Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 11 punds búld Lívið er ikki lætt fyri 51 ára gamla Jose Mestre frá Portugal. Hann stríðist við ein búld, sum við tíðini er vorðin 11 pund stórur, og hóttir við at taka lívið av honum. Alt byrjaði sum eitt lítið móðurmerki tá hann var ellivu ára gamal, men frá sekstan ára aldri fór móðurmerki at vaksa skjótt til tað í dag hevur gjørt Jose blindan á øðrum eyganum, brotið tennirnar og gjørt tað trupult hjá honum at eta og liva í heila tikið. Av tí at móður hansara er Jehovas Vitni, vildi hann ikki móttaka blóð og harvið var ein skurðviðgerð ikki møgulig. Men nú er hann gingin við til hetta og kemur aftur til London, tá ein dagur er settur til skurðviðgerð, skrivar enska blaðið The Sun. Fáar flogvanlukkur í fjør Aircraft Crashes Record Office, sum millum annað skrásetur talið av flogvanlukkum, staðfesti við árslok, at talið av vanlukkum við flogførum til fleiri enn seks persónar í fjør var 136. Hetta er lægsta talið í fýra áratíggju. Talið av deyðum í flogvanlukkum varð í fjør 965, og er hetyta lægsta talið síðani 2004. Størsta flogvanlukkan í fjør var í Sao Paulo, tá eitt flogfar hjá TAM Brasil fórst. 199 fólk lótu lív í tí vanlukkuni. Í morgun var eitt rættiliga ógvusligt ferðsluóhapp í Jónas Broncksgøtu í Havn, har ein býbussur fór av vegnum. Eingin mansskaði hendi, hóast bussurin fór illa LØGREGLUTÍÐINDI Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Stutt eftir klokkan tíggju í morgun, kom ein bussur koyrandi niðan eftir Jónas Broncksgøtu. Tá hann kom niðan móti vegamótinum J. Broncksgøta/Hoyvíksveg­ ur, vendi hann ikki, men helt beina leið fram upp á gongubreytina, rendi á grót­ garðin og á ein lyktapela, áðrenn hann steðgaði. Bussurin fekk rættiliga stóran skaða, men eingin mansskaði hendi, sigur løgreglan í Havn. Løgreglan staðfestir eisini, at bussfør­ arin ikki var ávirkaður. Eini 10­15 metrar av grót­ garðinum brotnaði, eins og lyktapelin. Ovarari parturin av lyktapelanum brotnaði av og varð slongdur langt niðan í garðin, har hann fór tvørtur ígnøgnum ein byggi­ pall, sum lá í garðinum. Harðligt nýggjár Dagurin í dag er fyri mong ársins fyrsti verkadagur, men løgreglan var eisini til arbeiðis nýggjársaftan. Av støðini í morgun verður sagt, at náttin var meiri merkt av harðskapi og full­ um fólkum, enn eldskaðum og óhappum av fýrverki. Millum annað sló ein maður ein løgreglumann. Løgreglan vildi hava ólát­ aða mannin við sær á støð­ ina, men maðurin hevði aðr­ ar ætlanir. Tað fekk løg­ reglumaðurin at føla, umframt at maðurin eisini kláraði at bróta ein rút, tá hann var fingin inn í løg­ reglubilin. Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun sigur annars, at tað sum heild hava verið fleiri harð­ skapsmál um høgtíðina enn vanligt er. Á løgreglustøðini vóru tað trý fólk, sum gistu nýggjársaftan. Tvey fólk fýrverksskaða Men hóast fáar fráboðaðar fýrverksskaðar, so veit løg­ reglan at siga um tveir. Í øðrum førinum var ein per­ sónur innlagdur við rættiliga álvarsligum skaða, men viðkomandi er ikki í lívsvanda. Í Klaksvík festi ein neyðarrakett eld í trolið umborð á Sundaberg. Eldurin varð sløktur beinan­ vegin, og skaðin var ikki stórur. Býbussur á skeivari leið Bæði førari og ferðafólk sluppu uttan mein í ógvusliga óhappinum í morgun Myndir: Jens Kristian Vang