Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-12-28, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. desember 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 250 - 28. desember 2007 15 Løgtingsvalið 19. januar 2008 23 Tá talan er um útbyggingar av føroyska samfelagnum, verður altíð spurnartekin sett við, um vit hava ráð og um tíðin er hin rætta. Sum oftast er svarið, at tíðin ikki er hin rætta, og at vit ikki hava ráð júst nú. Men tá útbyggingar eru framdar og goldnar, og vinningurin kemur til sjóndar, eru øll samd um, at íløgan var røtt. Soleiðis er eisini við teimum alneyðugu útbyggingum, sum liggja beint frammanfyri okkum. Tær eru bæði stórar og kostnaðarmiklar, serliga Skálafjarðartunnilin, Sandoyartunnilin og altjóða flogvøllurin. Men hesar stóríløgur, sum kanska ikki verða so dýrar fyri almenna kassan, tá avtornar, vilja lyfta Føroyar langt fram á leið við nýggjum møguleikum, sum bert hugflogið kann avmarka. Øll síggja vit landafrøðisligu avmarkingarnar í einum oyggjalandi, sum hevur langa farleið til næsta granna. Men síggja vit møguleikarnar í júst hesi støðuni? Føroyar liggja sum ein perla mitt í Atlants­ havinum, og kunnu í fram­ tíðini gerast ein veruligur fraktmiðdepil fyri alt, sum hugsast kann á tí økinum. Mong hundraðtúsund tons av fiski verða á hvørjum ári veidd í høvunum kring Føroyar, og meginparturin av hesi veiðu siglir framvið oyggjum okkara til aðrar landingarhavnir, har partar av hesi veiðu verða fluttir víðari loftvegis til fjarar marknaðir, sum rinda høgan prís fyri vøruna. Føroyar eru við góðum havnum og firðum væl­ egnaðar sum umskiping­ armiðdepil, men her er ongin altjóða flogvøllur. At knýta sjófrakt og flogfrakt saman er ein gyltur møguleiki, sum liggur aftanfyri ætlanirnar um ein altjóða flogvøll. Og hetta er bert EIN møguleiki av fleiri. Aðrir møguleikar eru sjálvsagt tann hágóðskuvøra úr havinum, sum verður framleidd í Føroyum ­ ikki minst innan alivinnuna; umframt núverandi og nýggjar ídnaðarvørur. Føroyingar eru vælút­ búnir. Størv standa í boði úti í heimi, og eru hetta størv, sum kunnu røkjast har, hóast bústaðurin er í Føroyum. Men framvegis eru flogvøllaviðurskiftini fløskuhálsurin, sum ger, at trupult er hjá vælútbúnum føroyingum at flyta heimaftur. Teir velja at búseta seg har, størvini eru, tí ov trupult er at hava regluligt flogsamband. Høvdu vit ein flogvøll afturat, har tú visti, nær tú lendi og nær slapst avstað aftur, vildu fleiri valt at búð í Føroyum og arbeitt uttanlands. Hetta eru nýggjar avbjóðingar, sum bara fara at økjast í framtíðini, og tí má polit­ iska skipanin taka ábyrgd og loysa trupulleikan. Tað fer Miðflokkurin at virka fyri í komandi valskeiði. Framtíðar Føroyar løgtingsmaður fyri Miðflokkin Bill Justinussen Val Her á gáttini til nýggja árið sendi eg øllum føroyingum bestu nýggjárskvøður. Ein serlig heilsan til tykkara, ið stuðlaðu Sambandsflokk­ inum á fólkatingsvalinum og eisini mær persónliga. Í mangar mátar byrjar nú eitt spennandi ár við nógvum møguleikum. Nýggja Løgtingið fær møguleika at viðgera og samtykkja fleiri mál, ið kunnu flyta okkum væl fram á leið sum samfelag. Føroyar mugu rætta kós við í størri mun at koma sær upp í altjóðagerðina og venda henni til egnan fyrimun. Eisini skulu bleyt virði sum t.d. útbúgving, trivnaður og livikor sum heild raðfestast hægri enn asfalt og beton. Á Fólkatingi er avbjóð­ ingin at samstarva við hegni, so vit í Føroyum fáa ítøkilig úrslit burtur úr tí, sum Ríkisfelagsskapurin bjóðar okkum, ið eru partur av honum. Eitt stórt nýggjársynski er, at veljarar til løgtings­ valið tann 19. januar 2008 lata vit og skil ráða og tí velja Sambandsflokkin. Í flokkinum hava vit dirvi at stýra Føroyum búskapar­ liga sunt, so pláss verður til at styrkja bleytu virðini. Við bestu nýggjárskvøðum Spennandi nýggjár við politiskum avbjóðingum Sambandsflokkurin edmund Joensen Val Nývaldi fólkatingsmaðurin, Edmund Joensen, á fundi við danska forsætisráðharran, Anders Fogh Rasmussen, stutt eftir fólkatingsvalið í november. Edmund Joensen, sum er løgtingsformaður fram til løgtingsvalið, fer nú undir arbeiðið í Fólkatinginum. Hann leggur dent á at samstarva við stjórnina, so ítøkilig úrslit kunnu fáast burturúr fyri Føroyar. Edmund Joensen stillar