týsdagur 29. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 100 - 29. mai 2001
21
gult21 cyan21 magenta21 svart21
Lyngby var væl upp-
lagt, tá teir argaðu
grannarnar og syrgdu
fyri, at spurningurin
um, hvør skal vinna
DM, fer at hanga í
leysum lofti í knappar
tvær vikur
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Spenningurin er tryggjaður
hjá føroyska ferðalagnum,
sum ætlar sær av landinum
og í Parkina í Keypmanna-
havn at hyggja at, tá FCK
og Brøndby annan sunnu-
dag í næstsíðsta umfarinum
bresta saman.
Teir gulu úr Brøndby
vóru sera hepnir, tá teir á
útivølli í Silkeborg vunnu
1–0. Málið fingu teir í
síðsta minuttinum undan
steðginum.Svenski
mið-
vallarin, Mattias Jonsson
smekkaði til, bólturin rakti
í ein av verjuspælarunum,
og so noyddist landsliðs-
málverjin, Peter Kjær, at
standa og hyggja at, meðan
bólturin fór í málið.
Sigurin hjá Brøndby var
tann fyrsti í Silkeborg
síðani 1997. Bæði liðini
høvdu møguleikan at elta
FCK í toppstríðnum. At
Brøndby vann, og at Silke-
borg tapti hevur við sær, at
steypavinnararnir úr Silke-
borg so at siga eru dotnir
afturav í stríðnum um DM.
Teir kendu tað eyka harmu-
ligt, tí sannleikin var tann,
at tað vóru teir, sum høvdu
mesta spælið, og tað vóru
teir, sum høvdu teir størstu
møguleikarnar. Men teir
vóru ikki nóg neyvir, og so
stóð 37 ára gamli Mogens
Krogh
framúr
væl
í
málinum hjá Brøndby.
At nógv stóð upp á spæl
sást aftur á kortunum.
Brøndby menninir fingu
ikki færri enn seks gul kort.
Men tey sótu so mikið væl,
at eingin av teirra monnum
fekk tvey kort, og tískil
vóru teir bláu og gulu full-
mannaðir alla tíðina.
Lyngby nýggjan
leiklut
Í Parkini vóru 25.016 á-
skoðarar og teir nýttu góða
veðrið og stóra spenningin.
Lyngby var í vár við í
toppstríðnum. Eftir sera
soltið tíðarskeið, duttu teir
niður í miðjuna í super-
liguni, men fram ímóti
endanum á hesum kapp-
ingarárinum tykjast teir at
hava fingið ein nýggjan
leiklut í oddastríðnum.
Leikluturin er at arga
liðini, sum kappast um
DM. Mánakvøldið í síðstu
viku vann Lyngby 2–1 í
Brøndby, og í Parkini
sunnudagin sást frá fyrsta
bríksli, at gamla felagið hjá
Toda Jónsson og nógvum
øðrum FCK monnum ikki
var komið á tjóðarleik-
vøllin fyri at vera statistar,
meðan FCK spælararnir
skuldu sóla sær til sigurin
og harvið næstan meistara-
heitið.
Lyngby var ágangandi,
og tað var skjótt, at teir
komu á odda. Miðvallarin
Tobias
Grahn
fekk
diagonalbólt úr vinstru,
hann gjørdist leysur og
sendi framvið norska FCK
málverjanum,
Thomas
Myhre. So var 1–0 til
gestirnar, og størsti parturin
av veldugu áskoðarafjøld-
ini hevði fingið sum vátan
vøtt. Tvær ferðir fyrr í
hesum
kappingarárinum
hevði Lyngby vunnið á
FCK, og sjálvandi spøkti
vandin fyri tapi hjá favo-
rittunum og teirra stuðlum.
Todi fleiri ferðir upp á
spæl
FCK var kortini ikki fyri
ongum. Teir høvdu bóltin
nógv, og teir høvdu møgu-
leikar. Og aftur hesa ferð
vóru tað Sibisusa Zuma og
Todi Jónsson, sum gjørdu
um seg í álopinum. Zuma
var um reppið at skora, tá
20 minuttir vóru farnir, og
átta minuttir seinni sendi
Todi Jónsson úr átjan metr-
um fríspark og mitt fyri upp
um manngarðin og í tvør-
træið.
