fríggjadagur 28. desember 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Nr. 250 - 28. desember 2007
23
At tjóðarrættindi okkara
skulu staðfestast
Tjóðarrættindi okkara eru
partur av okkara dýrasta
tilfeingi. Tí er alneyðugt, at
vit sum tjóð taka fult ræði í
okkara landi, at vit fáa
føroyskt fullveldi seinast í
2015 – men helst í kom
andi valskeiði. Tað, sum vit
ætla, tað mugu vit gera í
okkara tíð og ikki vænta, at
komandi ættarlið skulu
føra ætlanir okkara út í
lívið. Ov nógv ættarlið eru
farin undir mold, uttan at
frælsisvónin varð til veru
leika. Vit mugu loysa hetta
mál Føroyum og føroy
ingum at frama.
At búskapur okkara skal
stimbrast
Vit mugu arbeiða fyri ein
um sjálvberandi búskapi,
samstundis sum vit greiða
støðuna viðvíkjandi okkara
tjóðarrættindum. Vit mugu
minka blokkstuðulin (ríkis
veitingina) sum skjótast og
harvið gera okkum búskap
arliga leys av øðrum.
Búskaparpolitikkur okkara
má vera ábyrgdarfullur og
framfýsin, soleiðis at vit
kunnu fáa meiri burtutúr
og vinna meiri pening til
landshúsarhaldið.
At tey veikastu í
samfelagnum skulu
styrkjast
Eingin keta er sterkari enn
veikasta liðið. Vit fara at
eydnast sum samfelag í
mun til, hvussu vit fara við
okkara veikastu. Tey einsa
møllu, tey sálarsjuku, tey,
sum eru bundin at rúsevn
um, tey misnýttu, teir støku
uppihaldararnir, einkjurnar
og einkjumenninir, tey
foreldraleysu, tey ið bera
brek, tey fátøku...Hesi
skulu tryggjast hjálp og
somu rættindi, sum onnur
til samfelagstilboð og eina
virðiliga og góða tilveru.
At frælsi hins einstaka
skal eykast
Einstakligafrælsi er ein
partur av liberalu hugsjón
ini, sum er eins týdningar
mikil og tjóðarfrælsi og
síða av somu søk. Frælsi
hins einstaka til at velja,
hvussu hann vil skipa sítt
lív, skal vaksa, frælsi til at
velja hvørjum samfelags
tilboði, hann ynskir at taka
av t.d. innan skúla og
barnaansing. Peningaligt
frælsi við m.a. lægri skatti
er eisini partur av hesum.
At útbúgving skal
raðfestast
Ásannandi at hugans
tilfeingi er eitt hitt fremsta
tilfeingi, mugu vit støðugt
raðfesta útbúgving, vitan
og servitan høgt. Her er
peningur at vinna, tí
vitanartungar vinnur eru
tær, sum geva inntøkur í
dag. Um vit ynskja at vera
áhugaverd og ynskja at
gera okkum galdandi í
atjóða høpi, so mugu koma
við servitan, sum vit
arbeiða og granska okkum
fram til her í Føroyum við
øllum tí tilfeingi, sum
Føroyar og føroyska fólkið
hevur at bjóða. Og tað er
ikki so lítið. Spurningurin
er bert, um vit ætla okkum
í gongd ella ikki. Skúla
verkið má setast høgt heilt
frá fyrsta stigi og uppeftir,
so at vit fáa teoretiskt
dugnaligt fólk, sum eisini
samstundis lærir at umseta
teori til veruleika.
At mál okkara skal
kjølfestast
Føroyska málið er fremsta
eyðkenni okkara sum tjóð,
og er týdningarmikil partur
av okkara samleika. Í
alheimsgerðini eru smá
mál undir stórum trýsti.
Føroyska málið hevur
hóast stríð gjørt stór
framstig, síðani føroyingar
í semju valdu at arbeiða
málinum at frama fyri
meiri enn hundrað árum
síðani. Nú er ein onnur tíð,
har vit mugu finna saman
aftur og seta okkum nýggj
mál okkara tjóðarmáli at
frama. Fjálgast skal eisini
um føroyskar bókmentir,
og somuleiðis mugu nýggj
mál eisini setast teimum
viðvíkjandi.
At nýhugsan innan
vinnulívið skal fjálgast
Vit hava eina stóra høvuðs
vinnu í fiskivinnuni.
Okkum tørvar at byggja
upp aðrar vinnur afturat
henni, samstundis sum at
vit nútímansgera og effekt
ivisisera fiskivinnuna.
Ferðavinnan er ein vinna
undir uppbygging, men
føroyingar eru skapandi
fólkaslag, og teir røttu
karmarnir, tann rætti
stuðulin og tær røttu
visiónirnar høvdu skjótt
sett ferð á onnur nýggj
frambrot eisini. Tað er
alneyðugt, fyri at vit kunnu
fáa størri inntøkur til land
ið og fyri at fáa størri javn
vág í okkara vinnulív og
framhaldandi fáa okkara
fólk at trívast í landinum.
