Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 100 - 29. mai 2001 gult24 cyan24 magenta24 svart24 Munurin millum topp og botn varð skrivaður við risa- stórum bókstavum í Gundadali, tá vágamenn løgdu rygg til størsta tap í føroyskari fyrstu- deildarsøgu FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Fortalararnir fyri einari skerjin av bestu deildini fingu nakað av nýggjum krúti, tá FS Vágar vitjaði í Gundadali. Úrslitið varð ein metsigur upp á 15 mál til heimaliðið, og so er kanska nóg mikið sagt um dystin. Tað skal tó leggjast aft- urat, at vóru bæði liðini fullmannað, hevði úrslitið helst verið eitt heilt annað. Gaman í manglaði B36 leikarar, sum eru antin fastir á landsliðnum ella evni til hetta, men í mun til vágamenn hevur B36 leikarar at seta í staðin fyri teir, sum ikki kundu spæla. Breiddin í hópinum hjá vágamonnum er snøgt sagt ov lítil til at bera missin av fleiri stuðulsleikarum. Met Við stórsigrinum setti B36 eisini met, hvat viðvíkur einum sigri í bestu mans- deildini. Síðani Gøroyar fingu altjóða limaskap, í 1988, hevur talan tvær ferðir verið um 11-1 sigrar til ávíkavist B36 og GÍ móti Sumba, men veruliga metið átti HB, sum í 1971 vann 14-1 á ÍF. Nú er so eisini hetta met sligið, men fáa vágamenn ikki skjótt skil á spæl sítt, er als ikki óhugs- andi, at metið hjá B36 fellir, áðrenn kappingarárs- lok. Ístaðin fryi at skriva nakað víðari um sjálvan dystin, verða tey 15 málini lýst í stuttum niðanfyri. 1-0: Magni á Lakjuni Tað eydnast Jákup á Borg at snara ein verjuleikara av sær. Eftir at hava drigið fram við næsta bóltin, stingur hann inn um til Magna, sum skorar flatt við nærmastu stong 2-0: Kenneth Jacobsen Eftir innkast sleppur John leysur á baklinjuni. Hann spælir út frá til Magna, sum finnur ein púra leysan Kenneth, sum ikki hevur stórvegis trupulleikar av at skora. 3-0: Klæmint Matras B36 hevur aftur leikt seg inn undir vágamálið, men í fyrstu atløgu verður skot- royndir blokkað. Bólturin støkkur út til Klæmint, sum smekkar til, so bólturin aftur spílar meskarnar. 4-0: John Petersen Hornaspark verður sent inn fyri úr høgru síðu, og eftir eitt sindur aftur og fram kemur bólturin til John Petersen. Við einum dóma- dagsskotið hamrar hann bóltin í málið. 5-0: Magni á Lakjuni Vágamenn missa bóltin heldur óneyðugt á miðvøll- inum. Ronnie Samuelsen fær fatur á og stingur inn um verjuna, har Magni sera hegnisliga kippir bóltin upp um málverjan. 6-0: Heðin á Lakjuni Kenneth Jacobsen verður sendir avstað í høgru. Í fyrstu atløgu bjargar Arturas frágera væl, tá John Petersen stútar, men bólt- urin endar umvegis tvør- stongina hjá Heðini, sum hevur lætt við at skora. 7-0: Magni á Lakjuni: Fjórða málið innan fimm minuttir kemur eftir at Heðin gerst leysur á brots- teigarmarkinum. Hann sendir hart og flatt móti handaru stong, har systk- inabarnið við innarsíðuni beinir bóltin í málið. 8-0: Heðin á Lakjuni Ronnie Samulsen sendir John Petersen avstað eftir miðásini. Eftir at hava rundað ein verjuleikara, lobbar John upp um mál- verjan, og tá bólturin so støkkur av stongini, hevur Heðin opið mál. 9-0: Heðin á Lakjuni John Petersen leggur tvørtur um til Heðin, sum beint uttan fyri brotsteigin temur, áðrenn hann smekk- ar hart og flatt móti málin- um. 10-0: John Petersen: Kenneth Jacobsen verður sendir av stað í høgru síðu. Tá innleggið kemur er John hægstur, og sera hegnisliga stýrir hann bóltinum upp í nærmasta horn, uttan nakr- an sum helst møguleika hjá málverjanum. 11-0: Jákup á Borg Jákup verður sjálvur feldur, tá hann væl og virðiliga fiskar eftir einum brots- sparki. Hóast áskoðararnir royna at rópa Trónd Vatn- hamar fram, tekur Jákup sær sjálvur av brotsspark- inum, sum verður sett trygt í netið. 12-0: Kenneth Jacobsen Magni á Lakjuni sendir Heðin avstað í vinstru síðu. Vágamenn fáa beint innleggið nakað úr, men ikki longur enn til Kenneth, sum leggur bóltin flatt við handara stólpa. 