Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 100 - 29. mai 2001 23 gult23 cyan23 magenta23 svart23 Talvið hesa vikuna Kasparov,G (2835) - Shirov,A (2722) Astana 2001 (6), 26.05.2001 1.e4 e6 2.d4 d5 3.Nc3 Nf6 4.e5 Nfd7 5.f4 c5 6.Nf3 Nc6 7.Be3 cxd4 8.Nxd4 Bc5 9.Qd2 0-0 10.g3 (Kasparov kallaði hendan leik ein sokallaðan bíðileik. Enn er gjørligt hjá honum at velja báðar borgir) 10...Qe7 11.0-0-0 Nb6 12.Nb3 Bxe3 13.Qxe3 Bd7 14.Kb1 Rfc8 15.g4 Nb4 16.Nd4 Rc5 (eyðkend støða hjá Shirov. Nógvir møguleikar at offra í støðuni, men Kasparov leikar neyvt næstu leikirnir og forðar offrum) 17.a3 Nc6 18.Ncb5! (far tamarhald á d4 punktinum, og verjir tá riddarin eisinu c2 finnuna) 18...Nxd4 19.Nxd4 Rac8 20.Bd3 (ein góður útviklingsleikur, sum samstundis er álopsleikur) 20...Nc4 21.Qh3 h6? (betri var: 21...g6 22.Bxc4 dxc4 23.Qc3 gevur fyrimun til hvítan, men ikki avgerandi) 22.g5 Nxa3+!? (Shirov offrar, men er eisini noyddur. Mótspæl er neyðugt) 23.bxa3 Rc3 24.gxh6 g6 25.Qg2 (ivasamt. Betri var at leika frúnna á g3, tí tá kann hon via h4 leikast á f6 við mát, um svarta frúgvin fer í álop. Um Kc1-d2, fær svartur gott spæl eftir Rc4 og Rxa3) 25...Rxa3 26.Nb3 Qb4 27.Bxg6 (Kasparov avviklar til betri endatalv, men tó er enn lív í støðuni hjá Shirov) 27...Rxb3+ 28.cxb3 Qxb3+ 29.Qb2 Qxb2+ 30.Kxb2 fxg6 31.h4 Kh7 32.h5 Kxh6 33.hxg6+ Kxg6 34.Rhg1+ 0 Kf5?? (sigast skal at Shirov var í tíðarneyð, men átti hann at sæð næsta leik hjá Kasparov. Ein syrgiligur endi hjá Shirov sum ikki tykist at hava nervarnar á røttum plássi tá mótstøðumaðurin eitur Kasparov. [34...Kf7 Einasti leikur, men tungt verður kortini hjá Shirov at halda støðuna saman. 35.Rd2! og rókarnir arbeiða væl saman. Næsti leikur er Rh2] 35.Rd4! (kann ikki verja Rg5#) 1-0 Áhugin er stórur fyri at síggja Toda og teir í FCK dystast móti Brøndby FÓTBÓLTSFERÐIR Jákup Mørk Tað er ikki sørt, at áhug- in fyri at síggja í Parkini er stórur, nú stórdysturin móti Brøndby nærkast. Vit skrivaðu í undan- farna hósdagsblaði okk- ara, at North Atlantic Football Agency (NAFA)í samstarvi við Atlantic Airways skipaði fyri til dystin, og ikki kann sigast annað enn, at fólk hava tikið væl ímóti hesum. Jákup í Stórustovu, sum rekur NAFA, sigur við Sosialin, at tær 50 ferðirnar, sum felagið hevði bjóðað út, snøgt sagt vórðu skræddar burtur. Klokkan níggju fríggjamorgunin byrjaði tey at taka ímóti bílegg- ingum á skrivstovuni hjá Atlantic, og beint eftir døgurða var útselt. Á einari sonevndari quick-poll á heima- síðuni, portal.fo, tykjast flestu føroyingar at skilja avgerðina hjá Toda Jónsson um ikki at spæla á føroyska fótbóltslandsliðnum LANDSLIÐ Jákup Mørk Spuringurin, sum verður settur á heimasíðuni, er, um tað var rætt av Toda at geva avboð til landsliðið. Av teimum ikki færri enn 