Føroyum á vegnum, har ein partur
av rúsevnunum varð lagdur upp.
Í hesum sambandi var
løgreglan í Íslandi eisini í
Føroyum og samstarvaði við
føroysku løgregluni.
Tá ið báturin fór víðari
til Íslands, fylgdi danska
sjóverjuskipið honum alla tíðina,
til íslendskir myndugleikar tóku
yvir og handtóku manningina, tá
ið báturin kom í Havn.
Bergleif Brimvík sigur, at nú
skulu fleiri kanningar gerast í
málinum, men harðasta revsing
fyri so umfatandi rúsevna-
smugling er fongsul í heili 10 ár.
Størsta narko-kvettið
nakrantíð
Løgreglan kom fram á hørð rúsevni í sambandi við arbeiðið við einum
stórum narko-máli