Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-01-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. januar 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2008 Føroyskir Fiskimenn Uttanlands eru misnøgdir við handfaringina hjá Tolli & Skatti av sam­ døgurfrádráttinum, sum teir meta verður umsitin ov tilvildarliga FFU Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Felagið Føroyskir Fiski­ menn Uttanlands (FFU) hevði aðalfund fríggjadag­ in, har sitandi nevndin varð afturvald. Í nevndini eru Jógvan Fagraklett, formað­ ur, Kollafjørður, Høgni W. Høgnesen, Toftir og Johan Joensen, Hoyvík. Á fundinum vóru ymisk mál til umrøðu. ­ Serliga var tað málið um samdøgurfrádráttin, sum fekk umrøðu. Menn eru misnøgdir við handfar­ ingina hjá Tolli & Skatti av hesum máli, tí vit meta, at mismunur verður gjørdur. Ymiskt er, hvør fær henda frádrátt, og eisini verður munur gjørdur á, hvar í landinum tú býrt, sigur Høgni W. Høgnesen, nevndarlimur. Hann vísir á, at FFU fylgir við og stuðlar einum av limum sínum, sum hevur fingið viðhald hjá kommun­ alu skattakærunevndini og landsskattanevndini. Málið er reist í Føroya rætti, har tað kemur fyri í komandi ári. Høgni sigur, at talan er eisini um onnur skattamál sum koyra ­ og okkurt er á veg. ­ Úttalilsini hjá Føroya Reiðarafelag um okkara luttøku í oljuni hjá skip­ unum eru ikki í samsvar við veruleikan. Hann sigur, at flestu av limunum í FFU fáa eina mánaðarløn, og við ársenda verður árið avroknað. ­ Vit meta ikki, at før­ oyskir reiðarar eru á sama støði sum teir, ið teir vilja sambera seg við. Reiðarar í útlandinum, sum vit sigla hjá, hava eisini ferðútreiðslur og uppihald í samband við ferðing at bera. Hetta er ein meirútreiðsla, sum teir hava, leggur Høgni W. Høgnesen aftrat. Betri tilbúgving Í Grønlandi tekur Jonathan Motzfeldt, landstingsformaður, undir við teimum, sum hava víst á, at verandi tilbúgvingarskipan er als ikki nøktandi, um eitt óhapp skuldi hent einum av teimum stóru ferðamannaskipunum, sum vitja um summarið. Tingformaðurin sigur við KNR, at tað er alneyðugt hjá grønlendingum og dønum at taka álið í álvara, tí at eitt óhapp við fleiri túsund ferðafólkum hevði verið ein vanlukka fyri Grønland og grønlendsku ferðavinnuna. Prestar frí sunnudag Í mong ár hava danskir prestar kært seg um ov langa arbeiðsviku og ov lítla frítíð. Nú er avgjørt at gera eina roynd at lata prestarnar í nøkrum próstadømum í Jyllandi arbeiða fimm dagar um vikuna og at geva teimum frí fjórða hvørt vikuskifti. Fyrimyndin er úr Noregi, har prestarnir hava havt fimm dagar arbeiðsviku í fleiri ár, og endamálið við royndini er at geva verandi prestum betri umstøður og at tryggja donsku kirkjuni prestar í framtíðini. Reiðarar standa ikki mát Dagliga hoyra vit um oljudáking, tá ið skip bunkra, og orsøkin sigst vera líkasæla og mistøk hjá skipara og manning. Eisini henda spurningin tók formaðurin í Føroya Skipara­og Navigatørfelag upp á aðalfundi felagsins fríggjadagin FSN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vernd av havumhvørvinum er eitt mál, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni. ­ Okkara felag eigur at hava eina hugsan um hesi viðurskifti. Limir okkara hava revsirættarliga ábyrgd fyri, at lógir og kunngerðir verða hildnar. Tískil mugu skiparar og stýrimenn taka umhvørvisvernd í álvara. Á aðalfundi hjá Føroya Skipara­og Navigatørfelag tók formaðurin, Eyðstein Djurhuus, henda spurning upp. Hann segði, at um skipar­ ar og stýrimenn ikki fylgja reglunum, kunnu hesir elva sær sjálvum og reiðarum stórt fíggjarligt tap. Neyðugt samstarv Eyðstein greiddi frá, at føroysku havnirnar eru farnar at taka ímóti burtur­ kasti frá skipum, og fatanin hjá FSN er, at henda skipan virkar toluliga væl. ­ Ein nýggj kunngerð er ávegis sum ásetir, hvussu havnirnar skulu skipa inn­ savningina. Í hesum sambandi heitti FSN­formaðurin á øll sjó­ fólk um at samstarva væl við