3.500, sum høvdu svarað sunnukvøldið, søgdu 57% avgerðina vera í lagi. 32,6 hildu ikki, at Todi hevur gjørt rætt, meðan 10,4% søgdu seg ikki vita. Í 80´unum og mesta- partin av 90´unum vórðu Gary Kasparov og Anatoly Karpov tey tvey stóru K´ini. Seinastu árini hevur ein annar traðkað í fótasporum Karpovs, nevnliga Vladimir Kramnik sum í sterku kappingini í Kasak- sthan liggur á odda saman við Kasparov TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tað er sum tað plagar. Kasparov og Kramnik eru á odda, meðan hinir ikki megna at fylgja við í Astana, Kasaksthan. Umframt tey tvey K´ini luttaka eisini superstór- meistararnir Alexander Morozevich, Alexei Shirov og Boris Gelfand. Lokali Darmen Sadvakasov er eisini sloppin í part. Støðan eftir 6. umfar Kasparov 4,5 stig Kramnik 4,5 Gelfand 3,5 Shrirov 2,5 Morozevich 2 Sadvakasov 1 Hesir seks eru nú í gongd við seinnu helvt av kapp- ingini, teir telva nevnliga dupultumfar sum gevur tíggju umfør. Oddamennirnir byrjaðu eins væl, høvdu eftir trim- um talvum báðir hálvtriðja stig, og møttust yvir talv- borðið í fjórða umfari. Sera nógv varð tosað um hetta talv, hetta avgerandi talv. Kasparov hevði svarta fólkið og leikti Grunfeld byrjanina, sum hann annars tapti við júst ímóti Kram- nik í HM dysti teirra í oktober. Talvið vardi stutt, men tó varð skjótt komið út í endatalvið har Kramnik hevði lítlan fyrimun, men bispapar Kasparovs bjarg- aði honum hálva stigið. Kramnik vann lættliga á Morozevich í fimta umfari, meðan hann mátti taka til takkar við javnleiki ímóti Gelfand í sætta umfari. Kramnik hevur víst gott spæl og góðan teknikk, serliga í endatalvinum. Kasparov fekk ikki sín vilja í fimta umfarinum, tá hann sera óvæntað leikti javnt ímóti tí lokala mann- inum Sadvakasov, sum hevur styristalið 2585. Kasparov hevði hvíta fólkið, men fekk ikki av- viklað fyrimunin í mið- spælinum til sín vinning. Í sætta umfari vann hann tó aftur, hesaferð enn einaferð á Shirov, sum enn ikki hevur megnað at vunnið á Kasparov. Shirov bardi seg til nærum javna støðu, men fall beint í eina heldur einfalda mátfellu. Talvið er við í blaðnum í dag. Boris Gelfand, uppruna- liga úr Hvítarusslandi, men sum nú umboðar Ísrael, hevur leikt sera væl. Hann tapti fyrsta umfar ímóti Kramnik, men hevur reist seg av álvara, og tykist at verða tann einasti sum kann hótta teir fremstu. Hann vann eitt gott talv á Moro- zevich, sum ikki hevur havt eydnuna við sær. Moro- zevich tapti fýra talv á rað, men vann í sætta umfari á øðrum sinni á Sadvakasov. Shirov hevur ikki leikt eins væl sum hann plagar. Enn kann hann tó bjarga kappingini. Sadvakasov fekk ringa byrjan við ongum stigi eftir triðja umfari, men við sínum javnleikum í fjórða og fimta umfari ímóti Shirov og Kasparov er hann væl á veg. Endabrak Tað verður