Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 tíðindi Ein lítil didda, sum varð fødd miku­ náttina 2. januar, er orsøk til, at Kollfirð­ ingar í ár eiga fyrsta barnið í 2008 Fólkalív Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Endiliga kom ein didda í reiðrið hjá teimum báðum Siv og Eyðfinn Joensen úr Kollafirði, sum framman­ undan eiga tríggjar dreingir: Benjamin 9 ár, Jóhannus 7 ár og Aron 3 ár. ­ Hon hevur ordiliga lump­að okkum, tí vit vóru øll sannførd um, at tað fór at vera enn ein drongur, sig­ ur eydnuríka mamman, Siv Joensen, sum næstan ikki trúði tí, tá hon fekk gentuna up­p­ til sín. Og hon fortelur, at brøðurnir longu høvdu sp­ælt sær við tankan, um teir fingu eina lítlasystur. ­ Teir høvdu avtalað, at teir skuldu skiftast um at flætta henni hárið, ein dag í senn. Men vit søgdu við teir, at tað fór helst at vera ein drongur, tí maðurin helt seg hava sæð okkurt á scann­ aranum, sum ikki hoyrdi til eina diddu, sigur Siv smíl­ andi. Siv, sum up­p­runaliga er úr Norra, hevur búð í Kolla­ firði í seks ár, har hon starv­ ast sum leiðari fyri dagstovnin við Botnánna. Hon var sett at eiga 29. desember, men átti hetta fyrsta barnið í landinum í ár tann 2. januar kl. 01:50. Dóttirin var 55 cm til longd­ ar og vigaði 4250 g. Bæði mamman og dóttirin vóru væl fyri úti á Landssjúkra­ húsinum í morgun. Bæði mamma og dóttur vóru væl fyri í morgun Mynd: Jens Kristian Vang. Jákup á Dul Jacobsen heldur tað vera væl skiljandi, at fyritøkur sum Kaupthing Bank taka seg úr Før­ oyum, tí tað ávirkar íløguhugin, at fólka­ talið stendur í stað SamFelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Jákup­ á Dul Jacobsen, før­ oyskur vinnulívsmaður í Íslandi og faðir at Stórutjørn verkætlanini, heldur tað vera ein ovurhondsstóran trup­ul­ leika, at fólkatalið í Føroyum stendur í stað og at 2000 kvinnur eru í undirskoti. ­ Um Føroyar ikki blóma, so blóma vit heldur ikki. Tí er tað avgerandi fyri okkum, at landið er í vøkstri, sigur Jákup­ á Dul Jacobsen um Stórutjørn. Hann greiðir frá, at vantandi fólkavøkst­ urin ger marknaðin minni sp­ennandi, og tí taka fyri­ tøkur sum Kaup­thing Bank seg úr landinum. Og hóast Jákup­ á Dul Jacobsen held­ ur tað vera keðiligt fyri Føroyar, so er tað er væl skiljandi. – Í longdini er tað helst ov nógv arbeiði av at hava ein banka í einum so lítlum landi. Og um teir síggja, at teir fáa meira burturúr við at gera íløgur onkra aðrastaðni, so gera teir tað, sigur hann við Rás2. Eftirlýsir vøkstur Jákup­ á Dul Jacobsen hug­ leiðir um, at í 90’unum vóru úti við 50.000 fólk í Føroyum, meðan tað vóru eini 250.000 í Íslandi. Síð­ ani hevur fólkatalið verið óbroytt í Føroyum, meðan talið er hækkað til 312.000 í Íslandi, ella 6.000 fólk árliga síðstu árini. ­ Vuksu Føroyar við til dømis 1000 fólkum árliga, so vóru fortreytirnar nógv øðrvísi, eitt nú við meira virksemi, ný­ og útbygging­ um og meiri flúgving up­p­ á landið, sigur Jákup­ á Dul Jacobsen. Hann vísir á, at tá høvdu eini 70.000 fólk búð í Føroyum um 10­15 ár, og grundarlag kundi ver­ ið fyri tveimum flogfeløgum og nógv betri tænastum sum heild. Kortini roknar Jákup­ á Dul Jacobsen við at seta sp­akan í til Stórutjørn í august í ár. Kvinnurnar skulu føða børnini Kveik.fo hevur roknað up­p­á nýggjastu fólkahagtølini, sum tala sína greiðu søgu: Undirskotið av ungum kvinnum er munandi størri enn miðalhagtøl geva fatan av. Serliga mangla kvinnur í aldrinum frá 20 til 35 ár. Hesir aldursbólkar fevna eitt nú um árini, tá ið fólk nema sær útbúgving, seta búgv, fáa børn og leggja sær sína yrkisleið. ­ Um tað “normala” er, at eins nógvar kvinnur og menn búgva í einum landi, so mangla fleiri enn 900 kvinnur í aldrinum 20 til 34 ár. Í ald­ ursbólkinum 20 til 64 ár resta 2000 kvinnur í, stendur á heimasíðuni hjá Kveik.fo. Eisini verður sagt, at tað eru færri kvinnur enn menn í øllum aldursbólkum, inntil vit koma up­p­um 70 ár. Tá vendir myndin, og kvinnur­ nar gerast fleiri í tali, tí teirra miðallivialdur er munandi hægri enn hjá monnunum. Konufólkamangul kann gerast vanlagna føroyinga Jákup á Dul Jacobsen, føroyskur vinnulívsmaður í Íslandi og faðir at Stórutjørn, sigur við Rás2, at fortreytin fyri allari menning í Føroyum er ein støðugur vøkstur í fólkatalinum Kollfirðingar eiga ársins »nýføring« Hvalir og krimiir undir jólatrænum Hvalurin er mín eftir Helga Jacobsen og Adventus Dom­ ini eftir Jógvan Isaksen seldu best til jóla í Rit og Rák og í Gamla bókhandli. Hugvekjandi er, at metsølulistarnir hjá teimum báðum bókahandlunum, annar í SMS og hin í Miðbýnum, eru rættiliga ymiskir. So kunnu fólk hugleiða um, hví so er. Eins og undanfarin ár, komu nógv fleiri yrk­ isbókmentir út til. Metsølulistarnir yvir føroyskar bøkur, seldar í desember til jóla, síggja soleiðis út: H.N. Jacobsens Bókhandil Adventus Domini eftir Jógvan Isaksen Hvalurin er mín eftir Helga Jacobsen Marita eftir Dagny Joensen Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen Tórshavnar Býaratlas Fisher Heinsen eftir Óla Olsen Krossvegir ritsj. Heini í Skorðini og Páll Holm Johannesen Skakandi tilburðir Seyðalitir eftir Gudmund Niclasen Fossanes Fossanes eftir Páll Kunoy Rit og Rák Hvalurin er mín eftir Helga Jacobsen Fossanes eftir Páll Kunoy Skakandi tilburðir Adventus Domini eftir Jógvan Isaksen Fisher Heinsen eftir Óla Olsen Marita eftir Dagny Joensen Fiskar undir Føroyum eftir Rógva Mouritsen Havnin eftir Birgar Johannesen Krossvegir ritsj. Heini í Skorðini og Páll Holm Johannesen Álmanakkin