Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggjársblaðið 2007 14 Happing má bannast Ógvuslig happing er framvegis gerandisdagur hjá nógvum børnum, og pressaðir lærarar lata eygu og oyru aftur fyri at møta hørðum fakligum krøvum, meðan eingi lógarfest krøv eru um trivnað – og tað skuldi verið broytt, heldur Anna Dalsgaard, trivnaðarráðgevi: - Tað stendur ongastaðni í nakrari lóg, at tú skalt syrgja fyri, at børnini trívast og hava tað gott og ikki happa hvønn annan, so tað er skjótt, at hetta økið kemur at halta, og at lærararar fyri at uppfylla fakligu lesiætlanina onkuntíð noyðast at lata eygu og oyru aftur fyri trivnaðinum, sigur hon. Høgni og Edmund valdir Fólkatingsval er, og í Føroyum er bara spenningur um annan av teimum tveimum sessunum, sum føroyingar hava í danska tinginum. Undan valinum er Tjóðveldi stórur favorittur til at fáa annan sessin, og so er tað upp til Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin at kappast um hin sessin. Endin er, at Sambandsflokkurin fer við sessinum, og tað verður Edmund Joensen, sum verður valdur – frammanfyri floksformannin Kaj Leo Johannesen. Vestergaard sekkjaður Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við innlendismálum, verður koyrdur úr starvinum, tí løgmaður heldur, at hann hevur blandað seg upp í stýringina av Strandferðsluni. - Politiskt kann eg ikki liva við, at ein landsstýrismaður leggur seg út í detailstýringina av einum landsstovni, og hvussu stjórin skal reka stovnin, sigur løgmaður í sambandi við uppsøgnina. - Illa umhugsað, tí eg havi onki skeivt gjørt, sigur Jacob Vestergaard sjálvur. November – Tað eru kjak og ósemjur, sum menna og hvessa sjónarmiðini, meðan tøgnin fjalir bæði trupulleikar og loysnir. Tí havi eg valt at blanda meg. Ikki tí, at eg haldi meg hava rætt, men tí kjakið í sjálvum sær er neyðugt. Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur – Eg arbeiði rættiliga spontant og havi onga greiða ætlan um,hvussu søgan skal enda. Eg havi einki skema at arbeiða eftir, so eg veit ongantíð, hvussu søgan fer at útvikla seg. Nógv tann størsti parturin kemur til mín, so hvørt sum eg skrivi. Jógvan Isaksen, krimi-rithøvundur ’’ ’’ Nú eru tað ikki bara ungir dreingir sum koyra skít, men eisini fullar gentur í bili eru ein vaksandi trupulleiki Rúsdrekkakoyring er ein trupulleiki, sum hevur verið í øking í ár. Tað staðfestir Jón Klein Olsen, varapolitikommiserur, á politistøðini í Havn. Hann sigur, at tað eru alt ov nógvir bilførarar í Føroyum, sum koyra við kenning. - Tað er alt, alt ov vanligt, at bilførarar koyra ávirkaðir av rúsdrekka og tað er ikki vika, har ikki nakrir bilførarar verða tiknir fyri at koyra við kenning sigur hann. Og verður hugt eftir tølunum fyri, hvussu nógvir bilførarar verða tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka, er nógv sum bendir á, at árið í ár fer at seta eitt keðiligt met, sum tað árið, har tað vórðu flest bilførarar tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Ringasta árið higartil var í 2003, tá ið 194 bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ávirkaðir. Tann 6. november í ár vórðu longu 170 bilførarar tiknir og síðani tá eru nakrir tiknir afturat. Og so skal minnast til, at hálvur annar mánaði er eftir av árinum. - Tað er heilt greitt, at vit fáa bara ein brotpart av teimum, sum koyra við kenning og tí má staðfestast, at hetta er ein alt ov stórur trupulleiki í Føroyum. Hvussu stórur tann parturin er, sum løgreglan fær fatur á, er hopleyst at meta um, men tølini vísa, at hetta er alt ov útbreitt. Ungar gentur upp í part Jón Klein Olsen sigur, at vanliga fatanin hevur verið tann, at tað eru teir ungu dreingirnir, sum koyra við kenning. Men tað er ikki veruleikin sjálvur. - Tíverri vísa tølini, at nú eru tað eisini alsamt fleiri ungar gentur, sum koyra ávirkaðar av rúsdrekka og eisini tilkomin fólk. Tær ungu genturnar eiga avgjørt størri og størri part av hesum keðiligu hagtølunum. Jón Klein Olsen heldur, at tølini kunnu eisini tulkast soleiðis, at løgreglan ger eitt stórt arbeiði fyri at fáa fatur á teimum, sum koyra við kenning. Løgreglan kundi saktans pynta um hagtølini við at gjørt minni, men fyri tað hevði trupulleikin ikki horvið. Hann sigur, at løgreglan hevði eina vón um, at tað fór at hjálpa, at tað verður nevnt í fjølmiðlunum, tá ið bilførarar verða tiknir fyri at koyra við kenning. Men tað hevur hann ikki varhugan av. - Tað sær ikki út til, at tað rínur við, tí vit halda ikki, at tað virkar tálmandi, sigur varapolitikommiserurin. Fleiri kvinnur koyra fullar Kvinnurnar blanda seg nú eisini upp í, tá ið tað ræður um at koyra við kenning