allarhelst Kasparov ella Kramnik sum vinna hesa kapping. Fýra umfør resta í, og ringt er at siga hvør er favorittur at enda ovastur. Helst er størri kjansur at teir býta fyrsta pláss millum sín, enn at ein teirra kemur einsa- mallur á mál. Møguliga hevur Kaspa- rov besta møguleikan eftir- sum hann hevur hvítt ímóti Kramnik í sonnum topp- braki í tíggjunda og sein- asta umfarinum. Kramnik hevur tó serliga gott tak á Kasparov við svarta fólk- inum, hann tapir nevnliga ikki. Hetta seinasta talv verður avgerandi, og fara tá øll heimsins talveygu at eygleiða júst hesum talv- inum, sum verður víst beinleiðis á www.kasparovchess.com og http://astana.fide.com Kappingin endar 1. juni. Kongurin á veg Nú nærkast av álvara. Kasparov er á veg til Før- oyar frá 8-12. juni, og so er hann eisini væl fyrireik- aður. Hann fer sum kunnugt at leika simultan- dyst ímóti seks av okkara fremstu telvarum, og hevur hann tá studerað talvini hjá okkara landsliðstelvarum. Flóvin Tór Næs hevur givið avboð til dystin, hann fer til Svøriki at telva eina IM- kapping, men maður kemur í mans stað og verður hesin Ólavur Simonsen. Fullfíggjaða skráin hesar dagarnar tá Kasparov er í Føroyum, verður at síggja í blaðnum í komandi viku. Tey tvey K´ini Á myndini síggjast teir báðir risarnir. Sum kunnugt, verður annar teirra, Kasparov, heilt skjótt at síggja í Føroyum, tá hann verður gestur hjá talvfelagnum Útselt KÍ-stuðlafelag Klaksvíkingar í Havn hava nú tikið seg saman til tess at stuðla ítróttinum í Klaksvík STUÐLAFELAG Jákup Mørk Hin 8. mei tóku klaksvík- ingar í Havn stig til at stovna felag, sum hevur til endamáls at stuðla ítrótt- inum í Klaksvík. Sagt verður, at menn leingi høvdu gingið og teskað í krókunum, uttan at nakað ítøkiligt tó var hent hesum viðvíkjandi. At enda var so ein bólkur, sum tók seg saman, og stovnandi aðalfundurin varð so hildin 8. mei. Sagt verður, at limaskap- urin í felagnum er rættiliga fríur. Lítlar og ongar bind- ingar eru á limunum, aðrar enn tær, sum endamál felagsins áseta. Fyrst og fremst er felagið ætla sum ein stuðul hjá KÍ, tað verið seg fíggjarliga og sum áskoðari, men harumframt er eisini ætlanin, at felagið skal skipa fyri hugnatiltøk- um av ymsum slag, sam- koyring til dystir og annað, sum fellur limunum til hugs. Limagjaldið er ásett til í minsta lagi 25 kr. um mánaðin, og sagt verður annars, at tað sjálvandi stendur øllum í boði at gerast limir. Í fyrstu nevnd felagsins eru Edvard Olsen, Sigmund Poulsen, Oddbjørn Joen- sen, Eyðfinnur Guðjónsson og Sjúrður Guðjónsson. Føroyingar skilja Toda 23 22 Nr. 100 - 29. mai 2001 gult22 cyan22 magenta22 svart22 Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 FCK 31 15-12 - 4 51 26 25 57 2 Brøndby 31 16- 7 - 8 68 38 30 55 3 Silkeborg 31 14-11 - 6 44 32 12 53 4 FCM 31 13-10 - 8 47 42 5 49 5 Viborg 31 13- 7 - 11 49 36 13 46 6 AaB 31 12-10 - 9 49 45 4 46 7 Lyngby 31 12- 8 - 11 39 48 -9 44 8 OB 31 12- 7 - 12 46 43 3 43 9 AGF 31 12- 4 - 15 48 56 -8 40 10 AB 31 7 -14 - 10 39 40 -1 35 11 Herfølge 31 6 - 9 - 16 39 61 -22 27 12 HFK Sønderj. 