Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 Ógvusligur ófriður valdar í Kenya. Før­ oyingar í landinum fjala seg fyri ófrið­ num og siga seg hava tað gott. Í onkrum býi hava myndugleikirnir gjørt greitt, at fólk, sum fara út á gøtuna, verða skotin Kenya Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fleiri føroyingar eru staddir í Keyna, har umfatandi ófrið­ur er í løtuni. Í farnu viku var forsetaval í Kenya, og myndugleikarnir siga, at verandi forseti varð­ afturvaldur. Andstøð­an tví­ heldur um, at talan var um grovt valsvik og vil ikki við­­ urkenna valúrslitið­. Avleið­­ ingin av politisku ósemjuni hevur verið­ ógvusligur ófrið­ur kring landið­, og minst 150 fólk eru deyð­ í stríð­num seinastu vikuna. ­ Støð­an í Kenya er rættu­ liga nógv broytt seinastu dagarnar, og hesar dagarnar hava vit kent okkum fremm­ and í landinum, siga Malena og Jens Meitilberg, sum eru stødd í Kenya. Barnaheim og skúli Malena og Jens Meitilberg arbeið­a hjá einum donskum trúboð­arahjúnum í býnum Nakuru, sum er fjórð­størsti býurin í Kenya. Við­ teimum er eisini sonurin Josva. Føroysku hjúnini virka á einum barnaheimi í slumøki í býnum, og eini 90 gøtu­ børn og foreldraleys búgva á barnaheiminum. Á barnaheiminum er eisini skúli upp til 8. flokk, og á hesum skúla ganga 550 næm­ ingar, sum flest allir koma frá tí fatæka økinum í býnum. Umframt skúlagongdina fáa børnini eisini mat tvær ferð­ir um dagin, og fyri mong av børnunum er hetta einastu máltíð­ir, tey fáa. Barnaheimið­ bjóð­ar eis­ ini kreppuhjálp til ungar kvinnur, ráð­geving verð­ur latin, og roynt verð­ur at stuð­la børnum og ungum í at fáa sær eina útbúgving. Jens stendur fyri at gera eitt verkstað­, har ungir dreingir kunnu fáa upplær­ ing í smið­juarbeið­i, og Malena arbeið­ir mest við­ at finna stuð­lar til arbeið­ið­ við­ børnunum. Serstakt nýggjár Malena og Jens Meitilberg hava roynt at hildið­ nýggjár undir truplu umstøð­unum í Kenya, men tað­ bar illa til. ­ Nýggjársaftan var ikki ein tann einasta rakett at síggja ella nakað­ fýrverk at hoyra. Púra einki. Á midnátt fóru vit tó út á altanuna fyri at skjóta okkurt, sum vit høvdu liggjandi, men tað­ var eitt sindur tankaleyst. Grannin kom og flúgvandi út úr húsinum, tí hann helt, at onkur var komin at skjóta tey, greið­a tey frá. Gerandisdagurin er eisini blivin ein heilt annar, enn hann hevur verið­. ­ Tað­ er serliga i Nairobi, Mombasa og Kisumu har mest ófrið­arligt hevur verið­. Útgongubann eru sett í verk í Kisumu, og hvar verð­ur sagt, at fólk verð­a skotin, um tey fara út. Nú er ófrið­­ urin eisini komin til Nakuru, og her eru fleiri hús brend í grund. Vit sóu stóran eld nýggjársaftan, og fleiri fólk er dripin og onnur særd. Larmur og rópan var at hoyra nýggjársnátt. ­ Í fátækraøkinum hava bandar herjað­, og har vóru fólk hálað­ út úr húsunum og bukað­. Fólk hava sovið­ uttandura, tí tey óttast at eld­ ur verð­ur settur á teirra heim. Okkara vaktarmað­ur, sum skuldi koma nýggj­ árskvøld, bleiv álopin á veg til arbeið­is. Lítið av mati Undantaksstøð­a er í Keyna, og tað­ ávirkar allar partar av gerandisdegnum. ­ Her eru allir handlar stongdir nú trið­ja dagin á rað­, og politi og hermenn eru í gøtunum. Fólk her hava ikki køliskáp ella fryst­ ara, tey keypa bert inn til ein dag í senn, so her fer matur skjótt at ganga undan. Einki fæst í løtuni, hvørki breyð­ ella mjólk. Skúlin hjá Josva skuldi verið­ byrjað­ur, men tað­ er útsett. ­ Vit hava fingið­ at vita frá donsku ambassaduni, at vit skulu halda okkum inn­ andura, so vit hava kent okkum sum fangar í okkara heimi, men vit hava tað­ gott, siga tey. ­ Vit eru skrásett hjá ambassaduni í Nairobi, og tey geva okkum neyð­ug boð­ um støð­una, og um nøk­ ur stig verð­a tikin. Seks føroyingar Umframt familjuna Meitil­ berg eru eisini tríggir að­rir føroyingar í Kenya, sum tey vita um. ­ Hallgerð­ Simonsen og mað­ur hennara Hendrik Olsen arbeið­a og hjálpa til her í 6 mánað­ir, og Mia Jacobsen tekur ein part av síni starvsvenjing á Kreppu­ mið­støð­ini. ­ Vit hava tað­ øll gott, vit føroyingar og øll børnini á heimunum. Men vit eru líkasum í eini bíð­ustøð­u, tí vit vita ikki hvussu støð­an fer at broytast. ­ Í slíkari støð­u er gott at kenna seg tryggan hóast alt, tí vit leggja alt okkara lív og trúgv í, at Jesus Kristus setur einglavagt um okk­ um. ­ Vit heilsa serliga okkara børnum, familju, vinum, samkomu og øllum før­ oyingum við­ ynski um eitt gott og vælsignað­ nýggjár. Takk um tit vilja minnast til okkum í bønum tykkara, serliga fyri støð­uni, sum nú er, siga Malena og Jens Meitilberg. Fjala seg fyri ófriðnum í Kenya Avgerandi lønarsamráðingar Í nýggjársrøð­u síni ávarað­i íslendski forsætisráð­harrin,Geir H. Haarde, feløgini á arbeið­smarknað­inum ímóti at taka ov rívan til í sáttmálasamráð­ingunum, sum verð­a í ár. Hann segð­i tað­ vera umráð­andi, at sáttmálasamráð­ingarnar tryggja støð­ug við­urskifti í samfelagnum. Hann fegnað­ist um, at ST hevur kosið­ Ísland heimsins besta land at liva í, men vísti eisini á, at eftir PISA­kanningunum er íslendski skúlin ikki nóg góð­ur. Aleqa stillar eisini upp Landsfundurin hjá grønlendska flokkinum Siumut fær eftir øllum at døma minst trý valevni at velja ímillum, tá formansval verð­ur í næsta mánað­. Um vikuskiftið­ boð­að­i valfelagið­ í Nuuk frá, at tað­ hevð­i gjørt av at stilla Aleqa Hammond, og at hon hevð­i tikið­ av. Sjálv heldur hon tað­ vera umráð­andi, at Siumut fær eina kvinnu til formann. Frammanundan hevur Finn Heilmann stillað­ upp, og Hans Enoksen ætlar sær at halda fram. Familjan Meitilberg hevur tað gott í Kenya, men tey halda seg innandura og eru í eini bíðistøðu, nú ófriður er í landinum Illgruni um valsvik hevur elvt til ógvusligan ófrið í Kenya. Føroyingarnir í landinum hava fingið boð um at halda seg innandura Mynd: Polfoto