mikudagur 2. januar 2008síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2008
Blaðfólk og útgevarar
samráðast
Sáttmálin millum Føroya Blaðmannafelag og Føroya
Blaðútgevarafelag er útgingin, og í annaðkvøld,
hóskvøldið 3. januar, fara partarnir undir samráðingar um
nýggjan sáttmála. Blaðmannafelagið hevur útsett
samráðingarnar nakrar ferðir vegna sjúku, men fyrstu
samráðingarnar um nýggjan sáttmála vóru fyri jól. Í
desember hittust partarnir og samdust um koyriætlan fyri
samráðingarnar, sum byrja í annaðkvøld. Gamli sáttmálin
gekk út 1. november í fjør
Vestergaard Ársins Neyðrakett
Tað gjørdist fyrrverandi landsstýrismaðurin Jacob Vestergaard, sum fekk ivasama
heiðurin at gerast Ársins Neyðrakett. Ársins Neyðrakett er ein afturvendandi táttur,
Dimmalætting hevur havt seinastu mongu árini, og eru tað lesarar blaðsins, sum
gera av hvør skal hava neyðrakettina handaða. Hini, sum vóru í uppskoti til at fáa
neyðrakettina, vóru Anni á Hædd, leiðari í MRCC, Jógvan Jespersen, Kringvarps
stjóri, John Johannesen, løgtingslimur, Magni Laksáfoss, landsstýrismaður, og Óli
Holm, forseti í Fótbóltssambandinum.
Sentral uppílegging í
arbeiðið hjá valfeløg
unum er ein hóttan
móti demokratinum,
sigur Jóannes Eides
gaard, formaður í
Javnaðarflokkinum.
Ein nýggj samtykt hjá
Javnaðarflokkinum
forðar innanhýsis
flytingum sum tær
hjá Rósu Samuelsen
og Elis Poulsen
Val
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Lógin um at gera Føroyar
til eitt valdømi skuldi gera
valuppstillingar greiðari og
landið meira samanhang
andi, men til hetta valið hev
ur úrslitið heldur verið harð
ari innanhýsis stríð í flokk
unum og klandur millum
valfeløg og floksleiðslur.
Elis er uppstillaður á
Tjóðveldislistanum, hóast
valfelagið í Sandoy vrakaði
hann. Í Vágum varð Rósa
Samuelsen vrakað av lokala
valfelagnum
men
kom
kortini á sambandslistan.
Og í Suðuroy var eisini inn
anhýsis stríð í Javnaðar
flokkinum um valevni.
Í hesum sambandi gjørdi
Javnaðarflokkurin
eina
samtykt, sum sigur hvørjar
mannagongdir skulu fylgj
ast, tá valevni flyta frá ein
um valfelag til annað. Sam
bært samtyktini hjá Javnað
arflokkinum skulu viðkom
andi valfeløg vera samd
um, at eitt valevni flytur úr
einum felag í hitt, og flyt
ingin skal samtykkjast av
starvsnevndini.
Jóannes Eidesgaard, for
maður í Javnaðarflokkinum,
sigur, at tað hevur stóran
týdning, at lokalfeløgini
eru uppstillandi myndug
leiki, og at hesin leiklutur
verður virdur og varð
veittur.
Um lokalu valfeløgini
missa leiklutin sum uppstill
andi myndugleiki, so missa
tey sítt grundarlag, og tað
hevði verið ein ólukka fyri
demokratiið, sigur Jóannes
Eidesgaard. Hann heldur, at
tað er beinleiðis skeivt, tá
ein floksleiðsla yvirrular
eitt lokalt valfelag.
Eg meini, at tað er
skeivt, at ovasta leiðslan
yvirrular eitt lokalt felag.
Styrkin í demokratinum er
tætta sambandið við veljar
nar, og her spæla lokalu val
feløgini ein stóran leiklut,
sigur formaðurin í Javnaðar
flokkinum, Jóannes Eides
gaard.
Lokalu valfeløgini tryggja demokratiið
John William Joen
sen, formaður í
Norðoyar Sambands
felag, sigur at floks
leiðslurnar leggja seg
út í ábyrgdarøki hjá
lokalu feløgunum
Val
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Norðoya Sambandsfelag
ætlaði ikki at hava ov nógv
valevni á listanum, men
fingu boð frá floksleiðsluni
um at hava fleiri valevni.