311 - 7 - 23 28 80 -52 10 Støðan, danska 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Esbjerg 27 17- 8 - 2 69 22 47 59 2 Frem 27 16- 6 - 5 63 29 34 54 3 Køge 27 15- 8 - 4 56 30 26 53 4 Vejle 27 14- 8 - 5 63 33 30 50 5 Farum 27 14- 5 - 8 55 37 18 47 6 B93 27 12- 4 - 11 49 41 8 40 7 Brønshøj 27 12- 2 - 13 50 54 -4 38 8 AC Horsens 27 9 -10 - 8 35 36 -1 37 9 B 1913 27 9 - 9 - 9 35 41 -6 36 10 Hvidovre 27 9 - 8 - 10 49 47 2 35 11 Randers F.27 9 - 6 - 12 39 48 -9 33 12 Skive 27 7 - 8 - 12 44 64 -20 29 13 Fremad A 27 6 - 7 - 14 36 55 -19 25 14 FC Aarhus 27 5 - 9 - 13 35 64 -29 24 15 Ølstykke 27 6 - 6 - 15 33 73 -40 24 16 Birkerød 27 2 - 4 - 21 34 71 -37 10 Støðan, norska tippeligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Rosenborg 9 8 - 0 - 1 29 9 20 24 2 Viking 9 7 - 2 - 0 21 9 12 23 3 Molde 9 5 - 2 - 2 21 11 10 17 4 Brann 9 5 - 1 - 3 25 15 10 16 5 Lillestrøm9 5 - 1 - 3 16 14 2 16 6 Stabæk 9 5 - 1 - 3 13 16 -3 16 7 Odd. Grenl. 9 4 - 2 - 3 15 10 5 14 8 Moss 9 4 - 1 - 4 12 13 -1 13 9 Sogndal 9 3 - 0 - 6 9 20 -11 9 10 Bryne 9 2 - 2 - 5 10 16 -6 8 11 Lyn 9 1 - 3 - 5 11 15 -4 6 12 Tromsø 9 2 - 0 - 7 5 15 -10 6 13 Strøm- godset 9 1 - 3 - 5 10 24 -14 6 14 Bodø/ Glimt 9 1 - 2 - 6 6 16 -10 5 Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Den Bosch + 34 23 - 6 - 5 64 25 39 75 2 Excelsoir + 34 20 - 6 - 8 89 63 26 66 3 FC Zwolle + 34 18 - 10 - 6 73 41 32 64 4 Cambuur/L. 34 15 - 9 - 10 55 52 3 54 5 Volendam + 34 16 - 5 - 13 58 48 10 53 6 G.A. Eagles 34 16 - 5 - 13 62 63 -1 53 7 Telstar 34 15 - 8 - 11 47 48 -1 53 8 Helmond Sp. 34 13 - 9 - 12 69 50 19 48 9 Eindhoven 34 12 - 9 - 13 58 57 1 45 10 Top/Oss 34 14 - 3 - 17 59 67 -8 45 11 Emmen 34 11 - 8 - 15 53 64 -11 41 12 Dordrecht ‘90 34 10 - 10 - 14 58 59 -1 40 13 MVV 34 12 - 4 - 18 47 58 -11 40 14 BV Veendam 34 11 - 6 - 17 54 69 -15 39 15 Heracles A. 34 10 - 9 - 15 38 56 -18 39 16 ADO Den Haag 34 9 - 9 - 16 51 71 -20 36 17 Haarlem 34 8 -10 - 16 46 64 -18 34 18 VVV 34 8 - 4 - 22 37 63 -26 28 Gøtumenn ognaðu sær fyrsta sigurin landskappingini, tá teir megnaðu at basa einum heldur tamum B36 liði 2. DEILD Jákup Mørk Eftir eina ógvuliga vána- liga byrjan hjá GÍ, megn- aðu teir fyri fyrstu ferð at fara at vøllinum við trimum stigum. GÍ tapti tríggjar teir fyrstu dystirnar, men sein- astu tveir dystirnar hava teir fingið fýra stig. GÍ er spakuliga farið at hála seg uppeftir stigatalvuni. Tað var heldur óvæntað, um hugt verður eftir stiga- talvuni, at GÍ skuldi fara úr Gundadali við trimum