Í 2. hálvleiki var intensi-
teturin framvegis stórur, og
í 64. minutti eydnaðist tað
at javna. Zuma kom leysur í
vinstru, men innleggið var
ikki serliga neyvt. Kortini
eydnaðist tað Toda at temja
og við høvdinum at stikla
bóltinum frammanfyri sær,
áðrenn hann stutt úr málin-
um vann nærdyst við fleiri
mótstøðumenn og fekk
bóltin inn um strikuna. Nú
hevur Todi skorað tólv
ferðir í hesum kappingar-
árinum. Hetta er væl meiri,
enn hann nakrantíð áður
hevur skorað eitt kapping-
arár í superliguni, og hann
er eisini tann av FCK
spælarunum, sum hevur
skorað flest mál. Aftur hesa
ferð metir heimasíðan hjá
Ekstra-Blaðnum, at Todi
var klárt besti maður á
vøllinum.
Bara fimm minuttir eftir
útjavnandi málið, valdi
FCK venjarin, Roy Hodg-
son, at taka – í hvussu so er
fyribils (ikki ov leingi,
vóna vit! – fyrrverandi
føroyska landsliðsmannin
út. Fleiri søgdu seg ikki
skilja útskiftingina serliga
væl, tí Zuma og Todi og
innanhýsis fatanin teirra
millum hava hesa tíðina
verið og eru framvegis
hottasta samrøðuevnið í
donskum fótbólti. Sum tað
verður nevnt aðra staðni í
blaðnum, so var orsøkin
tann, at Todi hevði fingið
ein lítlan løst.
Einki mál kom afturat, og
tað vil siga, at Brøndby sig-
urin í Silkeborg hevði við
sær, at í næstsíðsta umfar-
inum og uppgerðini í
Parkini, har hvør einasti
stólur verður upptikin 10.
juni, er tað upp til bæði
FCK og Brøndby spælar-
arnar at gera av, um teirra
lið skal vinna DM og
harvið rættin til undan-
kappingina til europeisku
meistarakappingina. Meiri
spennandi fær tað ikki
verið hjá føroyska fótbólts-
ferðalagnum og hjá øllum
útisetunum, sum ætla sær í
Parkina, tá tey fara at halda
norðoyarstevnu í Klaksvík!
Klaksvíkingar
komu ongantíð
rættiliga fyri seg í
dystinum ímóti
NSÍ, sum vann og
fór fram um KÍ
2. DEILD
Jákup Mørk
Eftir eitt frálíkt úrslit í
Fuglafirði seinasta viku-
skifti komu næstbestu
klaksvíkingarnir niður
aftur á jørðina hetta
vikuskiftið, tá NSÍ vitj-
aði í Klaksvík.
Besta liðið hjá NSÍ
hevur ikki fingið bilbukt
við KÍ farnu vikurnar,
men næstbesta liðið stóð
seg betur ímóti klaks-
víkingum.
Runavíkingar strídd-
ust væl. Teir vóru væl
skipaðir, høvdu nógv
fólk aftanfyri bóltin,
men vóru skjótir at
leypa á, tá møguleikin
var til staðar.
Jan
Nónklett
setti
stundum ferð á NSÍ-
liðið, og kviki miðvall-
arin stóð eisini fyri
fyrsta málinum í dystin-
um. Hann kom at standa
væl fyri í brotsteiginum
og smekkaði til, KÍ-
málverjin hálvbjargaði,
bólturin endaði aftur hjá
Jan, sum púra kaldur
lyfti upp um málverjan
og í málið.
Tað tóktist verða størri
broddur í, tá NSÍ leypa
á, hóast Poul Juul Vil-
helmsen og hinir í KÍ-
verjuni
spældu
væl.
NSÍ’arnir vóru vanda-
miklari, og tað var langt
ímillum KÍ-royndirnar í
fyrra hálvleiki.
Tað vóru tó onkrar
royndir, og í einu støðu
sendi ídni Finn Bald-
vinsson á stongina úr
spískum vinkli. Ein aðru
ferð stútaði Poul Juul
stutt fram við NSÍ-mál-
inum.
NSÍ økti
Beint fyri hálvleik økti
NSÍ til 2-0, eftir eitt gott
álop í høgru síðu, sum
endaði við, at lagt var
flatt innfyri málið. KÍ-
málverjin togdi seg og
fekk hondina á, men so
var Fróði Jóannesarson
fyrstur á bóltinum og
sendi í tóma málið.
Tá liðini komu aftur
frá hálvleikssteðginum
royndi KÍ at trýsta NSÍ,
men teir fingu ongantíð
veruligt tak á. Ikki fyrr
enn teir minkaðu til 2-1,
tá innskifti John Ryan
smekkaði til ein leysan
bólt í NSÍ-brotsteigin-
um.
Seinasta
korterið
trýsti KÍ, og teir høvdu
fleiri royndir á málið.
