fríggjadagur 28. desember 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
13
Nýggj Rás 2
Miðlavarpið hevur keypt Rás
2, og fríggjadagin 5. oktober
fer nýggja Rás 2 í luftina fyri
fyrstu ferð úr Miðlahúsinum
í Vágsbotni og Pegasus í
Klaksvík. Rás 2 fer undir
nýggja skrá mánadagin 8.
oktober, og sent verður allar
dagar í vikuni.
- Tað er áhugavert at
sleppa at royna nakað nýtt
og verða við til at byggja eina
útvarpsstøð upp frá nýggjum,
sigur Elin Winther Poulsen,
ið saman við Jón Briani
Hvidtfeldt hevur skift útvarpið
hjá Kringvarpinum út við Rás
2.
Føroyar
fremstar
Ferðafólk um allan heim dáma
best at ferðast til oyggjalond.
Av tí sama eru summar oyggjar
við at drukna í ferðafólki.
National Geographic hevur
biðið 522 altjóða serfrøðingar
atkvøða, um hvørjar
oyggjar framvegis eru
áhugaverdar atvitja, og hvørjar
eru yvirfyltar við ferðafólki. Í
umhvørvishøpi liggja Føroyar
fremst av 111 oyggjalondum
NSÍ umsíður á
toppinum
NSÍ vinnur sítt fyrsta
føroyameistaraheiti í
mansfótbólti. Kappingin er
spennandi, men móti endanum
er tað NSÍ, sum hevur munin
á øllum hinum liðunum.
Longu í næstseinasta umfari
er FM-heitið tryggjað, og so
kunnu teir gulu úr Runavík
fara uttan nervar til Klaksvíkar,
har seinasti dysturin verður
spældur, at taka ímóti
gullinum. Rómurin er óførur,
og í Runavík verður hildin
ítróttarveitsla sum ongantíð
áður.
Oktober
’’
- Eg meti ikki kroppin vera heilt kláran, og
serliga hælsinan hevur argað og plágað
meg. Tá ið eg ikki fái spælt 100%, so kann
eg ikki spæla á landsliðnum, tí har krevst at
ein er púra klárur til hvønn dyst.
Óli Johannesen, liðformaður, gevst á landsliðnum
- Ja, eg kann siga, at eg havi tikið seyðin fram um
alt. Tað, sum hevur upptikið meg mest og hevur
tikið ein hóp av tíð, orku og eisini hevur kostað
pening gjøgnum mong, mong ár, eru royndirnar og
eldhugurin at fáa reina glarfiti í hagan –
og tálgafitina burtur.
Petur Skeel Skarðá, røktingarmaður
’’
Fyrrverandi ameri
kanski forsetin legði
Føroyar fyri sínar
føtur á síni stuttu
vitjan í Føroyum.
Clinton heilsaði upp
á nógv fólk, helt
fyrilestur, og tók
flagtekjuna við sær
sum gott hugskot
ímóti veðurlags
broytingum
Útflutningur av flagtekjum. Hetta
ljóðar sum ein vánalig skrøna,
men føroysku flagtekjurnar
hava hugtikið sjálvan Bill
Clinton so mikið nógv, at hann
ikki ivast í, at hesar kunnu
brúkast til at fyribyrja útlát av
vakstrarhúsgassum.
Bæði á Hotel Føroyar og í
Norðurlandahúsinum hevði
hann føroysku húsatekjunar á
munni. Sjálvt um tær kanska ikki
tilsamans eru so nógvar í tali, so
mótvirka tær útláti, umframt at
vera orkusparandi, tí tær bæði
virka móti kulda og ov nógvum
hita.
Bill Clinton heldur, at føroyska
fyribrigdið, sum tó eisini finst
aðrastaðni, í størri mun skuldi
verið brúkt í strembanini at
mótarbeiða veðurlagsbroytinga.
- Tá eg koyrdi úr lufthavnini og
sá tykkara vøkur oyggjar, legði
eg til merkis seyðirnar, sum
eg minnist frá barndóminum,
men sum her hjá tykkum eru
fleirlittir. Eg legði eisini til merkis
flagtekjurnar, og hugsaði um, at
tit eru langt frammanfyri okkum
amerikanarar á hesum økinum.
Hugsa sær til hvussu stóra
nyttu ein býur sum New York,
sum vit sjálvi nú búgva í eftir
forsetatíðina, kundi fingið burtur
úr hesum, segði Bill Clinton.
Mælti fólki til at vitja
í Føroyum
Umframt at vera skaðiligt á
umhvørvið, so hækkar prísurin
á brennievni alsamt. Útlit eru
fyri, at tunnuprísurin, ið liggur
um 80 dollarar í løtuni, fer upp
upp 100 dollarar, áðrenn long tíð
er fráliðin, segði Bill Clinton á
pallinum í Norðulandahúsinum.
Fyrrverandi amerikanski
forsetin segði vera til reiðar at
vera eitt slag av ambassadøri fyri
Føroyar og mæla fólki til at vitja
hendanvegin.
Líka sum Hans Blix heldur Bill
Clinton, at veðurlagsbroytingar
er ein tann størsta hóttanin móti
heiminum. Hann nevndi eisini
stóra vøksturin í fólkatalinum,
sum eina stóra hóttan, um
ikki meiri verður gjørt fyri at
betra um livikor og mórarbeiða
fátækradømi.
Útrokningar vísa, at um eini
40 ár fer fólktalið at vaksa úr
6,5 mia. upp í 9 mia., og tað eru
valla nóg nógvir resursir til øll
hesi fólkini. Sum dømi nevndi
hann tilfeingið í sjónum, ið
partvís er hótt av ovurfisking,
men eisini orsakað av broytingum
í veðurlagnum, ið ger, at nógv
plankton verður útruddað.
Clinton hugtikin
av flagtekjum
Clinton lyfti hendan
smádrongin upp í fangið,
tá ið hann fór út at heilsa
upp á fólk í Havn