fríggjadagur 28. desember 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nýggjársblaðið 2007
15
Best í verðini
Eysturoyarbólkurin Boys
In A Band gera bart, tá
ið teir eru við til finaluna
í heimsumfatandi
tónleikakappingini Global
Battle of the Bands. Boys In A
Band gera ikki mætari enn at
vinna kappingina.
- Tað gekk faktiskt rættiliga
long tíð – næstan ein tími!
áðrenn vit fangaðu tað, at tað
vóru vit, sum høvdu vunnið. Tá
tað so gekk upp fyri okkum,
var tað ein ótrúliga góð kensla,
sigur Símun Skorastein, ein av
tónleikarunum í bólkinum.
Børnini fram
um skrubbuna
Tað er vorðið meira vanligt,
at fólk fáa sær vaskihjálp
frá útlendskum kvinnum í
Føroyum. Ein kvinna, sum
Sosialurin hevur tosað við,
sigur, at hon brúkar vaskihjálp
fyri at fáa meira tíð til
familjuna.
- Nú kann eg til dømis baka
pannukøkur við børnunum um
kvøldi, eftir at skúlatingini eru
gjørd, ístaðin fyri at standa við
høvdinum í wc-kummuni og
skrubba ella renna runt við eini
tvøgu, sigur kvinnan.
Brandur
til tops
Brandur Enni er rættiliga
komin við í fína selskapið í
Svøríki, eftir at hann varð
valdur út til at taka lut í
svenska Tónleika Grand
Prixnum. Christer Bjørkman,
ið er fyriskipari av allari
kappingini sigur, at Brandur
hevur stórar møguleikar at
vinna.
- Hann hevur ein
avberagóðan sang og er sera
dugnaligur hóast sín unga
aldur. Eg havi hoyrt sera nógv
positivt um Brand, og nógv
fløgufeløg her í Svøríki hava
leingi verið áhugað í honum,
sigur Bjørkman.
Desember
’’
- Eg taki mær ikki av tí, tá ið kritikarar finnast
at mínum tónleiki. Fólkini, sum keypa og lurta
eftir mínum tónleiki, eru røttu dómararnir. Tey
kunnu veruliga meta um tónleikin og ikki tey,
sum fáa pengar fyri at finnast at.
Johnny Logan, írskur sangari á vitjan
- Skotar draga túsundtals turistar til landið við
einum Lock Ness ódjórið, sum ikki er til, og tá
áhugin hjá japanum dalar, verða nýggjar myndir
av dýrinum gjørdar, og so er aftur nýggjur áhugi.
Teir duga at selja seg. Meðan vit hava eitt ótal av
søgum, men gera einki fyri at marknaðarføra tær.
Niklas Heri Jákupsson
’’
Endaliga úrslitið av
PISA-kanningini varð
kunngjørt í morgun,
og enn einaferð
mugu vit ásanna, at
fakliga støðið hjá
føroyskum
skúlanæmingum er
alt ov lágt í
PISA-samanhangi
Hýrurin var onki serligur
í Mentamálaráðnum, tá
tíðindafundur var um úrslitið av
veruligu PISA-kanningini.
Tá úrslitið av undankanningini
varð kunngjørt í mai 2006, vóru
føroyingar fullkomiliga tiknir á
bóli, tá tað vísti seg, at vit lógu á
botninum, samanborið við onnur
lond í OECD.
30. mars í 2006 varð so tann
veruliga PISA-kanningin gjørd,
og var tað úrslitið av hesari
kanning, sum var kunngjørt í
dag. Tey ungu, sum eru við í
altjóðakanningini, eru 15-16 ára
gomul, og eru sostatt úr ymiskum
skúlaformum, í høvuðsheitum
úr 9. flokki í fólkaskúlanum. Í
PISA-Føroyum 2006 luttóku 764
næmingar á 9. floksstigi í 23
skúlum.
Í niðurstøðuni av kanningini
verður sagt, at undankanningin
fyri PISA-Føroyar 2005 var
orsøk til vónbrot vegna tey
vánaligu úrslitini. PISA-Føroyar
2006 vísir, at ávísar broytingar
eru í sambandi við støddfrøði
og náttúrufak, men at talan
framvegis í einari altjóða
samanbering er um vánalig úrslit,
ið geva orsøk til stúran.
Náttúrufakini
Í niðurstøðuni frá Pisa-kanningini
2006 sæst, at næmingarnir
liggja á einum lágum støði, tá
ið umræður náttúrufak, harav
liggja teir munandi lægri enn hini
Norðurlondini. Samanborið við øll
londini í kanningini enda Føroyar
á á einum 47. plássi, millum
Tailand og Rumenia. Sermerkt
er harumframt, at føroysku
genturnar duga lutfalsliga betur
enn dreingirnir at kenna aftur
náttúrufakligar spurningar. Í
flestu londum eru dreingirnir
annars betri enn genturnar á
hesum øki.
Lesing og støddfrøði
Eisini í sambandi við lesing liggja
føroysku næmingarnir lágt, á
einum 45. plássi millum Meksiko
og Bulgaria. Í støddfrøði er støðið
heldur frægari, á einum 41. plássi
millum Grikkaland og Ísrael
- men framvegis munandi lægri
enn norðurlendska miðalstigið.
Í mun til PISA-Føroyar 2005
eru broytingar at síggja í
náttúrufakum eins væl og í
støddfrøði.
Útbúgvingarstøðið
heima
Í Føroyum eins og í øðrum
londum er samband millum
testúrslitini hjá næmingunum og
útbúgvingarliga bakstøðið hjá
foreldrum teirra. Snýr tað seg
um vinnuligan status, er aftur
beinleiðis samband. Somuleiðis
er samband millum testúrslitini
og útbúgvingarligt tilfeingi í
heiminum, eins og samband er,
tá ið tað snýr seg um materiellar
ognir í familjuni.
Viðvíkjandi uppmerksemi í
umhvørvisspurningum liggja
føroysku næmingarnir munandi
lægri enn støðið hjá OECD.
Men teir eru meira bjartskygnir
viðvíkjandi útlitunum fyri
umhvørvinum, enn miðal-støðið
hjá OECD.
Átøk síðstu tíðina
Sambært Mentamálaráðnum
eru ávís tiltøk framd síðani
undankanningina sept. 2005.
Fleiri tímar í 1., 2. og 3. flokki,
økt játtan til undirvísingarmiðlar,
setan av lesiráðgeva, fleiri skúlar
hava framt lesiátøk, støðuroyndir
verða settar í verk, landsroyndir
verða settar í verk, kravt at fara til
fráfaringarpróvtøku fólkaskúlans
í øllum lærugreinum, ásetan av
innihaldi í forskúlaflokki og greið
mál í lesiætlanunum.
Føroyar standa seg so illa í PISA-kanningum, at breið semja er um, at fólkaskúlin má betrast
Dumpaðu aftur í PISA