stigum. B36 lá í oddinum við átta stigum, meðan GÍ bara hevði tað eina og lá aftast. Men gøtumenn hava savnað sær eitt líkinda lið, sum kappingin er liðin. Tí eydnaðist tað at basa havn- armonnum. B36 betri byrjan Tað var annars B36, sum fekk eina betri byrjan í tí ringa veðrinum leygar- dagin. Ein langur bóltur varð sendur úr verjuni fram móti brotsteiginum. Fram- herjin Tórálvur Poulsen longdi við høvdinum til ein púra frían Allan Manai, sum róliga sendi framvið málverjanum. Hetta var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tað var júst byrjanin, sum heima- liðið ynskti. Tað var tí lagt upp til enn eitt tap til gøtumenn, men teir vildu tað øðrvísi. Spælið gekk heldur javnt á ta seinnu løtuna fyri steðgin. Eingin veruligur málmøguleiki var til nakað av liðunum, men brádliga hevði GÍ javnað. Spælt var ígjøgnum í høgru síðu, og bólturin varð sendur innfyri. Har stóð Páll Rói Poulsen og høvdaði uttalaga úr brots- teiginum. Hóast málverjin fekk hondina á bóltin, datt hann innum strikuna. GÍ fekk sigursmál Miðskeiðis í seinna hálv- leiki fekk GÍ tað avgerandi málið, sum gav teimum sig- urin. Ein bóltur varð sendur inn í brotsteigin, sum datt fyri føturnar á Omari Pálsson. Hann var taklaður í tí, hann skuldi skjóta, men bólturin støkk ístaðin til Dánjal Paula Dalbø, sum kundi leggja GÍ framum úr stuttari fjarstøðu. At byrja við í fyrra hálvleiki fekk B36 eitt mál kolldømt, tá málskjúttin var mettur at vera rangstaddur eftir hornasparksstøðu. Eftir hetta legði B36 trýst á GÍ málið. Havnarmenn sendu nógv fólk fram á hálvuna hjá GÍ, men lítið kom burturúr teimum mongu royndunm. GÍ verj- an stóð stinn, og heimaliðið hevði ógvuliga fáar veru- ligar málmøguleikar. GÍ fekk sostatt sín fyrsta sigur til høldar, meðan B36 næstan misti Skála úr eygsjón í oddinum. B36 – GÍ 1-2 (1-1) 1-0: Allan Manai 1-1: Páll Rói Poulsen 1-2: Dánjal Pauli Poulsen Bygdarliðið á Sælandi hevur sagt farvæl við superliguna, Jákup Mikkelsen og harvið ivaleyst eisini stuð- ulin frá fótbólts- áhugaðum føroyingum SUPERLIGA Jóannes Hansen At tað gongur upp og niður her í verðini, og at tað ofta er stutt og skjótt frá tind- inum og niður í dalin er so ofta at síggja og hoyra. Ikki minst í fótbólti sást hetta aftur og aftur. Fyri einum ári síðani vóru stóru yvirskriftirnar hjá okkum og hjá donsku pressuni, at Herfølge í toppinum í superliguni helt fram at renna undan øllum hinum. Støðan var so ó- væntað, at fjølmiðlar nógva staðni kring Europa tóku í sjáldsomu tíðindini, og rómurin mundi ongan enda tikið, tá Jákup Mikkelsen sum fyrsti føroyingur nakr- antíð og allir hinir í Herfølge fingu handaðar gullkrónur, DM steypið og rættin til Europa Cup. Síðani tá hevur gingið av skriðuni, og sunnudagin varð seinasti naglin settur í. Nú er tað greitt, at