Hesi boðini vildu tey tó
ikki lýða, og trý valevni
eru á sambandslistanum
úr Norðoyggjum.
Eg rokni við, at øll
feløgini hava havt líknandi
stríð, men eg eri bara so
opinskáraður at eg tori at
siga tað.
Vit vildu eisini fegin
hava javnstøðu á listanum
og ynsktu at hava eina
kenda kvinnu við. Vit tos
aðu tí við sambandsfelagið
í Eysturoy, um tað var í
lagið, at vit bóðu Frígerð
Heinesen koma á okkara
lista, greiðir John William
Joensen frá.
Hann heldur tí ikki, at
henda uppstillan kann sam
anberast við at Rósa Samu
elsen og Elis Poulsen eru
uppstillað uttan fyri teirra
valdømi.
Um Frígerð Heinesen
var vrakað av Eysturoyar
Sambandsfelag høvdu vit
ikki sett hana á listan. Vit
høvdu ikki stilla hana upp
upp á nakkan av felagnum
í Eysturoy, sigur John
William Joensen, sum stað
festir, at størsti trupuleikin
er, at bæði Rósa og Elis eru
uppstillað uttan at vera vald
á uppstillingarfundum.
Páll á Reynatúgvu
sigur, at hann fram
vegis er partur av
tjóveldisliðnum í val
stríðnum. Ónøgdsemi
við floksleiðsluna, nú
Elis Poulsen er upp
stillaður á tjóðveldis
listanum, ætlar hann
at goyma til eftir valið
Val
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Kendi útvarpsmaðurin, Elis
Poulsen, er valevni fyri tjóð
veldisflokkin, hóast valfel
agið í Sandoynni vrakaði
hann á uppstillingarfundi.
Lokala valfelagið valdi bara
at hava eitt valevni fyri at
styrkja um møguleikan at
fáa mann á ting.
Men feløgini í Eysturoy
og Norðoyggjum valdu eftir
áheitan frá floksleiðsluni at
stilla Elis Poulsen á vallist
an.
Páll á Reynatúgvu sigur
seg undrast yvir, at ein lim
ur í Sandoyar Tjóðveldisfel
ag verður settur á valevnis
listan, eftir at ein greiður
meiriluti á uppstillingar
fundi hevur vrakað við
komandi.
Eg havi biðið floksleiðsl
una um eina frágreiðing.
Flokkarnir byggja á reglur
og lógir, og tað sama gera
valfeløgini. Og tað hevur
stóran týdning, at reglurnar
vera fylgdar, og at lokal fel
øg og leiðslur virða hvønn
annan, sigur Páll á Reyna
túgvu. Og henda virðing
haltar, tá eitt vrakað valevni
sleppur á listan kortini,
heldur hann.
Tað er týdningarmikið
at øll eru líka stillaði, tá tað
snýr seg um at koma upp á
listan. Og í hesum førinum
er eitt valevni komið á list
an uttan at verða valdur á
uppstillingarfundum.
Men hóast sandoyarting
maðurin hjá Tjóveldi undr
ast um hetta mál, ætlar hann
ikki, at hetta skal ávirka
valstríðið.
Eg eri ein partur av liðn
um og havi fingið stórt álit
frá Sandoyar Tjóðveldis
felag. Hetta álit ætli eg ikki
at svíkja, sigur Páll á Reyna
túgvu, sum fekk 43 atkvøð
ur á upptstillingarfundinum,
har Elis Poulsen fekk 10 og
varð vrakaður.
Goymir uppgerð til eftir
valið
Uppílegging
í lokalt
ábyrgdarøki
- Um lokalu valfeløgini missa leiklutin sum uppstillandi
myndugleiki, so missa tey sítt grundarlag, og tað hevði verið ein
ólukka fyri demokratiið, sigur Jóannes Eidesgaard
- Eg eri framvegis partur av liðnum, sigur Páll á Reynatúgvu,
sum undrast yvir, at Elis Poulsen er stillaður upp á
tjóðveldislistanum, hóast hann varð vrakaður í Sandoy
- Um Frígerð Heinesen
var vrakað av Eysturoyar
Sambandsfelag høvdu vit
ikki sett hana á okkara
lista, sigur John William
Joensen, formaður í Norðoya
Sambandsfelag