fríggjadagur 28. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
viðmerkingar
Nr. 250 - 28. desember 2007
Tosið um nýggjan flogvøll
er nú aftur í gongd. Eg
havi eygleitt føroysku
flogferðsluna nærum
dagliga síðan 1962, og
haldi at tað er nógv sum
írestar í kjakinum
Ynskidreymar og
heilaspuni
Sagt verður, at vit eiga at
krevja at vit altíð kunnu
fara og koma. Hildið verð
ur uppá, at veðrið skal ong
antíð órógva flogferðsluna.
Summi siga at øll heimsins
flogfør skulu altíð kunna
lenda í Føroyum.
Vinnulívið ynskir sær
ein langan flogvøll sum
letur upp fyri stórum farma
flogførum, sum skulu
flúgva beinleiðis við fesk
um fiski, t.d. úr Føroyum
til Tokyo ella Los Angeles.
Ynskiligt hevði verið at
havt eina fríhavn, flog og
hav, liggjandi beint við
flogvøllin, so Føroyar ger
ast miðdepul í heiminum,
altjóða handli viðvíkjandi.
Ynskiligt er at flogvøllur
er beint við har man býr.
Summi krevja at Føroyar
skulu hava tvær floghavnir.
Visiónirnar skulu vera
stórar, ongantíð ov stórar,
fyri at fáa stór úrslit, varð
sagt á flogvallafundinum á
Hotel Føroyum herfyri.
Veruleikin
Vit eru 48 tús. fólk í hesum
landi, og ongi tekin eru um
stórvegis fólkavøkstur.
Vit fáa sera fáar turistar
til Føroya, og ongi tekin
eru um nakran munandi
vøkstur.
Tað er als ongin tørvur á,
at stór flogfør ferðamanna
ella farmaflogfør skulu
lenda í Føroyum. Ein
millumlending oyðileggur
tað fíggjarliga roknistykkið
fyri tey stóru flogførini.
Laksurin, sum er okkara
dýrasta útflutningsvøra, tá
vit tosa um størri nøgdir,
liggur tíverri niðri á uml.
kr. 30, pr. kilo., og tað er
ein "bílig" vøra at flyta við
flogfari, einvegis, tí neyvan
fáast stórar nøgdir av flog
farmi til Føroya.
Onkur lond fáa "flog
laks" at hanga saman fíggj
arliga, men spuringurin er
bara um tað loysir seg hjá
okkum at brúka fleiri
milliardir uppá nýggjan
flogvøll, har fiskaflutning
ur er eitt tungt argument.
Fríhavn, ja vit hava nú í
mong ár roynt at fingið
altjóða skip at skrásett seg í
okkara FAS, men tað gong
ur okkum sera smátt við
altjóða handli til skip, hóast
sagt verður, at vit strategiskt
liggja sera væl fyri.
Vit hava ikki so mikið
sum funnið útav at stovna
taxfree sølu í Floghavnini.
Tað er eisini skilaleyst at
tosa um tvær floghavnir í
okkara landi. Føroyska
altjóða flogferðslan er so
lítil, at hon, við "vanligum"
avgjøldum, neyvan er før
fyri at gjalda raksturin av
einari floghavn, tíansheldur
tveimum.
Reglusemi og komfort
Trupulleikin við verandi
flogvølli er ikki størri enn
so, at vit hava rímiliga
regluligt flogsamband, eini
96 97 % varð upplýst.
Loysir tað seg at brúka
milliardir, tá óvist er um
alt verður nakað betur
ella kanska verri?
Undirritaði hevur flogið
nokkso nógv síðan 1970,
og havi bert havt tvær seink
ingar og havi ikki havt ein
einasta "ringan túr" enn
(banka upp undir borðið).
Kostnaðurin
Tá ein 400 m. stubbi av
flogvølli kostar nærum 400
milliónir kr., so duga øll at
rokna út, at ongin komplet
floghavn fæst fyri eina ella
tvær milliardir kr..
Helst kostar ein liðug
floghavn, við allari útgerð,
einar 5 milliardir kr.
Vága Floghavn - besta
staðið í landinum
Verandi flogvøllur liggur á
tí allar besta staðnum í
Føroyum til flogvøll. Stórur
fyrimunur er, at flogbreytin
liggur inni í landinum, har
vindmegin nærum altíð er
einar 10 m/sek. minni, enn
úti við havið.
Í sambandi við at lenda,
so hava vindviðurskiftini,
ta løtuna tá hjólini skulu
niður á asfaltið, næstan alt
at týða.
Flogvøllurin í Vágum
liggur ikki høgt og lands
lagið kring breytina er slætt
báðumegin við og fyri
báðar endarnar hellir
landslagið líðandi undan,
sum eisini er greiður fyri
munur í sambandi við vind.
Vága floghavn liggur
eisini sera væl fyri ferðslu
liga í miðstaðarøkinum.
Ferðslan úr Norðoyggum
og Eysturoy nýtist ikki at
koma inn í vánaliga og
tilafturskomna veganetið í
Havn og kring Havnina,
har ríkiligt av ferðslu er
framman undan.
