Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 Vinnumálaráðið hevur nú funnið eina fyribils loysn á einum trupulleika, sum kundi kosta nøkrum føroyskum fyritøkum tíggjutals milliónir VinnulíV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Beint fyri jól fann vinnu­ málaráðið eina fyribils loysn á einum trupulleika, sum hótti við at kosta nøkr­ um føroyskum fyritøkum tíggjutals milliónir, um­ framt at tær kundu missa ein marknað, sum tær hava brúkt fleiri ár upp á at byggja upp. Tað var í 2001, at Føroyar og ES gjørdu avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES. Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu. Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES. Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu. Men er talan um vøru, ið ikki má koma í umfar í ES, sum eisini verður nevnd “non conform” vøra. Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat. Hetta gjørdi Heilsufrøði­ liga Starvsstovan uttan ávar­ ing og uttan at boða frá frammanundan. Hetta kom ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi, tí vandi var fyri, at komu at missa allan hendan marknaðin, sum tey hava brúkt fleiri ár um at byggja upp Heilsufrøðiliga Starvs­ stovan hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðir­ nar. Av tí at vit ikki hava skip­ anina, fáa vit heldur ikki samskift við aðrar marknað­ eftirlitsstøðir og tískil ber ikki til at tryggja at vøran endar, har hon skal, ella øvugt: at hon ikki endar har, hon ikki skal enda. Longri avgreiðslutíð Men nú er ein fyribils loysn funnin og hon er, at danska Fødevarestyrelsen tekur sær av elektronisku sam­ skiftinum við ES skipanir­ nar, bæði í sambandi við innflutning av ”non con­ formari” fiskavørum á frí­ goymslu og tá ið vøran fer í transit gjøgnum ES, fyri til síðst at fara út úr sam­ handilsøkinum. Hendan fyribils loysnin merkir, at tað kemur at taka nakað væl longri tíð at av­ greiða innflutning av ”non conformari” vøru, tí væl av málsviðgerðini skal fremj­ ast av Fødevarestyrelsen í Danmark. Loysnin er fyribils og tí vil Fødevarestyrelsen fegin eftirmeta loysnina nokk so skjótt. Ætlanin er tó at Føroyar skal fáa beinleiðis samband við elektronisku fráboðanar­ skipaninar hjá ES, fyrst nýggja árinum. Seinni í dag hava vit við­ merkingar frá vinnulívs­ monnum, sum siga sína hugsan um hesa fyribils loysnina og um teir halda, at hon er nøktandi. Í 2001 gjørdu Føroyar og ES avtalu um marknaðeftirlit fyri at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at útflyta til ES. Men í hesum sambandi hava skip frá triðja londum havt eina serliga støðu. Kortini hevur tað altíð borið til at avgreidd vørur frá skipum, sum ikki eru góðkend í ES. Hetta er eitt virksemið, sum hevur kastað nógv av sær hesi seinastu árini, tí tað eru ikki fá skip, sum ikki eru góðkend frá ES, sum gjøgnum árini hava lagt fiskavørur av ymsum slagi upp í Føroyum, her tær eru goymdar, til tær eru fluttar víðari, har tær skulu. Men tann 14. september í ár boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá, at hon ikki longur kann avgreiða skip, sum ikki eru góðkend í ES og at alt slíkt virksemið tískil má halda uppat. Hetta gjørdi Heilsufrøðiliga Starvsstovan uttan nakra ávaring ella fráboðan frammanundan. Hetta er komið ógvuliga illa við hjá teimum, sum fáast við slíkt virksemi. Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur boðað vinnuni frá, at orsøkin til at nokta at avgreiða skipini, sum ikki eru góðkent í ES, er, at vit í Føroyum ikki hava eina skipan, ið er nevnd Traces, og sum er ein elektronisk skipan, ið ES brúkar til at hava samskiftið ímillum tær ymsu marknaðstøðirnar. FAKTA Mistu 1,5 millión Frystigoymslan í Vági hevur mist 1,5 millión, tí tað gekk so leingi hjá Vinnumálaráðnum at finna eina loysn á trupulleikanum við skipum, sum ES ikki hevur góðkent ­ Tað er spell, at tað skuldi ganga so long tíð og veruleikin er, at bíði­ tíðin hevur kostað okkum stórar ordrar. Johan Dahl hevur frystigoymsluna í Vági og hann er eisini fegin um, at Vinnumálaráðið nú hevur funnið eina loyns á trupulleikanum við skipum, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit umrøða í greinini longur niðri á Portalinum: Fyribils loysn á stórum trupulleika. ­ Men tað spell, at vit skulu hava gjørt vart við ein trupulleika í so langa tíð, men so hendir onki, fyrrenn fjølmiðlarnir fara at larma. ­ Tá ið fjølmiðlarnir so settu ljóskastaran á mál­ ið, vísti tað seg, at ein loysn kundi finnast í eini handavending. ­ Tí kunnu vit spyrja, hví loysnin ikki er funnin enn. Johan Dagl staðfestir, at úrslitið av hesum dráli­ num er, at frystigoymslan í Vági hevur mist 1,5 millión í inntøku, tí skip, sum eftir ætlan skuldi koma til Vágs, mátti aðra­ staðni Les eisini greinina: Nøktandi fyri okkum. -áki- Skip, sum ikki eru góðkend í ES, hava verið eitt gott íkast hjá nøkrum virkjum í Føroyum. Nú var vandi fyri, at vit mistu hendan marknaðin, sum fyritøkurnar hava brúkt fleiri ár upp á at byggja upp, men nú er ein loysn funnin, sum loysir trupulleikan fyribils. Myndin er av heimasíðuni hjá Faroe Cold stores í Vági Brattaberg sangvenjing í Vági Komandi dagarnar – frá hósdegnum til sunnudagin, hevur Súsanna Brattaberg sangvenjing í Vági. Venjingin er serliga ætlað ungfólki frá 16 árum og uppeftir – gentum og dreingjum. Tað er sera umráðandi at fáa rætta undirvísing á ungum árum. Hetta høvi hava suðuroyringar nú. Súsanna hevur undirvíst javnan tvey tey seinastu árini. Úrslitið er einki at taka feil av, tað veri seg innan kórsangarar og ikki minst solistar.­ Súsanna er altíð glað at síggja nýggjar sangarar, tað er bara at melda til, siga tey úr Vági. Vant verður í bólkum hesar tíðir og hvønn dag: Bólkur I 15.00­17.00 Bólkur II 18­20 Bólkur III 20.00­ 22.00 Fyribils loysn á stórum trupulleika