havnirnar. ­ Fiskiveiðieftirlitið hev­ ur eftirlit á sjónum og kann­ ar, um burturkastið verður goymt umborð. Hann vísti á, at dagliga hoyra vit um oljudálkingar, tá ið skip bunkra, og orsøkin sigst vera líkasæla og mis­ tøk hjá skiparum og mann­ ing. ­ Vit hava yvirfyri mynd­ ugleikunum víst á, at skip­ ini eru soleiðis innrættað, at tað nærum er ógjørligt at fyribyrgja yvirbunkring. Tí ynskja vit, at krøv verða sett skipunum um, at øll yvirflot og luftrør skulu savnast í ein tanga. Eyðstein segði, at hóast skiparin hevur ábyrgdina av bunkringini, hevur hann lítið tamarhald á – og í mongum førum ­ lítlan kunnleika um bunkringina. Saknar orðaskifti ­ Fiskiskipaflotin brúkar nógva olju og hevur harvið stórt útlát av CO2. Enn eru ongar aðrar orkukeldur møguligar til skipini. Hann vísti á, at krøv fara í framtíðini at verða sett okkum um at minka um útlátið, men enn hevur lítið orðaskifti verið um, hvussu vit í Føroyum kunnu minka um útlátið. ­ Núverandi fiskivinnu­ politikkur ger, at skipini mugu fyri tað mesta royna á ytru fiskidagaleiðini, og bestu fiskileiðirnar eru stongdar fyri at verja fiska­ stovnarnar. Eyðstein segði, at hesin politikkur førir til økta olju­ nýtslu og má endurskoðast. ­ Tað er ikki nóg mikið bert at minka um skipatalið og fiskidagarnar. Skipini mugu fáa loyvi at royna, har fiskurin er. Hann helt, at onnur tiltøk helst kunnu setast í verk til tess at verja fiskastovnarnar móti ovurveiði. ­ Vit sakna eitt orðaskifti um, hvussu vit taka hesa avbjóðing, legði hann aftrat. Veðurlagsbroyting Formaðurin í Føroya Skipara­ og Navigatørfelag vísti á, at veðurlagsbroyt­ - Vit mugu taka umhv Eitt av truplastu málunum, sum Føroya Skipara­ og Navigatørfelag hevur við at gera, eru uppsagnarmál, sum kunnu vera drúgfør og tíðarkrevjandi FSN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eitt av málunum á skránni á aðalfundi hjá Føroya Skipara­og Navigatørfelag fríggjadagin var val av seks nevndarlimum at sita í eitt tveyára skeið. Teir, sum vórðu valdir á fund­ inum, vóru Ellintur M. Abrahamsen, Regin Nón­ stein, Jákup Gøte, Jan Kristoffersen, Harry á Lakjuni og Ólavur Biskop­ stø. Teir, sum framm­ anundan sita í nevndini, eru Eyðstein Djurhuus, sum er formaður, Jóhannes Jacobsen, Dan Ingi Andreasen, Heðin Isaksen og Dánial Jákup Jørgensen. Fulltíðarstarv Á aðalfundinum legði for­ maðurin fram frágreiðing um tað arbeiði, sum felagið hevur tikist við seinasta árið. Frágreiðing­ in hevur verið til viðgerð­ ar á nevndarfundi í felagn­ um, og tað merkir, at øll nevndin stendur aftanfyri ársfrágreiðingina. Starvið, sum formaður hjá skiparum og navigatør­ um, gjørdist fulltíðarstarv eftir aðalfundin í 2006. ­ Nývalda nevndin metti, at rættast var at seta formannin í fulltíðarstarv, og teir fyrstu nevndarfund­ irnir í 2007 vórðu brúktir til at finna hóskandi arbeiðslýsing og løn fyri formansstarvið. Eyðstein Djurhuus segði, at í 2007 hevur for­ maðurin soleiðis verið í føstum starvi á skrivstovu felagsins. ­ Dagliga venda limir sær til felagið við ymisk­ um málum. Hóast tú ikki altíð kanst svara øllum fyrispurningum, so hevur tað stóran týdning, at felagið hevur ein persón, sum er tøkur, helt hann fyri. Føroya Skipara­ og Na­ vigatørfelag hevur nevnd­ arsessir í fiskivinnuráðn­ um, samstarvsráðnum, sjóvinnuráðnum og útbúgvingarráðnum og umframt luttøku á fundum í hesum ráðum, hevur formaðurin eisini luttikið á fundum og tiltøkum, har mett hevur verið, at felagið eigur at vera við. Trupul mál Í byrjanini av frágreiðing síni vísti formaðurin á, at eitt av truplastu málunum, sum felagið hevur við at gera, eru uppsagnarmál. ­ Ofta er ógreitt, hvat avtalað er, og uppsagnir eru mangan munnligar. Hesi mál eru drúgfør og tíðarkrevjandi, og málini hava mangan persónligan týdning fyri limirnar, segði Eyðstein Djurhuus. Uppsagnarmál mangan torfør Eyðstein Djurhuus er sum formaður í fulltíðarstarvi hjá FSN Mynd: Vilmund Jacobsen