Herfølge eftir summarsteðgin skal spæla í næstbestu deildini. Jákup helt frí Fyri einari viku síðani søgdu vit, at nú var Jákup Mikkelsen arbeiðsleysur. John Faxe Jensen vil hava, at málverjin, sum skal standa ímillum stólparnar komandi ár, fær fleiri royndir, og tí var tað Claus Uldengaard og ikki Jákup Mikkelsen, sum var í mál- inum hjá Herfølge, tá teir sunnudagin vóru í Had- erslev og spældu ímóti longu niðurflutta Sønder- jylland. Herfølge gjørdi tað, sum teir kundu. Hóast heima- liðið kom á odda, tá níggju minuttir vóru farnir, so svaraði Claus Hermansen aftur fýra minuttir seinni, og ellivu minuttir undan leikloki skoraði Dennis Conteh sigursmálið. Tað sóu 1.495 áskoðarar. AB setti naglan í Men hóast Herfølge fekk trý stig, so varð niður- flytingin veruleiki. Einasta liðið, sum Herfølge kundi røkka undan triði síðsta umfarinum, var AB. Teir høvdu vitjan av Viborg, og AB vann 2–0. Málini skoraðu teir í 66. og í 67. minutti. Harvið hevði AB syrgt fyri, at meistararnir frá í fjør fara at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár. Hví tað skuldi ganga so av skriðuni hjá Herfølge, hevur tað verið tosað og skrivað nógv upp og niður um. John Faxe Jensen staðfesti sunnudagin, at tey trý umførini í Europa Cup ivaleyst høvdu kostað teimum stig í fyrstu tíðini í hesum kappingarárinum, og at mettan frá DM ivaleyst hevði borið við sær, at spælararnir ikki høvdu verið so uppsettir, sum teir vóru í DM árinum. Og so er tað ein veruleiki, at tað kom illa við, at Herfølge síðsta summar seldi tveir av bestu spæl- arunum, og at tveir aðrir av DM liðnum rýmdu. Jákup Mikkelsen kemur í vikuni heim til landsdyst- irnar, og harvið er tíðar- skeiðið í Herfølge liðugt hjá honum, og tað man fara at vera so sum so við áhuganum fyri Herfølge ímillum fótbóltshugaðar føroyingar. AGF í holpa Tað er ikki so langt síðani, at AGF var í eygsjón hjá Herfølge. Nógvu tey síðstu umførini hevur tað bara gingið rætta vegin hjá Århus, og sunnudagin settu teir trumf á. OB hevði ikki tapt í sjey dystum upp í slag, og seinastu tvær ferðirnar høvdu teir vunnið 4–0 ímóti AGF. Men hagtølini høvdu lítið at siga hjá AGF. Hóast heimaliðið í Odense leik- liga so avgjørt ikki lá undir, so vann AGF við ikki minni enn 4–0, og nú verður møguleikin nevndur, at AGF fer at røkka plássi í Intertoto Cup. Í Aalborg var karneval leygardagin. Áskoðararnir til dystin ímóti FCM ætlaðu sær gott lag. Teir fingu ein kvøkk, tá FCM kom á odda, men tað endaði væl. AaB vann 2–1, og teir ætla sær framvegis pláss í UEFA Cup. Herfølge er fallið B36 – GÍ 1-2 (1-1) GÍ fekk fyrsta sigurin Eftir at teir hava fingið fýra stig teir báðar seinastu dystirnar, eru gøtumenn so smátt farnir at kaga longur upp á stigatalvuni Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 22