mikudagur 2. januar 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 1 - 2. januar 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Sambært Vinnuvitan
fær lýsingin hjá MBM,
við Carl Johan og
teimum fýra nýggju
mjólkapakkunum,
heiðurin sum besta
føroyska lýsing í 2007.
Ein lýsing frá SMS fær
dumpikarakter
Ársins lýsing
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Seks stjørnur. Jackpot!
So
avgjørdur
var
ummælarin á Vinnuvitan,
tá hann fyrr í ár metti um
lýsingarherferðina
hjá
MBM: ”Fýra litir av mjólk”,
ið Reproz hevur gjørt.
Gronuti Carli og
mjólkapakkarnir
Nú nýggjasta útgávan av
Vinnuvitan lítur aftur um
bak, er tað eisini hendan lýs
ingarherferðin, har Carl
Johan Jensen fýlist á broyttu
mjólkapakkarnar, ið hevur
lagt seg klárt á odda av teim
um meir enn 40 lýsingunum,
blaðið hevur ummælt í
2007.
Í
grundgevingini
fyri
høga stigatalið verður mill
um annað sagt
Sjónvarpslýsingarnar
eru upplýsandi, men sam
stundis undirhaldandi og
fáa brúkaran at tosa um vør
una.
...
Hetta
er
tað
nærmasta, vit eru komin at
eini fulkomnari lýsingarher
ferð í langa tíð.
SMS dumpar
Verri gekst hjá lýsingar
herferðini: ”SMS – Hjarta í
býnum”, ið SMS og Step
hansons Hús hava fram
leitt.
Sambært ummælaranum
gagnar hendan lýsingin als
ikki brandinum hjá SMS.
Heldur tvørturímóti. Við
drúgvu royndunum og stóru
fíggjarligu orkuni, SMS
hevur savnað sær gjøgnum
árini, átti slíkt ikki at hent,
heldur ummælarin á Vinnu
vitan og gevur lýsingini
tvær stjørnur av seks.
Besta føroyska
lýsing í 2007
Gronuti Carl Johan og litføgru mjólkapakkarnir frá MBM spæla høvuðsleiklutin í bestu føroysku
lýsingini í 2007
Grein um byrjanina
til føroyskan popp
tónleik, týðing av
100 ára gomlum
orðaskifti í Dimma
lætting og hugleiðing
um Havnina sum stór
bý er nakað av tí, sum
er at lesa í Varðanum
nr. 74, sum júst er
komin út
BókaútgÁva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Stutt fyri jól kom bind 74
av Varðanum út. Í útgávuni
hesuferð eru ein røð av
greinum, nakrar yrkingar
umframt eitt ummæli av
bókini Føroyskar bíbliutýð
ingar og týðingarroyndir.
Tónleika- og
býarsøga
Ein av rættiliga forkunnugu
greinunum
í
Varðanum
hesuferð er greinin, Tón
leikafelagið, eftir Tórður
Jóhannesarson. Tórður ivast
ikki í, at Tónleikafelagið, ið
føroysk ungfólk stovnaðu í
1958, legði grundarlagið
undir føroyskan popp. Fólk
fóru ikki bara at gera
orkestur, men talan var um
eitt málsligt frambrot, tí í
felagnum
vórðu
nógvir
sangir
sungnir
á
før
oyskum.
Í greinini Chicago – Tórs
havn – Los Angeles hugleið
ir Firouz Gaini um Havnina
sum
(stór)bý.
Sambært
Gaini er Havnin ikki ein
stór bygd, men ein lítil býur,
ið ikki smæðist burtur, tá
dreymakendar
framtíðar
visiónir eru á skránni.
Málsligar røringar
Sum vanligt eru eisni grein
ar um málslig viðurskifti í
Varðanum hesuferð.
Hjalmar P. Petersen hevur
grein, sum hann nevnir Eft
irgerð ella driv? Hjalmar
greiðir frá, um ávísar mál
broytingar
í
føroyskum
stava frá teirri tvímæltu mál
støðuni, vit eru í, ella talan
er um driv ella máleftirgerð,
t.e. broyting sum ein sam
eining av danskari ávirkan
pg einum innara struktur
tvingsli.
Føroysk staðarnøvn er
evni í tveimum greinum eft
ir Eivind Weyhe. Tann fyrra
hevur heitið Rafn, Schrøter
og føroysk staðanøvn. Hin
greinin eitur Staðanøvnini
á teimum fyrstu máliborðs
bløðunum, sum komu út í
1901, tilsamans 75 kortbløð.
Staðanøvnini vórðu skrivað
sum ein ’blandað loysn’ á
donskum/føroyskum, sum
var eitt slag av neyðsemju,
skrivað
eftir
Hammers
haimbs rættskriving.
Orðaskifti og
bíbliutýðing
Greinin
Orðaskifti
um
Trónd í Gøtu og Sigmund
Brestisson tekur støði í fyri
letsri, sum dr. Jakob Jakob
sen helt í Havn í 1887, har
hann m.a hugleiðir um, hví
Føroyingasøga varð skrivað
og hvørjum hon skuldi
tæna. Fyrilesturin elvdi til
drúgt orðaskifti í Dimma
lætting, sum tá varð skrivað
á donskum. Tummas Lenvig
hevur týtt hetta orðaskiftið
til føroyskt, sum nú eisini
er givið út í bók á fyrsta
sinni.
Til seinast í Varðanum
hesuferð ummælir Hanna S.
Absalonsen bókina Føroysk
ar bíbliutýðingar og týð
ingarroyndir
eftir
Elsu
Funding, sóknarprest. Sam
bært ummælaranum er hetta
ein bók, ið bæði granskarar
og fólk við áhuga fyri
evninum kunnu takka høv
undanum
fyri.
Serliga
varnast Hanna S. Absalonsen
ta mynd, bókin gevur av,
hvussu
føroyska
málið
broytist og mennist. Her
vísir ummælarin serliga á
niðurstøðuna hjá høvundan
um, at tað er skeivt í nýggj
ari útgávum av Bíbliuni at
broyta og tillaga málið í
umsetingunum hjá Jákupi
Dahl, K.O. Viderø og Victori
Danielsen. Hesar týðingar
hava uppiborið at vera, sum
tær eru ella vóru, og fyri at
virða teir, sum vóru undan
gongumenn
í
føroyskari
bíbliutýðing, áttu vit heldur
at gjørt eina nýggja bíbliu
týðing.
74. bind av Varðanum er
171 síður og fæst í bóka
búðunum.
Varðin við tónleikasøgu og orðaskifti
Innihaldið í Varðanum hesuferð fevnir um millum annað
føroyska popptónleikasøgu og bíbliutýðingar