Men NSÍ kláraði at
halda bóltin burturi frá
málinum, og so fóru
runavíkingar avstað við
øllum, hóast tað var
heimaliðið
sum
var
favorittur til at vinna
dystin.
NSÍ tók seg við sigrin-
um fram um KÍ, sum tó
er væl við í kappingini
eftir fyrstu umførini.
KÍ-NSÍ 1-2 (0-2)
0-1: Jan Nónklett
0-2: Fróði Jóanesarson
1-2: John Ryan
Súni Olsen skeyt tvey
mál, tá FC Zwolle í
seinast umfarinum
staðfesti triðja plássið
HOLLAND
Jákup Mørk
Næstbesta
deildin
í
Hollandi hevði sín seinasta
leikdag um vikuskiftið, og
hóast tað longu var greitt,
at Zwolle fór at enda ovar-
laga, so løgdu teir sjálvandi
eisini alt í hendan seinasta
dystin. Við einum sigri
kundi
Zwolle
nevnliga
gerast sonevndur periodu-
vinnari, og harvið staðfesta
sína luttøku í endaspæl-
inum, átta lið fara at dystast
um teir báðar seinastu sess-
irnar í hollendsku heiðurs-
deildini.
Tvey mál
Súni Olsen hevur aftur
verið á sæð á besta liðnum
hjá Zwolle í seinastuni, og
eisini hesa ferð taldist hann
millum teir fyrstu ellivu.
Umframt at hann hesa ferð
spældi allan dystin, so
skoraði ungi gøtumaðurin
eisini tvey mál í dystinum,
og var talan her um fyrstu
mál hansara í Hollandi.
Eftir dystin var tað eisini
ein sera fegin og ikki minst
spentur Súni Olsen, sum vit
hittu á máli.
- Akkurát í løtuni gongur
tað ótrúliga væl. Bæði
persónliga og hjá liðnum.
Vit skulu nú dystast við
Volendam, Telstar og so
anting Fortuna Sittard ella
der Graafschap um eitt
pláss í bestu deildini, og
bæði Volendam og Telstar
hava vit vunnið á fyri stutt-
ari tíð síðani.
Hollendska skipanin er
soleiðis, at bert fremsta
liðið í deildini er tryggjað
uppflyting. Síðani verða
seks lið úr aðru deild og
tvey úr fremstu deildini
bólkað í tveir bólkar, har
báðir
bólkavinnararnir
sleppa at spæla í bestu
deildini komandi ár.
Nógvir dystir
Hóast góða spælið seinastu
tíðina, so telist Súni ikki
millum teir, sum manna
føroyska
landsliðið
til
komandi uppgávurnar, og
sjálvur tykist hann eisini
eitt sindur vónbrotin av
hesum, men frí frá fótbólt-
inum fær hann tó á ongan
hátt.
- Fram til 19. juni verður
talan um dyst tvær ferðir
um vikuna hjá okkum, so
tað verður í øllum førum
sera spennandi, og sjálv-
andi vóni eg, at tað fer at
eydnast okkum at koma í
bestu deildina, sigur Súni
Olsen at enda.
KÍ-NSÍ 1-2 (0-2)
NSÍ vann á
tamum oddaliði
Tað tódnaði hjá Toda
og teimum
Saman við liðfelaganum úr
Suðurafrika er Todi limur í
vandamesta álopsparinum í
Danmark
Súni á blettinum
21
20
Nr. 100 - 29. mai 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
Avrikið hjá teimum
gulu og bláu var nógv
tað mest sannførandi
í ár, meðan hvít-
klæddu HB menninir
vóru langt frá
støðinum, sum í
fyrstu umførunum
bar sannførandi
sigrar við sær
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
HB varð sunnudagin sent
til hús úr Runavík við tapi.
Eitt er, at HB tapti, men
nakað annað er mátin, sum
teir taptu uppá. Fyri einum
mánað síðani og minni enn
tað, tá fyrstu umførini í
landskappingini vóru á
skránni, sýndu teir í HB
spæligleði,
bólthaldarin
hevði altíð fleiri møgu-
leikar at senda víðari, og í
verjuspælinum vóru teir
sera sannførandi.
Nógv er broytt síðani tá. Í
Runavík var talan um ein
ellivu manna flokk, sum
tóktist uppgevandi. Á mið-
vøllinum vóru teir undir-
mannaðir og lógu langt frá
mótstøðumonnunum. Rúni
Nolsøe var sera verju-
kendur og als ikki í stýrandi
leiklutinum,
sum
hann
plagar at hava. Í borðunum
vóru teir ótryggari, enn teir
hava verið, og í miðverjuni
bilaði nógv.