13-0: Heðin á Lakjuni Av brotsteigarmarkinum sendir John Petersen eitt innlegg móti handara stólpa. Jákup á Borg skallar inn aftur móti málinum, har Heðin fær beint bóltin í málið, hóast ein vágamaður roynir at bjarga á strikuni. 14-0: Heðin á Lakjuni Hesu ferð er eydnan við fimm málsskjúttanum. Staddur heilt úti við síðu- linjuna sendir hann ein bólt innfyri, og bólturin siglir beina leið yvir í handara málhorn. 15-0: Magni á Lakjuni Seinasta málið í dystinum var kanska eisini hitt vakr- asta. Úr knøppum 30 metr- um roynir Magni seg við vinstra beininum, og uttan møguleika hjá málverjan- um fer skotið beina kós upp í trýkantin. B36-FS Vágar 15-0 (8-0) 1-0: Magni á Lakjuni 3. 2-0: Kenneth Jacobsen 6. 3-0: Klæmint Matras 16. 4-0: John Petersen 26. 5-0: Magni á Lakjuni 27. 6-0: Heðin á Lakjuni 29. 7-0: Magni á Lakjuni 30. 8-0: Heðin á Lakjuni 38. 9-0: Heðin á Lakjuni 50. 10-0: John Petersen 60. 11-0: Jákup á Borg 66. (br.) 12-0: Kenneth Jacobsen 70. 13-0: Heðin á Lakjuni 85. 14-0: Heðin á Lakjuni 86. 15-0: Magni á Lakjuni 88. Dómari: Eiler Rasmussen (Skála) B36: Tróndur Vatnhamar – Fróði Clementsen, Egil Zachariasen, Klæmint – Kenneth Jacobsen, Ronnie Samuelsen, Jákup á Borg, Jan Guttesen, Heðin á Lakjuni – John Petersen, Magni á Lakjuni FS Vágar: Arturas Ra- moska – Tróndur Ravns- fjall, Ruslan Screlea, Høgni-Ole Jacobsen, Poul Kjartan Thomsen – Tór- Ingar Akselsen, Birgir Joensen, Rúni Kruse, Ingi S. Joensen – Sonny Jo- hansen, Robert Bernhard- son Sumba hevði tey trý stigini móti HB í hondini, men sein- astu løtuna mistu teir kortini tvey teirra 2. DEILD Jákup Mørk Sumbingar hava enn ikki megna at sett sín dám á oddin í aðru deild hetta kappingarárið. Fleiri ferðir hevur verið nær við og næstan, og tí høvdu teir ætlað, at hesa ferð skuldi tað verða, tá HB kom á vitjan leygardagin. Áttu alt Fyrstu góðu løtuna av dystinum var heldur ikki nakað, sum bendi á, at HB fór at gera stórvegis við sumbingar. Havnarmenn- inir máttu vera fleiri av føstu leikarunum fyriuttan, og spæl teirra var eisini sera varligt fyrstu trý korterini. Hetta royndu heimamenninir at gera sær dælt av, og teir høvdu eisini fleiri góðar møguleikar. Eina ferð raktu teir stong- ina, og eina aðru ferðina kom Rene Thomsen púra leysur móti HB málverj- anum, Kaj Leo Johannesen, men tað gekst striltið at umseta møguleikarnar til mál. Bert ta einu ferðina eydn- aðist hetta, og sum ikki einaferð var tað jugoslav- iski framherjin, Nebojsa Velkovic, sum stóð fyri hesum. HB fekk ikki ruddað bóltin úr egnum verjuøki, og Baja hevði góðar stundir at temja, áðrenn hann smekkaði bóltin í málið. Hildu fram men mistu Fyrra partin av seinna hálvleiki tóktist einki benda á, at tað ikki skuldi eydnast sumbingum at vinna. Teir sótu framvegis á øllum, og teir fingu eisini økt um munin, við einum máli frá Eiriki Joensen. Uppskriftin var aftur hin sama, tí eftir at hornaspark fekk havnarverjan ikki ruddað, og so var Eirikur á staðnum. Fram til tað restaðu einir 20 minuttir, hevði HB lítið og einki at skula sagt, men brádliga fingu teir eina vón um stig. Eftir frísparks- innlegg metti dómarin, at Magnus Jacobsen varð hildin somikið ógvusliga, at brotsspark skuldi døm- ast. Sumbingar vóru langt ífrá samdir í hesum, men dómarin stóð við sítt, so har var einki at gera. Brots- sparkið setti Eyðun Sam- uelsen trygt í málið, og brádliga tóktist dysturin nú at koppa. HB’arnir gjørdust alsamt grammari, vunnu fleiri nærdystir, og hóast talan ikki var um nakra veruliga yvirvág, so eydnaðist teim- um eisini at javna. Málið var tó heldur tilvildarligt. Tá verjuleikari hjá Sumba skuldi sparka burtur, rakti hann í ryggin á Hans Martin á Vágalíð, og so fekk HB brádliga eitt stig, soleiðis at teir framhald- andi halda sambandið