Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 Um einar 2-3 vikur fer Tórshavnar kommuna at økja um koyringina við Bussleiðini. Bussarnir fara tá at koyra tríggjar ferðir um tíman í arbeiðstíð Bussar Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Ætlanin var upp­ runaliga, at koyringin skuldi økjast enn meiri. Miðað varð nevniliga eftir at víðka um tilboðið til eisini at umfata kvøld­ og vikuskift­ istúrarnir. Men hesum fekst ikki undirtøka fyri. ­ Vit økja tí fyrst koyring­ ina í dagtímunum. So fáa vit at síggja, hvussu víðari verður, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar komm­ unu. Í løtuni er øll skipanin til hoyringar í umsitingini, og tá viðmerkingarnar eru lið­ ugt umrøddar, kann skipan­ in setast í verk. Skipanin hevur verið sera væl móttikin av fólki, síðani hon varð sett í gildi fyri ein­ um ári síðani. Mangar túrar hava bussarnir verið full­ settir. Fleiri bussar Upprunaliga var ætlanin at nýggja og økta skipanin skuldi setast í verk frá kom­ andi mánadegi, men hesum málinum rakk ein ikki. Ístaðin verður miðað eftir at fáa skipanina setta í verk í næstum, helst seinast í hesum mánaðinum. Til tess at økja koyringina krevjast fleiri bussar. Hesir komu til landið fyri jól, og verða klárir at koyra, tá skip­ anin er til reiðar. Nýggja ferðaætlanin verð­ ur soleiðis, at bussarnir fara at koyra tríggjar ferðir um tíman í arbeiðstíð, men skip­ anin í fyrsta umfari verður óbroytt um kvøldini og viku­ skiftini. Sum skilst verða leiðirnar stórt sæð tær somu. Hagtølini vísa, at fólk ferðast dúgliga við bussun­ um. Í 2006 metti ein at 700.000 fólk brúktu Buss­ leiðina, og talið í 2007 er munandi hægri. Gongur soleiðis sum ES ætlar kann eitt fullkomið forboð fyri fýrverki koma í gildi longu í ár. Úrslitið kann vera, at fólk ikki sleppa at nýta øll sløg av fýrverki við ársskiftið 2008/09 Nýggjár Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Noreg: Rættilig ferð er komin á kjakið um, hvussu fólk handfara fýrverk tá tað nýggja árið skal skjótast inn. Her kann koma uppá tal, at banna tað teir kalla pinna­rakettum, meðan teir fara at loyva jørð­rakettum uttan pinnar. Eitt ES­fyriskipan, sum fyri stuttum er kunngjørd sigur týðiliga og greitt, at alt fýrverk skal bæði góð­ kennast og verða roynt av serkunnleikanum, áðrenn tað kemur á marknaðin. Í onkrum londum á europeiska meginlandinum er ein sinnaður at fara so mikið langt, at eitt fullkom­ ið forboð kann verða sett í gildi fyri mannin á gøtuni. Norskir myndugleikar kanna í løtuni, hvat teir skulu siga og halda um rakettir við stýripinnum. Norsk bløð skriva kortini, at lítið týðir uppá at eitt fullkomið forboð verður sett í verk. ­ Skal eitt slíkt stig setast í verk, má ein politisk av­ gerð til, sigur Siri Hage­ heugen frá Direktoratet for samfunnssikkerhet og be­ redskap við norska blaðið VG. Dentur verður serliga lagdur á, at teir nógvu skað­ arnir av fýrverki hava gjørt sítt til, at ein umhugsar eitt slíkt stig. Bara á Haukeland Universitetssykehus varð boðað frá 21 eygnaskaðum bæði á børn og ung orsakað av fýrverki. Av hesum kunnu seks teirra vænta at missa sjón­ ina fullkomuliga. Ynskja strangari reglur Ein yvirlækni á sjúkrahúsin­ um, Nils Bull er sannførdur um, at eitt forboð er rætta leiðin at ganga. ­ Tað nyttar lítið at seta forboð í gildi móti rakett­ unum, tá fýrverkið á jørðini er eins vandamikið og hitt, sigur hann. Tí eru fleiri sinnað at seta forboð ímóti øllum sløgum av fýrverki, eins og ES­fyri­ skipanin leggur upp til. Ein teirra er brigadu­ leiðarin hjá sløkkiliðinum í Oslo, Bjørn Lind, sum heldur tað beinleiðis vera óforsvarligt at lata amatørar handfara fýrverk. Hansara hugsan er, at ein ístaðin eigur at lata serkøn fólk taka sær av hesum, og síðani lata almennar mynd­ ugleikar skipa fyri einum stórfingnum og vøkrum felags fýrverk lokalt. Norska tilbúgvingin gjørdi í 2006 eina kanning sum vísti, at 7 av 10 norð­ monnum ynskja strangari reglur við fýrverki. Helvtin av teimum spurdu løgdu tó dent á, at tey vóru ímóti einum fullkomnum forboði móti rakettum, meðan 38 % vóru fyri. Tríggir bussar um tíman Ókeypis koyringin við Bussleiðini er væl umtókt millum Havnarfólk. Skipanin heldur fram í ár við øktum tilboði Fullkomið forboð fyri fýrverki Fýrverk kann vera vandamikið – men kanska er tað ein saga blott um stutta tíð (savnsmynd) Pf. Luna keypt bláa flakavirkið í Sørvági Beint fyri ársskiftið varð greitt, at pf. Luna hevði keypt bláa flakavirkið frá spf. Vesturskin í Sørvági. Hóast munnlig avtala var gjørd um handil, varð hetta ikki formliga avgreitt fyrrenn tá, skrivar heimasíðan hjá Sørvágs kommunu. Á fundi í farnu viku vóru seinastu viðurskiftini fingin upp á pláss: Leigusáttmálin við Sørvágs kommunu og keypssáttmálin millum keypara og seljara vórðu undirskrivaðir, og handilin sostatt vorðin veruleiki. Ætlandi fara fólk frá pf. Luna undir at gera bygningin kláran til kryvjing av alilaksi fyrst í nýggja árinum. Pf. Luna hevur aliloyvir á Gøtuvík, Miðvági og á Sørvágsfirði, og eru ætlanir felagsins at kryvja fiskin úr øllum hesum støðum á virkinum í Sørvági. Enn er ikki greitt nær nýggja virkið verður klárt at taka ímóti laksi, men inntil tá verður kruvt á gamla virkinum sum felagið eigur í Sørvági.