Uni Arge og Bárður
Mortansson fingu lítið at
arbeiða við, og teir for-
máddu sær ikki serliga
nógv ímóti NSÍ verjuni við
Dániali Hansen á odda, tá
teir endiliga fingu bóltin.
Men áðrenn vit fara at
rósa NSÍ, eiga vit at leggja
afturat, at tað var um repp-
ið, at HB fekk um endan og
legði seg framum bæði við
einum og tveimum málum.
Um tað hevði eydnast, so
hevði talan ivaleyst verið
um heilt øðrvísi dyst.
Trettan minuttir vóru
farnir, tá Uni Arge javnaði
til 1–1. Allan Mørkøre, sum
annars ikki hevði serliga
eyðsýndan leiklut hesa
ferð, fekk góðan diagonal-
bólt frá Rúna Nolsøe og út í
høgra borð, hann dróg langt
fram og langaði flatt inn-
fyri. Skotroyndin hjá Bárði
Mortanssyni tóktist hálv-
kiksað, men Uni Arge var á
rætta staðnum røttu løtuna
og beindi bóltinum í málið.
Tíggju minuttir seinni
heilkiksaði Arnfinn Lang-
gaard sending tvørturum.
Uni Arge setti ferð á, men á
brotsteigarmarkinum vardi
Jens Martin Knudsen við
beinparadu. Og løtu seinni
var Jens Martin aftur bjarg-
ingarmaðurin. NSÍ misti í
uppspæli í vinstru, Allan
Mørkøre setti ferð á í brots-
teigin, flatu skotroyndini
bilti einki, men málverjin
bjargaði meistarliga.
Spældu fótbólt
Heimasigurin átti í tølum at
havt verið nógv meiri sann-
førandi enn 2–1. NSÍ hevði
stóra leikliga yvirvág, í
longum løtum spældu teir
sera væl. Høvdu teir ikki
verið so strongdir, tá álop-
ini skuldu avsluttast, so
kundu teir havt fingið fleiri
upplagdar møguleikar og
ivaleyst fleiri mál. Skot-
royndir langt úti av vøllin-
um vórðu valdar í staðin
fyri
blankt
fríspælandi
stikkbóltar, og í 1. hálvleiki
valdi Sjúrður Jacobsen at
stúta diagonalan frísparks-
bólt úr høgru tvørturum
aftur í staðin fyri at royna
sjálvur í handara síðunetið.
NSÍ spældi ofta hug-
flogsríkt. Hesa ferð vóru
bóltspælararnir Brynjolvur
Nielsen,
Ian
Højgaard,
Sjúrður Jacosben og Eddie
Mikkelsen á miðvøllinum,
meðan Sonni L. Petersen
var einsamallur á toppinum
(Christian Høgni Jacobsen
var ikki við). Miðvallararn-
ir dusaðu sær, tí teir vóru
yvirmannaðir. Sammett við
fyrr í ár var talan um nógv
tað mest sannførandi spæl-
avrikið. Eitt tvey saman-
spæl, yvirlapp, diagonalar
sendingar og meiri av tí
slagnum sást aftur og aftur,
og serliga fyrra partin av
fyrrra
umfarinum
eltu
heimamenninir HB alla
staðni á vøllinum, tá gestir-
nir høvdu bóltin. Tað kom
ikki væl við hjá HB.
Heimamálini
NSÍ kom á odda beinan-
vegin. Eddie Mikkelsen
royndi við skoti, Bárður
Johannesen hálvbjargaði,
og Sonni L. Petersen, sum
er við at mennast til ein
eftir føroyskum viðurskift-
um fínan álopsmann, stýrdi
bóltinum í kassan.
Sum 1. hálvleikur leið,
fór ferðin eitt sindur niður,
men í 2. hálvleiki var mun-
urin so eyðsýndur, at HB
menninir í mótloysi fóru at
yppa øksl, veipa við ørm-
unum og hyggja upp á
dómaran.
Ein av trupulleikunum
hjá NSÍ er, at teir hava eini
trý punkt, har bóltførleikin
er alt ov vánaligur. Í 2.
hálvleiki broyttu teir til
4–4–2. Ken Nónklett kom
inn í álopið, og hann hevði
bara verið á vøllinum í seks
minuttir, tá hann fyri
opnum máli við handara
stólpan umsetti flatt inn-
legg úr vinstru til sigurs-
málið.Uppspælið byrjaði
aftarlaga í vinstru. Ian Høj-
gaard og Sjúrður Jacobsen,
sum vóru teir, ið stóðu
sterkast í myndini á heima-
liðnum, vóru uppií.