við oddin, meðan sumbingar hinvegin enn liggja í so nær botninum. Sumba- HB: 2-2 (1-0) 1-0: Nebojsa Velkovic 2-0: Eirikur Joensen 2-1: Eyðun Samulesen (br.) 2-2: Hans Martin á Vágalið B36 slaktaði Vágoynna B36 leikararnir høvdu nógv at fagnast um sunnudagin. Her hevur Klæmint Matras júst skorað Mynd: Álvur Haraldsen Sumba-HB 2-2 (1-0): Mistu á stokkinum C M Y K 24 Nr. 100 - 29. mai 2001 25 gult25 cyan25 magenta25 svart25 Útferðin hjá Dansifrøi Leygardagin 9. juni fara vit til Sørvágs. Bussur fer av Farstøðini kl. 9.20. Ternan siglir av Vestmanna kl. 10.20. Skipað verður fyri gongutúri. Døgurði verður kl. 19.00 saman við »Upp á Tá«. Seinasta freist fyri tilmelding er fríggjadagin 1. juni 2001. Kostnaður kr. 175,-. Afturat hesum kemur ferða- gjald. Nærri fæst at vita við tilmelding hjá nevndarlim- unum. Við dansikvøðu Nevndin Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Til feløg v.m. Innlatingarfreistir viðv. sjálvupp- gávum og roknskapum Sjálvuppgávur og roknskapir viðvíkjandi árinum 2000 hjá deyðsbúgvum, feløgum, felagsskapum v.m. við roknskaparskyldu skulu vera Økis- skrivstovunum hjá Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni 2001, um roknskaparskeið teirra endar í ella fellur saman við álmannakkaárinum 2000. Sjálvuppgávan verður roknað at vera innlatin rættstundis, tá hon er fingin Toll- og Skattstovu Føroya ella er latin í postin í seinasta lagi omanfyri nevnda innlatingardag. Fellur innlatingardagurin á ein leygardag, sunnudag ella halgidag, verður seinasti innlatingardagur fyrsta eftirfylgjandi gerandisdag. Ber til at leingja freistina? Tá serlig grund er til tess, kunnu Økisskriv- stovurnar leingja freistina til 15. august 2001, treytað av at - umsóknin er skrivlig - umsóknin er send áðrenn 1. juni 2001 - sjálvuppgávur og roknskapir fyri eldri ár eru innkomin. Toll- og Skattstova Føroya Stýrið Nesvatn Ikki er loyvt at fiska á Nesvatni (úti á Eystnesi) uttan loyvi. Loyvi og nærri upplýsingar fáast á tlf. 447565 og fax 447565. Stýrið fyri Neshaga Bilur við skaða til sølu Merki: Opel Vectra DTI 16V, 5H. Árg.: 2000 KM.: 18.101 Eyka útgerð: El-rútar,sentrallás,el-spegl,radio og cd-spælara Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast á Bilverkstaðnum hjá Hans Berg Hammer, Stangavegur, Klaksvík. í Klaksvík Tlf. 456190 · Fartlf. 286595 Fax nr. 456527 Ólavur Samson Málaralærlingur søkist. Henning Sørensen Tlf. 314783 Søkt verður eftir fólki til Menningarstovuna Vegna barnsburð verður søkt eftir bókhaldara/ skrivstovufólki til Menningarstovuna. Uppgávur: 1. Bókhald sbrt. FSL-skipanina 2. Journal og postavgreiðsla 3. Móttøka og ymisk málsavgreiðsla 4. Aðrar skrivstovuuppgávur. Krøv: Vit hugsa okkum, at tú hevur skrivstovuútbúgving og kunnleika til bókhald, best um tú hevur kunnleika til FSL - Fíggjarstýrings-skipan Landsins. Starvið krevur kunnleika til EDV á brúkarastøði, ávísan málkunnleika og góð samstarvsevni. Arbeiðsøkið hjá Menningarstovuni er rættiliga fjølbroytt við nógvum spennandi avbjóðingum. Setanartreytir: Setanarviðurskiftini eru sbrt. sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir: Umsóknir verða at senda okkum í seinasta lagi 15. juni 2001. Starvið verður sett umleið hálvan juli og í hvussu so er 6 mánaðir fram. Umsóknir skulu sendast til: Menningarstovan Faroe Islands Trade Council Bryggjubakki 12 Postrúm 259 110 Tórshavn. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Kjartan Kristiansen ella Ribjørg Hentze, tlf. 31 30 28. Bilur við skaða til sølu Merki: Opel Vectra DTI 16V, 5H. Árg.: 2000 KM.: 18.101 Eyka útgerð: El-rútar,sentrallás,el-spegl,radio og cd-spælara Bilurin verður seldur sum hann stendur nú og kann síggjast á Bilverkstaðnum hjá Hans Berg Hammer, Stangavegur, Klaksvík. í Klaksvík Tlf. 456190 · Fartlf. 286595 Fax nr. 456527 Ólavur Samson www.sosialurin.fo 25