Glyvursnes
Tað er ikki neyðugt at taka
meira enn eittans argument
fram, sum talar ímóti at
byggja flogvøll á
Glyvursnesi:
Glyvursnes liggur alt ov
nær Havnini.
Ongin annar hevði funnið
upp á at leggja ein nýggjan
flogvøll við flogleið beint
yvir miðbýnum, har flog
førini lætta sær á bert 2500
m. frá, og fara so brølandi
niðan gjøgnum býin.
Ongin ynskir sær óljóðið
frá einum flogvølli so nær
við bústað sín.
Sagt verður at flogførini
kunnu leggja seg á høgru
lið og snara, tá tey hava lætt
sær á. Hetta hjálpir ikki
stórvegis upp á larmin, og
tað er avgjørt ikki soleiðis
mann planleggur bygging
av framtíðar flogvølli í dag.
Føroyska veðrið
Gamla orðatakið "veðrið
má sær ráða" er enn í gildi.
Ongastaðni í verðini kann
sigast at veðrið ikki órógv
ar flogferðsluna, mera ella
minni.
Óstøðuga, slavna og bald
ruta føroyska veðurlagið
órógvar í dag og fer fram
haldandi at órógva flog
ferðsluna á okkara leiðum.
Av flogvøllinum verður
sagt at reglusemið er uml.
96 97 %. Vit kunnu so
spyrja okkum sjálv, hvussu
stórur er hesin trupuleikin?
og ber tað til at hækka
reglusemið, og hvat er
kostnaðurin?
Flogskiparin
Skulu vit koyra, sigla ella
flúgva, so er ein góður og
lagaligur førari sera avgerð
andi fyri trygdina. Arbeiði
og avgerðir flogskiparans
hava sera stóran týdning
fyri, hvussu ferðin hepnast.
Tað er umráðandi at
flogskiparin kennir og virð
ir avmarkingarnar hjá flog
farinum og sær sjálvum.
Politikkurin
Søgan sigur okkum hvussu
skilaleysur politikkur kann
órógva og oyðileggja
skilagóðar ætlanir.
Tá Royal Air Force, sum
bygdi flogvøllin í Vágum,
skuldi handa hann ókeypis
til føroyingar í 1945, skriv
aði Tórshavnar Kommuna
mótmælisskriv til myndug
leikarnar. Helst var tað tí at
nakað hendið uttan fyri
Havnina. Tíbetur varð ikki
lurtað eftir mótmælinum
hjá havnamonnum, og
føroyingar søgdu tá takk
fyri gávuna.
Um bretar ikki høvdu bygt
flogvøllin í Vágum, so høvdu
vit ivaleyst ongan flogvøll
havt í Føroyum í dag.
Tá Føroya Løgting, við
stórum meiriluta hevði
samtykt at Vágatunnilin
skuldi byggjast, løgdu
politikarar í Havn uppskot
fyri tingið, um at støðga
hesi góðu ætlan. Tíbetur
vann tað ikki frama.
Nú, tá avgerð er tikin um
at leingja flogvøllin í
Vágum við 400 m., eru
somu kreftir í gongd at
støðga hesi ætlan, av tí at
Glyvursnes í Havn, kanska
dragnar nakað afturút.
Ongin má lurta eftir hesum
skilaleysa mótmæli í dag.
Vit kunnu gloyma alt um
Skorðhædd og alt annað.
Politikararnir í Havn, sum
ivaleyst altíð kunnu útvega
sær meiriluta á tingi, hava
bara Glyvursnes fyri eyga,
sjálvt um teir siga nakað
annað.
Niðurstøða
Tá flogbreytin í Vágum
verður longd (helst til 1800
m.) og best møguligu inn
flúgvingartól verða sett
upp, saman við væl útgjørd
um flogførum, við okkara
dugnaligu flogskiparum
við stýrið, so hava vit eina
sera góða framtíðarloysn,
eftir okkara umstøðum.
Droppið alt, uttan Vágar.
Gott Nýggjár og góða
flogferð í komandi ári.
Dánjal
Poulsen
Flogvøllur - droppið alt, uttan Vágar
Ætli mær at siga sum
minst. Havi als ongan
áhuga at luttaka í nøkrum
skrivligum politiskum
orðaskifti við nakran sum
helst, men fyri mínar egnu
sakir kenni eg meg
noyddan at koma við
hesum fátæksligu orðum.
Havi ilt í sjálvari sálini,
føli meg traðkaðan á,
háðaðan í mínum elskaði
heimlandi av mínum egnu
landsmonnum. Háðaður av
nógvum, tí eg eri føddur og
búsitandi á Sandoynni.
Sum sandoyingur havi eg
minni virði enn onkur
annar í Føroyum!
Undirtónarnir í nógvum
skrivaðum og søgdum út
søgnum hesar dagarnar,
síðani Sandoyartunnilin
varð samtyktur á Føroya
Løgtingi av flest øllum løg
tingslimunum, ræða meg
ikki sørt. Kenni farra av
ótti um, hvussu framtíðin
verður í okkara landi.