upp til løgtingsvalið 19. januar Mynd: Símun J. Hansen Tað hevði verið ein sensa­ tión í heimsflokki, um vit vunnu á Italia í fótbólti – Ja, sjálvt ein tepur ósigur hevði verið fantastiskur. Men einki røkist fyri hesum. Okkara heilsuverk kann hin vegin eftir øllum at døma kappast við tey, sum vit vanliga samanbera okkum við, tá ið um sjúklinganøgdsemi ræður. Níggju av 10 sjúklingum eru nøgd við viðgerð og røkt á teimum trimum sjúkrahúsunum í Føroyum. Tað er hóast alt ikki so galið, tá ið hugsað verður um, at eitt gott og trygt heilsuverk er tað, sum øll menniskju virðismeta mest í einum vælferðarsamfelag. Men enn eru vit ikki komin á mál, og tað ber kanningin eisini greið boð um, eins og orðaskiftið í heyst, tá ið fólk greiddu frá ymiskum sorgarleikum, sum tey hava verið fyri, sum dømi um, at aðrar avgerðir, aðrar manna­ gongdir og betri fakligir førleikar í heilsuverkinum, kundu fyribyrgt hesum sorgarleikum. Hesa greinarøð nýttu løgtingmenn til fleiri lemjandi orðaskifti í ting­ inum, har sjúkrahúsverkið var fyri einari niðrandi og óvirðiligari viðferð. Kropp á kroppi fóru teir á røðara­ pallin at tosa niðursetandi um sjúkrahúsverkið, uttan at hugsa um starvsfólkið. Ikki eitt orð um tær mang­ an ótolandi arbeiðsum­ støður, sum ráða innan heilsuverkið. Eg loyvi mær at ivast í, hvussu ein nøgdsemiskann­ ing av løgtingmonnum okkara hevði tørnað út. Kanska skuldu teir verið nøgdir, um ein av 10 føroyingum vóru nøgd við teirra avrik. Íløga í starvsfólkið Tað sum er neyðugt er fyrst og fremst at gera íløgur í starvsfólkini, at menna tey, at føra ein miðvísan eftirútbúgvingar­ og trivnaðarpolitikk, og síðst men ikki minst at virðismeta starvsfólkini. Einki verk er betri enn fólkini, ið starvast í skipani. Virðismiklasta tilfeingið er júst starvsfólkið. Í alt ov mong ár hevur týdningurin av starvsfólkamenning og starvsfólkarøkt verið undir­ mettur í heilsuverkinum. Verður henda íløga raðfest høgt – koma framstigini og ábøturnar heilt av sær sjálvum. Tíðin er komin til tess. Tíðin er komin til starvsfólkið Javnaðarflokkurin Helena dam á neystaBø Val Fólkaflokkurin leggur dent á, at stovnar geva skjótari avgreiðslu, so teir bæði gagna starvsfólki og ikki minst viðskiftafólki Rætt skal vera rætt, at ikki er altíð lætt at avgreiða mál hjá almennu stovnunum. Ein av orsøkunum, sum eg fyrr havi verið inni á er, at stovnarnir gerast fleiri, málini økjast og kanska eisini fløkjast alt meiri og meiri. Vit skylda at hava í huga, at almennir stovnar eru fyri fólkið, tó eru mangir borgarar, ið kenna seg ørkymlaðar, og hava kenslu av eini oyðumarka gongd frá stovni til stovn, ofta tí, at tað fólkið ikki er at hitta, sum júst hava teirra mál um hendur. Hvør hevur ikki staðfest, at tað er sera torført at fáa fatur á rætta fólkinum í telefonini. Tað er ikki rætt, at borg­ arin skal kenna seg ótrygg­ an, hann er vanliga veikari parturin, og hevur tí krav uppá eina holla viðferð, og besta viðferðin er skjót avgreiðsla. Telefontíðin á flestu almennu stovnum er stutt, tí skal hon vera effektiv. Sterkari samfelag Landið er lítið, tilfeingið er avmarkað, og búskapurin hjá okkum sera viðbrekin, tí skal ansast væl eftir, at vit ikki seta fólk fyri at leggja viðgerðarvirksemið eftir tindinum í búskapar­ uppgongdini, tað kemur aftur um brekkur við niðurgongdum. Eins og eg havi víst á ígjøgnum mítt seinasta fýra ára skeið, fari eg at leggja dent á: eitt einfaldari og effekt­ ivari samfelag á almennum stovnum eina betri tænastu við skjótari avgreiðslu fyri borgaran at ráðini verða eftir­ kannað, so vit fáa meiri fyri peningin eina nógv betri telefon­ tænastu, t.v.s at fáa fatur á rætta persóninum, tá tygum hava tørv á honum Eg bjóði meg fram eitt fýra ára skeið afturat, har eg við Fólkaflokshugsjón­ ini í viðføri fari at virka fyri, at borgarin verður tryggjaður eina uppaftur betri viðferð, eina styttri avgreiðslu tíð, og at borg­ arin, sum rindar skatt og avgjøld fyri at fáa sam­ felaghjólini at mæla, verður í miðdepilinum. Her fáa vit eitt sterkari samfelag. Hetta gagnar bæði við­ skiftafólkum og verður til heiðurs fyri almmenna starvsfólkið. Hetta eigur at vera okkara ynski nú vit leggja til brots í 2008. Almennu stovnarnir eru fyri fólkið Løgtingsumboð Fólkafloksins KJartan Joensen Val