At umhvørvið skal
virðast
Føroyar eru fiskivinnutjóð,
og tí er neyðugt áhaldandi
at upphugsa nýggjar og
framskygdar loysnir fyri
umhvørvi okkara innan
fiskivinnu, hjávinnur og alt
tað virksemi, vit fáast við.
Orkusparandi tól, alterna
tivar orkukeldur og broytt
ur hugburður skal til. Skal
ferðavinnan mennast, má
umhvørvispolitikkur havast
í huga. Men umhvørvið er
eisini okkara grundleggj
andi livikor, og fyri
Føroyar og føroyingar, fyri
heimin og heimsins fólk er
hetta mál ein av okkara
størstu avbjóðingum, sum
altíð má havast fyri eyga.
At heilsuverkið skal
betrast
Heilsuverkið má altíð vera
so gott sum gjørligt, og vit
hava skyldu til framhald
andi at gera ábøtur og
skapa nýggjar loysnir fyri
okkara sjúklingar. Nýggj
samstørv við fleiri tænastu
veitarar, ørðvísi raðfest
ingar, har okkara verandi
sjukrahús verða gagnnýtt á
skilabesta hátt, neyðugar
íløgur í tól og annað, sum
gera skjótan mun, eru bert
nøkur av krøvunum á
hesum øki. Vit skulu hava
heildarætlanir fyri alt
heilsuøkið, so at eingin
sjúklingabólkur dettur
burtur ímillum. Kunnu vit
ikki geva skjóta og góða
viðgerð á klettunum, so
mugu vit tó syrgja fyri at,
hon verður veitt, har hjálp
in er at fáa. Flutningur eig
ur ikki at vera ein forðing.
At altjóða samstarv skal
økjast
Altjóða samstarv er avger
andi fyri okkara menning í
heimshøpi. Vit mugu hava
íblástur ymsa staðni frá,
bæði tá tað snýr seg um
vinnu, útbúgving, gransk
ing, ítrott og mentan. Fyri
at gera okkum galdandi á
altjóða pallinum er neyð
ugt, at vit duga at fóta
okkum í altjóða umhvørvi
bæði málsliga, mentanar
liga og innan tey serstøku
økini. Vit mugu teljast
millum tjóðirnar og sam
skifta beinleiðis við tær
okkara ítrotti, mentan,
vinnu og skúlaskapi at
gagni. Veruligt altjóða
samstarv fáa vit bert við
fullveldinum. Tað eru
fullveldisríkini, sum hava
nógv tann besta møguleik
an fyri altjóða samstarvi.
Soleiðis eru treytirnar í
altjóða samfelagnum.
Hyggið at smáu fullveldis
ríkjunum í Europa til
dømis Íslandi og Luxem
bourg. Hesi bæði smáríkini
samstarva og luttaka veru
liga á altjóða pallinum í
dag á øllum økjum og fáa
veldugt gagn av hesum so
stórt gagn, at hesi bæði
smáríkini í dag eru tey
ríkastu londini í Europa.
Fyri at fáa veruligt menn
andi alstjóða samstarv
mugu Føroyar tí fáa veru
ligt fullveldi sum skjótast.
At langtíðarætlanir á
øllum økjum skulu gerast
Alt ov ofta ber føroyskur
politikkur brá av stutt
skygdum loysnum, tó at
nógv er tosað um Visión
2015 í seinastuni. Fyri at
fáa sum mest burturúr
íløgum er neyðugt, at tær
verða lagdar væl til rættis,
og at tær eru framskygdar
og taka hædd fyri menning
á t.d. tøkniliga økinum.
Langtíðarætlanir við rað
festingum av ymisku lands
uppávunum eru alneyðug
ar, so at javnvág er ímillum
karmar og innihald, millum
hørð og bleyt virði – so at
ein áhaldandi menning og
dagføring av føroyska
samfelagnum í breiðari
merking fer at eyðkenna
Føroyar.
Vel tí
heldur Honnu
http://hanna.folkaflokkurin.fo
www.dimma.fo/Bloggan/
hanna.jensen
Hanna heldur
Fólkaflokkurin
Hanna
Jensen
Val
- Politisk ætlan um at
seta tiltøk í verk at
tryggja dygd og góðsku á
sjúkrahúsunum. Ætlanin
byggir á politiskar niður-
støður av álitinum um
“Framtíðar sjúkrahús-
verk”, á partin um heilsu-
verkið í “Visjón 2015 um
vælferð”, og á samskifti
við umboð fyri sjúklinga-
feløg, starvsfólk og
leiðslur á sjúkrahúsunum
Fleiri av stigunum eru
ítøkilig, at fara ígongd við
beinanvegin. Onnur eru
meira generel og krevja
drúgva fyrireiking. Øll eru
partar í eini heild at
fullføra í eini langtíðar
menningarætlan.