Hesir 1400 Sandoying
arnir hava fingið ein undir
sjóvartunnil í jólagávu.
Eina ½ millión kr. í part til
hvønn sandoying. Í
jólagávu! Blaðmaðurin á
Sosialinum við síni egnu
útlegging av skemti!
Peningur, ið m.a. kundi
verið brúktur til bæði
børnini hjá stjóranum í
Kalli. Eg, sum sandoy
ingur, eri nú orsøk til, at
børnini hjá stjóranum
eisini koma upp í liðið av
PISAsibbum.
Løgtingsmaðurin
Torbjørn Jacobsen hevur
eisini sett róparan fyri
munnin. Somu vemmuligu
undirtónar. Somu vemmu
ligu undirtónar, ið allar
helst viðvirkaðu til, at
danir í síni tíð fluttu Thule
búgvarnar. Høvdu teir
nakað virði, hasir Thule
búgvarnir? Var ikki betri
og bíligari at flyta teir?
Søguna kenna vit tíverri alt
ov væl. Kanska júst tí
kenni eg farra av ótta!
Løgtingsmaðurin, ið
hevur sum aðalmál at loysa
frá Danmark.
Harraveldinum, ið kúgar
okkum. Harraveldinum, ið
ikki virðir okkum sum
fólk! Paradoksini undir
sólini eru mong. Hesin
maður, ið meiri og minni
dagliga stríðist fyri at
vinna heimsvirðingina, ið
loysingin frá Danmark
hevur við sær verður sagt,
virðir ikki sínar egnu borg
arar, niðurger partar av
sínum egna fólki, traðkar á
tey. Hasir 1400 íbúgvarnir
skulu ikki hava undirsjóvar
tunnil. Búskaparligt
vitloysi, sigur hann!
Stóratjørn verður helst
veruleiki um ikki alt ov
langa tíð. Bíligari er tað
væl at flyta okkum øll í
íbúðarblokkar upp i í
Hoyvíkshaganum. Byggið
nóg stórt, so pláss verður
fyri suðuroyingunum
eisini!
Nei, og aftur nei! Vit
sandoyingar hava eins góð
an rætt til jólakaramell
urnar í hesum landi. Fólki
her býr er tilfangi, sum
ikki kann gerast upp í
pengum. Sum ikki skal
gerast upp í pengum. Hvør
einasti sandoyingur, før
oyingur eins og øll onnur
menniskju á jørðini eru
virðismikil, unikk. At stjór
in í Kall og løgtingsmaður
in Torbjørn Jacobsen hava
eina aðra meining má so
standa fyri teirra rokning.
Thule í føroyskum hami!
eli Hentze
Hvat er orsøkin til at tað
er so umráðandi neyðugt
at gera ein flogvøll, ið
skal vera 25002700 m.
langur.
Í løtuni meta vit
verandi flogvøll at vera
okkara motorvegur inn á
meginlandið. Vit hava
fleiri túrar um dagin, ið
hevur við sær, at tú kann
fara tíðliga á morgni,
gera tíni ørindi ella
arbeiði og koma
heimaftur um kvøldið.
Um vit hinvegin fara út
á 2500 m. fyri at fáa
nógv størri flogfør at
røkja Føroyarutuna, so
slepst ikki undan at
okkara sokallaði
»motorvegur« fær ein
nógv minni og meiri
negativan týdning.
Fyrst og fremst tí at
túratalið fer kanska niður
í helvt ella meira, tí vit
skulu ikki billa okkum
inn, at hesi nýggju
flogfør har kanska eitt
av teimum kostar líka
nógv sum øll Atlantic
flogførini tilsamans, fara
at flúgva hálvfermd.
Harnæst er als einki í
øllum tosinum um at
útflyta stórar nøgdir av
fiskavørum, tí sjálvt tá ið
bæði Maerskair og Atlan
tic flugu og tað var pláss
fyri fleir tonsum um
dagin, so var áhugin at
flyta út fisk lítil og
eingin.
Tí kann ein spyrja seg
sjálvan, um tað ikki er
mjørkatos, tá vit tosa um
ein altjóða flogvøll, vit
hava jú ein altjóða
flogvøll sum er og tá ið
»flogvallarserfrøðingar«
við Poul Michelsen á
odda krevja, at vit mega
hava ein flogvøll í
kategori 2 ella 3, so kann
ein spyrja, um maðurin
veit hvat krevst fyri
tílíkum standardi í
okkara pinkulítla
oyggjalandi.
Nú tað er koyrandi frá
Gásadali til Viðareiðis og
við fleiri milliardum í
íløgum hesum
viðvíkjandi, so tykist tað
løgið, at nú hava
føroyingar knappliga ikki
stundir, nei tað er alt ov
leingi at koyra 45 min. til
flogvøllin, nei, nei, nú
skal tað helst niður á 25
min. Álvaratos, eru vit
ikki við at seta heimsmet
í grenjimentaliteti, tað
næsta verður helst, at vit
skulu hava einar 1520
tyrlur at flúgva ferðafólk
aftur og fram til
flogfarið.
Hví fokusera uppá langan flogvøll
Frank
DaviDsen