Tørva royndir
Sum tíðin leið, royndi HB
at spenna álopsbogan. Tað
var ein smeitur, at Hans á
Lag longu undan steðgin-
um noyddist at fara burtur-
úr. Rógvi Jacobsen fór í
miðverjuna at hjálpa Jón
Róa Jacobsen. Teir høvdu
báðir komið væl við longri
frammi á vøllinum.
Tá 25 minuttir vóru eftir,
fór Jón Rói í álopið fyri
Bárður Mortansson, og
Eyðfinn Fjalsbak kom í
miðverjuna.
Men
HB
megnaði ongantíð rættuliga
at kroysta NSÍ.
Síðstu løtuna sást væl, at
teir í NSÍ ikki hava nógvar
royndir í at halda tørn. Jens
Martin Knudsen døllaði
sær, tá hann skuldi taka
málspark,
og
Sjúrður
Jacobsen fekk gult kort, tí
tað tók ov langa tíð at taka
eitt innkast. Men spælið var
ikki, sum tað átti at havt
verið í sovornari støðu. Í
staðin fyri at gera nyttu
burturúr tamarhaldinum,
sum teir høvdu á miðvøllin-
um, so vóru teir á heima-
liðnum alt ov málfokus-
eraðir. Tí vóru álopini
skjótt avgreitt, og harvið
góvu teir bóltin aftur til
HB.
Ikki minst tá HB var
vorðið undirmannað, eftir
at Allan Mørkøre hevði sæð
reytt fyri púra óneyðugu
takling, áttu líkindini at
havt verið góð til eitt tvey
samanspæl og síðuskift hjá
NSÍ. Men tað leggja teir
vertin í nú. NSÍ spældi seg
– við undirstriking av
spældi – til trý týdningar-
mikil stig. Og í HB mugu
teir brúka tær báðar næstu
vikurnar at leita eftir
spælinum, sum fyri trimum
og fýra vikum síðani tóktist
fara at bera langt.
NSÍ- HB 2-1 (1-1)
1-0: Sonni L. Petersen 2
1-1: Uni Arge 12
2-1: Ken Nónklett 52
Dómari:
Petur Hansen (LÍF)
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Rúni Rasmussen, Arnfinn
Langgaard, Dánial Hansen,
Jónstein Petersen – Elian
Hansen, Brynjolvur Niels-
en, Ian Højgaard, Eddie
Mikkelsen, Sjúrður Jacob-
sen – Sonni L. Petersen
HB: Bárður Johannesen –
Bárður Christiansen, Hans
á Lag, Jón Rói Jacobsen,
Janus M. Joensen – Allan
Mørkøre, Rúni Nolsøe,
Rógvi Jacobsen, Hallur
Danielsen – Uni Arge,
Bárður Mortansson
NSÍ spældi HB av vøllinum
Millum annað var Sjúrður Jacobsen sera eyðsýndur á NSÍ-liðnum, sum í tøkum tíma fann stórspælið fram
Mynd: Álvur Haraldsen
NSÍ venjarin heldur,
at tað hevði týdning,
at hann og skerda
liðið ikki høvdu HB
dystin beint fyri
nøsini, tá teir løgdu
taktikk
Tað sást ikki á avrikinum
á vøllinum. Men tað er ein
veruleiki, at fimm av
monnunum, sum plaga at
vera ímillum teir fyrstu
ellivu
hjá
NSÍ,
sótu
skaddir uttanfyri sunnu-
dagin.
Umframt
Christian
Høgna Jacobsen vóru
skaddu menninir Gert
Langgaard, Djóni N. Joen-
sen, Kári Hansen og Mart-
in Glancy, skotin, sum
NSÍ nú hevur gjørt sátt-
mála við.
– Vit hittust leygar-
kvøldið
at
tosa
um,
hvussu vit skuldu taka
HB. Hetta var ein góð
roynd. Spælararnir høvdu
tíð og umstøður at lurta og
tosa, uttan at skula hugsa
um, at dysturin skuldi
byrja hvørja løtu, er nakað
av tí, sum NSÍ venjarin,
Petur Mohr hevði at siga á
heimasíðuni hjá NSÍ eftir
dystin.
Prátið man hava verið
gott. NSÍ menninir høvdu
frágera góðan hugburð.
Teir vóru raskir, teir
spældu væl, og teir fingu
trý stig. Tað man merkja,
at tað í framtíðini fara at
vera boð eftir NSÍ monn-
unum leygarkvøld.
jh
Taktikkfundurin
skal vera leygarkvøld
C
M
Y
K
20