Kunning: sjúklingarnir
skulu hava nøktandi munn
liga og skrivliga kunning,
bæði við innlegging, undir
viðgerðargongdini og við
útskriving. Lurtast skal í
størri mun eftir
sjúklingunum.
Kontaktpersónsskipan
skal setast í verk, so at
einstaki sjúklingurin hevur
ein ella í mesta lagi tveir
ávísar sjúkrarøktarfrøðing
ar, sum hava høvuðsábyrgd
ina av samskiftinum.
Sjúklingavegleiðari:
sjúklingavegleiðari og
møguliga eisini ein
heilsusálarfrøðingur skal
setast við sjúkrahúsini.
Rapporteringsskipan
har heilsustarvsfólk hava
møguleika anonymt til at
fráboða feilir og óætlaðar
hendingar í sambandi við
viðgerð av sjúklingum.
Útskrivingarsamrøða
við lækna skal skipast tá ið
sjúklingar verða útskrivaðir.
Samskipan við Nær-
verk og kommunulækna:
føst mannagongd skal
skipast um samskifti og
samstarv um einstaka
sjúklingin, millum sjúkara
húsini, kommunulæknar og
Nærverkið (heimarøktina,
trivnaðartænastuna og
barnatænastuna)
Viðgerðarætlanir:
innan øll tey størru við
gerðarøkini skulu gerast
yvirskipaðar virkisætlanir,
so sum krabbameinsætlan,
apopleksiætlan og
hjartaætlan.
Góðskustýringsskipan:
føroyska sjúkrahúsverkið
skal knýtast at viðurkend
ari “akkrediteringsskipan”
sum t.d. Den danske
kvalitetsmodel. Slík skipan
kann tryggja, at málini og
kósin fyri størri dygd og
góðsku støðugt verða
eftirmett.
Starvsfólkamenning:
strategisk menningarætlan
skal gerast fyri heilsustarvs
fólk, har samstarvsavtalur
við sjúkrahús uttanlands
verða partur av ætlanunum.
Endamálið skal verða at
varðveita og viðlíkahalda
servitanina í føroyska
sjúkrahúsverkinum. Sam
starvið skal fevna um
eftirútbúgving, útveksling
av starvsfólkum og
gransking.
Raðfestingarætlan fyri
lækna- og røktarøkið:
føroyska sjúkrahúsverkið
skal uppraðfestast við
serlæknum á øllum teim
økjum, har gjørt verður av
at tað er neyðugt við lækna
fakligum førleika í Føroy
um. Rekrutteringin av
læknum skal málrættast
eftir hesum. Somuleiðis
skal røktarfakliga økið
styrkjast, bæði við neyðug
ari orku og servitan.
Fakmørkini flytast
uppeftir: bæði fyri at
gagnnýta starvsfólkatil
feingið betri og fyri at
skapa størri fakligan trivn
að, skulu fakmørk flytast
uppeftir, soleiðis at sjúkra
røktarfrøðingar yvirtaka
nakrar funktiónir frá
læknum og heilsurøktarar
tilsvarandi nakrar frá
sjúkrarøktarfrøðingum.
Sjúklinganøgdsemis-
kanningar skulu gerast
afturvendandi annaðhvørt
ár, so at veikleikar kunnu
staðfestast og fylgt kann
verða við, um tað verður
rættað upp upp á ávístar
veikleikar á sjúkrahúsunum.
Viðgerðartrygd innan
ásetta tíð: tað skal ásetast
við lóg, at sjúklingar skulu
hava trygd fyri viðgerð
innan ásetta tíð. Skilt
verður millum lívshóttandi
og ikkilívshóttandi sjúkur.
Vit skjóta upp at tá neyð
ugar fyritreytir eru fingnar
til vega, skal freistin verða
4 – 8 vikur.
Uppraðfesting í 8-ára
ætlan: ein uppraðfesting
og framtíðarmenning av
føroyska sjúkrahúsverk
inum verður sett upp í eina
8 ára heildarætlan. Punkt
ini omanfyri eru partar í
hesi ætlan. Tað snýr seg
um lækna og røktarfakliga
økið, starvsfólkamenning,
heildarviðgerðarætlanir,
átøk fyri at økja um góð
skuna í arbeiðs og manna
gongdum, bygnaðarlig
viðurskifti um hvussu
sjúkrahúsverkið skal
skipast og samskipast, og
síðst men ikki minst: um
fíggjarligu viðurskiftini.
Framvegis eru fleiri stig
í slíkari ætlan, enn tey sum
eru nevnd omanfyri. Men
tað verður ov drúgt at taka
alt við í hesum umfari. Í
aðrari grein skal eg taka
tráðin uppaftur viðvíkjandi
tí bygnaðarliga og tí
fíggjarliga.
Soleiðis tryggja vit dygd og góðsku á sjúkrahúsunum
Landsstýrismaður,
Javnaðarflokkurin
Hans Pauli
strøm
Val